mikudagur 15. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 90 - 15. mai 2002
Nr. 90 - 15. mai 2002
5
Ferðafólk, sum skulu
uttanlands við flog-
fari, hava ofta eingi
samleikaprógv uppi á
sær, tá innskrivað
verður á flogvøllin-
um. Hetta kann gera,
at tey fáa trupulleikar
av at sleppa umborð,
eins og tað kann
seinka fráferðini hjá
flogfarinum óneyðugt
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Flogvøllurin:
Ferðafólk,
sum ferðast við flogfari,
skulu hava eitthvørt skjal,
sum vísir, hvørji tey eru,
áðrenn tey koma til inn-
skrivingardiskin á flogvøll-
inum. Hava tey ikki tað,
kann tað gera, at tey í
ringasta føri ikki sleppa við
flogfarinum.
Hesar reglur eru settar í
gildi av ríkisløgregluni,
sum síðani hevur álagt
Statens Luftfartsvæsen at
umsita tær. Statens Luft-
fartsvæsen hevur síðan
aftur álagt flogfeløgunum,
sum flúgva um danskar
flogvallir, eisini Vágar, at
syrgja fyri, at hesar reglur
verða hildnar, verður sagt
av kunningarskrivstovuni
hjá Maersk Air í Kastrup.
Tað kemur javnan fyri,
siga tey, sum checka inn á
flogvøllinum í Vágum, at
fólk koma til diskin og
eingi skjøl hava við sær
annað enn ferðaseðilin. Tað
er ov lítið, tí flogfeløgini
krevja at vita, hvør tað er,
sum ferðast við flogførun-
um, og ikki bara, hvør
stendur á ferðaseðlinum.
Hetta eru krøv, sum fe-
løgini hava sett eftir hend-
ingarnar í USA tann 11.
september í fjør.
Tað vanliga er, at tann,
sum avgreiðir feðrafólkini,
krevur at síggja eitt pass.
Tó kann eisini annað
samleikaprógv við mynd
brúkast. Eitt nú eitt koyri-
kort.
Men mest nærliggjandi
er hjá starvsfókunum at
biða um passið, tí væntað
verður, at fólk, sum ferðast
millum lond, hava pass við
sær.
Men soleiðis er verri enn
so altíð, tá fólk fara úr
Vágum, verður sagt av
Flogfelag Føroya, sum av-
greiðir nógv ferðafólk í
Vágum.
Fólk, sum ferðast um
flogvøllin, fara fyri ein
stóran part til Danmarkar,
hóast sjálvandi nógv fara
víðari. Teimum, sum fara
víðari úr Danmark, er eing-
in trupulleiki við.Tey vita,
at tey skulu hava pass við
sær.
Men tey, sum bara skulu
til Danmarkar, gloyma alt
ov ofta at hava pass uppi á
sær, tá ferðast verður.
Grundin er væl saktans
tann, siga tey á flogfelag-
num, at ikki er lógarkrav at
hava pass við til Dan-
markar. Men um so var, at
tey í staðin høvdu eitthvørt
annað, sum vísti, hvørji tey
vóru, hevði tað hjálpt
munandi, verður sagt.
Serliga er tað, tá ferðast
verður við børnum, at
trupulleikar kunnu stinga
seg upp. Eingi samleika-
skjøl eru, sum vísa, hvørji
børnini eru, uttan so, at tey
standa í passinum hjá
foreldrunum.
Á
einum
koyrikorti er til dømis
einki, sum sigur, at tú eigur
børn.
Eisini er tað ein trupul-
leiki, tá børn ferðast einsa-
møll ella saman við øðrum
enn foreldrunum, at tá er
einki pass heldur, sum vísir,
hvørji tey eru.
Mette
Christensen
á
kunningarstovuni
hjá
Maersk Air í Kastrup sigur
við Sosialin, at tey hava
eisini havt ávísar trupul-
leikar í Kastrup, men at
fólk nú eru farin at vera
meira ansin í so máta. Fólk
hava so at siga altíð eitt-
hvørt samleikaskjal við
sær. Vanliga er tað passið.
Hon heldur ikki, at serligir
trupulleikar eru av føroy-
ingum, sum ferðast um
flogvøllin í Kastrup. Ikki
nakað, tey hava lagt merki
til í hvussu er, sigur hon.
