Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 91 - 16. mai 2002 Nr. 91 - 16. mai 2002 23 Har piparið grør. Neyvan er tað sunnast í Føroyum í ein útsynning. Men har stóð týsdagin ein pipardós, ið helst telist millum tær størstu, ið eru sæddar í Føroyum. Alt til heiðurs fyri ein piparsvein. Og hann er nevndur. Á stóru dósini. Og hann er kendur. Í hvussu er munnu tey, ið hava áhuga fyri fótbólti kunna gita og koma við einum plettskoti. Pipardósin, ið tók sumbingar á bóli týsmorgunin er ein silo. Til hæddar er hon næstan sum eini eldri føroysk hús. Og tey eru nøkur í Sumba, so pipardósin fyllir væl í bygdarmyndini. Og tað munnu vinfólkini eisini hava hildið, at piparsveinurin ger, so hann hevur uppiborið eina slíka. Tað er ikki ómakaleyst at fáa eina slíka til Sumbiar, men tann heiðurin vildu vinfólkini so ikki nokta piparsveininum. (Mynd: D. Olsen) Piparsveinur sunnast í ein útsynning C M Y K 23 22