fríggjadagur 17. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 92 - 17. mai 2002
Nr. 92 - 17. mai 2002
3
15. mars 2002, standi við
horninum í hondini, »abbi
er farin« sigur kenslurørda
røddin í mammu. Abbi er
farin, í gjár hevði hann
føðingardag, hann gjørdist
87, 87 ár og ein dag
gamal. Góði abbi-.
Hevði ynskt at eg kundi
sagt tykkum søguna um
abba við beinraknum orð-
um, greidliga víst inn á ta
kjanu ið ger abba elskaðan
og saknaðan. Men menn-
iskjalívið er fløkjasligt og
letur seg ikki lýsa í stutt-
um.
Ein smádrongur fer and-
bráur titandi eftir bakka-
num. »Hygg nú fara
sluppirnar um nesi. Har
úti skal eg royna meg sum
mann«. Heimbygdin var
Kunoy, har abbi vaks upp
sum næstyngstur av sjey
systkjum, og 14 ára gamal
fór hann fyrsta túrin.
»Tá vit sigldu konvoy
og vit vóru aftastir, var
altíð onkur at taka upp«,
»Taka upp«,? »Ja, teir
søktu skipini, kavbátar-
nir«. Abbi sigur frá túri-
num í Ameriku. Í 1941
fóru teir við Mjóvanes til
New York við vørum, men
sluppu ikki heimaftur til
Føroya fyrr enn 15 mán-
aðar seinni. Teir sigldu tí-
skil millum USA, Kanada
og Vesturindisku oyggjar-
nar við sukri og koli hesa
tíðina. Eg royni at ímynda
mær hvussu teir krøkja í,
og royna at fáa kropparnar
innum í ótolandi hita,
fremmandum umhvørvi
og so hetta kríggi, ið ong-
an enda tykir at fáa.
Í februar 1945 skrivaðu
teir tríggir Churchill, Stal-
in og Roosevelt undir
Jaltaavtaluna, sama dagin
giftust omma og abbi í
kirkjuni í Kunoy, eitt nýtt
tíðarskeið í søguni byrjaði.
»Níggju børn abbi, var
tað ikki tungt hjá tykk-
um«? »Nei, tey vóru øll
góð børn«. Eg hyggi tor-
trúgvin uppá hann, men
hann tekur bara uppaftur
»øll góð børn«. At nakað
skal hava verið strævið fái
eg ikki lokka burtur úr
honum.
»Men tað ferðina úti í
Fugloy, tá stóð illa til«, eg
veit beinanvegin at abbi er
aftri í 1970. Hann sigldi
við postbátinum og var
sjálvur annar í lítlabáti
sum hvølvdist í ringum
veðri úti fyri Kirkju »hann
fekk meg«. Abbi letur ikki
hendingina í fleiri orð,
men eg veit at hann var
rekkjulagstur langa tíð
aftaná og at hin maðurin,
Sáma Johannesen, kom
ikki aftur í aftur.
Men abbi dvølir ikki við
tað gamla, hann fylgir væl
við í øllum, sum hendir
rundan um hann, hann
blandar seg uppí, tá vit
tosa um nýggja suðuroyar-
skipið og fær nærum sann-
ført okkum um, at ein
undirsjóvartunnil
hevði
verið tað allarbesta hjá
suðuroyingum at fingið.
Síðsta skipið sum abbi
sigldi við, var Smyril.
Tá vit stóðu rundan um
opnu kistuna segði ein
abbasonur, at hetta, at ein
dagur var lagdur aftrat
teimum 87 árunum, var
ein áminning frá tí gamla
um at lívið er givið okkum
í smáum verðum, ein dag í
senn. Ein sonur legði
aftrat úti í gongini aftaná,
at ígjøgnum arbeiði sítt
umborð á Strandfaraskip-
um Landsins hevði abbi
latið nógvar hurðar upp
fyri okkum, eftirkomarum
hansara. Fólk vistu hvør ið
Syderbø var, ein álítandi
maður við ljósum sinni.
Liv her og nú! Lat hurð-
arnar upp! Myndirnar eru
djarvar og greiðar, tær
reka upp saknin og festa
hann í vøkur minni. Tær
eggja okkum at hyggja
frameftir móti nýggjum
frælsum møguleikum.
Gudstrúgvin var ein
stillførur undirstreymur
gjøgnum eitt langt lív, hon
var ein slitin bók, eitt væl-
signilsi á vegnum heim,
tvær samanlagdar arbeiðs-
hendur.
