mikudagur 12. januar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 7 - 12. januar 2000
jakup
JÁKUP MØRK
Avgerðina hevur Flemming
tikið sjálvur, og helst hevur
hetta verið av teirri orsøk,
at úrslitini higartil í ár ikki
Kyndil uttan venjara
Eftir dystin milum bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli, sum endaði
við sigri til Neistan, gjørdi kyndilsvenjarin, Flemming Raben av, at siga
venjarasessin frá sær
hava verið eins góð, og tey
bæði seinastu kappingarár-
ini, tá Kyndil sum kunnugt
vann føroyameistaraheitið.
Jórun Ludvig, liðskipari
á kyndilsliðnum, segði í eini
viðmerking til ÍtróttarSosi-
alin, at samstarvið millum
partarnar ikki riggaði, men
hon leggur samstundis dent
á, at eingin klandur ella
líknandi hevur verið millum
venjara og leikarar.
Óvissa
Enn er ikki avgjørt, hvussu
verður við venjaraspurning-
inum tað, sum eftir er av
kappingarárinum,
men
kyndilskvinnurnar royna tó
sum frægast at fyrireika seg
komandi uppgávuna, tá tær
sunnudagin skulu taka ímóti
Stjørnuni í fyrru hálvfinal-
uni í steypakappingini.
Jórun sigur eisini, at tað
ikki er serliga sannlíkt, at
venjaraspurningurin
er
loystur til ta tíð, men at tær
hóast hetta venja við fullari
ferð.
Í løtuni liggja tvífaldu før-
oyameistararnir saman við
Neistanum á einum triðja
plássi í landskappingini,
fýra stig aftan fyri oddaliðið
úr Klaksvík, og tvey stig
aftan fyri VÍF.
Seinastu trý árini var So-
phus Dahl Christiansen
venjari hjá kyndilskvinnu-
num, og gjørdist tað tá til
eitt silvur- og tvey gull-
merki í landskappingini.
Eftir gullrúsin tey bæði seinastu árini, hevur ikki skorist eins væl hjá kyndilskvinnu-
num hetta kappingarárið, og nú hevur venjarin tikið avleiðingarnar av hesum
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
Í steypakappingini hjá
monnum og kvinnum er
nú somikið langt útliðið,
at farast skal undir at leika
hálvfinalurnar. Fyrstu
dystirnir hesum viðvíkj-
andi verða leiktir í kvøld,
tá fyrru hálvfinalurnar hjá
monnunum verða leiktar.
Inni á Skála skulu før-
oyameistararnir úr StÍF
spæla ímóti Neistanum,
meðan VÍF og Kyndil
skulu dystast í Vestmann-
a. Dystirnir eru settir at
byrjað ávíkavist kl. 19.00
og 19.45.
Jøvn lið
Sum kunnugt er talan um
tey fýra ovastu liðini í
landskappingini, og hóast
avrik teirra hava verið
nakað misjøvn higartil í
vetur, so kann roknast við
tveimum sera spennandi
dystum.
Seinast Neistin vitjaði
inni á Skála, var um repp-
ið at teir fingu øll stigini
heim aftur við sær, men
at enda máttu teir taka til
takkar við einum javn-
leiki.
Hjá StÍF má tað metast
sera ivasamt, um leikandi
venjarin, Jónleif Sólsker,
verður á vøllinum. Hann
hevur seinastu vikuna
drigist við skaða í knæ-
num, og ikki er vist, nær
hesin er lektur.
Dysturin í Vestmanna
er ein søga fyri seg, tí
hetta er ju stóri klassik-
arin í føroyskum hond-
bólti. Higartil hevur tað
ligið betri fyri hjá vest-
menningum
í
hesum
kappingarárinum, men tá
liðini seinasta hittust,
varð javnleikur endaliga
úrslitið, hóast Kyndil
hevði leiðsluna megin-
partin av dystinum.
Dysturin millum liðini
í Vestmanna endaði við
tvey mála sigri til VÍF, so
her er somuleiðis líkt til,
at talan verður um eina
spennandi uppgerð.
Seinnu hálvfinalurnar
hjá monnunum verða
leiktar ávíkavist 26. og
27. januar.
Neistin og Stjørnan?
Hjá kvinnunum verða
fyrru hálvfinalurnar leik-
tar 15. Januar, tá Neistin
tekur móti VB, og 16.
Januar, tá Stjørnan kemur
til Havnar at leika móti
Kyndli.
Talan kann í báðum
førum gerast um nakrar
tættar dystir, hóast Neist-
in og Stjørnan mugu met-
ast at vera favorittar til at
røkka finaluni.
Seinastu dystirnar hev-
ur Neistaliðið fingið heilt
góð úrslit, og higartil í
árinum hevur Stjørnan
verið besta kvinnulið í
landinum, og hava tær
m.a. vunnið báðar dystir-
nar móti Kyndli í grund-
spælinum.
