mikudagur 15. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 90 - 15. mai 2002
Nr. 90 - 15. mai 2002
9
Trý eldrasambýli í
Eysturoy fingu hvør
sína lyft, og Fugla-
fjarða Fornminnis-
felag fekk 15.000
krónur sum ískoyti til
liðugtgerð av Høvda-
húsunum
STUÐUL
Vilmund Jacobsen
Á eini samkomu á Muntra í
Fuglafirði nakað herfyri
handaði Lions Eysturoy
tríggjar lyftir til trý eldra-
sambýli í oynni, nevniliga
býlini á Eiði, Skála og
Fuglafirði. Felagið handaði
eisini Fuglafjarða Forn-
minnisfelag ein kekk uppá
15.000 krónur.
Formaðurin í Lions Eyst-
uroy, Harley Joensen, sigur,
at felagið ynskti at geva
býlunum eina gávu, og á
fundi við umboð fyri stovn-
arnar kom fram, at tey
ynsktu sær hesar lyftir, sum
tey nú hava fingið. Fugla-
fjarða
Fornminnisfelag
hevði søkt felagið um stuð-
ul til eini gomul hús, sum
felagið hevur tikið niður,
bygt uppaftur og sett í
stand.
Á samkomuni á Muntra
vóru umboð fyri Lions-
felagið, eldrasambýlini og
Fuglafjarða
Fornminnis-
felag, og tey fingu døgurða
í sambandi við handanina.
Lyftirnar
Harley sigur, at umboðini
fyri eldrasambýlini fingu
lyftirnar handaðar á stað-
num.
– Hesar kunnu takast
sundur í tríggjar partar, so
tær fingust í bilin. Lyftirnar
eru snøggar og lættar. Við
lyftunum fylgdu eisini tvey
sløg av seðlum til at lyfta
fólk við. Umboðini fyri
eldrasambýlini vóru ser-
stakliga fegin um hesar
lyftir, sum tey hava so nógv
brúk fyri. Fólk kunnu eitt
nú lyftast úr songini ella
uppí songina við hesum
lyftunum, og tey kunnu
lyftast í og úr einum koyri-
stóli. Tey kunnu eisini lyft-
ast upp at standa ella á wc.
Formaðurin í Lions Eyst-
uroy leggur dent á, at tað
var júst hetta slagi av lyft-
um, umboðini fyri eldra-
sambýlini ynsktu sær.
– Eg havi skilt tað soleið-
is, at Hjálpitólamiðstøðin
útvegar lyftir til fólk á
eldrasambýlum, men hesar
eru persónligar. Tað merkir,
at tær skulu latast aftur til
miðstøðina, tá ið tey gomlu
og avlamnu doyggja, sigur
hann.
Høvdahúsini
Harley sigur, at Lions Eyst-
uroy ynskti eisini at stuðla
Fuglafjarða
Fornminnis-
felag við 15.000 krónum.
– Felagið hevur keypt
eini gomul hús, sum stóðu
norðuri á Høvda. Hetta eru
Høvdahúsini, tey kalla.
Húsini eru tikin niður og
sett uppaftur miðskeiðis í
Fuglafirði. Peningurin er
latin sum eitt ískoyti til
liðugtgerðina, sigur hann.
Harley sigur, at aftur-
vendandi málningafram-
sýningin, sum felagið á
hvørjum ári hevur á pásk-
um, gav rættiliga nógv í ár,
og tí kann felagið geva hes-
ar gávur.
– Framsýningin verður
meira og meira vitjað, og
hon gav meira á páskum í
ár enn nakrantíð áður.
Lions Eysturoy hevur
skipað fyri málningafram-
sýning í samfull 32 ár, og
tey seinastu 29-30 árini
hevur hon verið í Runavík-
ar skúla.
– Vit fáa 15% av søluni
av málningunum umframt
peningin fyri sølu av at-
gongumerkjum, sigur Har-
ley.
Kappsigling
Næsta tiltakið, sum Lions
Eysturoy skipar fyri, er
kappsiglingin, sum verður
seinnapartin í august.
– Vit skipa fyri einari
kappsigling um árið og bát-
arnir, sum eru við í kapp-
ingini gjøgnum summarið,
hava hetta tiltakið sum tað
seinasta í árinum. Vit geva
steyp til nr. 1, 2 og 3 og
bjóða pannukøkur og kaffi.
Í samband við kappsigling-
ina, selja vit eisini lutaseðl-
ar, og her er høvuðsvinn-
ingurin ein frystiboks við
mati, sigur Harley Joensen,
sum fyri nøkrum vikum
síðan tók við afturvali sum
formaður í Lions Eysturoy.
