hósdagur 16. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 91 - 16. mai 2002
Nr. 91 - 16. mai 2002
9
Limirnir í Skipara og
Navigatørgfelagnum,
sum sigla við vaktar-
skipunum, eru vorðn-
ir tænastumenn, nú
nýggjur sáttmáli er
undirskrivaður.
Lønarhækkingin er
9,5 % í tvey ár, um-
framt aðrar smærri
hækkingar á ymsu
økjunum
SEMJA
Edvard Joensen
Verkfallið, sum hevur rakt
strandfaraskipini, vaktar-
og bjargingarskipini eins
og Magnus Heinason, var
av, tá semja varð undir-
skrivað
mikumorgunin
klokkan knapt hálvgum
eitt. Góðan hálvan tíma
seinni
fór
vaktarskipið
Tjaldrið út um molan.
Formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum kundi
ynskt meira til smærru
strandfaraskipini, meðan
landstýrismaðurin
við
fíggjarmálum staðfestir, at
semjan var dýrari, enn hann
ætlaði.
Semjan gevur limunum í
Skipara- og Navigatørfe-
lagnum eina lønarhækking
upp á 7% tann 1. mars í ár,
og eina hækking upp á
2,5% tann 1. mars komandi
ár. Umframt verða vaktar-
gjøldini hækkað samstund-
is.
Skipararnir í bólki I á
vaktar- og bjargingarskip-
unum eins og á strand-
faraskipunum
fáa
eina
viðbót upp á 7.500,- krónur
um mánaðan aftur at føstu
lønini, og um broytingar
verða gjørdar í arbeiðs- og
vaktarskipanini, sum mun-
andi broyta føstu viðbótina
hjá stýrimonnunum, verða
samráðingar millum partar-
nar um broytingar í nevndu
viðbót.
Ymsar umflokkingar eru
eisini gjørdar, eins og
skiparar og stýrimenn á
vaktar- og bjargingar-skip-
unum eru vorðnir tænastu-
menn.
Eitt sindur av ósemju
hevur staðist um eina dag-
festing, sum skuldi avgera,
nær ein seravtala kom í
gildi. Tann dagurin er nú
settur til at vera, tá ein
gerðarættur hevur viðgjørt
nevnda mál, ella í seinast
lagi tann 1. juli í ár.
Bæði Ellintur Abraham-
sen, formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum,
og
Karsten Hansen, landstýris-
maður við fíggjarmálum,
siga, at teir kunu liva við
sátmálanum, hóast teir hvør
í sínum lagi kundu hugsað
sær okkurt øðrvísi.
Karsten Hansen fegnast
um, at verkfallið er liðugt,
men sigur samstundis, at
semjan er dýrari enn hann
hevði vónað, at honn fór at
verða.
– Vit hava gjørt sáttmálar
við almenna arbeiðsmarkn-
aðin upp á 9,5 prosent,
meðan hendan semjan er
heldur dýrari enn tað, við
tað, at ymsar seravtalur
hanga við, samstundis sum
generella lønarhækkingin
er
9,5
prosent,
sigur
Karsten Hansen.
Ellintur
Abrahamsen
staðfestir, at felagið hevur
fingið somu lønarhækking,
sum onnur hava fingið,
umframt eina bólking, sum
treytað verður av einum
gerðarrætti.
Hann fegnast mest um, at
tænastumannasetaninar eru
komnar upp á pláss, eins og
hann nevnir, at nú eru
yvirmenninir á vaktar- og
bjargingarskipunum báðum
líkastillaðir.
Hinvegin er hann ikki
nøgdur við, at teir ikki
fingu lyft tey smáu strand-
faraskipini hægri upp. Tey
eru til dømis Barsskor,
Másin og Ritan.
– Vit høvdu vónað, at teir
fóru at hava eitt sindur av
samkenslu við teimum,
men har var einki at heinta,
sigur Ellintur Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum.
Hann sigur, at teir bein-
anveg, skrivað var undir,
ringdu til fleiri av limum
sínum og boðaðu frá, at nú
er klárt at sigla.
