Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 90 - 15. mai 2002 Nr. 90 - 15. mai 2002 13 Kundamóttakari til P/F Wenzel bilverkstað P/F Wenzel hevur eitt vælvirkandi bilverkstað, sum hevur nakrar dugnaligar bilsmiðir og lærlingar, sum dagliga loysa tær uppgávur, ið viðskiftafólk okkara bjóða okkum. Tínar uppgávur – Avgreiða kundar okkara – Útfakturering – Planlegging av arbeiði – Leiða og skipa dagligu arbeiðsgongdina saman við verkastjóranum. Vit hugsa okkum at – tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir – tú hevur telduroyndir á brúkarastøði – tú ert opin og fyrikomandi – tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt – tú hevur hug at læra nýggjar arbeiðshættir Tú fært eitt Sera spennandi arbeiði í eini fyritøku, sum setur útbúgving, góðsku, persónliga útvikling og effektivitet sera høgt. Løn eftir avtalu. Hevur tú spurningar Tosa við Anthonius Dalsgaard, verkastjóra. Send umsókn tína til P/F Wenzel Akranesgøta 5 100 Tórshavn Att.: Anthonius Dalsgaard merk brævbjálvan »Kundamóttakarin« Bilur við skaða til sølu Merki: Nissan Primera LX 1.6, 4 hurðar, sedan Árg.: 1995 Km.: 115.000 Bilurin er skaddur í høgru síðu. Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú. Magni Petersen, sýnsmaður Tlf.: 345600 – lokal 728 Fax: 345607 at hitta mánadag til hósdag millum kl. 08.30 – 10.00 og fríggjadag 08.30 – 16.00. Læraraútbúgvingin Vilt tú vera lærari? Nú er greitt at søkja á Læraraskúlan eftir summar- frítíðina. Umsóknarbløð eru at fáa á Læraraskúlanum (tlf. 313501).Teldupostur: flsk@flsk.fo Skrivstovan er opin kl. 8.00-16.00. Treytirnar fyri upptøku á læraraútbúgvingina er studentsprógv,HF-prógv ella prógv á líknandi stigi. Umsóknirnar skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. juni. L æ r a r a ú t b ú g v i n g i n – ein útbúgving fyri lívið Frá Runavíkar Skúlastýri Lýsing eftir lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2002/2003. Talan er um • 8 størv á 26,5 lønartímar fyri lærarar í farloyvi • 1 starv á 10 tímar um vikuna til ein fjølbrekaðan næming, sum fer í 1. flokk. Serliga er brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í smíð, dreingjaítrótti og alis/evnafrøði. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja 447331 ella 217331. Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 28. mai. Runavíkar Skúlastýri v/ Malan Rasmussen Bakkavegur · FO 645 Søldarfjørður Aðalskrivari í Føroya Ungdómsráð Leitar tú eftir avbjóðingum og einum spennandi starvi, so kann hetta vera júst starvið, tú leitar eftir. Føroya Ungdómsráð, sum er felagsskapur fyri skipaðu barna- og ungdómsfelagsskapirnar í Føroyum, søkir eftir aðalskrivara fulla arbeiðstíð. Í starvinum skalt tú: • Røkja dagliga virksemi felagsins • Samskifta við øll viðkomandi • Gera vanligar skrivstovuuppgávur • Virka sum skrivari • Samskipa tiltøk í Føroyum og í Norðurlondum • Halda heimasíðuna við líka og senda tíðindaskriv út, tá tørvur er á tí Vit vænta at tú: • Hevur royndir innan barna og/ella ungdómsarbeiði • Ert røkin og fyrikomandi • Ert dugnalig/ur at samskifta og samskipa • Dugir væl at skriva føroyskt • Dugir at tosa og skriva á norðurlendskum • Fyrimunur er, um tú eisini tosar og skrivar enskt. • Dugir at nýta teldu á brúkarastigi. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og eisini skalt tú verða sinnað/ur at fara av landinum í arbeiðsørindum. Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Andreu Eldevig á tlf 218108. Umsóknir saman við møguligum viðmælum og prógvum, skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 27. mai 2002. Føroya Ungdómsráð Tinghúsvegur 18, 4h. 110 Tórshavn ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag veitst tú ikki tað? veitst tú ikki tað? UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Boykotta norskar vørur Jødiskir felagsskapir í USA mæla nú sínum limum til at boykotta norskar vørur og annars alt, sum er norskt. Or- søkin er, at formaðurin í fakliga landsfelags- skapinum í Noregi hev- ur mælt fólki til at boy- kotta Ísrael og ísra- elskar vørur. Norska blaðið Aften- posten skrivaði í gjár, at jødisk vinnulívsfólk í USA hava tikið seg saman og hava mælt amerikanskum jødum frá at keypa norskar vørur. Teir hava eisini mælt amerikanskum jødum frá at fara til Noregs at ferðast. Norsku útflutnings- myndugleikarnir halda kortini ikki, at jødiska boykottið fær ta ætlaðu ávirkanina. Eitt nú verður sagt, at hetta er einki aftur ímóti teim- um tiltøkum, sum av og á verða sett í verk ímóti norskari hvalaveiði. Kunnu spara nógv Danskar fyritøkur kunnu spara fleiri milliónir krónur í telefonnýtsluni. Ein kanning, sum umfat- ar meiri enn 100 stórar danskar fyritøkur, vísir, at fyritøkurnar hugsa ov lítið um, hvussu nógvar pengar tær í veruleik- anum nýta til telefon, og at tær kundu spart nógv. M. a. vísir kanningin, at