hósdagur 16. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 16. mai 2002
25
25
Heidi Andreasen fekk
ikki heiðurin sum
ársins ítróttarfólk við
breki í heiminum,
men hóast tað er hon
als ikki vónbrotin. –
Hetta hevur verið ein
uppliving fyri lívið,
sum eg ongantíð fari
at gloyma, sigur hon
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
– Eg eri als ikki vónbrotin
av, at eg ikki varð vald til
ársins ítróttarfólk. Sjálv-
andi vilja øll vinna, men
tað er bara ein vinnari mill-
um tey fimm, sum vórðu
innstillað til heiðurslønina,
sigur 16 ára gamla Heidi
Andreasen av Eiði.
Hon hevur síðan sunnu-
dagin
verið
í
franska
greivadøminum Monaco,
har hon luttók á Laureus
World Sports Awards. Við
Heidi í Monaco var venjari
hennara Katrin Johansen.
– Bara tað at vera millum
fimm tey fremstu, sum
vórðu innstillað, er nóg
mikið fyri meg, sigur ein
spent Heidi Andreasen, tá
vit høvdu hana í telefonini
av Monte Carlo Grand
Hotel.
Ársins ítróttarfólk við
breki gjørdist Ester Vergeer
úr Hollandi. Hon situr í
koyristóli og hevur gjørt
vart við seg innan tennis,
og hon spælir eisini hon
kurvabólt á hollendska
landsliðnum. Ester Vergeer
er 35 ára gomul, og hon er
eisini kosin ársins ítrótt-
arfólk við breki í Hollandi.
Hini fýra, sum vóru við í
kappingini, fingu ikki at
vita, hvar í røðini tey vóru.
Uppliving fyri lívið
Heidi Andreasen sigur, at
henda ferðin í Monaco
hevur verið ein stór upp-
living, sum hon altíð fer at
minnast.
– Hetta hevur verið ein
uppliving fyri lívið, og eg
eri glað fyri, at eg fekk
møguleikan til at vera við.
Eg havi ongantíð upplivað
nakað so stórt og flott,
sigur Heidi um karmarnar
kring tiltakið, og hon hevur
møtt nógvum kendum fólki
í Monaco.
Hóast hon ikki vann,
hevur Heidi fingið blóð á
tonna og nýtt sjálvsálit at
halda fram við svimjingini.
– Eg fari at gera enn
meira við svimjingina í
framtíðini. Nú havi eg júst
havt skaða, so eg havi ikki
vant serliga nógv seinastu
mánaðirnar, men hetta fer
at hjálpa mær at koma fyri
meg aftur, sigur Heidi.
Spurd um hon hevur vón-
ir um at verða innstillað aft-
ur til Laureus virðislønina,
svarar hon:
– Tað er ilt at siga, um eg
fái henda møguleikan aftur.
Tað eru so nógv ítróttarfólk
um boðið, og bara fimm
sleppa framat. Eg fari eisini
at nýta hetta høvið at takka
øllum teimum, sum hava
stuðla mær úr Føroyum,
sigur Heidi.
Tað einasta, sum hon
hevði at fílast á eftir túrin í
Monaco, var, at eingin á
hennara aldri var har. Hóast
hon royndi at hyggja eftir
javnaldrum, fann hon ong-
an. Øll, sum vóru við á til-
takinum vóru tjúgu ár og
eldri.
Annars fekk Heidi mynd
av sær og eitt nú kendu
tennisstjørnuni Boris Beck-
er og supermodellini Heidi
Klum. Tað var tó gerandis-
kostur hjá Heidi og Katrin
av møta onkrum kendum.
Hon greiðir eisini frá, at tær
sigldu í Miðjarðarhavinum
við einum marglætisbáti
hjá einum millióningi.
Men samrøðan hjá okk-
um endar, tí júst tá koma
tænarar á hotellinum við
morgunmati upp á kamarið.
Borðið verður trillað inn á
kamarið, og tær fáa bert
tað, sum tær hava biðið um
frammanundan. Og alt er
ókeypis sjálvandi.
Gott bridgeár
í Klaksvík
Nú komið er út í mai mánað, hevur Klaksvíkar
Bridgefelag lagt stilt fyri summarið.
Hetta hevur verið eitt gott ár hjá felagnum við
fleiri styttri og longri kappingum, sum allar spældu
væl av.
Klaksvíkar Bridgefelag er ikki nakað stórt felag
og hevur sama trupulleika sum fleiri onnur
bridgefeløg í landinum. Tað gongur ikki nóg væl
við at fáa yngri fólk upp í felagið. Fráfall hevur
verið í farna ári, men samstundis hendi tað
gleðiliga, tá ið seinasta kappingarár byrjaði, at tað
komu tríggir nýggir og yngri spælarar, og líkt er til,
at tær ikki í bræði fara at kasta kortini frá sær.
