hósdagur 16. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 91 - 16. mai 2002
Nr. 91 - 16. mai 2002
7
Í dag letur einasta
pizzaria í Klaksvík
dyrnar upp. Her
kunnu klaksvíkingar
fyri fyrstu ferð njóta
eina pizza bakaða av
italienskum kokki á
italienskum steinum
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Tað er Njal
Reinert Petersen, sum letur
Pizzaria Napoli upp. Hetta
er sami Njal, sum er kendur
fyri at spæla til dans um alt
landið saman við Mouritzi.
Umframt at verða framúr
dansitónleikari, so hevur
Njal útbúgving sum Hotel
og Restaurantiónskokkur,
og var hann eisini í síni tíð
við til at lata upp væl
umtóktu matstovuna Here-
ford í Klaksvík. Pizzaria
Napoli liggur eisini í kjall-
aranum hjá Hereford, og
teir seinastu mánaðirnar
hevur Njal, saman við
kokkinum, arbeitt sam-
døgrið runt, soleiðis at
Pizzaria Napoli kann lata
dyrnar upp í dag.
Pizzamentalitetur
Pizzain hevur rættiliga tikið
seg fram sum eitt alternativ
til tær føroysku frikadell-
urnar á døgurðaborðinum.
Runt um allan heimin eta
fólk pizza, og nú er túrurin
so eisini komin til Klaks-
víkina.
– Alla aðrastaðni í heim-
inum kann ein næstan tosa
um ein beinleiðis pizza-
mentalitet, og við Pizzaria
Napoli kemur hann eisini
hendavegin, sigur Njal.
Hølið,
har
Pizzaria
Napoli fer at halda til, er alt
umvælt og gjørt av nýggj-
um. Hølini eru hugnalig, og
avgjørt eina vitjan verd.
Inni í rúminum stendur
ein stórur pizzaovnur, og í
hesum ovni liggja steinar
frá Italien. Við ovnin kemur
ein italienskur pizzakokkur
at standa, so fortreytirnar
fyri at fáa eina góða og
vælsmakkandi pizza skuldu
avgjørt verið til staðar.
– Vit hava avgjørt at gera
nógv burtur úr arbeiðsum-
hvørvinum, og hava vit
gjørt nógvar umvælingar
innan, sigur Njal.
Við hesum vónar hann, at
bæði starvsfólkini og við-
skiftafólkini koma at trívast
inni á nýggja pizzarianum í
Klaksvík.
Blómar í Klaksvík
Ofta verður tikið til, at
norðingar ikki tíma út at
eta, og av tí sama er torført
at fáa nakað at bera seg í
Klaksvík. Men hóast Njal
hevur hoyrt um hetta keði-
liga fyribrigdi, so hevur
hann góðar vónir.
– Í dag blomstrar alt lív í
Klaksvík, og fólk hava tað
gott. Tí meti eg eisini, at
hetta skuldi gingið, sigur
hann.
Á matarlepanum kann
hann bjóða 42 rættir, og
hesir verða so eisini út-
bygdir víðari eftir eina tíð.
Pizzaria Napoli letur
dyrnar upp fyri fyrstu ferð í
dag klokkan 12.00.
Vanligu upplatingartíð-
irnar verða frá klokkan
12.00 til 22.00 vanligar
dagar (uttan mánadag), og
frá klokkan 12.00 til 23.00 í
vikuskiftinum.
Nýtt pizzaria í Klaksvík
Í Sosialinum týsdagin
tann 7. mei stóð at lesa
um eina uttandura móta-
framsýning, sum varð
hildin
í
Klaksvík
fríggjakvøldið tann 3.
mei.
Í greinini stóð, at
Klaksvíkar Handilsfelag
hevði skipað fyri móta-
sýningini, men hetta var
ikki rætt.
Handlarnir
høvdu
sjálvir tikið stig til móta-
sýningina,
og
hevði
Handilsfelagið einki við
hana at gera.
Vónandi heldur lesar-
in okkum til góðar.
