hósdagur 16. mai 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
16
Nr. 91 - 16. mai 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Missa nógv
Alt bendir nú á, at
dansk-russiska reiða-
ríið Sevryba fer á húsa-
gang, og at tað verður
ørskov-skipasmiðjan í
Frederikshavn, sum fer
at kenna sviðan av
húsaganginum. Sam-
bært leiðsluni kann
skipasmiðjan
missa
einar 150 mió. krónur
av húsaganginum, og
tað kann, um illa vil til,
taka
beinini
undan
skipasmiðjuni. Hendir
tað, kunnu 350 arbeiðs-
menn á nýbygnings-
deildini vænta at verða
koyrdir til hús.
Dýrari at
læna pengar
Ein kanning hjá norsku
hagstovuni vísir, at tað er
vorðið dýrari at læna
pengar
úr
teimum
norsku peningastovnun-
um. Hagstovan sigur, at
verða renta, prísvøkstur
og rentufrádráttur í skatt-
inum tikin upp í rokni-
stykkið, kostar eitt lán
upp á 1,2 mió. krónur
36.000 krónur meiri um
árið nú enn fyri fimm
árum síðani.
Misti
13 mió. kr.
um dagin
Tað gongst sera illa hjá
skandinaviska
flogfe-
lagnum SAS. Tríggjar
teir fyrstu mánaðarnar í
ár hevði felagið meiri
enn 1,1 mia. krónur í
halli, og tað merki8r, at
felagið misti 13 mió.
krónur um dagin hesar
tríggjar mánaðarnar.
Hagtølini hjá SAS
vísa, at flogfelagið flutti
5,6 prosent færri ferða-
fólk í fyrsta ársfjórðingi
í ár samanborið við sama
tíðarskeið í fjør. Leiðslan
í SAS væntar, at tað fer
at ganga betur seinni í ár.
Úrslitið verður hall, men
leiðslan uggar seg við, at
hallið eftir øllum at
døma verður minni enn í
fjør.
Íslendingar
ivast
Ein meiningakanning,
sum samfelagsvísinda-
deildin á lærda háskúl-
anum í Reykjavík hevur
gjørt, vísir, ar 70,3 pro-
sent av teimum spurdu
eru ímóti at fara upp í
ES, um Bruxelles skal
stýra fiskiskapinum í
íslendskum
sjógvi.
Kanningin vísir eisini, at
77,7 prosent eru ímóti, at
Ísland fer upp í ES, um
gongdin í samveldinum
verður tann vegin, at tey
stóru londini skúgva tey
smáu til viks.
Úr Norðurlondum:
Skrivar bók
Fólkatingsbólkurin hjá
danska Vinstraflokkin-
um gjørdi týsdagin av
at tveita tann umstrídda
Peter Brixtofte úr ting-
bólkinum. Samstundis
hevur Anders
Fogh
Rasmussen, floksfor-
maður biðið valfelagið
í Farum geva honum
durafjórðingin.
Men Brixtofte er ikki
tann, sum letur seg
kúga. Í gjár boðaði
hann frá, at hann er
farin undir at skriva
eina bók, og hann
lovaði, at tað verða
mong, sum fáa nakað at
hugsa um, tá bókin
kemur út.
Drotningin
má skifta
sigarettir
Danska sjónvarpið hev-
ur avdúkað, at Margret-
ha drotning roykir eitt
slag av grikskum siga-
rettum, sum eru so
sterkar, at tað er ikki
loyvt at innflyta tær til
Danmarkar
og
enn
minni at selja tær.
Ein kanning hjá sjón-
varpinum vísti, at fleiri
handlar í Keypmanna-
havn og øðrum stórum
býum selja sigarettir-
nar, sum eita Karelia.
Danska
heilsustýrið
sigur, at tað er ikki
loyvt at innflyta hesar
sigerettirnar til Dan-
markar, tí tjørunøgdin í
teimum er størri enn
tað, sum er loyvt í Dan-
mark.
Handlarnir hava játt-
að at taka sigarettirnar
av hillunum, og inn-
flytarin hevur játtað at
gevast við at innflyta
tær. Spurningurin er so,
hvat drotningin ger.
