Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 søkir eftir fólkum til eindina »Vinnuskeið« Einum fólki til »kopitænastuna« Vit síggja fegin at tú kanst – Handfara ymisk tól í samband við okkara »kopitænastu«. Eitt nú teldu, kopimaskinu, v.m. Tænastan vit koma at bjóða fram er t.d. at teksta, seta upp, reinskriva, kopiera, laminera, spiralinnbinda, skera v.m. Einum fólki til »køkin« Vit síggja fegin at tú kanst – Tilgerða mat í samband við okkara »Matgerðartænastu«.Tænastan vit koma at bjóða fram er t.d. at lata ábit út av húsinum, ella at matgera í samband við skeiðvirksemi. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum • At finna áhuga og førleika hjá tí arbeiðstarnaða. At menna, upplæra og geva arbeiðstarnaðum vinnuligar royndir sum eru at javnmetast við vanlig arbeiðskor. • At verða við til at byggja upp arbeiði á deildini.Talan kann vera um at arbeiða á øðrum eindum. Førleikakrøv • Viðkomandi útbúgving • Evnir at læra av sær • Evnir at samstarva, eisini við aðrar fakbólkar • Dugur at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar • Ert hugskotsfullur, kreaktivur og positivur Vit bjóða • Spennandi uppbyggingar arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan • Skeið møguleikar Løn og setanartreytir • Starvið hevur tilvísing til deildarleiðan • Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið • Størvini verða at seta 1. august 2002, ella skjótast tilber Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristinu Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2002 Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til: Sjálvsognarstovnin ALV Smiðjugerð 6, kj Postboks 301 110 Tórshavn brævbjálvin skal viðmerkjast »umsókn vinnuskeið« »Vinnuskeið« Endamáli við hesi eindini, er at royna arbeiðsevnini hjá tí arbeiðstarnaða, fyri at meta um arbeiðsmøgu- leikan. At skipa fyri arbeiðsvenjing,við atliti til,at tann arbeiðstarnaði fær arbeiði ella kemur undir útbúgv- ing. søkir eftir fólki til eindina »Verkstaði« Einum fólki til »klæðna- og sniðverkstaði« Vit síggja fegin at tú kanst • Framleiða ymiskar lutir. Tað verið seg seyming, binding, veving, gips- og glasstoyping v.m. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum • At læra brúkarin eitthvørt handverk sum kann seljast, og vera við til at geva gerandisdegnum innihald. • At verða við til at byggja upp arbeiði á deildini.Talan kann vera um at arbeiða á øðrum eindum. Førleikakrøv • Viðkomandi útbúgving • Evnir at læra av sær • Evnir at samstarva, eisini við aðrar fakbólkar • Dugur at síggja møguleikar heldur enn avmarkingar • Ert hugskotsfullur, kreaktivur og positivur Vit bjóða • Spennandi uppbyggingar arbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan • Skeið møguleikar Løn og setanartreytir • Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran • Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið • Størvini verða at seta 1. august 2002, ella skjótast tilber Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til Kristinu Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2002 Umsókn saman við prógvið, royndarváttan v.m. skal sendast til: Sjálvsognarstovnin ALV Smiðjugerð 6, kj Postboks 301 110 Tórshavn brævbjálvin skal viðmerkjast: »umsókn verkstaður« »Verkstaður« Endamáli við hesi eindini er at geva arbeiðstarnaðum fólki, sum ikki hava útlit til at klára seg á vanliga arbeiðsmarknaðinum,men sum hava tørv á at vera dagliga virkin á ein hvønn hátt, møguleika fyri at upp- lærast til at útinna t.d.lættari handverk. Handilslærlingur Hevur tú hug at