hósdagur 16. mai 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 91 - 16. mai 2002
Nr. 91 - 16. mai 2002
11
Nýggi Løgtingið hev-
ur nú havt sín fyrsta
fund. Edmund Joen-
sen varð valdur til
løgtingsformann við
sekstan atkvøðum.
Fyrsti tingfundurin
varð eisini merktur
av, at tingmenn skul-
du venja seg við eina
nýggja skipan
LØGTINGSFUNDUR
Heri á Rógvi
Løgtingið:
Mikudagin
kom nýggja Løgtingið eftir
løgtingsvalið 30. apríl sam-
an fyri fyrstu ferð.
Undan fyrsta tingfundi-
num var serliga stórur
spenningur um, hvør fór at
gerast tingformaður. Hesin
gjørdist Edmund Joensen
úr Sambandsflokkin, sum
fekk
sekstan
atkvøður.
Einki nevndarval var á
skránni. Tað er formaður, ið
ger av, um hetta skal gerast.
Tinghúsið er umvælt inn-
an og uttan. Alt var ikki
heilt liðugt, men tað var ein
heilt øðrvísi salur, ið ting-
menn tóku í nýtslu.
Áhugin fyri tingfundi-
num var stórur, og ting-
menn høvdur eisini funnið
fínu klæðini fram, og onkur
helt seg heldur ikki aftur
við at fara í føroysku klæð-
ini.
Tað vóru formel mál á
skránni.
Tingmenninir
skuldi góðkennast, og hetta
tók sína tíð, tí tingfólk í
smáum bólkum skuldu fáa
greiðu á, hvørt tað nú var,
sum var valdur.
Alt gekk tó upp á stás við
tí, og allir tingmenninir
kunnu nú kenna seg vísar í,
at teir eiga teirra sæti í Løg-
tinginum.
Heini O. Heinesen er elsti
tingmaðurin, og hann fekk
tí heiðurin at seta tingi, og
hann virkaði sum tingfor-
maðurin tann størsta partin
av fundinum.
Vilhelm
Johannesen
gjørdist fyrsti tingmaður, ið
slap at royna nýggja røðara-
pallin í tinginum.
Fyri landsstýrismenn, ið
eisini eru valdir á ting,
komu varamenn ístaðin.
Hesir vóru: Jákup Mikkel-
sen, Norðoyar valdømi,
Jóanis Nielsen, Vágum, og
Poul Michelsen, Suður-
streymoy, allir úr Fólka-
flokkinum.
Fyri Høgni Hoydal tók
Jógvan Arge sæti á tingi.
Edmund formaður
Stóri ivamálið um løg-
mansformanninum er nú
loyst. Edmund Joensen er
valdur sum tingformaður.
Trý uppskot vóru: Ed-
mund Joensen, Hergeir
Nielsen og Óli Breckman.
Sambært tingskipanini, so
skuldi fyrst atkvøðast um
allar, men eingin tær sey-
tjan atkvøðurnar og harvið
meirilutan Edmund fekk
sekstan, Hergeir níggju og
Óli sjey atkvøður. Sostatt
skuldi ein triðja atkvøðu-
greiðsla til, har atkvøtt bert
var millum Edmund Joen-
sen og Hergeir Nielsen. Ed-
mund Joensen fekk við
hesa
atkvøðugreiðsluna
sekstan atkvøður, meðan
tað ikki eydnaðist Hergeir
at savna meira enn 13. Tað
vóru Fólkaflokstingmenn,
ið býttu seg millum at at-
kvøða fyri Hergeir Nielsen
og at atkvøða blankt.
Jenis av Rana úr Mið-
flokkinum valdi at stuðla
Heirgeir Nielsen.
Edmund Joensen segði,
eftir at hann varð valdur, at
hann vildi arbeiða fyri alt
tingið. Hann segði seg vera
fegnan um at hava fingið
hendan álitissess.
Sjálvstýrisflokkurin og
Javnaðarflokkurin stuðlaðu
Edmundi, og tað var eisini
Jóannes Eidesgaard, ið
skeyt hann upp.
Jóannes Eidesgaard segði
eftir fundin, at teir mettu
Edmund sum ein skikkaðan
formann og ein virðiligan
formann, og teir valdu so-
statt at stuðla honum.
Kári P. Højgaard úr
Sjálvstýrisflokkinum held-
ur eisini, at Edmund Joen-
sen er ein virðiligur for-
maður. Hann leggur afturat,
at hann var tann einasti av
teimum í uppskoti, ið hann
hevði upplivað sum tingfor-
mann, tá hann hevur verið
limur í formansskapinum
seinastu fýra árini sum ein
av varaformonnunum.
