Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 90 - 15. mai 2002 Nr. 90 - 15. mai 2002 7 Steinbjørn Jacob- sen, borgarstjóri í Klaksvík sigur, at tey hava valt ikki at avdúka stand- myndina á Norð- oyastevnu, tí tá er so nógv annað á skránni. Ætlanin er, at hon skal verða avdúkað sunnudagin 26. mei STANDMYND Solby A. Eliasen Klaksvík: - Eitt tílíkt hátíðarhald, sum avdúk- ingin av standmyndini er, skal tað verða meiri friður yvir enn tað er, eitt nú á Norðoyastevnu, sigur Steinbjørn, sum samstundis vísir á, at so fáa allir Norðoyastevnu- gestirnir eisini høvi at síggja standmyndina. Hann sigur, at dagurin er settur og at gongur arbeiðið, sum tað ger nú, so heldur tíðarætlanin. Standmyndin skal standa á økinum við Klaksvíkar Bókasavn og Norðoya Heimavirki. Økið verður nú fríðkað. Fundamentið undir standmyndini verður nú gjørt og flisar skulu leggjast fram við Bóka- savninum og Heima- virkinum. Og so skulu blómukassar og benkur eisini setast upp á økin- um. - Vit hava valt at gera tað soleiðis, tí so verður tað einkult, men vakurt, greiðir Steinbjørn Ja- cobsen frá. Men hann sigur eisini, at verkfallið órógvar eitt sindur kortini. Tilfarið skal fáast til vega og tað kann vera eitt sindur trupult nú, meðan verk- fallið er. - Alt verður so óvist av hesum verkfallinum, sigur Steinbjørn. Í sambandi við avdúk- ingina av standmyndini av Kjølbro eru avvar- andi hjá honum boðin til hátíðarhaldið. Steinbjørn er tó skjót- ur at siga, at tiltakið er alment. Tvær systrar hjá Kjølbro, sum búgva uttanlanda koma heim. Ein triðja systir hjá Kjølbro er búsitandi í Havn. Standmyndin av Kjøl- bro er tann fyrsta av sínum slag nakrantíð, sum verður avdúkað í Klaksvík. Stórur skaði kundi havt hent í Klaksvík mánadagin, tá ein lastbilur fór út av vegnum á Selheyggi í Klaksvík ÓHAPP Solby A. Eliasen Klaksvík: Óhappið hendi um hálvgum fimm tíðina seinnapartin. Tað kundi havt verið heilt galið, um ikki lastbilurin bleiv hang- andi á tveimum hjólum í vegkantinum, tí beint undir vegnum standa hús. Men bilurin bleiv sum sagt hangandi. Ein gravkúgv helt so bilinum, inntil ein kranabilur kom og hálaði lastbilin upp aftur á vegin. Løgreglan í Klaksvík sigur, at ikki er greitt júst hvat hendi og hví bilurin fór útav, men blóðroynd er tikin av manninum, sum so skal staðfesta, um maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Seinasta fríggjakvøld luttók Teitur Lassen á einum stórum tón- leikafestivali í Århus. Og dómurin millum áhoyrarnar og um- mælarar varð ein- faldur : Teitur er Gud TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Talan var um tann sokall- aða Spot-Festivalin, sum danski felagskapurin ROSA skipar fyri. Enda- málið er at geva teim minni kendu tónleikarunum høvi at royna seg. Hesu ferð var føroyski Teitur Lassen so eitt av innsløgunum á festi- valinum, og væl gekst hjá honum. Festivalurin verður hildin í "Musikhuset" í Århus, har fleiri pallar eru karmar um tónleikaframførslur teir báðar dagarnar, ið festival- urin er. Góð variatión Ein av hesum pallum kall- ast "Lille Sal", og tað var eisini á hesum palli, at Teitur rúnarbant teir 300 áhoyrarnar, sum vóru til staðar. Við einum gittara, eini mikrofon og einum klaveri byrjaði Teitur stillisliga sína framførslu. Á heima- síðuni hjá festivalinum hevur ein ummælari skriv- að, at Teitur Lassen megn- aði at skapa eina góða variatión í framførsluni, og sat allur salurin púra hug- tikin og lurtaði eftir honum. Á heimasíðuni hjá ROSA verða nógv rósandi orð skrivaði um Teit. Lesarin fær millum annað at vita, at føroyingurin, sum longu nú hevur framleitt tónleik til væl umtóktu amerikonski sendirøðina "Jack & Jill", er væl at veg í tónleika- heiminum. - Det tegner stoooort !, er