royna teg? Vit søkja eftir fólki til handil okkara, arbeiðsuppgávurnar koma at umfata samskifti við viðskiftafólk, útkoyring, bílegging av vørum og egin ábyrgd av starvsøki, umframt aðrar uppgávur. Væntað verður at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, við til uppsøkjandi uppgávur, nógva orku og áræði, ert opin og ikki bangin fyri avbjóðingum. Dentur verður lagdur á at tú hevur hug til at veita viðskiftafólki eina góða tænastu og ert ábyrgdarfullur. Fyrimunur um tú hevur teldukunnleika og áhuga/kunnleika til motorar og maskinur - ert kreativur. Skrivlig umsókn ynskist til 1. juni 2002 Handilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co. varð stovnað í Tórshavn í 1970. Fyritøkan útvegar maskinur og útgerð til byggivinnuna, og útgerð til fiski- alivinnuna, skip og bátar Heilsøla · Smásøla · Umboð Postboks 1200 · 110 Tórshavn Lærarastørv í Stranda skúla Stranda skúli søkir eftir 3 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2002/2003. 2 størv eru fyri lærarar í farloyvi og 1 vegna serliga tørv. Øll størvini eru fulltíðarstørv. Ein lærari skal kunna undirvísa dreingjum í ítrótti. Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum fyri Stranda skúla í hendi seinast 28. mai 2002 kl. 18.00. Nærri upplýsingar fáast frá skúlastjóranum,tlf.447955. Skúlastýrið fyri Stranda skúla 490 Strendur www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Í Býin 14 Nr. 91 - 16. mai 2002 Í síðstu viku vóru fimm skip á Fugla- firði við svartkjafti, sum tey fingu suður av Munkagrunninum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tey, sum vita um svartkjaft- in í føroyskum sjógvi at siga, eru samd um, at higar- til í ár hevur fiskiskapurin verið á leið tann sami sum í fjør. Summar dagar er nógv at fáa, aðrar dagar er minni. Hví so er, er ilt at siga, men soleiðis er nú einaferð við fiskiskapi. Eins og skip hava skrúvu, sum Poul Mohr so skemtiliga tók til einaferð, hevur fiskur stert og svimur. Í síðstu viku hevði Norð- borg 1700 tons, Saksaberg góð 800, Krúnborg 2500, Christian í Grótinum 2000 og Tróndur í Gøtu, sum landaði síðsta vikuskifti, hevði 2700 tons. Týsdagin í hesi vikuni var Jupiter inni við 1400 tonsum, og mikumorgunin landaðu tey á Havsbrún Christian í Grótinum, sum hevði eini 1900 tons. Alt er svartkjaftur, sum føroysku skipini fáa suður av Munkagrunninum. Um aðrar landingar verða seinni í vikuni, vistu tey ikki á Havsbrún miku- morgunin, men vónir eru um, at onkur bátur kemur aftrat. 1300-1400 tons um samdøgnið - Við lastini hjá Krúnborg hava vit fisk fram til leygardagin; so her er nóg mikið av fiski sum er, siga tey á Havsbrún. Víst verður á, at ein vika uppá 9.000 tons, sum seinasta vika var, merkir, at nóg mikið er av fiski til hvønn dagin. - Framleiðsluorkan ligg- ur um 1300-1400 tons av døgnið. Onkuntíð meira, onkuntíð minni, siga tey. Í mai mánaða í fjør fekk Havsbrún lítið burtur úr svartkjaftinum, tí arbeið- arafeløgini vóru í verkfalli og sostatt eisini teir limir, sum arbeiða hjá Havsbrún. Kortini var árið í fjør ser- stakliga gott hjá Havsbrún í nøgd. - Fiskiskapurin í januar og februar í fjør var nevni- liga nógv betur enn somu mánaðir í ár. Hetta vigaði upp ímóti tí, vit ikki fingu úr føroyskum øki, meðan verkfall var, siga tey á Havsbrún í Fuglafirði. Svartkjaftafiskiskapurin er misjavnur Á Kósini í Klaksvík hava tey havt ríkiligt at gera, meðan verk- fall hevur verið. – Vit fingu fiskin "serveraðan" á kjøli og sendu hann avstað aftur á kjøli, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini FISKIVINNA