Fyrsti
avgerðin
hjá
nýggja tingformanninum
var, at einki nevndar val
skuldi vera.
–Eg ætli mær at arbeiða
sum tingformaður sum fyri
alt tingið – bæði andstøðu
og samgongu, sigur Ed-
mund Joensen.
Hvar er ja?
Tað var eisini skemtiligt í
tinginum mikudagin. Ting-
menn hava fingið messtum
nýtt tinghús, og við hesum
eisini eina nýggja skipan,
sum skal nýtast tá tingmenn
skulu atkvøða. Hendan var
tó ikki so løtt hjá øllum at
hava við at gera.
Hvar er ja, spurdi ein
tingmaður, tá atkvøðast
skuldi fyri tingformanni-
num.
Eisini gekk stundum eitt
sindur striltið við at fáa alt
avgreitt, soleiðis sum tað
átti. Alt kom tó upp á pláss,
og nýggi tingsalurin og
nýggi tingmanningin eru
nú staðfest og tikin í nýtslu.
Fyrsti tingfundur:
Nýtt ting í nýggjum tingi
Løgtingið er nú farið undir eina nýggja tingsetu. Húsið er sum nýtt, og tað er partur av tingmanningini eisini. Løgtingið fer nú til verka.
Elsti tingmaðurin ráddi fyri
borgum til tingið hevði valt
Edmund Joensen sum
nýggjan tingformann.
Endamálið við út-
gávuni, sum Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan
hevur staðið fyri, er
at gera almenningin
kunnugan við vís-
indaligar kanningar
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an hevur givið út áhuga-
verdan bókling um før-
oyska umhvørvið í tølum.
Bóklingurin, sum eitur
Føroya umhvørvi í tølum
2001, er triðja útgávan av
sínum slag. Í honum eru
yvirlit yvir kanningar av
umhvørvisligum týdningi,
ið eru gjørdar í Føroyum.
Fyrsta útgávan Føroya
umhvørvi í tølum 1997
varð prentað í 100 eintøk-
um, sum vísti seg at vera alt
ov fá. Onnur útgávan, sum
kom tvey ár seinni, var
tískil fyri ein part uppaftur-
prent av teirri fyrru, tó við
nýggjum tølum eisini. Tað
nýggja, sum er við í bókl-
inginum, sum júst er kom-
in, er parturin um dioksin,
sum víst verður til á hesi
síðuni eisini.
Í kunningini í sambandi
við útgávuna, sigur skrivar-
in
í
arbeiðsbólkinum,
Maria Dam, at dentur eru
lagdur á tíðarrøðir av kyk-
silvur-kanningum í hesum
bóklinginum. Tað vil siga,
at hugt verður at broyting-
um í kyksilvurinnihaldin-
um yvir eitt tíðarskeið, sum
helst skal røkka aftur til
tíðina fyri ídnaðarkollvelt-
ingina. Sagt verður, at
kanningarnar ikki eru lidn-
ar, men at fyribilsúrslitini
eru áhugaverd.
Ætlanin við hesi frá-
greiðingini er, at úrslit frá
teimum kanningum, sum
verða gjørdar innan karm-
arnar av »Umhvørviseftir-
ansingarætlan fyri Føroy-
ar«, og sum hava týdning
fyri fatanina av føroyska
umhvørvinum yvirhøvur,
koma almenninginum til
kunningar.
Frágreiðingin er skrivað
soleiðis, at hon í stuttum
hevur eina yvirlitsmynd av
úrslitum frá teimum kann-
ingum, sum eru framdar.
Dentur er lagdur á djór,
annaðhvørt tí tey hava
týdning sum matvøra, ella
tí tey orsakað av livihátti og
útbreiðslu eru egnað at
greiða frá føroyska um-
hvørvinum. Frágreiðingin
skal kunna nýtast av lærar-
um og næmingum í fram-
haldsflokkum,
lesandi,
politikarum og fólki, sum
eru áhugað í umhvørvisvið-
urskiftum yvirhøvur.
Frágreiðingin byggir víð-
ari á ætlan frá arbeiðsbólki,
sum í november 1991 varð
settur at gera uppskot til
umhvørviseftiransingar-
ætlan fyri Føroyar. Hetta
uppskot varð latið Føroya
landsstýri á vári 1995, og á
heysti sama ár gjørdi Før-
oya Landsstýri av at seta
arbeiðsbólk við umboðum
fyri Fróðskaparsetur Før-
oya, Føroya Náttúrugripa-
savn,
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni og Fiskirann-
sóknarstovuni. Heilsufrøði-
liga Starvsstovan hevur
havt fyrisitingarliga mynd-
ugleikan. Í stórum mun er
frágreiðingin skrivað av
fólki haðani, eins og und-
anfarnu bóklingar. Týðandi
partar eru tó skrivaðir av
fólki frá hinum stovnunum
eisini.