nógvar fyritøkur hava meiri enn ein veitara til telesamskiftið. Høvdu tær bert hann ein veitara, kundu tær spart nógvar pengar. Sum dømi verð- ur nevnt, at ein fyritøka, sum legði alt undir ein veitara, hevur spart eina millión krónur hetta seinasta árið. Oljan verður dýr Serfrøðingar á altjóða o l j u m a r k n a ð i n u m vænta, at oljuprísurin fer at verða í meðal 23 dollarar fyri tunnuna í ár. Tað er tveir dollarar oman fyri tað, sum serfrøðingarnir mettu fyri einum mánað síðani. Heilt neyvt vænta teir, at meðalprísurin í ár verður 22,71 dollarar. Um orsøkin til tann hækkandi prísin verður sagt, at príshækkingin kemst fyrst og fremst spenninginum í Mið- eystri og einari útlitun- um fyri búskaparligum framburði í ár. Úr Norðurlondum: Vilja keypa TV2 Danski mentamálaráð- harrin Brian Mikkelsen boðaði mánadagin frá, at stjórnin ætlar at privatisera sjónvarps- støðina TV2. Fyrst skal stovnurin skipast sum eitt alment partafelag, og síðani skal parta- felagið seljast. Um keypararin verður danskur ella útlendskur hevur minni týdning, segði ráðharrin. Fleiri tykjast longu hava áhuga í at keypa TV2. Millum teirra, sum longu hava sagt seg hava áhuga í støð- ini, eru bløðini Jyllandsposten, Politik- en, Berlingske Tidende og blaðhúsið Egmont. Egmont eigur sum er part av norska TV2. Stjórin í Det Ber- lingske Officin, Joa- chim Malling, sigur, at har í húsinum fara tey av álvara at viðgera spurningin um at keypa TV2. Hann vísir á, at lýsingainntøkurnar hjá bløðunum minka, og tí kundi tað verið áhuga- vert at keypt sjónvarps- støðina fyri at fingið nakrar inntøkur afturat. Aftur ein tikin Norska sjóverjan tók í gjár ein russiskan trol- ara, tí kanningar um- borð avdúkaðu, at skip- arin hevði ikki ført dag- bókina sambært reglun- um. Russiski trolarin fekk boð um at fara inn til Hammerfest. Fyri einari viku síð- ani tók norska sjóverjan ein annan russiskan trolara, tí hann royndi á einari stongdari leið. Lata aftur Starvsfólkini á danska blaðnum Børsens Ny- hedsmagasin fingu rættiliga hvøkk mána- dagin, tá eigarin brád- liga boðaði frá, at blað- ið steðgar í næstum. Tað er svenska felagið Bonnier, sum eigur Børsens Nyhedsmaga- sin. Bonnier eigur eis- ini Økonomisk Uge- brev, og tað steðgar eisini. Á Børsens Nyheds- magasin undrast tey á avgerðina, tí blaðið hevur havt fíggjarligt avlop. Men sambært Bonnier er avlopið ikki nóg stórt. Amerikanski samráð- ingarleiðarin í um- hvørvistingingunum sigur, at USA fer at umhugsa sáttmálan aftur um tíggju ár UMHVØRVI Árni Joensen Stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur sýtt fyri at skriva undir og stað- festa altjóða Kyoto-sátt- málan um at avmarka tann veksandi hitan á Jørðini. Stjórnin sigur, at sáttmálin fær alt ov ógvusligar ávirk- anir á amerikanska búskap- in, verður hann bindandi fyri USA. Nú sigur amerikanski samráðingarleiðarin í um- hvørvistingingunum, Har- lon Watson, at USA fer ikki at skriva undir sáttmálan tey fyrstu árini. Tað hevur ljóðað, at stjórnin í Wash- ington hevur umhugsað at staðfesta sáttmálan um trý ár, tá sáttmálin skal endur- skoðast, men tað avsannar Watson. - Vit fara at taka málið framaftur um tíggju ár, og so fáa vit at síggja, hvussu vorðið er tá, segði Harlon Watson í London í gjár. Uttanríkisráðharrarn ir í teimum 19 NATO- londunum skulu á fundi í Reykjavík geva Russlandi størri ávirkan á verjusam- gonguna NATO Árni Joensen Teir 19 uttanríkisráðharr- arnir í NATO fóru í gjár undir ein fund, sum kann gerast søguligur. Fundurin er í Reykjavík, og har skulu ráðharrarnir taka støðu til, hvørja støðu Russland skal hava í samstarvinum við ta vesturlendsku verjusam- gonguna. Hetta er fyrst ferð, síðani NATO varð skipað fyri 53 árum síðani, at hesin spurningurin er til viðgerðar, og tí er russiski uttanríkisráðharrin, Igor Ivanov, boðin við á fundin. Ætlanin er at skipa eitt serligt ráð, sum skal taka sær av samstarvinum mill- um NATO og Russland. Eftir reglugerðini hjá ráð- num fær Russland atkvøðu- rætt á jøvnum føti við NATO-londini í málum, ið snúgva seg um bardagan ímóti yvirgangi, hópoyð- ingarvápnum, samstarv í evropeiska loftrúminum og sivilum bjargingartiltøkum. NATO hevur alla tíðina lagt dent á, at samstarvið við Russland skal í fyrsta umfari einans umfata tey øki, sum partarnir longu samstarva um, men kortini hava embætismenn sitið saman seinastu dagarnar, tí full semja er ikki í NATO. Russiska stjórnin hevur sagt, at hon vil hava ein sáttmála, sum eisini gagnar Russlandi, men í gjár skriv- aðu altjóða tíðindastov- urnar úr Reykjavík, at tað er ivasamt, um ruusar fáa tað, teir vilja hava. USA skrivar ikki undir Kyoto-sáttmálan tey næstu tíggju árini Søguligur NATO-fundur í Reykjavík Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, er millum luttakararnar á fundinum í Reykjavík Mynd: Reuters C M Y K 13 12