Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 90 - 15. mai 2002 Fótbóltssambandið hevur sett ein venjara við sera avmarkaðum royndum innan venjarayrkið í starv, og hann hevur heldur ikki nakran kunn- leika til føroyskan fótbólt. Tó er for- maðurin í FSF, Dánjal Andreasen, væl nøgd- ur við, at tað eydnað- ist at skriva sáttmála við Henrik Larsen FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini FSF hevur verið í samráð- ingum við nógvar venjarar seinastu tíðina, men tað endaði við, at 36 ára gamli danin, Henrik Larsen, skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum í komandi undankapping. Dánjal Andreasen, for- maður í FSF, sigur, at hann er væl nøgdur við, at Fót- bóltssambandið fekk júst Henrik Larsen sum venjara hjá landsliðnum. – Tað var umráðandi hjá okkum at fáa ein venjara, sum áður hevur gjørt vart við seg innan altjóða fót- bólt antin sum venjari ella spælari, og tað hevur Hen- rik Larsen gjørt á danska landsliðnum, sigur formað- urin um nýggja venjaran, sum skeyt fýra mál í EM- endaspælinum í Svøríki í 1992. Henrik Larsen hevur ikki nakrar nevniverdar royndir sum venjari. Hann var hjálparvenjari hjá Kim Brink í FC København í hálvtannað ár, og síðani hevur hann verið venjari hjá Ølstykkes, sum spælir í 2. deild, í tvey ár. Hóast nýggi venjarin hevur avmarkaðar royndir sum venjari og lítlan kunn- leika til føroyskan fótbólt, so heldur formaðurin ikki, at hetta er nakar vansi. – Sjálvandi kundi man ynskt, at venjarin hevði drúgvari royndir sum venj- ari, men Henrik Larsen hevur spælt undir nógvum venjarum og veit tískil nógv um venjing og venj- arastarvið, sigur Dánjal Andreasen. Hann vísir á, at Allan Simonsen ikki var nógv eldri enn Henrik Larsen, tá hann tók við starvinum, og at Allan heldur ikki hevði so nógvar royndir innan venjarayrkið. Allan Simonsen búði alla tíð sína sum venjari í Dan- mark, og tað fekk hann onkuntíð ákoyringar fyri. Henrik Larsen fer somu- leiðis at hava fastan bústað í Danmark, men hetta metir FSF ikki sum ein trupul- leika. – Vit hava sett nøkur minstakrøv fyri, hvussu nógvum dystum hann skal hyggja eftir, og vit halda ikki, at tað er nakar trupul- leiki, at venjarin býr í Dan- mark, sigur Dánjal. Samráddust við fleiri Fótbóltssambandið hevur verið í samráðingum við einar seks venjarar um at taka yvir eftir Allan Simon- sen, og seinastu vikurnar hava teir verið í samráðing- um við tríggjar ymiskar venjarar. Tað endaði tó við Henrik Larsen. Orsøkirnar til at einki spurdist burturúr hjá nøkr- um øðrum vóru ymiskar. Onkuntíð var tað spurning- urin um pening, og FSF metti ikki, at nakrir teirra hóskaðu til føroyskan fót- bólt. – Henrik Larsen hóskar væl til føroyskan fótbólt. Hann fer at spæla við somu spælskipan, sum øll tey yngru landsliðini, og tað hevði týdning fyri okkara avgerð, sigur Dánjal. – Undir teimum fortreyt- um, sum vit arbeiddu undir, haldi eg avgjørt, at vit hava fingið rætta mannin til upp- gávuna, sigur hann. For- maðurin vísir sostatt aftur, at talan er um eina neyð- loysn. FSF og Henrik Larsen vóru í samráðingum í tríggjar vikur, áðrenn sátt- málin endaliga varð undir- skrivaður, og nýggi venjar- in tekur við starvinum 1. juli, tá sáttálin við Ølstykke gongur út. Tó er tað møgu- ligt, at Henrik Larsen tekur við starvinum áðrenn, um tað eydnast Ølstykke at vinna uppflyting, áðrenn landskappingin er liðug. Svimjarar hjá Havnar Svimjifelag fingu nøkur góð úrslit á danmarkarferð, har tey vóru á venjingar- legu og luttóku í eini stórari kapping. Tey ætla sær tó ikki at fara aftur, tí henda kappingin var illa fyriskipað SVIMJING Stefan í Skorini Svimjarar hjá Havnar Svimjifelag hava