mikudagur 31. januar 1968síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
31. januar 1968
SV OR SNE FRENES
SOSIALURIN sne com
tif. 5479 — Klakksvik
Prentsmiðjan á Heygsbreyt J | 09
tif. 1820 tif. 2209 — Tørshavr
Skattalættin
TÁ ID hitt sokallada »sjålvstyrislandsstyrid« kom við uppskoti
um nýggja skattalóg og fekk framt hana, søgdu vit, at hon
hevði vissar fyrimunir, eitt nú viðvíkjandi nýggja innkrevjing-
arlagnum.
SERSTAKLIGA >14. septemberx gjørdi almikið burtur úr
hesi skattalóg, segði hetta vera størsta bragd, ið nakrantíð
var framt, ja, blaðið vant seg so langt upp, at hon kundi tykj-
ast heimsins besta skattalóg.
VISSULIGA var hon tað ikki, tí broytingarnar nomu ikki við
hitt eymasta i skattalógini, nevnliga skattastigan, ið er avger-
andi fyri, hvussu nógv hin einstaki skattaborgarin skal lata frá
sær í peningi til landskassa og kommunu.
VIÐ IKKI at nema skattastigan ella gera onnur munandi til-
tók hendi tað, at låginntøkurnar komu at verða skattadar sum
meðalinntókur og medalinntøkurnar sum håinntøkur. Veruliga
stóra broytingin kom so at verða tann, at fólk komu undir
harðari skatting.
SITANDI landsstýri hevur nú lagt uppskot fram til nýggjar
frádráttarreglur. Hetta loysir als ikki skattamálið sum heild;
men hetta verður ið hvussu er størsta framstig, ið nakrantíð er
gjørd til bata fyri at hjálpa låginntøkunum undan órímuligari
harðari skatting, tí ongastaðni í Nordanlondum hava láginn-
tøkurnar verið so hart skattaðar sum í Føroyum.
UMLEIÐ 6000 borgarar sleppa nú undan 2,5 miljónum í
skatti. Hetta er eingin lítil bati á einum sinni. Serstakliga hjá
inntøkunum niðanfyri 15.000 kr. er tað ein munandi lætti altíð
at kunna draga 3000 kr. frá. áðrenn skattað verður, 2000 kr.
hjá teimum við skattainntøku millum 15.000 og 2 ).000 kr. og
somuleiðis lættir tað um hjá teimum við inntøku millum 20000
og 30.000 kr. at draga 1000 kr. frá.
EISINI verður mikið órættvísi beint av vegnum í sambandi
við skatting av partafeløgum, har seinasta landsstýri við lóg
gav ollum partafeløgum rætt at býta út 400.000 kr. skattafríar.
Slíkt er at seta skattaórættvísið í »system«, men nú verður far-
ið til verka at rudda burtur hetta og annað órættvísi, sum fylg-
di í kjalarvørri »sjålvstyrislandsstyrisins«.
VIT vita, at nógv fiskivinnufeløg eru ikki væl fyri i løtuni, og
ti hevur landsstýrið í uppskoti sínum verið undantikin hesum
nýggju skattareglum.
ALMIKIÐ er eftir í sambandi við rættvísgerðina av skattalóg-
ini. Vit mugu fyrst og fremst fáa kelduskatt, galdandi frádrátt-
arreglur í tí líki, tær eru í dag, avtiknar o.s.fr.
TORFØRT verður at gera skattalóg, ið er øllum til vildar;
men galdandi skattaólag kann bøtast munandi. Vit kenna tað
aðra staðir frá. Javnaðarflokkurin vil gera sítt ítarsta fyri rætt-
visari skattalag. Hitt fyrsta stigið er tíkið við umrødda skatta-
lógaruppskoti.
Hví???
so nógv stríð, tá ið tað ikki er neyðugt.
Crede Debonair turkimaskinan ger arbeiði nógv lætt-
ari, skjótari og betri, og prísurin er sámuligur kr. 545
Spyrjið um treytir.
RADIO-EL tlf. 1397
SOSIALURIN
MS. STELLA KARINA
Um hóskandi boð gevst kann skipið fáast til keyps
beinavegin, við ella uttan fullari útgerð til saltfiskatúr,
excl. agn, salt og proviant. Hon lastar ca. 360 tons av
saltfiski, excl. 2 frystitunnellir a 50 m3. Av hemara
lastar hon ca. 240 tons, incl. frystitunnellirnar.
Skipið hevur K. M. C. certifikat sum frystiskip, ann-
ars er skipið bygt til kraftblokka-fiskiskap við snerpu
spæli, Simrad »sildaasdic« etc., men excl. kraftblokk
Fartur ca. 11 mil. Skipið hevur líka gjøgnumgingid
4 ára klassa, og er tað gjørt í stand yvir tað heila,
klárt til fiskiskap primo februar.
Áhugaði sum ynskja nærri upplýsingar, so sum finan
siering o.a., venda sær til
PF. STELLA,
Klakksvík, tlf. 5369, aftaná skrivstovutíð tlf. 5264
Foreldur
ella verjar, ið ætla at lata børn síni í kommunuskúl-
an komandi skúlaár, verða biðin um at síga frá á
skúlanum hósdagin 1. og fríggjadagin 2. februar mill-
um kl. 16 og 18.
Eisini børn úr øðrum skúlum, sum komandi skúlaár
ætla sær at ganga í kommunuskúlan og somuleiðis í
realdeildina, eiga at siga frá hesar nevndu dagar.
Gerið so væl at hava koppaseðil við.
TÓRSHAVNAR KOMMUNUSKÚLI
Fulltrúi á Landsskrivstovuni
Starv sum fulltrúi av 2. stigi á landsskrivstovuni við
embætisprógvi er leyst.
Løn fyribils eftir sáttmála.
Umsóknir verða at senda landsstýrinum innan 20. fe-
bruar 1968.
FØROYA LANDSSTYRI
Vallistar
At Fólka- og Løgtingsvallistin fyri valårid 1968/69 í
Tórshavnar kommunu er til skjals á skrivstovu fólka-
yvirlitisins, Rektaragøtu 2, frá 1. til 8. februar 1968,
verdur her gjørt kunnigt.
Kæra um gildi vallistanna verður at senda býráðnum
innan 12. februar 1968.
TORSHAVNAR BYRÅD
Vit hava altid å goymslu
alt tilfar til
blikksmíð
sanitet
hitaverk
D EM Í C H Verður seat um
Tlf. 1072 - Tórshavn alt landið
LESIÐ SOSIALIN
Nr. 8
RESTORFFS PILSNARI
ger ikki mannamun
men allir menn kenna munin
tá ið teir drekka
RESTORFFS PILSNARA
SKULA TIT
BRUKA BIL
personkoyrin; ze skúla-
koyring, so snarið tlf. 3456
| Alexander Dalfoss
Sjonleikarhusid
tif. 1131
Skemtileikurin
|BILLY SKRØGG
verdur framførdur
Hóskveldið i. febr, kl. 8
Friggjakvøldid 2. febr 18
Levgarkvøldid 3. febr. kl. 8
Sunnukveldið 4. febr. kl. 6
Tyskvøldi8 6. febr. kl. 8
Atgongumerki verða seld
tímar undan hvgrjari sýning,
og kunnu keypast 3 dagar
fram.
"å
fas22
=
FOROYINGIN |
| bur tr og Mena |
er an ,
|FOROYSK BOK
|