Vaktar- og bjargingar-
skipini fóru út beinanveg,
og formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum vænt-
aði, beint eftir at hann
hevði skrivað undir, at
strandfaraskipini fóru at
sigla eftir ferðaætlanini
beinanveg mikumorgunin.
Løgmaður segði
týsmorgunin, at nú
fækka møguleikar
hansara, áðrenn
hann fer at boða
løgtingsformannin
um frá, um hann
leggur frá sær
SAMRÁÐINGAR
Edvard Joensen
Gamla Apotek: Anfinn
Kallsberg,
løgmaður,
segði, tá hann kom til
samráðingarfund
týs-
morgunin, at nú fækka
møguleikar hansara fyri
at
skipa
samgongu.
Sambandsflokkurin
hevði tó ikki avgjørt, um
hann vildi í samgonu
ella ikki, segði løgmað-
ur.
Løgmaður viðgekk, at
verður einki burtur úr
hesum møguleikanum
við Sambandsflokkinum
í staðin fyri Tjóðveldis-
flokkinum, mátti hann
sanna, at tað nærkast, til
hann fer at boða løg-
tingsformanninum frá,
at hann letur samráðing-
arrættin frá sær.
Hinvegin vildi hann
einki siga um, hvørt
hann vildi royna at fáa
Miðflokkin við í eina
samgongu. Men hann
váttaði tó, at hann helst
vildi hava ein breiða
samgongu.
Løgmaður segði, at
hann framvegis bíðaði
eftir svari frá Sambands-
flokkinum, hvørt tað
skuldi verða nakrar sam-
ráðingar ella ikki. Sum
skiltist á løgmanni, var
einki avgjørt, frá Sam-
bandsfloksins síðu.
Anfinn
Kallsberg
segði, tá hann kom á
fund, at formaður Sam-
bandsfloksins, Lisbeth
Petersen, hevði biðið um
eitt prát týsmorgunin, og
at tað var tað prátið, nú
var farið til. Realitets-
samráðingar vórun ong-
ar avtalaðar yvirhøvur,
segði løgmaður.
Løgmaður
væntaði
ikki, at nøkur samgonga
fór at vera gjørd, áðrenn
tingið kemur saman í
dag.
– Tað er mær vitandi
ongantíð hent enn, at ein
samgonga er skipað eftir
einum
samdøgurði,
segði Anfinn Kallsberg,
løgmaður, tá hann møtti
á gamla Apoteki týs-
morgunin.
Nú fækka
møguleikarnir
Hampiliga væl nøgdir
Ellintur Abrahamsen og Karsten Hansen skrivaðu beint eftir miðnátt týskvøldið undir semjuna, sum endaði drúgva verkfallið hjá
Skipara- og Navigatørfelagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Anfinn Kallsberg, løgmaður, ásannar, at verður eingin
samgonga burtur úr royndini við Sambandsflokkinum,
fara hansara møguleikar at fækka
Samráðingarnar um
at skipa samgongu
millum Fólkaflokkin,
Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og
Sjálvsstýrisflokkin
eru slitnaðar, tí »alle
ville herrer være.«
FUNDARSLIT
Edvard Joensen
Gamla Apotek, týskvøld-
ið: Sum í Grindavísuni ræð-
ur á Gamla Apoteki.. »for-
virring over al maade«, nú
einki spurdist burtur úr
seinastu roynd løgmans at
skipa eina breiða sam-
gongu.
Tá klokkan gekk til hálv-
gum átta týskvøldið, lat
løgmaður seg í jakkan í
Fólkaflokshølunum á ov-
astu hædd á Gamla Apo-
teki. Hann fór heim at fá
sær at eta, segði hann. Lag-
ið var, sum vera man, einki
serligt á honum, og heldur
ikki á restini av fólkafloks-
monnunum, sum staddir
vóru í sama rúmi.
Í neðra sótu javnaðar-
menninir í somu sinnis-
støðu og tosaðu um at fara
aftur í andstøðu. Lagið var
stutt sagt vánaligt.
Heldur ikki í Sjálvstýris-
rúminum var nakað lag.
Eisini har vóru tey misnøgd
við, at alt endaði í einum
stríði milum størru flokk-
arnar um at sleppa at verða
løgmaður.