Men á flogvøllinum í
Vágum kemur enn fyri,
siga starvsfók á Flogfelag-
num, at tey noyðast at biða
fók fara at finna samleika-
prógvini fram.
Og tað tekur tíð, tá tey
skulu at ringja og senda
telefaks og hvat nú kann
verða burturúr. Tað seinkar
avgreiðlsuni, og kann hava
við sær, at flogfarið eisini
verður seinkað við fráferð.
Eru so ferðafólk ímillum,
sum skulu ferðast víðari av
øðrum flogvallum, kann
slík seinking hava óhepnur
fylgjur við sær.
Og øllum hesum kann
sleppast undan, um fólk
bara hava tey skjøl, sum
kravd eru, uppi á sær, tá tey
ferðast.
Trupulleikar við
flogferðafólki
Tað er ein óheppin
leki onkunstaðni,
sum hevur verið
orsøk til, at málið um
radarsamskiftisstøðin
a á Eiði er komið
fram, verður sagt av
Uttanlandsdeildini
hjá Løgmansskriv-
stovuni. Lekin er ikki
komin úr Tinganesi,
leggur Løgmansskriv-
stovan dent á
SAMSKIFTI
Edvard Joensen
Eiði: Tað er óheppið, at
málið um radarsamskiftis-
støðina á Eiði er komið út,
tí tað er mál, sum viðgjørt
verður í trúnaði, sigur Sig-
mundurur Isfeld, fulltrúi á
Uttanlandsdeilsini á Løg-
mansskrivstovuni.
Hann sigur, at málið er
komið til Løgmansskriv-
stovuna í trúnaði, og verður
viðgjørt har í trúnaði.
Eingin hevur fingið nakað
útflýggjað haðani uttan
Uttanlandsnevndin
hjá
Løgtinginum, so tey duga
ikki at siga, hvaðani før-
oyskir fjølmiðlar hava fing-
ið innlit í málið. Sosialurin
bað um innlit í málið, men
fekk at vita, at tað bar ikki
til.
Ein nátúrligur partur í
málinum átti at verið Eiðis
Kommuna, har ætlanin er at
leggja umrøddu radarsam-
skiftisstøðina.
Men Eiðis Kommuna
hevur bara frætt um ætlan-
inar gjøgnum fjølmiðlar-
nar, sigur Tordur Niclasen,
borgarstjóri á Eiði.
Hann sigur, at tá komm-
unan frætti um ætlanina í
fjør, varð sent eitt skriv til
avvarðandi myndugleikar
við fyrispurningi um málið.
Endamálið
hjá
Eiðis
Kommunu við tí skrivinum
var at tryggja sær, at ein
slík støð ikki varð til ampa
fyri fólkið í kommununi.
Hugsað varð millum annað
um trygd og umhvørvið.
Svarið, Eiðis Kommuna
fekk, sigur Tordur Nicla-
sen, var, at har var einki at
óttast.
Síðan er tað hent, at eitt
skjal frá 1997 er almanna-
kunngjørt í Útvarpinum,
har danska Verjumálaráðið
tosar um møgulig um-
hvørvisárin av at seta an-
tennur til radarstøðina upp
við loranstøðina á Eiði.
Nevnt verður millum
annað, um dálkingarvanda í
drekkivatninum á Eiði, um
antennur verða settar upp
við Eiðisvatn við møgulig-
ari kopardálkin, sum kann
renna í vatnið.
Tann staðkendi undrast á
hetta, tí drekkivatn á Eiði
kemur als einki úr Eiðis-
vatni. Heldur ikki skuldi
nakar sum helst møguleiki
verið fyri, at antennur, sum
settar verða upp við loran-
støðina, lata nakað frárensl
í Eiðisvatn.
Eiði fær drekkivatn úr
keldum, sum liggja rætti-
liga væl hægri enn økið,
har loranstøðin stendur. Tað
verður leitt í rørum í aftur-
latnan vatnbrunn, so tann
vandin átti ikki at verið til
staðar.
Um antennurnar verða
settar upp við loranstøðina,
skuldi møguligt frárensl
farið beinleiðis til havs
norðanfyri, heldur en at
renna í Eiðisvatn, sum ligg-
ur sunnanfyri. Tí millum
loranstøðina og Eiðisvatn
er ryggur, sum frárenslið
skal renna uppum, um tað
skal í Vatnið. Og vatn plag-
ar vanliga at renna undan
brekkuni.
