mikudagur 15. mai 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • mikudagur • 15. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
DEYÐSFALL
Stefan í Skorini
Heimskendi fótbóltsvenj-
arin Valerij Lobanovskij
úr Ukreina er deyður 63
ára gamal. Lobanovskij
sló navn sítt fast í
søgubøkurnar sum ein
tann besti venjarin, sum
gamla Sovjetsamveldið
hevur fostrað.
Hann var landsliðsvenj-
ari hjá bæði Sovjet og
seinni hjá Ukreina, tá
samveldið
syndraðist.
Harumframt var hann
venjari hjá Dynamo Kiev
í fleiri ár. Lobanovskij var
eisini
ein
góður
fótbóltsspælari í sinum
ungu døgum.
Størsta avrik hansara
var, tá hann førdi Sovjet
fram til finaluna í EM í
1988, har liðið tó tapti
móti Hollandi. Síðani
hevur hann fingið fleiri
góð úrslit við Dynamo
Kiev.
Hann
doyði
mána-
kvøldið á einum sjúkra-
húsi í Kiev. Hann varð
innlagdur
leygardagin
beint eftir ein útidyst í
landskappingini, tá hann
fekk eina heilabløðing.
Hann varð seinni fluttur
til Kiev, tí støðan var so
álvarsom.
Teir bestu læknarnir í
landinum hava roynt at
hildið honum á lívi við
skurðviðgerð, men tað
eydnaðist ikki.
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Kappingarnevndin
hjá
FSF hevur ásett nýggjar
leikdagar
fyri
teir
dystirnar, sum ikki eru
leiktir vegna verkfallið.
Fyrra hálvfinalan í
steypakappingini millum
VB og HB í Vági verður
leikt mikudagin 5.juni,
sum er Grundlógardagin.
Seinnu
hálvfinalurnar
millum B68 og NSÍ og
HB og VB verða leiktar
hósdagin 13. juni.
Tveir dystir í 2. deild
vórðu útsettir seinasta
leygardag. Tað var dystur-
in í Vágunum millum FS
Vágar og VB, og dysturin
millum B36 og Sumba í
Havn. Hesir verða leiktir
mánadagin 20. mai, sum
er 2. hvítusunnudagin.
Dystirnir í 3. deild
millum TB og B68 á
Tvøroyri og Royn og B36
í Hvalba verða leiktir
leygardagin 18. mai.
Leikdagar ásettir
Lobanovskij er farin
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Danska blaðið Politiken
skrivar í dag, at suður-
afrikanski framherjin hjá
FCK, Sibusiso Zuma,
hevði hildið sær á gleimi
á einum diskoteki í Keyp-
mannahavn náttina eftir
steypafinaluna hósdagin,
tá FCK tapti 2-1 fyri OB.
Hetta var fríggjanáttina á
diskotekinum Park.
Blaðið hevur tosað við
fleiri fólk, ið siga seg
hava sæð Zuma í býnum
við vinmonnum. Sagt
verður at Zuma kom inn á
diskotekið klokkan tvey á
nátt. Framherjin var ikki
til venjing tann fríggja-
morgunin klokkan 10, tá
hópurin var savnaður fyri
næstseinastu ferð undan
avgerandi brakinum móti
Brøndby. Almenna orsøk-
in var, at Zuma fekk við-
gerð fyri skaða.
Hvørki ítróttarstjórin
Niels Christian Holm-
strøm ella venjarin Hans
Backe vilja gera viðmerk-
ingar til náttarlívið hjá
Zuma.
Mykland eisini sæddur
Donsku bløðini skriva
nógv um Zuma, men
eisini norðmaðurin Erik
Mykland er sekur í at
hava verið úti náttina eftir
steypafinaluna, hóast ein
týdningarmikil
dystur
stóð fyri framman.
Mykland
segði
við
danskar fjølmiðlar, at
hann eftir steypafinaluna
hevði ætlanir um at sita
heima í urtagarðinum og
drekka nakrar øl. Men
Mykland var tó ikki bara
heima í urtagarðinum.
