hósdagur 16. mai 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 91 - 16. mai 2002
Nr. 91 - 16. mai 2002
5
Eftir eina klagu frá
Sílaveiðufelagnum
fann friðingarnevnd-
in fyri Streymoyar
sýslu útav, at ein
bóndi hevði grivið
upp framvið áarbakk-
anum við Leynavatn.
Hetta hevur hann ikki
loyvi til sambært
friðingarlógini, tí alt
hetta økið er friðað.
Nú hevur friðingar-
nevndin gjørt av, hvat
skal henda í málinum
NÁTTÚRA
Ingrid Bjarnastein
Hann breyt friðingarlógina
fram
við
Leynavatni,
bóndin sum nakað herfyri
gróv áarbakkan upp. Alt
økið er friðað, men bóndin
fór av sínum eintingum og
gravaði fram við áarbakk-
anum har vatn stóð niðan í
bøin. Hetta gjørdi hann
fyri, at vatnið skuldi renna
skjótari frá. Men í og við, at
hann setti spakan í jørðina,
breyt hann friðingarlógina,
sum noktar slíkum. Alt
økið er friðað, og málið
varð kært til friðingar-
nevndina. Nú er nevndin
komin til eina niðurstøðu
– Vit hava víst til grein
trý og fýra í friðingarlógini,
sum sigur, at greið forboð
verða sett fyri allari tøku av
gróti, sandi, mold, eyri og
líknandi uttan loyvi frá
myndugleikunum,
sigur
Ivan Klein Olsen, formaður
í friðingarnevndini.
– Bóndin skal nú gera alt
aftur, sum tað var áðrenn.
Men avgerðin skal eisini
fyrileggjast yvirfriðingar-
nevndini, sum skal góð-
kenna okkara úrskurð, og
síðani hevur tann kærdi eis-
ini eina kæringarfreist uppá
fýra vikur.
Økið, sum bóndin hevur
grivið upp, fevnir um einar
50 metrar, og har skal hann
so leggja allar rúgvurnar
hann hevur grivið upp í
aftur.
Ringt at fyribyrgja
Ivan Klein Olsen heldur, at
tað er ringt at fyribyrgja, at
slíkt hendir aftur.
– Hetta er sum við
koyring. Hvussu fyribyrgir
tú, at fólk koyra ov skjótt?
Upplýsing kanska. Upplýsa
fólkum, sum ikki vita, hvat
ein friðing inniber, hvat
veruliga liggur aftanfyri.
Men bøndur eiga at vita,
hvat
henda
friðingin
inniber, tað er vist.
– Sjálv friðingin er rími-
liga umfatandi á hesum
økinum, men hon bannar
ikki nýtslu av økinum. Frá-
vik kunnu gerast í samráð
við friðingarmyndugleik-
arnar, men tá skal tú søkja
um loyvi, sigur Ivan Klein
Olsen.
– Men tað er ymiskt,
hvussu man takklar frið-
ingarlógina. Í hesum føri
var tað ein klaga frá
Sílaveiðufelagnum, har eg
sum formaður fór inn og
steðgaði arbeiðinum. Hartil
krevja vit so, at hann skal
gera alt aftur, soleiðis, sum
tað var áðrenn hann gravaði
alt upp.
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Komandi fríggjadag fer
pop/rock bólkurin, Slick, til
Íslands. Har skulu teir
spæla bæði fríggjakvøldið
og leygarkvøldið á tí væl
kendu
Fjørðukránni
í
Hafnafirði.
Um tú hevur hug at upp-
liva nógv umrøddu Fjørðu-
kránna, sum er gjørd í ekt-
aðum víkingastíli, so hevur
Atlansflog góð tilboð um
vikuskiftisferðaseðlar, júst
til hetta tiltakið.
Slick er mannaður við
áhugaverdum tónleikarum,
sum spæla í løtuni til dans
ymsastaðni í landinum.
Manningin sær soleiðis út:
Sang og gittar, Hans Ravns-
fjall, sum er kendur frá All
That Rain, sang og bass,
Jens Tummas Næss, sum
eisini er kendur frá All That
Rain, umframt Kjølar og
Ikaroz, gittar og kór, Høgni
Zachariassen, sum eisini
hevur spælt við Ikaroz og
Utopia,
og
aftanfyri
trummurnar situr Torkil
Johannesen, sum eisini
hevur verið við í Musketer-
unum, Plúmm og Chase.
Bólkurin hevur ein gesta-
dj við á ferðini, og er tað
Gissur Patursson, sum var
nógv frammi í 70´unum og
80´unum, og nú hoyra vit
hann í Sugguni í Útvarpi
Føroya.
Myndatekstur Slick fer
komandi
fríggjadag
til
Íslands
at
spæla
á
Fjørðukránni
Bóndin hevur forbrotið seg
Tutl hevur nú givið
tvær fløgur út
afturat
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Onnur fløgan er við
Yggdrasil og Eivør Páls-
dóttir. Tónleikurin er
knýttur at Eivør, sum
hevur
sungið
nýggj
verk, og onnur verk,
sum hava verið framførd
instrumentalt. Øll verk-
ini hevur Kristian Blak
komponerað ella bygt
upp av etniskum tilfari.
Yggdrasil hevur síðani
1981 framført og inn-
spælt verk, ofta knýtt at
aðrari list.
Afturat føroysku tón-
leikarunum Eivør Páls-
dóttir og Brandur Jacob-
sen eru tónleikarar, sum
hava teirra egna stíl.
Serliga er tað Anders
Jormin, sum er væl
dámdur kring allan heim
fyri sítt sermerkta bass-
spæl.
Hin fløgan er Spæli-
menninir – Flóð og
fjøra. Hendan fløgan
hevur 24 løg, sum eru
frá Skandinavia.
Tvær nýggjar fløgur
frá Tutl
Bóndin, sum hevur grivið
upp framvið áarbakkanum
við Leynavatn, hevur nú
fingið boð frá friðingar-
nevndini um at gera alt
aftur, sum tað var áðrenn
Mynd: Edvard Joensen
Slick til Íslands
C
M
Y
K
5
4