-re
Rætting
Reinert Petersen vónar, at klaksvíkingar eisini fara at taka
nýggja pizzamentalitetin til sín
Í dag klokkan 12.00 letur einasta pizzaria í Klaksvík fyri fyrstu
ferð dyrnar upp
VERKFALL
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eins deyð, annans breyð.
Meðan limirnir hjá Skipara
og Navigatørfelagnum hava
ligið í andvekri av ótryggu
støðuni seinastu vikurnar,
hava verkfallsbrótararnir,
sum hava siglt við fólki og
farmi um sund og fjarðir
vunnið gylt av peningi.
Og hóast endin á verk-
fallinum hjá Skipara- og
Navigatørfelagnum
kom
sum ein lætti hjá flest før-
oyingum, so kemur endin á
verkfallinum at merkjast í
lummunum hjá teimum,
sum hava tikið sær av sigl-
ingarleiðunum í landinum,
meðan verkfallið hevur
verið.
Smábátar um alt landið
hava ført fólk og farm frá
einum staði til eitt annað,
og hetta hevur uttan iva
givið teimum okkurt at liva
av.
20.000 um dagin
Sosialurin hevur í samráð
við góðar keldur gjørt leys-
ligar útrokningar av hvussu
gylt
verkfallsbrótararnir
hava vunnið um Leirvíks-
fjørð og úrslitið er helst tað
sama um Vestmannasund.
Eini 4 bátar hava røkt
leiðina um Leirvíksfjørðin,
men afturat teimum hava
onkrir smærri bátar eisini
gjørt onkrar eykatúrar, tá
nógv hevur verið at gjørt.
Eisini hava onkrir størri
bátar ført farm um fjørðin,
og hevur verkfallið uttan
iva givið hesum bátum nak-
að meir av peningi, enn teir
vildu fingið fyri at róð út
sum vanligt.
Fasti prísurin fyri eitt
fólk hevur verið 100 krónir
hvønn vegin, og ein vanlig-
an arbeiðsdag hava teir flutt
yvir 200 fólk um fjørðin.
Hesi 300 fólkini skula jú
eisini heimaftur, so tilsam-
ans hava teir havt um 600
ferðafólk hvønn dag.
Tá hesi hava goldið 100
krónir hvønn vegin, gevur
tað okkum eitt roknistykki,
har úrslitið verður 60.000
krónir. Hvønn dag.
Hesir pengar skulu býtast
millum bátarnar, og hava
teir í miðal verið 6 hvønn
dagin. Onkur hevur havt
meir ferðafólk, og onkur
minni. Men um vit aftur
taka eitt miðaltal, so hava
teir størru bátarnir fingið
eini 25.000 av hesum hvør,
meðan teir smærri so hava
havt eina inntøku á 5.000
um dagin.
Ymiskt
er,
hvørjar
útreiðslur hvør bátur hevur
havt av flutninginum, men
teir hava uttan iva havt meir
enn helmingin eftir av inn-
tøkuni.
Teir størru bátarnir hava
møguliga havt eina fasta
útreiðslu á 7.000 krónir, og
so hava 18.000 krónir verið
eftir.
Ríkir av verkfallinum
Tilvildarlig mynd
Skipara og Navigatør-
felagið fer nú at bjóða
fíggjarmálastýrinum
til samráðingar um at
gera yvirmenninar
hjá Strandferðsluni
til yvirmenn
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Hóast Skipara- og Naviga-
tørfelagið akkurát hava
gjørt nýggjan sáttmála fyri
yvirmenninar við almenn-
um skipum, er tað ikki vist,
at samráðingarnar ímillum
partarnar eru lidnar fyri
tað.
Eftir sáttmálunum, sum
vórðu gjørdir seinastu nátt,
verða skipararnir og stýri-
menninir á skipunum hjá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni, nú tænastumenn.
Hetta hevur ávísar fyri-
munir við sær fyri menn-
inar, men tað ber eisini í
sær, at nú kunnu teir ikki
longur fara í verkfall.
