mikudagur 15. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 90 - 15. mai 2002
Nr. 90 - 15. mai 2002
3
TÍÐINDASKRIV
Bryggjaríið Føroya Bjór
hevur júst luttikið á stórum
ølfestivali, har fleiri víða-
gitnir ølskribentar vitjaðu
básin og góvu tí føroyska
ølinum góð skoðsmál. Øl-
mentanin í okkara granna-
londum blómar í hesum tíð-
um, og størri og størri dent-
ur verður lagdur á góðsku-
na, og at ølið skal vera eitt
njótilsi fyri allar sansir. Til-
far frá Ferðaráðnum var
eisini á básinum, og fleiri
bóðu um faldarar um Før-
oyar sum ferðamannaland
Um vikuskiftið var tann
árligi ølfestivalurin hildin í
Valbyhøllini í Danmark, og
eins og í fjør umboðaði
Føroya Bjór Føroyar. Eini
4000 fólk vitjaðu teir
tríggjar dagarnar, tiltakið
vardi, og hóast tey vitjandi
høvdu eini 450 ølsløg úr
øllum heiminum at velja í,
var básurin hjá Føroya Bjór
sera væl vitjaður.
Fleiri kendir ølskribentar
vóru eisini við á festivali-
num, og millum tey mongu
sum vitjaðu Føroya Bjór
vóru m.o. tann navnframi
Michael Jackson, sum hev-
ur skrivað eitt ótal av bók-
um um øl og whiskey,
Gregg Glaser, sum tey
seinnu árini er vorðin alt
meira viðurkendur sum øl-
journalistur og skrivar fyri
ymisk tíðarrit kring allan
heimin, og kekkin, Jan
Kocka, ið somuleiðis er ein
altjóða viðurkendur øl-
kennari, og ferðast víða
hvar til slíkar festivalir.
Allir vóru teir sera hugtikn-
ir av tí føroyska ølinum, og
á Føroya Bjór lata tey eisini
væl at festivalinum og
fegnast um herðaklappini
frá dønum og ølkennarum
annars.
Fitt av føroyingum høvdu
eisini leitað sær á ølfesti-
valin í tí góða summar-
veðrinum um vikuskiftið,
og harumframt vitjaðu fyrr-
verandi danski matvøruráð-
harrin, Ritt Bjerregaard, og
danska
sjónvarpsrásin,
TV2, sum gjørdi fleiri inn-
sløg til sínar tíðindasend-
ingar um vikuskiftið.
Ølmentan, góðska
og ferðavinna
Ølmentanin blómar á Flat-
londum í hesum tíðum, og
danir eru farnir meira og
meira at hugsa um góðsku-
na á øli. Orð sum luktur,
smakkur, flavour og aroma
vóru javnan at hoyra á festi-
valinum, og tey fðra sløg-
ini, sum Føroya Bjór hevði
við, vórðu eisini dúgliga
smakkað.
Tað var kortini ikki bara
øl, sum Føroya Bjór borð-
reiddi við um vikuskiftið.
Við sær hevði bryggjaríið
eisini plakatir og faldarar
frá Ferðaráði Føroya, og var
hetta sostatt eisini ein
marknaðarføring av Føroy-
um sum ferðamannaland.
Føroya Bjór
viðurkenning á Flatlondum
HÁTÍÐARHALD
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Komandi fríggjadag er 17
mai, og hesin dagur er á
hvørjum ári ein serligur
dagur fyri allar norðmenn.
Í Noreg og kring allan
heim, har norðmenn halda
til, verður dagurin hildin
og hann er eins hátíðarlig-
ur og okkara ólavsøka.
Hann er eisini tjóðardagur
norðmanna og tá eru norð-
menn meira norskir enn
vanligt. Teir savnast í
búna, syngja fosturlands-
sangir, eta gott og summir
fáa ein lítlan eisini. Úti í
heimi savnast norðmenn
vanliga á sendistovum ella
har
sjómannskirkjurnar
halda til 17. mai og eru
ikki slíkir stovnar nær-
hendis, so savnast tey pri-
vat
Og í Føroyum eru eisini
norðmenn og teir ætla sær
ikki at standa aftanfyri
sínar landsmenn í heim-
landinum ella aðrastaðni.
Árliga 17. mei-dagshaldið
verður hesaferð hjá Thor-
bjørn Brochs, Hellutún 9,
Tórshavn, kl. 18.00 og
fyrireikararnir biða fólk
um vinarliga boða frá lut-
tøku á tlf. 311707/316565
ella 328124 áðrenn 15.05.
17. mai hildin í Føroyum
Básin hjá Føroya Bjór hevði vitjan av fleiri víðagitnum ølskibentum og góvu teir tí føroyska
bjórinum góð skoðsmál.