Vilmund Jacobsen At kalla tað einasta, sum Adrian Dalsá, stjóri, hevur merkt, nú verkfall hevur verið, er, at tað tók honum styttri tíð at koma til ar- beiðis, enn tá ið strandfara- skipini sigla um Leirvíks- fjørð. - Eg ferðist til arbeiðis av Skálafjørðinum, og nú verkfallið varð avblást í morgun, tók tað mær væl longri tíð at koma til arbeiðis, segði Adrian, tá ið vit tosaðu við hann miku- morgunin. Sjálvandi fegnast hann tó um, at verkfallið er av. - Men eg vil siga, at vit hava lítið og einki merkt til hetta. Vit hava havt ríkiligt at gera, tí vit eru í tí hepnu støðu, at vit keypa stórar lastir. Vit fáa fiskin "ser- veraðan" á kjøli og senda hann avstað aftur á kjøli. So, vit kunnu ikki klaga í so máta. Hann viðgongur tó, at í onkrum føri hevur verk- fallið órógað, men ikki nakað av týdningi. - Eg kann hugsa mær, at teir smærru fiskakeypar- arnir her norðuri hava verið meinari raktir enn vit, tí teir keypa ikki somu nøgdir av fiski, sum vit, leggur hann aftrat. Toskurin rak Adrian veit annars at siga, at Kósin keypti fiskin hjá 3-4 línubátum mánadagin og týsdagin, og hesir høvdu um 80.000-100.000 pund í part. Slagið er hýsa og toskur. Spurdur, hvussu fiskurin er, sigur Andrian. - Hýsan er hampiliga góð og ikki so smá heldur. Men nú gongur móti heitari tíðum, og tá plagar hýsan at versna til dygdar. Toskurin er rak, nú hann hevur gýtt, og tað er hann altíð hesa tíðina av árinum. Adrian Dalsá sigur, at úr- tøkan av toskinum er nógv minni, enn tá ið fiskurin er góður, og hetta gongur eis- ini útyvir prísin. Toskurin rak, hýsan hampiliga góð Seinasta vika var "full" hjá Havsbrún í Fuglafirði, 9.000 tons av svartkjafti tilsamans. Týsdagin og mikudagin landaðu tvey skip í Fuglafirði, Jupiter og Christian í Grótinum Skipini koma full- fermd aftur av túri, men upsin er sera smáur. 87% av veiðini hjá Fram, sum landaði týs- dagin, var upsi 4. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Trolararnir fáa nógvan upsa vestanfyri, men upsin er ógvuliga smáur, helst smærri enn nakr- antíð áður í nýggjari tíð. Fiskavirking í Vest- manna førir hagtøl yvir eitt nú støddina á ups- anum. Á virkinum verð- ur hvør fiskur taldur og vigaður, og tað skuldi givið so neyv hagtøl, sum hugsast kann. Tó kann tað hugsast at hava ein ávísan týdning, hvørji skipini eru, sum landa til virkið, og hvar hesi royna. Hagtølini prógva, at fiskurin er nógv smærri, enn hann hevur verið. Nógv er til Týsdagin landaði Fram í Vestmanna. Teir partrola við Vestmenningi, sum ætlandi landaði í Sal- tangará. Skipini, sum høvdu roynt vestanfyri, vóru fullfermd. Í Vestmanna siga tey, at heili 87% av veiðini hjá Fram var upsi 4, ið er rættiliga smáur fiskur. Væntandi landa Vest- urbúgvin og Grønanes í dag, og teir eru eisini fullfermdir. - So, tað er rættiliga nógvur upsi at fáa í løtuni. Tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið Fiskavirking í Vest- manna er eitt góðsking- arvirki, sum burtur av virkar upsa. - Tað tekur langa tíð og kostar nógv í ar- beiðslønum at arbeiða so smáan fisk, men upsi 4 er nýtiligur, serliga tann frægasti parturin. Í Vestmanna siga tey, at meginparturin av rá- vøruni, sum virkið keypir, fer til góðsking- ar. Tað, sum fellur uttan fyri støddirnar, sum virkið arbeiðir, fer í blokk. Arbeitt verður støðugt við tveyskiftivakt; fyrra vaktin frá kl. 8-16 og seinna frá 16 til midnátt. Trolararnir rokast vestanfyri Mánadagin og týsdagin løgdu fleiri línuskip veiðina upp til Kósina í Klaksvík. - Vit merktu lítið og einki til verkfallið, sigur Adrian Dalsá, stjóri C M Y K 14