Føroyskt umhvørvi í tølum
Dioksininnihaldið er
kannað í seyði,
kúgvarmjólk, toski,
grindahvali og lom-
viga. Avgjørt hægsta
innihaldið av dioksin
er funnið í lomvigar-
eggum, verður stað-
fest í Føroya um-
hvørvi í tølum 2001
UMHVØRVI
Turið Kjølbro
Síðani 1991 hevur Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan gjørt
regluligar kanningar av
seyði, fyri at finna fram til,
hvussu nógv dioksin er í
teimum. Til hesar kanning-
arnar er nýrutálg frá seyði
úr Eysturoy, Streymoy,
Skúvoy og Koltri brúkt. Ein
av orsøkunum til, at seyður
er valdur til kanningina, er,
at føroyingar eta nógv
seyðakjøt. Hetta stendur at
lesa í bóklinginum Føroya
umhvørvi í tølum 2001,
sum er komin út fyri stutt-
um. Aðra staðni er meiri
vanligt at kanna dioksin-
innihaldið í mjólk.
Í bóklinginum stendur at
lesa, at dioksininnihaldið í
seyði kann samanberast við
dioksininnihaldið í kúgvar-
mjólk, tá royndir verða
heintaðar á einum og sama
staði. Sum onnur aromatisk
klorerað evni, eru dioksin
feittloysilig og verða seint
niðurbrotin. Við øðrum
orðum hópa hesi seg upp í
føðiketunum.
Mark er sett fyri, hvussu
stórt inntakið av dioksin
kann vera, eins og við øðr-
um eitrandi evnum. Hetta
markið nevnist TUI, sum
stendur
fyri
Tolerabelt
ugentligt indtag, og hevur
verið 2100 pg, men síðani
2001 hevur ES rátt til, at
markið verður lækkað nið-
ur í 840 pg fyri hvørt fólk.
Norsk kanning vísir til, at
fólk har í landinum fingu
umleið 35 prosent av
gomlum TUI í seg, helvtina
úr mjólk og margarini og
umleið
5
prosent
úr
seyðafeitti.
Dioksintølini úr Noregi,
Týsklandi,
Svøríki
og
Hálandi, sum eru frá 1990
til 1999, liggja úr 0,31 til
1,80, sum er eindin í
TCDD-equivalentum í pg/g
feitti. Nýggjastu føroysku
tølini liggja úr 0,24, sum er
av ær í Koltri upp í 2,80,
sum er av lambi í Leirvík.
PCB
Í 1995/96 varð seyðafeittið
eisini kannað fyri koplanar
PCB kongen, sum eru tey
mest
heilsuskaðiligu
kongenini, og PCB 126
hevur fingið ein TEF á 0,1.
Tað merkir, at hetta evnið
er ein tíggjundapart so
vandamikið, sum tað mest
eitrandi dioksinið. Í før-
oyska seyðinum var PCB
126 einsamalt atvoldin til
90 prosent ella meiri av tí
toxisku dosuni, sum stendst
av hesum koplanu PCB-un-
um.
Mjólkin
Føroysk kúgvarmjólk er
eisini kannað fyri dioksin-
innihald. Fyri at gera kann-
ingina so umboðandi sum
til ber, er mjólk frá trimum
teimum størstu mjólkar-
bóndunum kannað, og um-
framt eru royndir tiknar á
mjólkarvirkinum av lidnari
vøru. Hesar royndir vórðu
tiknar seint í 1999.
Verður føroyska mjólkin
borin saman við mjólk úr
Danmark, Finnlandi, Svø-
ríki og Noregi, er dioksin-
innihaldið
í
føroysku
mjólkini í niðari helvt, á
støði við tøl úr Finnlandi.
Føroysku tølini liggja frá
0,36 til 0,52.
Eggini
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an hevur eisini kannað
dioksininnihaldið í toski,
lomviga og grindahvali.
ES-londini hava samtykt
eina strategi fyri at basa
dioksini í umhvørvinum og
hava tískil gjørt tilráðingar
viðvíkjandi hægst loyvda
innihaldinum av dioksini í
fóðuri.
Viðvíkjandi
grindini,
hevur
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan latið kannað
spik frá grindahvali fyri
dioksininnihald í tveimum
umførum. Fyrru ferð í
grindini í Vestmanna í juni
1996 og seinnu ferð í
grindini í Havn í september
í 2000. Yvirhøvur er rætti-
liga javnt innihald av diok-
sin í vaksnu dýrunum, frá
umleið 8 ngTEQ/g fiti til
13 ngTEQ/g fiti.