Formaðurin situr í eitt ár í
senn, og hetta er so næsta
skeiðið hjá Harley. Hinir
nevndarlimirnir í felagnum
eru
Poul
Godthard
á
Strondum, sum er kassa-
meistari og Hjalgrím Poul-
sen, sum eisini býr á
Strondum, er skrivari.
Jógvan Elias Joensen í
Leirvík, sum var við til at
stovna Lionsfelagið í Eyst-
uroy í oktober 1969, ynskti
ikki afturval sum skrivari.
Leygarkvøldið
verður hugnakvøld
við felagssangi,
undirhaldi og
góðum dansi í
Kappróðrarneysti-
num á Glyvrum.
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Felagssangur, undirhald,
føroyskur viðskeri og
dansur við Ragnari á
Skipanesi.
Hetta er tað, sum er á
skránni í Kappróðrar-
neystinum hjá NSÍ á
Glyvrum leygarkvøldið.
Kvøldið
byrjar
kl.
20.00, og atgongumerkir
eru at fáa hjá Eysturoyar
Kunningarstovu
og
í
Kiosk Vár í Saltangará.
Kostnaðurin er 180 krón-
ur.
NSÍ-dreingir
til Liverpool
Stigtakari til umfatandi
tiltakið er NSÍ.
Hetta er eitt innsavn-
ingartiltak í samband
við, at dreingirnir hjá
ítróttarfelagnum fara til
Liverpool á vitjan í sum-
mar.
Ein slík ferð er kostn-
að armikil, og tí roynir
NSÍ saman við teimum,
sum skulu avstað og for-
eldrum teirra at savna inn
til Liverpool-túrin.
– Hetta er so startskot-
ið til fleiri tiltøk av slík-
um slagi, sigur NSÍ.
Føroyakvøld
Ætlanin er eisini at hava
tvey Føroyakvøld í summ-
ar, eitt í juni og eitt í juli,
og her er tað Eysturoyar
Kunningarstova og NSÍ,
sum standa aftanfyri.
– Hesi bæði kvøldini
eru eisini ætlað útlend-
ingum, sum vitja í Føroy-
um í summar, og tí verð-
ur nógvur og góður før-
oyskur viðskeri at fáa.
Men øll eru sjálvsagt
vælkomin, eisini føroy-
ingar. Til tiltøkini í juni
og juli verður eisini upp-
lestur og felagssangur.
Tað verður Eysturoyar
Kunningarstova, ið skal
royna at fáa útlendsk
ferðafólk, sum vitja í
Føroyum, at møta í Kapp-
róðrarneystinum at eta
føroyskan viðskera og
hugna sær.
– Hetta verður gjørt
við at senda út brøv til
hotellir, ferðaskrivstovur
og kunningarstovur kring
landið um Føroyakvøld-
ini á Glyvrum, sigur NSÍ.
Dreingirnir, sum skulu
til Liverpool, fara eisini
at skera og selja kjálkar,
lutaseðlar og tippa.
Hugnakvøld í Kappróðrar-
neystinum á Glyvrum
Kappróðrarneystið á Glyvrum verður karmur um
tiltøkini leygarkvøldið komandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lions Eysturoy:
Stuðlar eldrasambýlum og fornminnum
Lions Eysturoy handaði Fuglafjarðar Fornminnisfelag ein kekk uppá 15.000 krónur
Harley Joensen við eini av teimum trimum liftunum, sum
Lions Eysturoy lat til trý sambýlið í oynni
Einir 20 lærarar eru
útbúnir sum KT-
vørðar, síðani kunn-
ingartøkni kom inn
um skúlagátt. Hesi ár-
ini hava teir arbeitt
eftir eini fyribilsav-
talu um røkt av KT,
men nú vil Føroya
Lærarafelag hava
viðurskiftini hjá
telduvørðunum enda-
liga uppá pláss
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Fyri góðari viku síðani lýsti
Føroya Lærarafelag við
eini yvirlýsing, sum sigur,
at verður eingin avtala um
KT-økið í fólkaskúlanum
gjørd innan stutta tíð, nokt-
ar Føroya Lærarafelag lim-
um sínum at arbeiða sum
KT-vørðir frá komandi
skúlaári. Álit er skrivað um
økið og tilmæli gjørd, men
hóast tað eru samráðingar
ikki byrjaðar enn.
Ábyrgdina av hesum eig-
ur Mentamálastýrið, sigur
Føroya Lærarafelag. Men
KT-økið er aftur eitt dømi
um eitt tvíbýtt øki, sum
ymisk stýri varða av.