Sigmundur Isfeld, fulltrúi
á
Løgmansskrivstovuni,
sigur, at tey hava viðgjørt
tey umhvørvisárin, sum
kunnu standast av hesum
antennunum.
Árinið verður býtt í
tríggjar partar, sigur hann,
og eru teir útsjónd, kopar-
dáling í jørðini og geisling.
Hann sigur, at útsjóndin
er tað, sum fer at ávirka
allarminst, tí talan er um
einar tríggjar mastrar, sum
bróta sera lítið av frá teim-
um, sum framman undan
eru á loranstøðini. Og tær
eru í hvussu er allar nógv
minni og lægri, enn tann
stóra loranmasturin, sum
stendur á økinum.
Kopardálking í jørðini er
so minimal, sum hon kann
vera, og serførðingar meta
ongan sum helst vanda at
standast av hesum møgu-
leika.
Triði møguleikin kann
vera geisling. Men sambært
Fjarskiftiseftirlitinum, eru
frekvensirnir so smáir, at
tann vandin heldur ikki er
reellur, sigur Sigmundur
Isfeld, sum vísir á, at allir
møguleikar hava verið væl
viðgjørdir.
Óheppin leki
Ferðafólk, sum ferðast um flogvøllin i Vágum, møta alt ov ofta upp við innskrivingardiskin við
ongum samleikaprógvi, sum greitt kann vísa á, at tann, sum feðrast, er tann sami, sum stendur
á ferðaseðlinum. Ein góður máti at sleppa undan trupulleikum á feðrini, er altíð at hava passið
hjá sær, Eisini um bara verður farið til Danmarkar. Ferðamaðurin á myndini hevur pass við
sær
Mynd: Edvard Joensen
Síðan 1959 hevur loranstøð verið á Eiði, og er nú ætlanin at leggja eina radarsamskiftisstøð
afturat á økið
Mynd: Edvard Joensen
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Gamla Apotek: Samráð-
ingarnar um eina sam-
gongu millum Fólkaflokk-
in, Tjóðveldisflokkin, Sjálv-
stýrisflokkin og Javnaðar-
flokkin hildu á í samfullar
tríggjar
dagar.
Úrslitið
gjørdist tó framvegis, at
samráðingarnar
slitnaðu
mánakvøldið, tí ikki bar til
at semjast um yvirtøkur.
Samráðingarnar
gingu
illa mánadagin. Fundirnar
vardu ongantíð meira enn
ein góðan tíma, so máttu
umboðini fyri flokkarnar út
at svala sær og dúgliga varð
prátað við baklandið. Stev-
ið hevði partar av viku-
skiftinum verið gott, og
okkurt var eisini komið
niður á pappír. Tað lá tó
allatíðina í luftini, at yvir-
tøkur, sjálvstýri og blokkur
vóru torfør mál at finna
semju um á fundunum á
Gamla Apoteki.
Aðalstjórnin
Hóast samráðingarnar vóru
millum fýra flokkar við
fólkafloks løgmanni sum
samráðingarleiðara,
so
vóru samráðingar mest
álíkar einum dysti millum
Tjóðveldisflokkin og Javn-
aðarflokkin. Hesir báðir
flokkar standa eftir øllum at
døma langt frá hvørjum
øðrum í sjálvstýris/full-
veldisspurninginum, og tað
merkti eisini samráðingar.
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins,
sum
saman við fyri tað mesta
Heina O. Heinesen sat við
samráðingarborðið
fyri
Tjóðveldisflokkin, sigur, at
teir á fundi við aðalstjórn-
ina í Tjóðveldisflokkinum
mánadagin fingu at vita,
hvørja leið, ið stjørnin helst
vildi sæð, at flokkurin gekk
í samráðingunum.
– At blokkur skuldi
standa í stað var tað long-
sta, ið vit vildu strekkja
okkum í samráðingunum,
men vit strektu okkum
faktiskt enn longur, so eg
eri sera skuffaður av og
keddur um, at tað ikki skul-
di vera nøkur loysn at
finna, sigur Høgni Hoydal.
Hann hevði vónað, at tað
bar til at finna eina breiða
samgongu, men tað skuldi
vísa seg at gerast trupult.