Kongshúsið
boðaði
týskvøldið frá, at málið
verður tikið upp til við-
gerðar við drotningina.
Prestar í
neyð
Fleiri danskir prestar
hava ilt við at fáa end-
arnar at røkka saman,
og í fjør fingu 70 prest-
ar fíggjarliga hjálp úr tí
serliga hjálpargrunnin-
um hjá prestunum. For-
maðurin í grunninum
sigur við Kristeligt
Dagblad,
at
prestar
kunnu koma í fíggjar-
ligar trupulleikar sum
so mong onnur. Orsøk-
in kann vera sjúkia,
hjúnarskilnaður, lest-
rarskuld ella okkurt
óvæntað.
Eftir uttanríkisráð-
harrafundin í
Reykjavík bendir alt
á, at sjey evropeisk
lond hava møguleika
at fáa limaskap í
verjusamgonguni
NATO-FUNDUR
Árni Joensen
Fyri bert f
áum mánaðum síðani mettu
vesturlendskir diplomatar,
at bara tvey evropeisk lond
høvdu møguleika at koma
upp í NATO í hesum
umfari.
Londini
vóru
Slovenia og Slovakia, men
eftir
uttan-
ríkisráðharrafundin
í
Reykjavík nú um dagarnar
bendir alt á, at fleiri onnur
lond kunnu vænta sær
innbjóðing.
Danski uttanríkisráðharr-
in, Per Stig Møller, væntar,
at talan verður um sjey
nýggj limalond.
Diplometar í Reykjavík
siga, at hini fimm londini,
sum koma afturat, eru
Estland, Letland, Litava,
Bulgaria og Rumenia, sum
eftir øllum at døma gerast
limir í heimsins sterkastu
hernaðarsamgongu á vári
næsta ár.
Russland hevur leingi
verið ímóti, at tey trý Balta-
londini fara upp í NATO,
men nú Russland og NATO
hava skrivað undir eina
søguliga samstarvsavtalu,
er russiska mótstøðan ikki
so stór longur. Serliga russ-
iski forsetin, Vladimir Put-
in, tykist hava broytt hugs-
an viðvíkjandi Baltalond-
unum.
Fleiri NATO-lond hava
verið ímóti at lata Bulgaria
og Rumenia fáa limaskap
orsakað av teimum iva-
somu demokratisku viður-
skiftunum í teimum báðum
londunum, men diplomatar
siga, at londini hava fingið
ein nýggjan hernaðarligan
týdning eftir tað, sum hendi
tann 11. september í fjør. Á
fundinum í Reykjavík varð
nevnt, at júst tað kann fáa
avgerandi
týdning
fyri
viðurskiftini á Balkan at
lata Bulgaria og Rumenia
fáa limaskap í verjusam-
gonguni.
Amerikanarar hava mælt
hinum londunum til at taka
undir við bulgarskum og
rumenskum limaskapi, eftir
at tey bæði londini hava
játtað at lata USA nýta
flogvallir
til
møgulig
bumbuálop á Irak. Fyri
USA hevur hetta stóran
týdning, tí tað muslimska
Turkaland hevur aftrað seg
við at lata amerikanarar
nýta flogvallir har til álop á
Irak.
Tað er tó ikki heilt vist, at
Slovakia og Slovenia fara
upp í NATO. Val verður í
Slovakia í september, og
nógv bendir á, at flokkar,
sum eru ímóti NATO-lima-
skapi, fara at vinna valið. Í
Slovenia skal fólkið taka
støðu á einari fólkaat-
kvøðu, og meiningakann-
ingar vísa, at tey, sum eru
ímóti NATO-limaskapi, fáa
størri undirtøku enn hin
parturin.
Indiska verjumála-
ráðið leggur Pakistan
undir at hava ábyrgd-
ina av einum blóð-
ugum álopi í Kashmir
týsdagin
INDIA OG PAKISTAN
Árni Joensen
Indisku myndugleikarnir
siga seg hava avdúkað, at
pakistanar høvdu ábyrgdina
av álopinum á eina indiska
herstøð í Kaluchak í lands-
partinum Kashmir týs-
dagin. Álopið kravdi 34
mannalív og er tað mest
blóðuga síðani oktober í
fjør.