»Tá vit standa einum
menniskja nær, hyggja vit
inn í andlitið, sum stóðu
vit við bryggjukantin og
sóu okkum sjálvi í sjónum
har niðri. Men aldurnar
strúka burtur myndina
einaferð og vit reisa okk-
um og fara longur burtur
frá. Tá bráddliga síggja vit
havið liggja har í allari
sínar djúpd og heild…«
Ein sonur stendur á kirkju-
gáttini og roynir at greiða
mær frá, hvussu saknurin
er vaksin hesar seinastu
dagarnar – um tað hann
hevur mist, havið – upp-
havið.
Áðrenn vit stillisliga
lata bókina um abba aftur
á hesum sinni, verður enn
ein kapittul lisin fyri full-
settari kirkju.
Hugbrotini eru skrivað
síðst í farna ári og dagar-
nar eftir at abbi er farin.
Leygardagur 22. des.
Vit eru komin norður at
halda jól.
Standi í hurðini og
hyggi inn á sjúkrastovuna,
omma situr við songar-
stokkin og heldur í hond-
ina á abba. Ein sonur er
eisini har inni, hann roynir
at fáa abba ein vatnsopa at
drekka, hondin strýkur um
silvurgráa harið og hann
bukkar seg niður tá abbi
vil siga honum okkurt,
leggur so dýnuna betur,
roynir umaftur við vatni-
num.
Slíkur kærleiki er sjáld-
samur hugsi eg, eymur
kærleiki millum faðir og
son, men dagarnar eftir
hetta, síggi eg, at rundan
um abba er slíkur kærleiki
í ríkum máti.
Hvat ger eitt menniskja
eyðkent, hvat er tað ið ger
at vit sakna? Heima í
stovuni sleppur abbi stavi-
num og rættir armarnar
framm ímóti mær, lítla
yvirskeggi prikar tá hann
kyssir meg á kjálkan
»vælkomin góða« – altíð
vælkomin. Nú, her eg
standi í hurðini, vendir
hann andlitið móti mær og
smílist, smáar foyrur eru
út frá eygunum, tey smíl-
ast og glógva.
Jólamorgun 25. des.
Abbi svevur, tungi anda-
drátturin hálar lívið spaku-
liga inn og út, viðhvørt
steðgar hann á, bíðar, og
eg steðgi við honum løtan
tykist long. »O Jesus
pápi« suffar hann tá ið lív-
ið óvart heldur áframm,
helt seg nú sleppa higani,
men settist aftur at fíla
tvørtur um vaðbeini, upp
og niður, sárhentur, kropp-
urin eymur, hann lítur út
móti havsbrúnni, enn er
einki land í eygsjón. O
Jesus pápi, slættur sjógvur
og einki lot, vit bæði á
deyðsiglara langt úr landi.
Hann peikar yvir á svørtu
bókina, »les fyri mær«!
Gamlaárskvøld 31. des.
Abbi situr uppi í seingini,
hann fær sær kaku og heit-
an drekkamunn. Tá tær
komu inn at seta hann upp
í áðni, fekk hann tær at
flenna, visti hvussu tær itu
og hvørjum fólki tær vóru
av. Tær fara útaftur í góð-
um hýri.
»Lívið er ofta baldrut«
svarar abbi mær, tá eg
spyrji hvat hann hugsar
um, nú tá enn eitt ár er við
at fara aftur um bak, »tað,
sum ræður um, er at halda
kósina«, »og ert tú nøgdur
abbi«? Hann nikkar, hugs-
ar eina løtu og sigur so »eg
eri meira enn tað, eg eri
signaður«.
Tá vit vóru smá, settu
vit okkum upp á knøini at
veittra út gjøgnum bakrút-
in til abba og ommu ið
stóðu í stovuvindeyga-
num, ongan kendu vit,
sum veittraði so leingi
sum tey, heilt til vit vóru
farin um hornið niðri hjá
Fjallheim.
Síggja tit! Nú stendur
abbi og veittrar til okkara,
hvítu segldúkarnir spenna
seg út í fríska vindinum,
Syderbø er á ferð móti
fjarskotnum strondum. Vit
hyggja og hyggja, inntil
farið einans er ein svartur
blettur í havsbrúnni.
Góða ferð abbi.