Men Skipara- og naviga-
tørfelagið heldur eisini, at
yvirmenninir við skipunum
hjá Strandferðsluni somu-
leiðis eiga at gerast tæn-
astumenn.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum, sigur,
at so skjótt sum greiða er
fingin á politisku støðuni,
fer felagið at venda sær til
Fíggjarmálaráðið at bjóða
teimum samráðingar um at
gera
yvirmenninar
hjá
Strandferðsluni til tænastu-
menn.
Hann vónar so, at sam-
ráðingar kunnu byrja beint
eftir summarfríðina.
Hann heldur, at tað hevur
týdning at fáa hesi viður-
skifti avgreitt ímeðan friður
er á arbeiðsmarknaðinum,
so at samráðast kann i friði
og náðum.
– Vit halda at verkføll,
sum hetta, ið júst hevur ver-
ið, eru fullkomiliga mein-
ingsleys og vit ætla at gera
tað, vit kunnu, fyri at
sleppa undan at støður, sum
hesar, taka seg upp aftur.
Hann sigur tað skal ikki
standa á Skipara- og Navi-
gatørfelagnum, at fáa yvir-
menninar á Strandferðsluni
til tænastumenn.
– Men sjálvsagt verður
tað ikki ókeypis, so tað
skulu samráðingar til um
nøkur viðurskifti, sigur
hann.
Skiparin á Smyrli, Hanus
Lassen, er ivingarsamur við
ætlanini at gera teir til
tænastumenn.
– Tað veldst um, hvat
liggur í tí. Men fáa vit ham-
piligar treytir, vænti eg
ikki, at vit fara at seta okk-
um ímóti tí, sigur hann
– Ongin er fegin um at
leggja alt lamið, so finna
vit eina skipan, sum kann
forða fyri tí, eiga vit ikki at
vísa tí aftur, men tað veldst
um treytirnar, sigur Hanus
Lassen.
Má ikki henda aftur
Hetta er ein tanki, sum
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum
tekur undir við.
– Eg havi sjálvur borið
tað upp á mál, at viðvíkj-
andi Suðuroynni og kanska
Sandoynni við, eiga vit at
finna eina skipan, sum
tryggjar at slíkt ikki hendur
aftur.
Tí er tað ein tanki atgera
teir til tænastumenn, ella at
geva teimum eina tænastu-
mannalíknandi skipan, sum
gevur fólkunum nøkur rætt-
indini afturfyri ikki at fara í
verkfall.
Hinvegin verður sigling-
in um Vestmannasund og
um Leirvíksfjørð niðurløgd
tey næstu árini, tí undir-
sjóvartunlar skulu gerast.
Ellintur Abrahamsen hel-
dur at spurningurin um
tænastumenn og spurning-
urin um leiðir, sum verða
niðurlagdar, eru tvey ymisk
mál,
sum
ikki
skulu
blandast saman.
– Nú er lønin hjá
okkum farin at líkjast
nøkrum, men tað var
upp á tíðina, tí hon
hevur verið alt ov lág,
sigur skiparin á
Smyrli
LØNARHÆKKINGAR
Áki Bertholdsen
– Eg eri hampiliga væl
nøgdur.
Hanus Lassen, skipari á
Smyrli, sigur, at hann tekur
fult undir við at Skipara- og
Navigatørfelagið setti løn-
arkrøv, sum kanska kundi
tykjast eitt sindur stór.
– Lønin hjá okkum er
afturútsigld í so stóran
mun, at nú mátti okkurt
henda, sigur Hanus Lassen.
Og hann leggur afturat, at
hóast
lønarhækkingin
kanska kann tykjast eitt
sindur
ógvuslig,
hevur
hann avgjørt ikki ringa
samvitsku.
– Eg haldi ikki, at vit
skulu hava ringa samvitsku
av at hava fingið eina triva-
liga lønarhækking, tí tað
var fyri neyðini, at lønin
hækkaði. Og skuldi tað
líkjast
nøkrum,
kundi
hækkingin
ikki
verið
minni.
Eftir semjuni ímillum
Skipara- og Navigatørfel-
agið, er tað skiparin á
Smyrli, sum fekk eina tað
størstu lønarhækkingina.