Løgmaður
segði
við
Sosialin, beint áðrenn hann
fór heim, at nú vóru bara
tríggir møguleikar eftir hjá
honum.
Teir eru ein 16-manna
samgonga, ein 17-manna
samgonga, ella at lata løg-
tingsformanninum samráð-
ingarrættin, sum so vildi
endað við eini formans-
rundu.
Tá løgmaður tosar um
17-
manna
samgongu,
roknar hann við verandi
samgongu umframt Mið-
flokkinum.
Men um nakað so pyrst
burtur úr tí, veit løgmaður
einki at siga um beint nú, tí
hann skal viðgera hesa
støðuna innanfloks fyrst.
Men hann væntar, at okkurt
meira fer at henda í kvøld.
Lisbeth L. Petersen,
formaður í Sam-
bandsflokkinum,
segði á Gamla Apo-
teki fyrrapartin týs-
dagin, at flokkurin vil
í samgongu, tí hann
vil hava ávirkan á
rikna politikkin
SAMRÁÐINGAR
Edvard Joensen
Gamla Apotek: Lisbeth
Petersen, formaður Sam-
bandsfloksins, segði við
Sosialin fyrrapartin týsdag-
in, at Sambandsflokkurin
hevur gjørt av at royna
samráðingar um eina sam-
gongu saman við Fólka-
flokkinum,
Sjálvstýris-
flokkinum og Javnaðar-
flokkinum.
– Vit vilja hava ávirkan á
tann politikkin, sum førdur
verður, og tí er eingin ivi
um, at vit vilja vera við,
segði hon.
– Ætlaðu vit ikki tað,
høvdu vit als ikki verið her
í dag, segði sambands-
formaðurin í viðmerking til
tað, løgmaður segði fyrr
um
morgunin
um,
at
Sambandsflokkurin
ikki
hevði gjørt av, um hann
vildi vera við ella ikki.
Miðflokkurin er
vorðin áhugaverd-
ur á Gamla Apo-
teki, men beint fyri
klokkan átta týs-
kvøldið hevði eing-
in givið honum
fundarboð, segði
Jenis av Rana,
floksformaður
SAMRÁÐINGAR
Edvard Joensen
Gamla Apotek,
týs-
kvøldið: Eftir at samráð-
ingarnar millum Fólka-
flokkin,
Sambands-
flokkin, Javnaðarflokkin
og Sjálvsstýrisflokkin
slitnaðu
týskvøldið,
gekk tosið á Gamla
Apoteki um, at okkurt
var í umbúna á mið-
hæddini, har Sambands-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin hava floks-
rúm.
Nakað fyri klokkan
átta týskvøldið kom
Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, á Gamla
Apotek, og hann helt
beina leið inn á gongina,
har teir báðir størstu
flokkarnir
sótu. Tað
førdi til gitingar um, at
har kanska skuldi vera
ein samgonga við 17
monnum undir uppsigl-
ing.
Men Jenis av Rana
segði við Sosialin, at
hann hevði eingi fund-
arboð fingið, og hevði
heldur iki tikið nakra
avgerð um at fara í nakra
samgongu.
Hann bíðaði, segði
hann, og legði afturat, at
tað kom sjálvandi ann
uppá, hvørjum møgulig
fundarboð komu frá.
Hann fór helst ikki í
samgongu við hvørjum
sum helst segði hann,
men vildi tó ikki grund-
geva nærri fyri teirri
avgerðini.
– Lat okkum bara
siga, at alt er opið, segði
Jenis av Rana við Sosi-
alin týskvøldið.
Løgmaður farin í jakkan
Miðflokkurin
bíðar
Sambandsflokkurin
vil hava ávirkan
Miðflokkurin fer ikki í samgongu við hvønn sum helst,
sigur Jenis av Rana, floksformaður
Løgmaður hevur fyribils givið upp og hevur latið seg í jakkan á veg til hús av Gamla Apoteki
týskvøldið. Men hann væntar at koma aftur, sigur hann
Mynd: Edvard Joensen
Lisbeth Petersen, formaður
Sambandsfloksins, sigur, at
flokkurin sjálvandi vil í
samgongu, so hann kann fáa
ávirkan á rikna politikkin
C
M
Y
K
9
8