dómurin á heimasíðuni um væntaðu tónleikakarrieru hansara í útlondunum. Eisini fyrrveranadi for- sangarin í danska bólkinum Dizzy Miss Lissy hevði fleiri rósandi orð at bera Teiti. Tim Christensen, sum maðurin eitur, sigur á heimasíðuni, at Teitur var tað størsta yvirraskilsi á festivalinum, og hann metti Teit avgjørt at vera í einum heimsklassa. Gevur fløgu út Men hóast væl gongur hjá Teiti í útlandinum, so er hann ikki farin longur burtur frá Føroyum enn so, at hann í summar gevur eina fløgu út á føroyska tónleikamarknaðinum. Fløgan ber heitið "Sólin og Regnið", og stendur Niclas Johannsesen sum fram- leiðari, meðan Óli Poulsen skal ljóðblanda fløguna. Og er Teitur væl um- tóktur í øðrum londum, so er hann tað so sanniliga eisini í Føroyum. So óivað bíða mong spent eftir hesi fløgu, sum væntandi fer at selja sum heitt breyð. Standmyndin av Kjølbro: Avdúkast eina viku áðrenn Norðoyastevnu Á festivali í Danmark: – Teitur er Gud Mynd: Bárður Eklund Lastbilur kundi farið útav Økið, sum standmyndin skal standa á, verður nú fríðkað Til alla lukku bleiv lastbilurin hangandi á hjólunum uppi á vegnum – Ein sjálvstýrissam- gonga er til reiðar at halda fram við ar- beiðnum, men bæði fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin vilja heldur ganga sambandsleiðina og tað harmar meg al- mikið, sigur Høgni Hoydal SAMGONGU- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Sjálvt tá ið eg hugsaði tað allar ringasta, hevði eg aldrin droymt um, at tað skuldi ganga so illa, sum tað hevur gjørt. Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, dylir ikki fyri, at hann er ógvu- liga vónbrotin av, at sam- ráðingarnar ímillum fólka- flokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin um nýggja samgongu, skuldu slitna síðstu nátt. Hann sigur, at hann hevði aldrin hugsað, at javnaðar- flokkurin vildi so lítið á sjálvstýrisleið, sum hann í veruleikanum vil. Men ikki minst er hann vónsvikin av, at bæði fólka- flokkurin og sjálvstýris- flokkurin fullkomiliga hava slept sjálvstýristilgongdini. – Tað er týðiligt, at tað eru teir lægstu felagsnevn- ararnir og mest sambands- sinnaður kreftirnar í teim- um báðum flokkunum, sum nú seta markið. Tí kom tjóðveldisflokkurin brád- liga at standa púra einsa- mallur á sjálvstýrisvongi- num og tað harmar meg al- mikið, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tá ið tjóð- veldisflokkurin fór upp í hesar samráðingarnar, var hann greiður yvir, at tað var neyðugt at seta ferðina í sjálvstýristilgongdini mun- andi niður. – Tað endaði við, at vit góðtóku at seta ferðina niður í 5% fyri at brúka eina mynd av støðuna. Vit góðtóku bara at fremja yvirtøkur fyri neyðars 20 milliónir um árið, men heldur ikki tað var nóg mikið. Og at tað ikki so frægt sum skuldi eydnast at fáa hinar flokkarnar at góð- taka, at arbeiðið at fyrireika yvirtaka løgreglu og rættar- mál skilji eg ikki. Høgni Hoydal sigur, at tað hevur tikið fleiri ár at fáa gongd á hetta arbeiðið og tí er tað fullkomiliga burturvið at sleppa tí aftur nú – serliga tá ið hugsað verður um, at javnaðar- flokkurin fyri einum ári síðani segði, at rættarskip- anin var tað fyrsta, sum mátti yvirtakast. – Tað er at halda bæði danskar myndugleikar før- oyskar myndugleikar fyri gjøldur heldur hann. Blokkurin kundi verið burtur Høgni Hoydal sigur, at annars vildi tjóðveldis- flokkurin góðtaka, at blokkurin varð ikki mink- aður í komandi valskeið- num. – Men hóast vit strektu okkum so langt, sum vit yvirhøvur kundi, var ongin møguleiki at fáa hinar flokkarnar at taka undir við tí. Hann sigur, at tað løgna er, at eftir samrøðum við sambandsflokkin, er tað púra greitt, at tað hevði borið til at komið minst líka langt á sjálvstýrisleið við honum, sum