Føroya Bjór marknaðarførdi eisini Føroyar sum ferðamannaland. Við sær á ølstevnuna høvdu
tey faldara og plakatir frá Ferðaráið Føroya.
TÍÐINDASKRIV
Havnar Bjargingarfelag
Á aðalfundi í Havnar
Bjargingarfelag hin 21.
apríl 2002 varð nýggj
nevnd
vald.
Tríggir
nevndarlimir stóðu fyri
vali, hesir vóru Súni Vin-
ther og Guttormur Eyst-
uroy, meðan Kartni Ol-
sen áður hevur tikið seg
úr nevndini. Jens Hansen
og Edvard Kjeld stóðu
ikki fyri afturvali. Í
nevndini vórðu valdir
Fríðrikkur Heinsen, Súni
Vinther og Heini Eystur-
oy. Niels Olsen er tiltaks-
limur.
Nevndin hevur skipað
seg við Heina Eysturoy
sum formanni, Jens Han-
sen sum næstformanni,
Fríðrikki Heinesen sum
skrivara
og
Edvardi
Kjeld sum nevndarlimi.
Havnar
Bjargingar-
felag er ein sjálvboðin
felagsskapur, ið hevur til
endamáls at veita hjálp í
samband við vanlukkur á
sjógvi og landi, í tilburð-
um har verandi skipanir
ikki einsamallar klára
uppgávuna.
Havnar
Bjargingar-
felag hevur seinastu árini
havt sera ringar arbeiðs-
umstøður, og hevur virk-
semið verið tarnað av, at
felagið eingi høli hevur
havt at húsast í, eftir at
hølini ið felagið hevði á
Bryggjubakka vórðu lat-
in øðrum.
Nýggja nevndin hevur
sett sær fyri, at arbeiða
við at fáa felagnum nøkt-
andi høli. Tann útgerðin
felagið eigur, er m.a. ein
bilur og onnur bjarging-
arútgerð, ið krevur at
vera í góðum standi og
vera til taks tá ið brúk er
fyri henni.
Nýggja nevndi hevur
somuleiðis sett sær fyri,
at skipa fyri skeiðum og
venjingum t.d. skeiðum í
1. hjálp og leiting. Somu-
leiðis er ætlanin at fáa
greiðu á hvønn leiklut
felagið skal hava, í sam-
bandi við eina komandi
tilbúgvingarætlan.
Felagið er fyri øll, ið á
ein ella annan hátt vilja
geva eina hjálpandi hond,
tá ið vanlukkur henda.
Uppgávurnar eru so mik-
ið ymiskar í felagnum, at
tørvur er á øllum, goml-
um og ungum, kvinnum
og monnum.
Tey í ynskja at gerast
limir í felagnum eru væl-
komin at boðað felag-
num frá hesum.
Havnar Bjargingarfelag
Postsmoga 137
FO-110 Tórshavn
teldupostur: hbf@lfb.fo
Bjargingarfelag
nýggja nevnd
TÍÐINDASKRIV
Heilsufrøðisliga starvsstovan
Í sambandi við, at reglu-
liga innsavningin av burt-
urkasti er steðgað í stór-
um parti av landinum,
ger
Heilsufrøðisliga
Starvsstovan vart við
fylgjandi:
Heitt verður á øll um,
at ansa eftir at einki burt-
urkast liggur og sløðist.
Tað er bannað at brenna
ella at blaka burturkast
fyri bakka. Kommunur,
fyritøkur og húsarhald
eiga at goyma sítt burtur-
kast í afturlatnum íløtum
ella afturlatnum postum
til viðurskiftini eru kom-
in í rættlag. Burturkastið
eigur at verða goymt á
einum staði og á ein hátt,
so at hetta ikki er til um-
hvørvisligan ella heilsu-
ligan ampa.
Serliga skal ansast
eftir, at húsdjór, rotta,
fuglur ella vindur ikki
spjaðir burturkasti.
Ansi eftir rottu
Løgmaður segði
týsmorgunin, at nú
fækka møguleikar
hansara, áðrenn
hann fer at boða
løgtingsformannin
um frá, um hann
leggur frá sær
SAMRÁÐINGAR
Edvard Joensen
Gamla Apotek: Anfinn
Kallsberg,
løgmaður,
segði, tá hann kom til
samráðingarfund
týs-
morgunin, at nú fækka
møguleikar hansara fyri
at skipa samgongu. Sam-
bandsflokkurin hevði tó
ikki avgjørt, um hann
vildi í samgonu ella ikki,
segði løgmaður.
Løgmaður viðgekk, at
verður einki burtur úr
hesum
møguleikanum
við Sambandsflokkinum
í staðin fyri Tjóðveldis-
flokkinum, mátti hann
sanna, at tað nærkast, til
hann fer at boða løg-
tingsformanninum frá, at
hann letur samráðingar-
rættin frá sær.