Harumframt kann tað
gerast ein dyggur smeitur
hjá Kyndli, at tær helst
mugu klára seg uttan nak-
ran venjara í fyrra dyst-
inum.
Seinnu hálvfinalurnar
hjá kvinnunum verða
leiktar 30. januar.
Fluttir dystir
Í sambandi við hálvfinal-
urnar hevur verið neyðugt
at broytt kappingarskip-
anina nakað, og hevur
HSF tískil boðað frá, at
fylgjandi dystir hjá kvinn-
unum eru fluttir.
Toppdysturin í lands-
kappingini
millum
Stjørnuna og VÍF, sum
skuldi verða leiktur 16.
januar, er nú fluttur til 27.
januar.
Dysturin,
Stjørnan-
Neistin, er fluttur frá 29.
januar til 20. februar.
Dysturin,
Stjørnan-
VÍF, er fluttur frá 30. jan-
uar til 11. mars.
Hondbóltssambandið hevur nú
boðað frá, hvussu leikast skal í
hálvfinalunum í steypakappingini,
og eru nakrir dystir í landskapp-
ingini fluttir í hesum sambandi.
Hálvfinalurnar
byrja í kvøld
Eisini kunnu tit lesa
um ítróttin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
SVEINUR TRÓNDARSON
Fimti lið høvdu sett sær fyri
at royna seg, tá Mjølnir kall-
aði til flogbóltskapping í
Klaksvík um vikuskiftið.
Men tíverri fyri fyrireik-
ararnar møttu bert 46 av
teimum 50, og tískil máttu
kappingarnar í onkrum
deildum leggjast umaftur.
Tað er ikki óvanligt, at
onkur lið ikki møta tá kapp-
ingin byrjar, men tað er sera
óheppið tá talan er um lið í
meistaradeildini.
Meistaradeildarliðið hjá
ÍF í mansdeildini møtti ikki,
og tískil vóru bara fimm lið
í tí kappingini.
Mjølnir kappingin um vikuskiftið var sera væleydnað, men fyrireikararnir
halda at teir missa meir enn teir vinna við at kappingin liggur so tíðliga í
kappingarárinum
Sama var í fyrstu deild
hjá monnum, har ÍF eisini
helt seg vekk, og tað er ikki
fuglfirðingum ella ÍF til
nakran sóma, at bera seg
soleiðis at móti fyrireikar-
unum. Kvinnurnar hjá ÍF
møttu harafturímóti og
vunnu enntá kappingina í 2.
deild.
Mjølnir og Fleyr
Kappingin var soleiðis hátt-
að, at innleiðandi umførini
vórðu spæld leygardagin og
finalurnar sunnudagin.
Í meistaradeildini hjá
kvinnum var finalan millum
Mjølnir og Drátt, og henda
dystin vann Mjølnir sann-
førandi.
Í meistaradeildini hjá
monnum vann Fleyr á
Mjølni í einum dysti, sum
til endans var rættuliga
spennandi.
Kappingina í 1. deild hjá
kvinnum vann Fossanes,
meðan Fleyr vann kapping-
ina í fyrstu deild hjá monn-
um.
Kappingna í aðru deild hjá
kvinnum vann ÍF, sum longu
nevnt, meðan heimaliðið
Mjølnir vann kappingina í
aðru deild hjá monnum.
Liggur ov tíðliga
Sum heild eru fyrireikarar-
nir sera væl nøgdir við
kappingina, sum gekk væl.
Kortini eru teir eitt sindur
vónbrotnir av, at hon liggur
so tíðliga á árinum, tí tað
merkir, at færri luttakandi
lið.
– Í ár vóru 20 lið færri,
enn tað vóru í fjør, og tað er
ikki nógv skeivt, at tað eru
júst tey 20 liðini, sum góvu
okkum avlopið í fjør, siga
fyrireikararnir, sum tí halda,
at Flogbóltssambandið eig-
ur at flyta kappingarnar aft-
ur har tær lógu fyrr.
Um tað verður so, mugu
vit bíða við at síggja.
Myndir av vinnandi lið-
unum síggjast á s. 23.
Gekk sum væntað
Mjølnir vann kappingina í meistaradeildini hjá kvinnum. Tær vunnu finaludystin móti
Drátti
Meistaradeildina hjá monnum vann Fleyr. Í finaluni vunnu teir á Mjølnir í einum sera
spennandi dysti
Kappingina í fyrstu deild hjá kvinnum vann Fossanes...
Meðan Fleyr tók sær av fyrstu deild hjá monnum
Aðru deild hjá kvinnum vann ÍF
Kappingina í aðru deild hjá monnum vann Mjølnir
Myndir: Símun á Høvdanum