Kanningin av lomvigar-
eggum umfatar lomvigar-
egg heintað á Torkilshálsi í
Skúvoy. Tíggju av hesum
vórðu kannað fyri PCB,
pestisidir og dioksin. Í mun
til dioksinkanningar av øðr-
um, eru avgjørt hægsta
innihaldið av dioksin funn-
ið í lomvigareggum. Lagt
verður tó afturat í kanning-
ini, at lomvigaregg í Føroy-
um kortini ikki eru serliga
illa dálkað við dioksini.
Kanningin vísir, at inni-
haldið av dioksinum og
koplanum PCB-um í lom-
vigareggum var nógv hægri
enn í grindahvalinum, og
kundi ein møgulig frágreið-
ing uppá hetta kanska ver-
ið, at hvalurin er betur enn
fuglurin til at niðurbróta
júst hesi evni.
Ivast tú í tínum
kvinnuvirði, er nú
møguleiki at fara á
skeið og menna teg
sjálva. Skeiðið, sum
er fyri kvinnur í
øllum aldursbólk-
um, verður hildið í
Havn í døgunum
1.-2. juni í ár
KVINNUSKEIÐ
Ert tú konufólk og hevur
áhuga fyri at menna teg
persónliga, hevur júst
hetta skeið kanska tín
áhuga.
Skeiðleiðari er Anette
Sundby. Hon var í Før-
oyum í heyst og helt eitt
væleydnað skeið. Nú
roynir
hon
eydnuna
aftur.
– Ein ferð byrjar altíð
við fyrsta fótafetinum,
sigur Anette Sundby,
sum seinastu fýra árini
hevur hildið serstakt
skeið fyri kvinnur.
Ein orsøk til, at hetta
er kvinnuskeið burturav,
kemst av, at kvinnur
kenna seg tryggari og
kunnu betur tosa um síni
viðurskifti sínamillum,
tá ið tær eru í bólki fyri
seg.
Anette Sundby er upp-
runaliga útbúgvin fólka-
skúlalærari, men hevur
seinastu 12 árini skipað
fyri skeiðsvirksemi, har
hon m.a. lærir kvinnur,
hvussu tær kunnu menn-
ast og soleiðis styrkja
sjálvsvirðið.
–
Nógvar
kvinnur
koma á hesi skeið, tí at
tær hava hug at læra
okkurt nýtt, ella tí tær
standa á einum vega-
móti í lívinum, har teim-
um tørvar at læra meiri
um teirra persónligu
eginleikar, sigur Anette
Sundby.
Orsøkin til, at hon
hevur ment hesi serligu
kvinnuskeið, er, at hon
hevur verið fyri stórum
mótburði í lívi sínum.
Tað hevur gjørt, at hon
ofta hevur ivast í sínum
kvinnuvirði.
Fyri
at
vinna á ivanum hevur
hon stríðst fyri at endur-
skapa kensluna av síni
styrki sum kvinna. Tað
eru m.a. hesar royndir,
sum Anette Sundby vil
bera víðari til sínar med-
systrar.
Skeiðið er fyri kvinn-
ur í øllum aldursbólk-
um. Ert tú áhugað fyri at
læra okkurt nýtt, sum
kann
menna
teg
í
arbeiðs- og persónliga
lívinum, er hetta skeiðið
kanska ein møguleiki.
Skeiðið er ikki nakar
»undurkurur«,
men
meira ein byrjan til eina
prosess, har tú fært
hugskot og íblástur m.a.
til at skapa broytingar í
lívsgrundarlagnum, sum
tú kanska droymir um,
men ikki veitst, hvussu
tú skalt fremja.
Á skeiðnum er møgu-
leiki at gera sær tankar
um lívið, at hugsa seg
gjølla um og at arbeiða
fram ímóti at seta sær
nýggj stevnumið.
Skeiðið
verður
í
Stoffalág 82, 1.-2. juni ,
frá kl. 9-17 báðar dagar.
Luttakaratalið er av-
markað til í mesta lagi
16 luttakarar. Kostnað-
urin er 1850 krónur,
íroknað skeiðtilfar og
kostarhald.
Áhugaðar kunnu fáa
nærri upplýsingar um
kvinnuskeiðið við at
ringja á tlf. 315298 ella
við at fara inn á heima-
síðuna
www
anettesundby.dk
Kvinnuskeið um
sjálvsmenning
Mest dioksin funnið í lomvigareggum
Dioksininnihaldið í seyði
kann samanberast við
dioksininnihaldið í
kúgvarmjólk, tá royndir
verða heintaðar á einum og
sama stað
C
M
Y
K
11
10