Sosialurin er vitandi um,
at fyrrverandi landsliðs-
leikarin eisini úti í náttar-
lívinum í Keypmanna-
havn fríggjanáttina, og at
promillan í øllum førum
var omanfyri tað, sum
ferðslulógin loyvir. Sam-
bært donsku miðlunum
var Mykland eisini ov
seinur
til
venjingina
fríggjamorgunin.
Enn hevur leiðslan í
FCK einki gjørt við hesi
málini, og hon vil heldur
ikki gera viðmerkingar til
tað.
Zuma og Mykland
í býnum
Nýggi landsliðsvenj-
arin boðaði beinan-
vegin frá, at hann fór
at tosa við Toda
Jónsson um at koma
aftur á landsliðið.
Hann ætlar sær eisini
at broyta spælskipan,
so framyvir fer lands-
liðið at spæla við fýra
monnum í aftastu
ketuni. Minsta kravið
í komandi undan-
kapping er seks stig
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
– Eg havi sett mær tað mál,
at vit skulu hava í minsta
lagi seks stig í hesi undan-
kappingini. Tað eru avgjørt
møguleikar at fáa stig á
heimavølli móti Litava og
Íslandi, og møguliga kunnu
vit fáa meira burturúr, sigur
ein bjartskygdur Henrik
Larsen.
Fyrsti
dysturin
hjá
nýggja venjaranum er ein
venjingardystur móti Lik-
tinstein 21. august. Síðani
kemur Skotland til Føroyar
7. september. Í oktober skal
landsliðið
spæla
ímóti
Litava og Týsklandi á úti-
vølli.
Todi við aftur
Henrik Larsen hevur longu
boðað frá, at hann fer at
gera eina roynd at fáa Toda
Jónsson við aftur á lands-
liðið.
– Tað hevði verið synd,
um Todi ongantíð kom við
aftur á landsliðið, tí hann er
ikki ungur longur, og eg
haldi, at hann møguliga
broytir støðu einaferð, sigur
Henrik Larsen.
Møguleikarnir hjá hon-
um at fáa góð úrslit sum
venjari økjast sjálvandi
nógv, um Todi Jónsson
velur at fara í aftur før-
oysku landsliðstroyggjuna.
Henrik Larsen ásannar, at
hann ikki kennir nakað til
føroyskan fótbólt, men
hann fer at royna av øllum
alvi at seta seg inn í viður-
skiftini í her í Føroyum.
FSF hevur sett honum nøk-
ur krøv, sum áseta, hvussu
ofta venjarin skal vera í
Føroyum.
Broytta skipan
Venjarin hevur gjørt greitt,
at hann fer at nýta eina
nýggja spælskipan. Fram-
yvir fer føroyska landsliðið
at spæla við fýra monnum í
verjuni. Hetta verður í flat-
ari verju við økismarker-
ing. Allan Simonsen spældi
allar síniar dystir við einum
aftasta manni og tveimum
frammanfyri, sum mans-
vardu ávísar álopsleikarar.
– Skipanin við einum
aftasta manni verður ikki
nýtt, meðan eg eri venjari.
Eg fari at spæla við flatari
verju, og vónandi fái eg
nakrar bakkar, sum duga at
vera við í álopsspælinum,
sigur Henrik.
Enn hevur hann ikki gjørt
av, hvussu skipanin verður
á miðvøllinum og í álopin-
um, men møguleikarnir eru
nógvir. 4-5-1, 4-4-2 og 4-3-
3 hava verið havdir á lofti.
Henrik heldur, at tað er
sera umráðandi hjá honum
at hava ein góðan hjálpar-
venjara, men enn er ikki
greitt, hvør hetta verður.
Dánjal Andreasen, for-
maðurin í FSF, duldi tó ikki
fyri á tíðindafundi, at hann
fegin vil hava Jógvan
Martin Olsen at halda fram
sum hjálparvenjari.
– Eg havi mínar hugsjón-
ir um fótbólt, og tær fari at
royna at føra út í lívið.