Mikukvøldið er fasta spælikvøldið, og tá verður
skiftivís spælt parakapping og liðkapping. Hetta
árið varð spælt við fýra borð bæði í para- og
liðkappingunum. Mánakvøld hevur tað mesta av
vetrinum verið opið hús, t.v.s. at skylda var ikki at
møta.
Kappingarárið endaði leygardagin 4. mai við
árligu kappingini Bella Cup, og um kvøldið var
veitsla fyri limum og makum. Tá vóru steyp
handað vinnarunum í teimum ymisku kappingun-
um í vetur.
Í Bella Cup sleppur eingin at spæla við sínum
fasta makkara. Tað var drigið um, hvørji skuldu
vera makkarar,og úrslitið var ein stuttlig kapping
ein hugnaligan seinnapart.
Úrslitini í teimum størru kappingunum vóru
hesi:
Bella Cup
1.Marita Krossstein - Jógvan Clementsen
2.Debess Christiansen - Edvin Toftegaard
3.Jórun Højsted - Mogens Højsted
Einstaklingakappingin
1.Karl Isaksen
2.Debess Christiansen
3.Odd Fjallsbak
Parakappingin
1. Jens Jacobsen - Karl Isaksen
2. Marita Krosstein - Jórun Højsted
3. Randi Jacobsen - Álvur Klakk
Liðkappingin
1.Sámal Just Dahl - Steinbjørn Jacobsen, Marita
Krosstein - Jórun Højsted
2.Karl Isaksen - Jens Jacobsen, Odd Fjallsbak -
Hans E. Fjallsbak
3.Debess Christiansen - Páll Sigmund Sørensen,
Jutta Heinesen - Julius Hansen.
Nr. 91 • hósdagur • 16. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Heidi Andreasen:
– Ein uppliving
fyri lívið
Heidi Andreasen sigur, at hetta
hevur verið ein uppliving fyri
lívið, sum hon ongantíð fer at
gloyma
Mynd: Jens Kr. Vang
Í einstaklingakappingini hjá Klaksvíkar Bridgefelag
vann Karl Isaksen, Debess Christiansen gjørdist
nummar tvey og Odd Fjallsbak fekk triðja plássið
SKAÐI
Stefan í Skorini
Tá Bartal Eliasen skoraði
móti GÍ sunnudagin, fekk
hann samstundis heila-
skjálvta. Tað var Sámal
Joensen, sum royndi seg
við skoti móti málinum.
Skotið var ikki serliga gott
og hevði kós burtur frá
málinum. Men tá rakar
hann høvdið hjá Bartali, og
bólturin fer í málið. Summi
hava hug at geva Sámali
Joensen hetta málið, men
av røttum er tað Bartal, sum
skoraði.
Tá vóru góðir tjúgu
minuttir eftir, men Bartal
spældi allan dystin, hóast
dygga brestin hann fekk í
høvdið.
Tá Bartal kom heim frá
venjing fríggjadagin kendi
hann seg sjúkan og fór til
læknan,
sum
staðfesti
heilaskjálvta.
Tí
hevur
sterki verjuleikarin ikki
verið til venjing í hesi
vikuni, men hann verður
klárur aftur til mánadagin.
Ein avleiðing av heila-
skjálvtanum er, at hann ikki
minnist alt, sum fór fram á
vøllinum móti endanum av
dystinum, tá dómarin metti,
at hann feldi Sonna L.
Petersen, sum fekk brots-
spark.