– Mentamálastýrið hevur
gjørt starvslýsing av KT-
økinum, sum felagið hevur
sóknast eftir. Hin parturin,
tað sum hevur við lønina
hjá lærarum at gera, skal
Føroya Lærarafelag sam-
ráðast við Fíggjarmálastýr-
ið um. Sjálvsagt er tað
álvarsamt, um eingin undir-
vísing verður í KT komandi
skúlaár. Lat okkum vóna, at
viðurskiftini koma uppá
pláss áðrenn. Vit hava brúkt
nógva orku uppá savnsrøkt-
armálið og hava tí ikki ver-
ið inni á KT-málinum í
langa tíð av tí sama, sigur
Óli
Holm,
landsstýris-
maður.
At enn ein blokada rakar
føroyska fólkaskúlan, er
sjálvsagt óheppið, ikki
minst fyri næmingarnar.
Spurdur um, hví tað er so
trupult at fáa øll viðurskifti,
ið eru avleidd av nýggju
fólkaskúlalógini, í rætt lag,
sigur landsstýrismaðurin í
skúlamálum, at hvørja ferð
eitt tungt mál er loyst, er
tað næsta á borðinum.
– Og nógv tung mál leika
alla tíðina á. Fólkaskúlin er
eitt ógvuliga stórt øki og
tað vísir seg, at partarnir
ikki altíð eru samdir um,
hvussu tað ymiska skal
loysast. Eftir mínum tykki
koma aktuellu trupulleikar-
nir í, tí semjan frá 30. apríl
2000 viðvíkjandi savnsrøkt
og KT-vørðum ikki verður
tulkað eins frá avvarðandi
pørtum. Uttan at fara í smá-
lutir kann eg bert staðfesta,
at bæði álitini eru skrivað
sambært
semjuni,
men
einki stendur í semjuni um,
hvat síðan skal fara fram,
og sum kunnugt liggur
samráðingarheimildin hjá
fíggjarmálastýrinum
og
ikki hjá Mentamálastýri-
num. Í mínari tíð sum
landsstýrismaður í menta-
málum er játtanin til fólka-
skúlan økt góðar 12 mió.kr.
og umframt 2 mió. til ser-
námsfrøðiligan tørv. Hetta
sæst aftur, nú komandi
skúlaár verður lagt til rætt-
is, at ikki fyrr enn nú er
undirvísingarliga tilfeingið
á nøktandi støði. Nýggjur
tímabýtislykil er gjørdur,
sum javnsetur allar skúlar
sambært ásetingunum í
galdandi
fólkaskúlalóg,
uttan mun til, um teir hava
framhaldsdeild ella ikki,
sigur Óli Holm.
Einir 20 lærarar eru út-
búnir sum KT-vørðar, síð-
ani kunningartøkni kom
inn um skúlagátt. Hesi árini
hava teir arbeitt eftir eini
fyribilsavtalu um røkt av
KT. Kostnaðurin fyri niður-
skurðin til hesar útbúnu
telduvørðarnar í núverandi
fíggjarári er 1,8 mió. kr.
ella 90.000 kr. til hvønn,
sambært tølum frá lands-
stýrismanninum. Útbúgv-
ingina hevur Mentamála-
stýrið goldið og lærararnir
hava fingið løn í útbúgv-
ingartíðini.
So leingi sum KT-økið í
fólkaskúlanum ikki er fing-
ið í rætt lag, er ongin grund
til at seta í verk eina nýggja
útbúgving av KT-vørðum,
heldur Føroya Lærarafelag.
Frætt
Um vikuskiftið hevur fólka-
skúladeildin í Mentamála-
stýrinum latið við seg
koma. Í fráboðan til Føroya
Lærarafelag verður sagt, at
reglugerðir fyri flokslærar-
ar, skúlavegleiðarar og KT-
vørðar, sum felagið hevur
sóknast eftir síðani 1998,
eru gjørdar og koma felag-
num um hendir beinanveg-
in. Sambært forkvinnuni í
Føroya
Lærarafelag
er
fólkaskúladeildin sinnað at
gera alt tey eru ment, fyri at
fáa viðurskiftini í rætt lag.
– Tað vísir seg, at tað ein-
asta, sum veruliga munar
og loysir seg, er, tá ið vit
langa nevan í borðið, blok-
era ella hótta við blokadu.
At heita á myndugleikarnar
og biðja teir avgreiða ym-
iskt, er eftir øllum at døma
ikki nóg mikið, sigur Elsa
Birgitta P. Petersen.