Hann heldur støðan hjá
Javnaðarflokkinum
vera
løgna, tí hesin flokkurin eitt
nú hevur ført fram, hvussu
týdningarmikið tað er at fáa
yvirtikið rættarskipanina.
Yvirtøkur
– Tað gjørdist skjótt soleið-
is, at vit komu at sita rætti-
liga nógv uttanfyri í sam-
ráðingunum, segði Høgni
Hoydal stutta tíð eftir, at tað
gjørdist alment kent, at
samráðingarnar vóru slit-
naðar.
Jóannes
Eidesgaard
harmaðist saman við hinum
floksformonnunum í teim-
um fýra flokkunum um, at
samráðingarnar ikki góvu
nakað úrslit annað enn slit-
ið.
– Hendan samgongan
hevði kunnað gjørt nógv.
Fólkaflokkurin, Javnaðar-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin virkaðu rættiliga
samdir, men tað gekk ikki
so væl at semjast við Tjóð-
veldisflokkinum,
segði
Jóannes Eidesgaard um
níggju tíðina mánakvøldið.
Tað var altso ivamálið um
yvirtøkur og Javnaðar-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin, sum gjørdu enda
á hesum samgongumøgu-
leikanum.
Semja var um yvirtøkur-
nar á einari røð av smærri
málum, men tað rakk ikki
til, tá tað snúði seg um
størri og tyngri mál. Høgni
Hoydal, sigur, at talan var
ikki um so nógv mál, ið tað
varð sagt, men heldur um
smærri mál, ið vórðu skild
sundur.
– Hetta vóru mál, ið kost-
aðu um 25 mió, og hetta eru
mál, ið høvdu kunnað
verða yvirtikin eftir stuttari
tíð og umsitingarliga lætt at
fáa frá hondini. Hetta var
nakað, ið sitandi samgonga
ikki fekk gjørt í seinasta
samgonguskeiðið,
sigur
Høgni Hoydal.
At taka eina avgerð
Um níggju tíðina greiddi
løgmaður frá, at samráð-
ingar vóru slitnaðar, og
hann segði seg harmast tað
nógv, at tað ikki bar til at
skipa samgongu millum
hesar fýra flokkar.
Hann segði tá, at um ein
tíma ella so, hevði hann
gjørt av, hvørji loysn av
fýra møguligum, ið hann
kundi velja.
Henda avgerðin kom tó
ikki fyrr enn sjey tímar
seinni. Hann valdi at royna
Sambandsflokkin
saman
við Sjálvstýrisflokkinum
og Javnaðarflokkin. Tað tók
sína tíð at fáa hetta upp á
pláss, tí fólk skuldu koma
oman á apotekið, og vitast
skuldi, um hetta var nakað,
ið partarnir vildu royna.
Gjørt varð av at royna, og
ein nýggja breið samgongu
verður roynd.
Breiða skrædlið
Teir fyrstu tímarnar av
týsdegnum sat Sam-
bandsflokkurin við sam-
ráðingarborðið fyri at
vita, um roynd skuldi
gerast at skipa samgongu
við Javnaðarflokkinum,
Sjálvstýrisflokkinum og
Fólkaflokkinum.
Mynd: Eirikur Lindenskov
Hóast tað varð til nógv
fundarvirksemi og nógv-
ar túrar í trappununum,
so gjørdist úrslitið slit í
breiðu samgongusam-
ráðingunum við sitandi
samgongu og Javnaðar-
flokkinum.
Mynd: Finnur Justinussen
Tað riggaði ikki at skipa eina sam-
gongu millum samgonguna og Javnað-
arflokkin. Sjálvstýrismál gjørdist ov
trupul at semjast um. Nú verður onnur
breið loysn roynd
LEMBING
Áki Bertholdsen
Hvalba: Nú er lembingin
farin at halla og nú ganga
øll tey runt landið, sum fá-
ast við seyð og meta um,
hvussu gekst.
Og ikki skerst burtur, at
hjá Dan Thomsen í Hvalba,
hevur lembingin í ár verið
nakað heilt serligt, tí hetta
var árið, tá ið ein ær hjá
honum lembdi heili fýra
lomb.
Tað var nú um vikuskift-
ið, at ein fýra ára gomul ær
hjá honum lembdi fýra
lomb, trý gimburlomb og
eitt veðurlamb. Trý lomb
eru hvít og tað eina er
skørvut.