5-mannafør,
dreingir
1 Báran
2 Blikur
3 Drekin
4 Dúgvan
5 Falkur
6 Fípan Fagra
7 Firvaldur
8 Frúgvin
9 Havfrúgvin
10 Hvassi
11 Junkarin
12 Kollur
13 Ørnin
14 Ritan
15 Royndin Fríða
16 Sílið
17 Spógvin
18 Súlan
19 Svanur
20 Tekla
21 Tjaldrið
5-mannafør, gentur
1 Blikur
2 Bráddur
3 Drekin
4 Dúgvan
5 Falkur
6 Fípan Fagra
7 Firvaldur
8 Frúgvin
9 Havfrúgvin
10 Hvassi
11 Junkarin
12 Kollur
13 Ørnin
14 Ritan
15 Royndin Fríða
16 Sílið
17 Spógvin
18 Súlan
19 Svanur
20 Tekla
21 Tjaldrið
6-mannfør, menn
1 Fuglfirðingur
2 Gongurálvur
3 Hósvíkingur
4 Hvessingur
5 Jarnbardur
6 Kollfirðingur
7 Lómur
8 Páll Fangi
9 Riddarin
10 Smyril
11 Snopprikkur
12 Sólmundur
13 Strálan
14 Víkingur
6-mannafør,
kvinnur
1 Gongurálvur
2 Hvessingur
3 Jarnbardur
4 Kollfirðingur
5 Lómur
6 Páll Fangi
7 Riddarin
8 Smyril
9 Snopprikkur
10 Sólmundur
11 Strálan
12 Víkingur
8-mannafør
1 Argjabáturin
2 Heiðabáturin
3 Húsavíkingur
4 Knørrur
5 Kvívíkingur
6 Miðvingur
7 Nevið Reyða
8 Ørvur
9 Sandavágsbáturin
10 Sjóriddarin
11 Kvívíksbáturin
10-mannafør
1
Eysturoyingur
2
Havnarbáturin
3
Kjølur
4
Klaksvíkingur
5
Nólsoyingur
6
Skálabáturin
7
Vágbingur
8
Vestmenningur
Hesir bátar hava
boðað frá luttøku í
kappingin í 2002
Sílið er ein av teimum nýggju bátunum, sum hava
boðað frá luttøku til kappingina í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
GÍ liðið verður mun-
andi styrkt undan
næsta umfari í lands-
kappingini. Súni
Olsen vendir heim-
aftur til Gøtu og fer
nú at spæl við GÍ.
Verjuleikarin Poul
Ennigarð er eisini
komin heimaftur
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
GÍ fær undan komandi
umfari í landskappingini
styrk frá tveimum leikar-
um, ið hava roynt seg á
landsliðnum. Talan er um
Súna Olsen og Poul Enni-
garð.
Súni Olsen hevur verið
sáttmálabundin
í
hol-
lendska
felagnum
FC
Zwolle í tvey ár, men nú
hevur hann valt at gevast í
hollendskum fótbólti, og
hann flytir heimaftur í dag.
– Eg havi valt at koma
heimaftur nú hóast eg hevði
tvey ár eftir av sáttmál-
anum, sigur Súni Olsen,
sum hevur søkt inn á FHS á
Kambsdali.
Hann sigur seg eisini
vera til reiðar at spæla við
GÍ komandi mánadag, tá
GÍ spælir móti GÍ.
Formaðurin í GÍ, Svenn
Olsen, váttar, at Súni Olsen
aftur kemur at spæla fyri
GÍ. Eftir øllum at døma
verður Súni Olsen at síggja
á vøllinum, tá GÍ møtir
Skála á heimavølli kom-
andi mánadagin 2. hvítu-
sunnudag.
Um Súni er við frá byrjan
er sjálvandi ein avgerð,
sum venjarin Johan Nielsen
skal taka støðu til.
– Mær vitandi er alt enn
ikki komið uppá pláss
viðvíkjandi teimum ymsu
pappírunum og skjølunum,
sum skulu vera í lagi,
áðrenn hann aftur kann
spæla við GÍ, men tað
liggur í øllum førum fast, at
Súni Olsen fer at spæla við
GÍ aftur, sigur Svenn
Olsen, formaður í GÍ.
Súni Olsen er sostatt
leysur av sáttmálanum við
Zwolle, og hann kemur
heimaftur á klettarnar í dag,
hósdagin.
Styrk í verjuni
Umframt Súna Olsen kann
venjarin eisini nýta Poul
Ennigarð í dystinum móti
Skála. Poul hevur verið í
Danmark í fimm vikur og
tikið sveinaroyndina sum
radiomekanikari.
Hann
spældi fleiri dystir í bólka-
spælinum í steypakapp-
ingini, áðrenn hann fór
niður.
Poul hevur ferðast aftur
og fram millum Føroyar og
Danmark í sambandi við
útbúgvingina, men nú er
hann liðugur, og Johan
Nielsen hevur eisini hann
tøkan til komandi dyst.
Hetta er ein ómetaliga
stórur styrkur hjá GÍ, tí
hesir leikararnir hava verið
sera eyðsýndir í innan
fótbóltsheimin
seinastu
árini. Poul Ennigarð hevur
vunnið fleiri meistaraheiti
við GÍ, og Súni Olsen
hevur roynt seg sum yrkis-
leikara í tvey í Hollandi.
Hann skuldi tí verið væl
fyri, nú hann aftur kemur at
spæla í føroysku 1. deild.
Annars verður sagt úr
Gøtu, at allir menn eru
klárir til komandi dyst.
Súni Olsen aftur til GÍ
Súni Olsen hevur valt at koma heimaftur til Føroyar, hóast hann hevði tvey ár eftir av sáttmálanum, og hann ætlar sær í skúla í
Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bartal fekk
heilaskjálvta
Bartal Eliasen fekk
heilaskjálvta, tá hann skoraði
móti NSÍ seinasta sunnudag
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24