Nú leikar KT á
– Vit hava brúkt nógva orku uppá savnsrøktarmálið og hava tí ikki verið inni á KT-málinum í langa tíð av tí sama, sigur Óli
Holm, landsstýrismaður í skúlamálum
– At byggja barnagarð
og vøggustovu er fyr-
sta fortreyt fyri at
menna kommununa,
sigur Heðin Zacharia-
sen, borgarstjóri í
Hvalvíkar kommunu
BARNAGARÐUR
Turið Kjølbro
Foreldur í Hvalvík og
Streymnesi kunnu gleða
seg, tí í heyst letur nýggjur
barnagarður upp í Hvalvík.
Pláss verður fyri 45 børn-
um í aldrinum 0 til 7 ár. Í
hesum døgum verður í
bløðunum sókt eftir leiðara,
pedagogum og hjálparfólk-
um til stovnin.
Barnagarðurin, sum eis-
ini fer at hava vøggustovu,
verður
bygdur
nakað
framman fyri skúlan. Kom-
munan hevur ognað sær alt
økið heilt til skúlan, og
ætlanin er, at økið burturav
skal brúkast til annaðhvørt
barnagarð og skúla.
Grivið er út fyri barna-
garðinum. Tað er Norðset-
ur, sum hevur fingið upp-
gávuna at byggja barna-
garðin, sum ætlandi skal
verða klárur at taka í nýtslu
1. oktober. Hann verður í
tveimum hæddum. Tann
ovara verður uml. 255 fer-
metrar. Kjallarin verður
nakað minni. Vøggustova
og barnagarður verða í
erva. Í fyrsta umfari verður
bara ovara hæddin gjørd
liðug. Hetta arbeiðið er
mett at kosta 3 mió. kr. Inn-
rættingin og annað í sam-
bandi við barnagarðin,
verður gjørt í samráð við
leiðaran, sum verður settur.
Hvalvíkar kommuna hev-
ur dagrøktarskipan og í
henni eru 33 børn í løtuni.
Hesi fara øll í nýggju
vøggustovuna og barna-
garðin. Umframt verður
roknað við sjey børnum
afturat til ta tíð. Sostatt 40
børnum. Hvalvíkar kom-
muna fer skjótt at taka
støðu til, um ein frítíðar-
skipan fyri skúlabørn í 1. til
3. flokk eisini skal setast á
stovn. Um so verður, kemur
hendan at halda til í kjall-
aranum.
Í nógv ár hevur tað verið
eitt ynski frá foreldrum í
økinum, at barnagarður
verður bygdur.
– Endamálið við at
byggja ein barnagarð í
bygdini er at skapa trivnað.
Vit meta, at ein barnagarð-
ur er fyrsta fortreyt fyri at
gera tað lokkandi at búgva í
kommununi. Tískil fara vit
eisini undir eina útstykking
skjótt, sigur Heðin Zacharia-
sen, borgarstjóri í kommun-
uni.
Nýggjan barnagarð til heystar
Pláss verður fyri 45 børnum í nýggja barnagarðinum í
Hvalvík, sum letur upp í heyst
– At vinna pengar er
týdningarmiklari,
enn trupulleikar,
eitt nú etiólag hjá
ungum gentum. Fá
hugsa, at børn hava
ilt við at skilja
ímillum lýsingar og
aðra upplýsing, sig-
ur Laila Dåvøy í
Barna- og familju-
málastýrinum í
Noregi
LÝSINGAR
Turið Kjølbro
Fleiri og fleiri lýsingar
venda sær til yngstu
brúkararnar, børnini. Tey
verða lærd at gerast góðir
brúkarar – av handilslívi-
num.
– Handilslig ávirkan á
børn hevur nakað við
virði at gera. Fá spyrja,
hvørja ávirkan økt hand-
ilsligt trýst hevur á sjálvs-
myndina hjá børnum. At
vinna pengar er týdning-
armiklari, enn trupulleik-
ar, eitt nú etiólag hjá ung-
um gentum. Fá hugsa, at
børn hava ilt við at skilja
ímillum lýsingar og aðra
upplýsing. Tískil kunnu
lýsingar, sum venda sær
ímóti børnum, manipul-
era børn, sigur Laila
Dåvøy
í
Barna-
og
familjumálastýrinum
í
Noregi.
Skúlin hevur eina týd-
ningarmikla uppgávu at
styrkja brúkarafrálæruna,
heldur Laila Dåvøy.
– Tey ungu skulu ger-
ast tilvitað um mál og
ætlan við lýsingum, so-
leiðis at tey betur duga at
fata keypitrýstið. Slík til-
vitan má eisini umfata
kynsspurningin, soleiðis
at ungfólk læra at síggja,
hvussu lýsingar spæla
uppá
kynsstereotýpur.
Skúlin eigur at verða
karmur um eina slíka til-
vitan, sigur Laila Dåvøy.
Børn læra at
verða brúkarar
C
M
Y
K
9
8