Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 91 - 16. mai 2002 Nr. 91 - 16. mai 2002 3 Jústinus Leivsson Eidesgaard Restorff Bryggjarí søkir eftir 250 øldrekkarum at royna nýggja bjórið Tjóðarbjór, sum verður latið á marknaðin í morgin. Ølið er bryggjað av einslitum og hevur staðið og prutla meðan hevur verið á valið og meðan roynt hevur verið at skipa nýggja samgongu til at stýra føroysku tjóðini. Restorff vil hava fólk at vitja bryggjaríið í dag og kravið til tey vitjandi er, at tey dáma væl øl. Fólk kunnu melda seg við at ringja til bryggjaríið. Mamman og pápin við vøgguna stóðu, fittari nýføðing ikki tey sóu. Gleði og lukku í heiminum spreiddi, pápin so stoltur í túni teg leiddi. Spældi við systkin og javnaldrar tínar, umstøður hevði í heiminum fínar. Dreymar og vónir foreldrini høvdu, hvønn dag í Guðs hond tey bæði teg løgdu. Bønirnar mangar til skaparin sendu, dagliga til hans við vónum sær vendu. Løgdu teg fram fyri hansara náði, hann sum á fløkjunum einans veit ráðið. Fekk ei í lívi so lættgongda rók, lívið so mangan eitt tak við teg tók. Skapaður var tó í hansara mynd, sum yvir krossin tók á seg vár synd. Nú hvílir likamið innanvert liðið, har einki menniskja sjálvt hevur stigið. Mitt millum fedrar í undan tær fóru, øll hava felags, at onnur tey bóru. Hvíl góði Eskild í friði og náðum, har ei er munur á høgum og lágum, inntil tín skapari aftur ein dag, leiðir teg inn til sín himmalska stað. Við samkenslu. SPG. Eskild Poulsen Nólsoy til minnis Jústinus Leivsson Eidesgaard Løgmannsstjórin Súsanna Danielsen arbeiddi bara ein dag sum 49 ára gomul í nýumbygda løgtinginum. Í dag fyllir Súsanna 50 ár og hon er í besta aldri at manna ein so krevjandi sess, sum stjóri á løgtings- skrivstovuni. Seinastu 22 árini hevur hon meginpart- in av tíðini virka sum em- bætismaður í politiska lív- inum í Føroyum.Hon kenn- ir sniðvegirnar, hon kennir lúnirnar hjá politikkarun- um, hon kennir hvussu teir hugsa. Og hvussu snýgur hon sær so millum allar hanarnar á tingi, tí tingið er mest menn. Hon er be- stemt, hon veit hvat hon vil og so hevur hon arvað víðagitna og sjarmerandi smílið hjá pápanum Dánjal Paula í Búðini av Velba- stað. Móðir Súsannu var Hella, ein sterk kvinna, sum doyði elligomul í fyrraárið. og hon var systir navnframa Jørgen Frans Jacobsen, rithøvunda. Ommubeiggin úr Famjin teknaði føroyska flaggið. Súsanna tók students- prógv í 1971, løgfrøðiligt embætisprógv, cand jur. í 1980 og so byrjaði starvs- leiðin í føroyskari fyrisit- ing. Var fulltrúi í landsstýr- inum fram til 1986. Síðan deildarleiðari á lønardeild- ini hjá landstýrinum fram til 1996. Her stóð hon á odda fyri teimum mangan krevjandi lønarsamráðing- unum, eitt hart og slítandi starv.. Hon hevur verið løgtingsstjóri síðan 1996. Súsanna hevur havt onnur álitisstørv. Verið formaður í Javnstøðunevndini og í stýrinum fyri Arbeiðs- loysistryggingina. Løgmannsstjórin fyllir hálvthundrað Restorff tørvar øldrekkarar Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elsebeth Maria Sivertsen ættað úr Mikladali andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 14. mai, 79 ára gomul. Kistan fer úr Ebenezer fríggjadagin kl. 15.30. Jarðarferðin verður úr Betesda í Klaksvík leygardagin kl. 13.30. Fyri tey avvarðandi Hans, Elsa, Jórun, Palli og Fríðgerð Tey, ið vilja minnast Elsebeth Mariu, kunnu lata eina peningagávu til barnalegurnar í Grønlandi, konto í Føroya Banka. C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 e-mail: booking@smyril-line.fo www.smyril-line.fo Bussferðir Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4-koyggjukamari við handvaski, 7 nætur á hotellum í dupultkamari v. WC/bað, íroknað ½ vistarhald. Hartil føroyskur bussur og ferðaleiðari. til Noregs 17.06. - 26.06. Vitjað verður m.a. í Gudvangen, Lærdal, Lillehammer, í Gudbrandsdalinum, í Lom, Geirenger, við Sognefjørðin, Balestrand og Bergen úr 5.795,- www.sosialurin.fo Løgtingsstjórin fyllir hálvthundrað Jústinus Leivsson Eidesgaard Løgtingsstjórin Súsanna Danielsen arbeiddi bara ein dag sum 49 ára gomul í nýumbygda løgtinginum. Í dag fyllir Súsanna 50 ár og hon er í besta aldri at manna ein so krevjandi sess, sum stjóri á løgtings- skrivstovuni. Seinastu 22 árini hevur hon meginpart- in av tíðini virka sum em- bætismaður í politiska lív- inum í Føroyum.Hon kenn- ir sniðvegirnar, hon kennir lúnirnar hjá politikkarun- um, hon kennir hvussu teir hugsa. Og hvussu snýgur hon sær so millum allar hanarnar á tingi, tí tingið er mest menn. Hon er be- stemt, hon veit hvat hon vil navnframa Jørgen Frans Jacobsen, rithøvunda. Ommubeiggin úr Famjin teknaði føroyska flaggið. Súsanna tók students- prógv í 1971, løgfrøðiligt embætisprógv, cand jur. í 1980 og so byrjaði starvs- leiðin í føroyskari fyrisit- ing. Var fulltrúi í landsstýr- inum fram til 1986. Síðan deildarleiðari á lønardeild- ini hjá landstýrinum fram til 1996. Her stóð hon á odda fyri teimum mangan krevjandi lønarsamráðing- unum, eitt hart og slítandi starv.. Hon hevur verið løgtingsstjóri síðan 1996. Súsanna hevur havt onnur álitisstørv. Verið formaður í Javnstøðunevndini og í stýrinum fyri Arbeiðs- loysistryggingina. og so hevur hon arvað víðagitna og sjarmerandi smílið hjá pápanum Dánjal Paula í Búðini av Velba- stað. Móðir Súsannu var Hella, ein sterk kvinna, sum doyði elligomul í fyrraárið. og hon var systir