Hvat er tað, sum ger eitt
menniskja eyðkent, hvat
er tað, sum fær okkum at
minnast? Hygg í andlitið á
bróður tínum, systir tíni,
børnum
tínum,
smáar
foyrur eru út frá eygunum,
tey smílast og glógva,
spegilsmyndin sigur tær at
eisini tú ert signaður.
Soleiðis æra vit minnið
um abba mín, Jóhan
Syderbø.
Marjun
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Elsebeth Maria Sivertsen
ættað úr Mikladali
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 14. mai,
79 ára gomul.
Kistan fer úr Ebenezer fríggjadagin kl. 15.30.
Jarðarferðin verður úr Betesda í Klaksvík
leygardagin kl. 13.30.
Fyri tey avvarðandi
Hans, Elsa, Jórun, Palli og Fríðgerð
Tey, ið vilja minnast Elsebeth Mariu, kunnu lata eina peningagávu
til barnalegurnar í Grønlandi, konto í Føroya Banka.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Olga Andreasen
fødd Bech, úr Dali, búsitandi í Hirtshals
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til tey á Malta,
takk fyri troystarrík orð, takk fyri sangir og talur,
takk til tykkum øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Archibald og børnini
Jóhan abbi farin
FØÐINGARDAGUR
Jústinus Leivsson Eidesgaard
– Hann er eldri enn vit og
hann er dugnaligur og hann
hevur útslit at vísa á. Hann
er ein fyrimynd fyri meg,
sigur Eyðfinn Reyðberg,
stjóri í Norðoyar Spari-
kassa í samband við at Jør-
gen Astrup stjóri í Føroya
Banka fyllir 60 ár í dag.
Sosialurin hevur tosað við
stjórarnar í hinum peninga-
stovnunum í samband við
føðingardagin.
Ein, sum hevur nógv
samband við Jørn Astrup er
annar av stjórunum í Før-
oya Sparikassa, Marner
Jacobsen.
– Astrup er fakliga dugna-
ligur og eg haldi, at vit hava
eitt gott samstarv. Vit eru
saman í nevnd í Elektron og
Als. Astrup hevur skarpar
replikkir og torir at siga
sína meining. Hann er ein
verdigur
mótpartur
og
kappingarneyti, sigur Marn-
er Jacobsen, stjóri í Føroya
Sparikassa og hann ætlar
sær á móttøku í Føroya
Banka seinnapartin í dag í
samband við føðingardag-
in.
Í Vági situr stjórin fyri
Suðuroyar
Sparikassa,
Mikkjal Sørensen og hóast
hann ikki í tí dagliga hevur
nógv samskifti við Astrup,
so hava teir fleiri felags-
áhugamál og Suðuroyar
Sparikassi hevur sent hon-
um eina heilsan á føðingar-
degnum.
– Astrup kom í svárastu
krepputíð og hann hevur
klára gott uppgávuna at fáa
bankan aftur á føtur. Eg
kenni hann eisini sum ein
persón, ið hevur avgjørdar
meiningar, sigur Mikkjal
Sørensen, stjóri í Suðuroyar
Sparikassa.
Ellisforsetin
– Jørn Astrup hevur sera
drúgvar
royndir
innan
bankaheimin og hann er
eisini millum 15-25 ár eldri
enn hinir stjórarnir í pen-
ingastovnunum í Føroyum.
Tað er respekt um Astrup
og vit royna at liva upp til
tað hann er. Astrup hevur
nakað at hava sínar mein-
ingar í og tí torir hann
mangan at siga tingini bart
út, onkuntíð er hann so ber-
søgin, at eg sjálvur hevði
ikki tora at sagt somu orð,
sigur Eyðfinn Reyðberg.
– Eg havi stóra virðing
fyri Astrup. Hann hevur
megnað at vent gongdini í
bankanum og bankin er
sera vælrikin í dag. Tú veit
hvar tú hevur Astrup, og
mínar royndir eru, at hjá
honum er galdandi gamla
orðatakið: – Ein maður er
ein maður og eitt orð er eitt
orð, – sigur Eyðfinn Reyð-
berg.
Astrup er ein virðiligur kappingarneyti
Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup fyllir 60 í dag og í tí sambandið verður móttøka í Føroya Banka.
Mynd: Jens Kr. Vang
Mikkjal Sørensen, stjóri
í Suðuroya Sparikassa
Marner Jacobsen, stjóri
í Føroya Sparikassa
Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassa
C
M
Y
K
3
2
-tað loysir seg