Hinvegin vildi hann
einki siga um, hvørt hann
vildi royna at fáa Mið-
flokkin við í eina sam-
gongu. Men hann váttaði
tó, at hann helst vildi
hava ein breiða sam-
gongu.
Løgmaður segði, at
hann framvegis bíðaði
eftir svari frá Sambands-
flokkinum, hvørt tað
skuldi verða nakrar sam-
ráðingar ella ikki. Sum
skiltist á løgmanni, var
einki avgjørt, frá Sam-
bandsfloksins síðu.
Anfinn
Kallsberg
segði, tá hann kom á
fund, at formaður Sam-
bandsfloksins, Lisbeth
Petersen, hevði biðið um
eitt prát týsmorgunin, og
at tað var tað prátið, nú
var farið til. Realitets-
samráðingar vórun ongar
avtalaðar
yvirhøvur,
segði løgmaður.
Løgmaður
væntaði
ikki, at nøkur samgonga
fór at vera gjørd, áðrenn
tingið kemur saman í
dag.
– Tað er mær vitandi
ongantíð hent enn, at ein
samgonga er skipað eftir
einum samdøgurði, segði
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, tá hann møtti á
gamla Apoteki týsmorg-
unin.
Nú fækka
møguleikarnir
Anfinn Kallsberg,
løgmaður, ásannar, at
verður eingin samgonga
burtur úr royndini við
Sambandsflokkinum, fara
hansara møguleikar at
fækka
Lisbeth L. Petersen,
formaður í Sam-
bandsflokkinum,
segði á Gamla Apo-
teki fyrrapartin týs-
dagin, at flokkurin vil
í samgongu, tí hann
vil hava ávirkan á
rikna politikkin
SAMRÁÐNGAR
Edvard Joensen
Gamla Apotek: Lisbeth
Petersen, formaður Sam-
bandsfloksins, segði við
Sosialin fyrrapartin týs-
dagin,
at
Sambands-
flokkurin hevur gjørt av at
royna samráðingar um eina
samgongu
saman
við
Fólkaflokkinum, Sjálvstýr-
isflokkinum og Javnaðar-
flokkinum.
– Vit vilja hava ávirkan á
tann politikkin, sum førdur
verður, og tí er eingin ivi
um, at vit vilja vera við,
segði hon.
– Ætlaðu vit ikki tað,
høvdu vit als ikki verið her
í dag, segði sambandsfor-
maðurin í viðmerking til
tað, løgmaður segði fyrr
um morgunin um, at Sam-
bandsflokkurin ikki hevði
gjørt av, um hann vildi vera
við ella ikki.
Sambandsflokkurin
vil hava ávirkan
Lisbeth Petersen, formaður Sambandsfloksins, sigur, at
flokkurin sjálvandi vil í samgongu, so hann kann fáa ávirkan
á rikna politikkin
Partarnir narkæst
hvørjum øðrum á
Gamla Apoteki, og
semja tykist at vera
um fleiri avgerandi
punkt, men tað skal
ganga skjótt fyri seg
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Gamla Apotek: Í skrivandi
stund hava Javnaðarflokk-
urin, Sambandsflokkurin,
Sjálvstýrisflokkurin
og
Fólkaflokkurin ikki enn
gjørt av, um teir skulu set-
ast við samráðingarborðið
til reellar samráðingar,
hóast meldingar hava givið
onnur ljóð áður.
Sum skilst krevja part-
arnir greiðar útmeldingar,
og flokkarnir hava allir víst
áhuga fyri at royna hesa
samgonguna. Millum ann-
að heitt Jóannes Eidesgaard
á løgmann um at royna
hesa kombinatiónina.
Men eitt er vist. Samráð-
ingarpartarnir skulu gera
skjótt av, tí tingið kemur
saman mikudagin(í dag),
og tá skulu nevndir og ting-
formaður veljast. Hetta er
flokkarnir eisini klárir yvir,
og
tingmanningar
hjá
flokkunum
eru
eisini
komnar á Gamla Apotek.
Sum skilst standa part-
arnir ikki so langt frá hvørj-
um øðrum, men finnast
skal á eina leið í búskapar-
og sjálvstýrisspurningin-
um.
Alt
kann
tó
skjótt
broytast.
Skal ganga skjótt fyri seg
Tað er ofta trupult at samráðast, og tímarnir gerast nógvir og langir.
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
3
2
Atgongumerki
Atgongumerki á 95 kr. í forsølu
á 95 kr. í forsølu
prísur við
dyrnar
120 kr.
Brandur Enni konsert
Brandur Enni konsert
Kambsdalur 17. mai · Tvøroyri 20. mai · Tórshavn 24. mai
Kambsdalur 17. mai · Tvøroyri 20. mai · Tórshavn 24. mai
kl. 21.00
kl. 21.00