– Lombini eru smá, men
tey eru lívlig og tey trívast
væl, sigur Dan.
Hann sigur, at ærin stend-
ur á góðum beiti og hon
hevur fingið eitt sindur av
kraftfóðuri afturat so hon
hevur nóg mikið at geva og
enn gongur hon við øllum
fýra lombunum og tað klár-
ar hon væl.
Hann sigur, at talan er um
eina hagaær, sum plagar at
koma í bøin um veturin.
Hon hevur fingið tað sama
sum allar hinar, hoyggj um
várarnar og eitt sindur av
kraftfóðuri afturat og hon
er í góðum standi.
Ærin hevur verið sera
góð, men hini árini hevur
hon bara havt eitt lamb.
Ærin, sum hendan er
undan, fekk heldur ongan-
tíð meiri enn eitt lamb.
Lombini undan henni
hava verið stak góð, men
tað er yvirhøvur at lombini
úr Heimarparti í Prestfjalli,
har ærin gongur, eru stak
góð, tí tey vigað vanliga
yvir 30 pund og onkuntíð
upp ímóti 40 pundum.
Annars heldur Dan, at
lembingin í ár hevur gingið
gott og tað eru heldur færri
tvílembur í ár, enn tað van-
ligt.
Sostatt vita vit um tvær
ær í ær, sum hava lembt
fýra lomb og har øll lomb-
ini liva og tað mann vera
ómetaliga sjáldsamt. Tann
fyrra ærin var eisini í
Suðuroy, tað var Jósvein
Petersen í Hovi, sum átti
hana.
Sjáldsamt
Á
Djóralæknatænastuni
verður sagt, at tað er rætti-
liga sjáldsamt, at ær lemba
fýra lomb, og at øll lombini
liva- í hvussu so er í Føroy-
um
– Aðrastaðni er tað ikki
so óvanligt, men okkara
seyður er meiri uppruna-
seyður og hann fær ikki so
nógv lomb.
Djóralæknin sigur, at
hvussu nógv lomb ein ær
fær, veldst ikki bara um
slagið.
–Tað veldst í stóran mun
um, hvat hon fær av fóðuri.
Verður kraftfóður givið í
brundtíðini, ella beint fram-
manundan
brundtíðini,
hevur tað stóran týdning
fyri, hvussu nógv lomb ein
ær fær.
– Hinvegin vísir tað seg
ikki at gera so stóran mun
at geva nógv kraftfóður alt
árið. Men verður meiri giv-
ið uppundir brundtíðina og
einar tvær, tríggjar vikur,
hevur tað stóran týdning.
Á enskum málið verður
hetta nevnt »flushing«.
Hann sigur, at nógv geva
ærnum kraftfóður beint
undan brundtíðini fyri at
fáa tvílembur, serliga trað-
armenn.
– Men at ær lemba fýra
lomb er ikki vanligt, men í
slíkum førum verður ofta
neyðugt at geva afturat, tí
ein ær hevur bara tvær
boppur, so tað verður ein
kampur ímilum lombini at
sleppa framat júðrinum.
Djóralæknin
leggur
afturat, at hinvegin tykist
tað eisini sum um at ær, ið
fáa nógv kraftfóður, eru í
størri vanda fyri at fáa
mjólkarfepur og júður-
bruna. Júðurbruna fáa kan-
ska serliga tær ær, ið hava
ov nógva mjólk til lambið,
tær hava.
Annars verður mangan
sagt, at ær, sum eru í ov
góðum standi, ofta hava
trupulleikar av at lemba, tí
burðarnir verða ov stórir.
Men tað haldur djóra-
læknin ikki, at hald er í.
– Eg haldi ikki at støddin
á burðinum er tengdur at,
hvat ærin fær av fóðuri, tí
tað passar seg sjálvt. Men
hinvegin kunnu ær verða so
feitar, at tær fáa trupulleik-
ar at lemba, bara av teirri
orsøkini, sigur djóralæknin.
Ær lembt fýra lomb
Ærin roynir at sleppa sær undan við teimum fýra lombunum stetlandi aftaná. Enn klárar hon
at hava øll fýra lombini, tí hon hevur nóg mikið at geva.
C
M
Y
K
5
4