havt eina misjavna ferð í Danmark. Fyri eini góðari viku síðani fór ferðalagið til Danmark- ar. Ta fyrstu vikuna vóru tey á venjingarlegu í Aal- borg, har tey vitjaðu eitt vinarfelag. Við í ferðalagn- um vóru 39 svimjarar og fimm leiðarar. Rókur í Jákupsstovu er venjari hjá teimum yngru, og hann er sera væl nøgdur við venjingarleguna í Aal- borg. Her vandu svimjar- arnir nógv, og síðani fóru tey til kappingina í Esbjerg, sum nevnist Danish Inter- national Swim Cup. Hetta er ein av heimsins størstu svimjikappingum, og teir tríggjar dagarnar, sum kappingin vardi, vórðu 798 heiðursmerki handað. – Tað ítróttarliga hevur gingið væl, og vit hava sett fleiri bólkamet. Annars hava úrslitini verið heldur svingandi, sigur Rókur í Jákupsstovu. Hann nevnir Helgu Djur- huus, sum fekk trý bronsu- merki í 200 metur blandað, 50 metur frí og í 100 metur firvald. Hon setti eisini bólkamet í 200 metur blandað. Hanus Husgaard Eysturdal fekk somuleiðis heiðursmerki. Hann setti bólkamet í 50 metur frí og fekk silvurmerki í 100 met- ur blandað. Jóannes á Fløtti fekk eisini okkurt heiðurs- merkið á túrinum. Tó vóru umstøðurnar at fáa góð úrslit ikki tær bestu. Rókur sigur, at fleiri aðrir svimjarar kláraðu seg væl og settu fleiri persónlig met. Hann leggur afturat, at hesir árgangirnir eru ógvu- liga væl fyri, og hann vænt- ar sær nógv av fleiri svimj- arum. UM verður eftir ætlan í næstu viku. Kappingin skuldi verið 4. mai, men vegna verkfallið varð hon útsett, men nú skal hon av- greiðast. Venjarin hjá Havnar Svimjifelag heldur, at um svimjararnir fáa nóg mikið av hvíld undan kappingini, kunnu teir vera ógvuliga væl fyri, tí venjingarlegan og kappingin hevur givið teimum nógv ítróttarliga. Vánaligt fyriskipað Nú kappingin er av, og leið- ararnir skulu eftirmeta kappingina, so væntar venj- arin ikki, at Havnar Svimji- felag fer aftur til hesa kapp- ingina. Rókur greiðir frá, at svimjararnir onkuntíð bíð- aðu í 50 minuttir eftir at fáa morgunmat, og skipanin við bussunum, sum skuldu flyta tey frá bústaðinum til svimjihøllina, riggaði illa. Alt ov fáir bussar vóru tøkir til allar svimjararnar, og tí komu tey at standa í bíðirøð í fleiri tímar. Hetta hevði við sær, at tey máttu upp sera tíðliga á morgni. Í fjør fingu tey innivist stutt frá svimjihøllini, og tí var ikki neyðugt at bíða eftir bussi, men hesuferð sluppu tey ongan veg uttan við bussi. Eisini vóru tey fyri um- fatandi stuldri. Fløguspæl- arar, skógvar, peningur og annað varð stolið frá teim- um, og tá var tað ringt at fáa góðan hýr millum svimjar- arnar. Harumframt vísti tað seg at vera torført at fáa drekkivatn, tí ov fáir kranar vóru at finna. – Henda kappingin var illa fyrireikað, og tí fara vit neyvan aftur til hesa kapp- ingina, men venjingarlegan í Aalborg gav sera nógv, sigur Rókur í Jákupsstovu. Óroyndur venjari Havnar Svimjifelag í Danmark Teir halda seg hava fingið rætta mannin til uppgávuna sum føroyskur landsliðsvenjari. Frá vinstru eru tað Ísak Mikladal, aðalskrivari, Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini, Henrik Larsen, landsliðsvenjari, og Dánjal Andreasen, formaður í FSF Mynd: Álvur Haraldsen Svimjarar hjá Havnar Svimjifelag hava verið á venjingarlegu í Aalborg og luttikið í eini kapping í Esbjerg. Venjarin er væl nøgdur við venjingarleguna og kappingina, men hann fílist á, at karmarnir um kappingina ikki vóru nóg góðir Savnsmynd C M Y K 18 Nr. 90 - 15. mai 2002 19 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 380, P/F FGH, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 28.12.2001. Roknskaparár broytt: 01.01.-31.12. Umleggingarár: 01.02.2001-31.12.2001. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóra ella av tveimum nevndarlimum í felag. Skráseting Føroya tann 13. mai 2002 Kristin Balle _____________________ Karisma pdf Søkt verður eftir skúlastjóra, sum • undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyrisit- ingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi skúlans • skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er kveikjandi í sínum skúlahugsanum • á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs- umstøður og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur starvsfólk • er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum. Harumframt skal skúlastjórin • hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott samarbeiði millum skúla og heim • vera førur fyri at loysa trupulleikar • vera førur fyri at røkja og menna starvsfólka- samstarvið • vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu • skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí ein- staka fyri medávirkan og medábyrgd • leggja dent á menning av skúlaskapinum í kom- mununi • eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla- gongdini bæði fakliga og sosialt. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálastýrinum/ í Streymoy- ar skúladømi I við fyribils tænastu í Vestmanna Skúla og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 31.3 og 33.1 sam- bært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er tænastu- mannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá Mentamálastýrinum, skal verða Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2002. Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 • 110 Tórshavn Telefon 355050 • Fax 355055 e-postur: mms@mms.fo Skúlastjórastarv í Vestmanna Skúla Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla verður lýst til setanar frá 1. august 2002. Skúlaárið 2002/2003 verða 230 næmingar í 10 árgangum í skúlanum. 20 lærarar starvast í skúlanum. Mentamálastýrið Fólkaskúladeildin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Námsliga útbúgvingin Vilt tú vera pedagogur? Nýggjur flokkur verður tikin upp eftir summar- frítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501).Teldupostur: flsk@flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00-16.00. Treytirnar fyri upptøku á námsligu útbúgvingina eru, at umsøkjarin umframt at hava gingið 9 ár í skúla hevur staðið HF-prógv, studentsprógv, hægri handilsskúlaprógv, hevur lærlingaútbúgving, ella kann prógva samsvarandi kunnleika. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur starvast í dag- ella bústovni í minsta lagi 1/2 ár. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. juni. N á m s l i g a ú t b ú g v i n g i n – ein útbúgving fyri lívið Lesið Sosialin -har tað hendir 19 Fríggjadag: Stórt ungdómsmøti kl. 22.00 Leygardag: Møti v. Fríðtór Debes kl. 19.00 sangluttøka úr Evangeliihúsinum Lovsongskonsert við stórum felags lovsongskóri kl. 22.00 1. hvítusunnudag: Møti v. Tummas Jacobsen kl. 11.00 Seminar v. Enevald Flåten kl. 15.00 Møti v. Enevald Flåten kl. 19.00 2. hvítusunnudag: Møti v. Enevald Flåten kl. 11.00 Møti v. Enevald Flåten kl. 17.00 Í ÍTRÓTTARHØLLINI Hvítusunnumøtir Høvuðstalari: Enevald Flåten á Hálsi K A R I S M A S T Ó R B Ó K A S Ø L A Í H Ø L L I N I ! Um fólk av bygd ynskja at keypa døgurða, kann hann bíleggjast á tlf. 315 080 innan 16. mai. BØRNINI Leygarkvøldið, 1. og 2. hvítusunnu- kvøld koyrir bussur børnini oman í Evangeliihúsið har stórt barnatiltak verður. Tey verða eisini koyrd niðan aftur í høllina áðrenn møtið endar. UNGDÓMURIN Stórt ungdómsmøti fríggjakvøld og lovsongskonsert við stórum felags lovsongskóri leygarkvøld