Indiski
verjumálaráð-
harrin George Fernandes
var í gjár og vitjaði her-
støðina, og hann legði ikki
fingrarnar ímillum.
- Tað er Pakistan, sum
hevur ábyrgdina av hesum.
Pakistanar venja ungar
menn og senda teir higar at
fremja yvirgang. Men tað
er ikki annað, enn vit
kunnu vænta haðani, segði
indiski verjumálaráðharrin.
Minst 33.000 fólk hava
latið lív, síðani kreppan um
Kashmir tók seg upp í
1989. India leggur Pakistan
undir at stuðla muslimsk-
um loysingarmonnum, sum
halda til í landspartinum.
Pakistan hevur víst hesum
aftur. Pakistanar siga, at teir
taka undir við hugsjónun-
um hjá loysingarmonnun-
um, men at loysingarmenn-
inir fáa ikki annan stuðul úr
Pakistan.
Øktur spenningur millum
India og Pakistan
Sjey lond á veg upp í NATO
Fólk í indiska høvuðsstaðnum New Dehli mótmæla pakistansku uppíleggingini í Kashmir
Mynd: Reuters
Nr. 91 • hósdagur • 16. mai 2002 • 76. árg.
Hetta er tíðin tá
bilaframsýningar eru
ymsastaðni kring
landið. Almenni
áhugin fyri bilum er
ofta størstur um
várið, tá flestu fólk
hava fingið útgoldið
frítíðarpening og
nógv hava ætlanir um
ein túr uttanlands við
bilinum
BILAFRAMSÝNING
Magnus Gunnarsson
Á bilaframsýningini, sum
hondbóltsfelagið
Kyndil
skipaði fyri seinasta viku-
skifti í Ítróttarhøllini á
Hálsi, vóru 6 bilhandlarar
við tilsamans 12 bilmerkj-
um. Bilhandlararnir vóru
Bilasølan v. Øssur Johanne-
sen, Berg Motor, Norðbil,
Eyðbjørn Hansen, Esmar
Simonsen og D.B. Bilar.
Super Dekk hevði eisini ein
bás við dekkum, har nýggj-
ast Goodyear F1 dekkið
varð sýnt fram.
Fleiri nýggjheitir
Av nýggjheitum kunnu vit
nevna at á básinum hjá
Bilasøluni v. Øssur Jo-
hannesen høvdu teir nýggj-
asta VW Polo og ein Audi
2.5 TDI Quattro við 180 hk.
Hesin bilurin var komin
higar til framsýningina. Hjá
Berg Motor høvdu tey
nýggjastu
útgávuna
av
Mazda Premacy. Norðbil
hevði ein nýggjan Hyundai
Coupé og nýggjastu útgáv-
una av Honda CR-V. Eyð-
bjørn Hansen hevði Suzuki
Liana í sedan útgávu. Hjá
Esmar Simonsen var Dae-
woo Tacuma sum vørubilur
og D.B.Bilar høvdu 2
nýggjar Kia bilar, Shuma
og vørubilin Pregio.
Bilaframsýning í Ítróttarhøllini á Hálsi
Umframt VW og Seat høvdu teir á bilasøluni hjá Øssur Johannesen fingið ein Audi A4 2.5
TDI Quattro við 180 hk til framsýningina. Ein luksusbilur til næstan hálva millión
Á básinum hjá Eyðbjørn Hansen vóru nógvir bilar, m.a hesin Suzuki Ignis
Norðbil høvdu eitt stórt úrval av Honda, Skoda og Hyundai bilum, sum til dømis hendan sera
smarta Hyundai Coupé 2.0 FX
D.B.Bilar sýndu fram Rover, Land Rover og Kia bilar, sum t.d hendan nýggja Kia Shuma
Berg Motor
høvdu Mazda
626, Premacy
og Demio
Super Dekk
høvdu ein bás við
Goodyear
dekkum
C
M
Y
K
16