tað nú vísir seg at bera til at koma við fólkaflokkinum, sjálv- stýrisflokkinum og javnað- arflokkinum. – Tað fyrikemur mær løg- ið, tí fyri nøkrum árum síðani gjørdi javnaðar- flokkurin eitt uppskot um at regulera blokkstuðulin eftir búskaparligu gongdini í Føroyum, tvs, at tá ið upp- gangstíðir vóru, skuldi blokkurin lækkast og øvugt. – Síðani hevur búskapar- liga gongdin í Føroyum gingið beint uppeftir og skuldu vit fylgt uppskoti- num frá javnaðarflokki- num, hevði blokkurin verið burtur í dag, sigur Høgni Hoydal. Formaður tjóðveldisflok- sins sigur, at lagnan hjá sjálvstýristilgongdini nú stendur og fellur við tí, sum løgmaður ger. – Vit vita, at ein sálv- stýrissamgonga er til reiðar. Tað er bara at fáa miðflokk- in upp í samgonguna, tí tað hevur hann alment og í samrøðum við okkum, boð- að frá, at hann er sinnaður til. Bara soleiðis kunnu vit varðveita trúvirði mótvegis føroyska veljaranum og umheiminum. – Tí er tað ómetaliga løg- ið, at fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ikki vilja royna tann møguleik- an, men heldur vilja sleppa øllum og fara sambands- leiðina, sigur Høgni Hoy- dal. Høgni Hoydal ein vónsvikin maður Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins sigur, at sjálvt tá hann hugsaði tað allarringasta, hevði hann aldrin droymt um, at tað skuldi ganga so illa, sum tað hevur gjørt TÍÐINDASKRIV Ert tú konufólk og hevur áhuga fyri at menna teg persónliga, hevur júst hetta skeið kanska tín áhuga. Skeiðið, sum er fyri kvinn- ur í øllum aldursbólkum, verður hildið í Havn í døg- unum 1.-2. juni í ár. Skeiðleiðari er Anette Sundby. Hon var í Føroy- um í heyst og helt eitt væl- eydnað skeið og hevur tí hug at royna hetta aftur. »Ein ferð byrjar altíð við fyrsta fótafetinum,« sigur Anette Sundby, sum sein- astu fýra árini hevur hildið serstakt skeið fyri kvinnur. Ein orsøk til, at hetta er kvinnuskeið burturav, kemst av, at kvinnur kenna seg tryggari og kunnu bet- ur tosa um síni viðurskifti sínamillum, tá ið tær eru í bólki fyri seg. Hon er upprunaliga út- búgvin fólkaskúlalærari, men hevur seinastu 12 ár- ini skipað fyri skeiðvirk- semi, har hon m.a. lærir kvinnur, hvussu tær kunnu mennast og soleiðis styrkja sjálvsvirðið. »Nógvar kvinnur koma á hesi skeið, tí at tær hava hug at læra okkurt nýtt, ella tí tær standa á einum vegamóti í lívinum, har teimum tørvar at læra meiri um teirra persónligu eginleikar,« sigur Anette Sundby. Orsøkin til, at hon hevur ment hesi serligu kvinnu- skeið, er, at hon hevur ver- ið fyri stórum mótburði í lívi sínum. Tað hevur gjørt, at hon ofta hevur ivast í sínum kvinnuvirði. Fyri at vinna á ivanum hevur hon stríðst fyri at endurskapa kensluna av síni styrki sum kvinna. Tað eru m.a. hesar royndir, sum Anette Sund- by vil bera víðari til sínar medsystrar. Skeiðið er fyri kvinnur í øllum aldursbólkum. Ert tú áhugað fyri at læra okk- urt nýtt, sum kann menna teg í arbeiðs- og persón- liga lívinum, er hetta skeiðið kanska ein møgu- leiki. Skeiðið er ikki nakar »undurkurur«, men meira ein byrjan til eina prosess, har tú fært hugskot og íblástur m.a. til at skapa broytingar í lívsgrundar- lagnum, sum tú kanska droymir um, men ikki veit- st, hvussu tú skalt fremja. Á skeiðnum er møgu- leiki at gera sær tankar um lívið, at hugsa seg gjølla um og at arbeiða fram ímóti at seta sær nýggj stevnumið. Skeiðið verður í Stoffa- lág 82, 1.-2. juni, frá kl. 9- 17 báðar dagar. Luttakara- talið er avmarkað til í mesta lagi 16 luttakarar. Kostnaðurin er 1850 krón- ur, íroknað skeiðtilfar og kostarhald. Áhugaðar kunnu fáa nærri upplýsingar um kvinnuskeiðið við at fara inn á heimasíðuna www.anettesundby.dk. Sí annars lýsing í blað- num. Kvinnuskeið um sjálvsmenning C M Y K 7 6