Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týska flaggið var vundið á hálva stong, tá skúlaseglskipið, Gorch Fock, kom á Havnina fyrrapartin í gjár. Grundin til hetta var, at ein av næming- unum umborð var dottin úr eini mastur og doyði ÓHAPP Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Long tíð gekk at rigga alt til. Seglskipið legði at á molanum í Havn, beint við síðurnar av Norrønu. End- arnir vórðu kastaðir í land, og síðani varð landgongdin riggað til. Stemningurin var dapur. Næmingarnir stóðu allir á dekkinum, og hjálptu til, at rigga alt til, so tann 20 ára gamli týski drongur- in kundi fáa eina seinastu virðiligu heilsan áðrenn hann við flogfarið verður flogin til Týsklands har hann verður jarðaður. Ungir dreingir og menn í appelsinlittum og myrka- bláum klæðum gingu á dekkinum. Eina løtu eftir, at skipið var komið, varð ein parabol sett upp, so teir fáa hugt í sjónvarp meðan teir liggja at landi. Á kaiini stóðu politistar, sum noktaðu øllum, at sleppa umborð áðrenn líkið kom í land. Long tíð gong- ur, meðan teir umborð ganga út og inn alla tíðina. Kalt og rátt er í veðrinum, og tann eini, sum stendur við landgongdina, sær ikki sørt kaldur út. Menn sóu troyttir og hug- tungir út. Ein slík vanlukka tyngir um stemningin um- borð. Men tó, teir sóu út til at verða glaðir fyri at vera komnir at landi. 45,5 metrar Mjørkin og tað ráliga veðr- ið hevur við sær, at stemn- ingurin als ikki verður betri. Tann reyði sjúkrabil- urin hjá Landssjúkrahúsin- um stendur á kaiini og bíð- ar. Tá ein løta er gingin sleppa teir báðir portørarnir umborð at hyggja eftir lík- inum. Teir koma aftur stutt eftir. Ein ungur drongur – í sínum bestu árum. Drongurin, ið stendur við landgongdina fortelur okk- um, at tann, ið deyður er, datt niður av mittastu mastrini. Henda masturin er 45,5 metrar høg. Gorch Fock er tímastrað bark, og skrokkurin og mastrarnar eru úr stáli. Heimstaðar- havnin hjá seglskipinum er í Kiel í Týsklandi. Neyvan nakar av mann- ingini hevði væntað, at henda 129. uttanlandsferð- in hjá Gorch Fock fór at innibera eina so tragiska hending. Vanlukkan hendi sunnu- kvøldið um 23.30 tíðina. Tá vóru teir staddir 83 míl sunnan úr Hornafirði í Íslandi. Drongurin, ið datt, fekk álvarsligan skaða av fallinum, og tveir tímar seinni, staðfesti læknin umborð, at drongurin var deyður. Tvær landgongdir Fyri at pláss skal verða at bera líkið í land, verður ein onnur landgongd sett upp. Tað er eitt øgiligt baks at fáa gelendaran at passa, og teir ungu dreingirnir fara fleiri ferðir aftur og fram, venda og snara fyri at fáa alt at hanga saman. Men umsíðir eydnast hetta teim- um. Nú gongur góð løta. Tað sær ikki út til, at nógv hendir umborð, men so við og við fækkast við fólki í appelsinlittum klæðum. Nú hava øll skift til tann myrkabláa búnan við myrkabláari húgvu á høvd- inum. Uttanfyri stýrhúsið standa yvirmenninir. Niðri á dekkinum næmingarnir, og longri uppi standa nakrir næmingar afturat. Løta gongur, og síðani er skróv at hoyra í hátalarunum umborð. Teir verða bidnir um at stilla seg í eitt rað, og teir so gera. Hetta gongur skjótt fyri seg. Okkurt verður sagt afturat, og eitt lítið rykk er í øllum, og nú standa øll so stinn sum eitt súla. Nakrir matrósar eru at hóma á dekkinum, og løtu seinni kemur børan við lík- inum. Seks matrósar bera hana, og týska flaggið er breitt útyvir. Meðan børan verður borin í land, gevur manningin 20 ára gamla týskaranum eina seinastu heilsan. Teir hyggja, sum um hetta ikki er veruligt. Sum um teir tað ikki hevur gingið upp fyri teimum, at vinur teirra fekk ein so bráðan enda á unga lívi sínum. Børan verður borin í land, og á landi standa portørarnir klárir. Tá børan er løgd inn í reyða sjúkra- bilin, stilla matrósarnir seg Segelschulschiff Gorch Fock: Ein seinasta heilsan til vinin á rað, eftir stødd, og geva vini sínum eina seinastu heilsan. Síðani fara teir um- borð aftur, meðan sjúkra- bilurin koyrir spakuliga avstað. Líkið skal avstað við flúgvara til Týsklands. Nú eru smáir tveir tímar gingnir síðani seglskipið legði at kei, og vit vilja sleppa umborð. Steðgað verður við landgongdina, og tann, ið har stendur fer umborð og spyr, um hetta kann lata seg gera. Ein av loytnantunum kemur í land. – Tosa tit danskt? Fínt. Men tíverri. Vit kunnu ikki lova tykkum umborð, tí vit hava ikki loyvi til at gera nakrar samrøður ella at geva nakrar upplýsingar út, sigur hann. Tá spurt verður um okk- urt, vil hann ikki rættiliga svara. Tað einasta hann vil siga er, at líkið verður nú flogið til Týsklands, har foreldrini taka ímóti sonin- um. Tað fækkast á dekkinum, og eftir tveir tímar úti í kalda og ráliga várveðrin- um, gongur leiðin útaftur á Argjar. Ein syrgiligur endi, á einum túri, ið skuldi verða eitt minni fyri lívið. Líkið av tí 20 ára gamla dronginum varð borið í land av seks matrósum. Líkið fer nú við flúgvara til Týsklands Týska flaggið á skúlaseglskipinum, Gorch Fock, var vundið á hálva stong, tá komið var á Havnina fyrrapartin týsdagin Nr. 90 - 15. mai 2002 15 15 14 Nr. 90 - 15. mai 2002 C M Y K 14 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00 17. mei 2002 fyllir Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, 60 ár. Í hesum sambandi bjóðar nevndin í Føroya Banka viðskiftafólki, starvs- fólki, vinum og kenningum at støkka inn á gólvið á høvuðsskrivstovuni í Húsagøtu 3 fríggjadagin 17. mei frá kl. 14 til kl. 17. M óttøka