Umframt vanligu lønar-
hækkingina uppá góð 9%,
er viðbótin hjá skiparanum
á Smyrli hækkað úr 2.000
krónum um mánaðin, upp í
7.500 krónur.
Sostatt hækkar lønin hjá
skiparanum á Smyrli úr
góðum 25.500 krónum um
mánaðin, upp í góðar
35.000 krónur, tá allar løn-
arhækkingarnar í sáttmál-
anum eru settar í verk.
Skiparin ikki
hægstløntur
– Hetta kann tykjast nógv,
men
veruleikin
er,
at
summir av yvirmonnunum
á Smyrli hava verið í eini
serstøðu hjá Strandferðsl-
uni, sigur Hanus Lassen
– Skiparin og maskin-
meistarin á Smyrli eru teir
einastu av øllum manning-
unum hjá Strandferðsluni,
sum ikki fáa yvirtíð.
– Tað merkir, at sama,
hvussu nógv vit hava siglt,
hava vit báðir ikki fingið
yvirtíð, samstundis sum øll
hini umborð á Smyrli og á
øllum hinum strandfara-
skipunum,
hava
fingið
yvirtíð.
Hann sigur, at hetta hevur
skapt ein ójavna í lønarvið-
urskiftunum, sum hevur
verið ringur at góðtikið, tí
sama, hvat er komið afturat
av eykaarbeiði, hevur skip-
arin og maskinmeistarin á
Smyrli ikki fingið eitt oyra
fyri tað, samstundis sum øll
hini hava fingið yvirtíð.
– Hetta hevur ført tað við
sær, at tað eru fleiri av
manningini á Smyrli, sum
fáa nógv hægri løn enn
skiparin.
Og tað man stríða ímóti
vanligari hugsan, tí hjá
teimum flestu er ongin ivi
um, at umborð á skipi eigur
skiparin at vera best løntur.
– Tað er hann eisini um-
borð á øllum skipum –
uttan umborð á Smyrli.
– Tað er hetta, sum Skip-
ara- og Navigatørfelagið
hevur roynt at rætta hesu-
ferð. Men hesi seinastu
árini er gloppið blivið so
stórt, at lønarhækkingin
tykist nakað ógvuslig, men
tað kundi ikki vera øðrvísi,
sigur Hanus Lassen.
– Men hóast vit hava
fingið eina góða lønar-
hækking hesuferð, er skip-
arin á Smyrli, framvegis
ikki hægst løntur umborð,
sigur hann.
– Eftir lønarhækkingini
hesuferð, eri eg ikki meiri
enn akkurát farin upp um
lønina hjá Skiparanum á
Teistanum, hóast hann er
nógv minni skip enn Smyril
er.
Ov lítil samhugi
Annars
heldur
Hanus
Lassen, at verkfallið hjá
Skipara- og Navigatørfel-
agnum, hevur ikki havt
stóran samhuga ímillum
manna.
– Tað er harmiligt at
síggja, at nógvir av okkara
egnu starvsfeløgum hava
verið við til at máa støðið
undan verkfallinum við at
sigla við ferðafólki og
farmi ímeðan verkfallið
hevur verið.
– Og tíverri vísir tað seg,
at verkfallið rakar so
ójavnt, so tað er spell, at tað
skal hava vart so leingi.
– Okkara starvsfelagir
við skipum, har teir hava
fleiri ferðir so høga inn-
tøku, sum vit, hava ikki víst
serliga samhuga við okk-
um, og tað er spell, men so-
leiðis er tað. Tað eru okkara
egnu starvsfelagir, sum
ganga á odda at bróta okk-
ara egna verkfall, staðfestir
Hanus Lassen.
Skiparin á Smyrli hampiliga væl nøgdur
Vilja hava sigling í trygga legu
– Eg havi ikki ringa samvitsku fyri tað um vit hava fingið eina
trivaliga lønarhækking, sigur Hanus Lassen, skipari á Smyrli
Ellintur Abrahamsen
C
M
Y
K
7
6