Leikarar kunnu vænta sær
at fáa størri ábyrgd á vøll-
inum, sigur Henrik Larsen
at enda.
Henrik er bjartskygdur:
– Vit skulu hava seks stig
Henrik Larsen fer at broyta
spælskipan, og hann fer eisini
at gera eina roynd at fáa
Toda Jónsson við aftur á
landsliðið
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 90 - 15. mai 2002
Pedagogur/-
hjálparfólk
til Bústovnin á Mýrivegi
At arbeiða 40 tímar um vikuna,frá 01.06.02 ella eftir
nærri avtalu. Talan er um skiftandi arbeiðstíðir og í
vikuskiftum.
Setunar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Á bústovninum búgva 4 ung/børn við autismu.
Endamálið við okkara arbeiði er at skipa tryggar
karmar hjá íbúgvunum og at seta í gongd og skipa
fyri virksemi, sum er til gagn fyri hvønn einstakan.
Umráðandi er at umsøkjarin er væl fyri kropsliga, er
áhugaður í at verða nógv úti í náttúruni, svimja o.a.
Somuleiðis hevur tað týdning at umsøkjarin hevur
góð samstarvs- og innlivingarevni.
Um ongin pedagogur søkir, kann starvið verða sett
av hjálparfólki.
Nærri fæst at vita um starvið frá Jóhonnu Hansen
leiðara, á telefon 456310.
Umsóknarfreistin er 27.05.02 og skal umsóknin
saman við prógvi og viðmæli sendast til:
Bústovnin á Mýrivegi
Mýrivegur 13 · 700 Klaksvík
Att: Leiðarin
Bøgøta 15 • Tel. 314811 • Fax 314877
Drós
parfumarí
Ger vakurleika til veruleika
Nú er Merete frá Clinique aftur í Parfumarí
Drós við góðum ráðum um húðrøkt og make-up
Ring og fá ókeypis tíð til serkøna ráðgeving, frá
13.05-18.05
100 % uparfumeret.
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. 2800,
Færøernes
Erhvervsudviklingsfond
(Framtaksgrunnur
Føroya), 100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini:
Wilhelm Eyðinsson
Petersen, Traðarvgur 3,
100 Tórshavn (formaður),
Niels Christian Nolsøe,
Berjabrekka 45, 100
Tórshavn (næstformaður),
Karin Toftegaard,
Tolvkarlevej 40, DK-3400
Hillerød, Gunvør Balle,
Kráargøta 1, 160 Argir og
Kristoffur Suni Laksá,
513 Syðrugøta.
Innkomin í nevndina:
Niels Winther Poulsen,
Millum Gilja 8, 188
Hoyvík (formaður), Emma
Dagmar Joensen, 370
Miðvágur (næstformaður),
Sjúrður P. Horsdal, Millum
Gilja 19, 188 Hoyvík,
Eydna Justinussen,
Dalakrókur 17, 100
Tórshavn og Árni Matras
Dam, 460 Norðskála.
Skráseting Føroya tann
13. mai 2002
Kristin Balle
_____________________
In
ter
S
k
y
k
y
k
y
L
i
n
e
4.995,-
Sky digital
SERTILBOÐ
uml. 3 vikur bíðitíð
Kort og móttakari, alt fæst
nú á einum stað.
Hevur hetta tín áhuga,
eru vit at hitta á
tlf. 421411
ella 215328
Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta loysnin. Hví noyðast við nakrar fáar rásir
tá tú kanst síggja tær flestu.
Tað eru umleið 200 rásir at velja ímillum
Nøkur dømi:
Sky One
Sky Sports 1-2-3-4
UK Gold
BBC 8 ymiskar
Channel 4 og 5
Discovery 14 ymiskar rásir
MTV 4 rásir
God Channel 2 rásir
Sky Movie 10 rásir
Disney Children 4 rásir
Cartoon Network 2 rásir
CNN News
FTV news
ITV sport
C
M
Y
K
16