Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 92 - 17. mai 2002 Nr. 92 - 17. mai 2002 5 Ráðið fyri Ferðslu- trygd skipaði í gjár, saman við øðrum, einum tiltaki, ið skal eggja børnum at nýta súkkluhjálm. Ein fyrsti flokkur úr Eysturskúlanum var komin oman á kei- økið við molan, har tey fingu hvør sín hjálm og sluppu at royna eina súkklu- breyt TRYGD Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Finnur Justinussen – Kiwanis kom upprunaliga við hugskotinum fyri trim- um árum síðani, um at geva øllum børnum í fyrsta flokki ein hjálm. Hvør ár verður so koyrt út og givið børnunum ein hjálm, og hetta er eitt av tiltøkunum í hesum sambandi, sigur Jan Nielsen, sølumaður frá MBM. MBM stuðlar tiltakinum saman við Eimskip, Føroya Sparikassa og alt hetta gjørt í samráð við Ferðslutrygd. – Nú hava vit so sligið okkum øll saman og skipað fyri einum tiltaki. Niels Jákup Thomsen frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags er eisini her, tí tey hava týtt eina bók úr enskum, sum er um ein drong, sum ikki nýtir hjálm. Kalt, men stuttligt Umboð fyri allar stuðlarnar vóru á keiøkinum hósmorg- unin. Fyrst segði Jón Kragesteen frá Ferðslu- trygd eitt sindur um hjálm- ar, og síðani kom Høgni Djurhuus, lækni á Lands- sjúkrahúsinum og greiddi frá, hví tað er so umráðandi at nýta hjálm. Niels Jákup Thomsen fortaldi síðani um bókina, Mick Harte var her. Hon er um ein drong, sum ikki nýtir hjálm. Hann er við í eini ferðsluvanlukku og doyr. Tað er systir Mick, sum fortelur søguna. Tá børnini høvdu staðið og lurtað eina løtu, vóru tey eitt sindur køld. Men so fór Eli Christiansen, sum er súkklari, at vísa teimum, hvussu tey skuldu súkkla ígjøgnum breytina. Tey fingu stig fyri, hvussu væl tey kláraðu seg. Og ímeðan vórðu pylsur hitaðar, sum tey síðani fingu at eta. Breytin var eitt sindur torfør, men børnini kláraðu seg væl. Onkur rulluskoyt- aði og summi súkklaðu – øll sjálvandi við hjálmi. Framvegis kul at brúka hjálm Børnini skuldu royna eina súkklubreyt, sum var sett upp á keiøkinum 1. flokkur úr Eysturskúanum fekk í gjár hjálmar, sum tey skulu brúka tá tey súkkla Høgni Djurhuus, lækni á Landssjúkrahúsinum, greiddi frá, hvat hendir við høvdinum um hálmur ikki verður nýttur SAVNSRØKTIN Turið Kjølbro At Kommunusamskipan Føroya hevur skrivað undir semju um savnsrøktina og harvið staðfestir at rinda helmingin av, hvat hendan kostar í samsýning til læra- rar, fær ikki hitt stóra kommunufelagið at vika seg og gera tað sama. Før- oya Kommunufelag hevur nevniliga ongar ætlanir um at viðurkenna, at kommun- urnar eiga ábyrgdina av at rinda fyri savnsrøktina. – Vit eru ikki partur av málinum og eru annars grundleggjandi av teirri fat- an, at málið snýr seg um lønir til lærarar og hana eigur landið at rinda, sigur Jacob Vestergaard, for- maður í Føroya Kommunu- felag. Spurdur um, hann slær seg til tols við, at serstovur og amboð á øllum skúlu- num í kommununum, sum felagsskapurin varðar av, ikki verða røktar, sigur Jacob Vestergaard, at hesa ábyrgdina eigur Menta- málastýrið og ikki kom- munurnar. – Velja kommunurnar, sum eru í okkara kommunu- felag, at rinda fyri savns- røktina, blanda vit okkum ikki uppí. Kommunurnar hava altíð verið ymiskar á máli um hendan spurning- in, men mær vitandi eru tær flestu samdar við niður- støðini hjá felagnum. Sjón- armiðið hjá Føroya Kom- munufelag er enn sum áður, at vit ikki eiga at rinda fyri handan partin. Kommunur- nar eiga skúlarnar og Mentamálastýrið lærarar- nar. At røkja serstovurnar er partur av arbeiðinum hjá lærarunum, eisini uttanvelt- aðir løgfrøðingar hava víst á tað, og tí eiga slíkar upp- gávur at koma upp í sam- ráðingum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið. Vit vilja hava greiðar linjur. At býta løn- ina hjá lærarum ímillum land og kommunur, er bara at fløkja viðurskiftini. Álit er gjørt, sum leggur upp til, at kommunurnar rinda fyri savnsrøktina. Formaðurin í Føroya Kom- munufelag vísir á, at teirra felagsskapur ikki hevði nakað umboð í hesum bólkinum og vil tí ikki kennast við tey tilmæli, sum komu burturúr. – Vit vilja fegin vera við til at loysa upp fyri hesum spurninginum, men tað kemur ikki uppá tal, at Før- oya Kommunufelag viður- kennir, at vit eiga at gjalda lærarum løn fyri at røkja serstovurnar, sigur Jacob Vestergaard. Í dag er fundur í Føroya Kommunufelag. Umboð fyri Mentamálastýrið verða við, har savnsrøktin møgu- liga kemur á dagsskránna. Vit rinda ikki fyri savnsrøktina – Vit eru nøgd við, at tað endiliga er stað- fest, at lærarar skulu hava samsýning fyri at røkja serstovur. Men vit eru ikki nøgd við, at nakrar serstov- ur ikki eru umfataðar av semjuni, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag SAVNSRØKTIN Turið Kjølbro Beint áðrenn evsta mark, sum var sett at vera miku- dagin, eydnaðist Føroya Lærarafelag, Mentamála- stýrinum, Kommunusam- skipan Føroya og Fíggjar- málastýrinum at semjast og skriva undir avtalu um savnsrøktina í fólkaskúla- num. Avtalan ber í sær, at lærarar, sum arbeiða á ser- stovum, fáa samsýning fyri at røkja tær. Samsýningina rinda kommunurnar og landið helvt um helvt, eins og lagt varð upp til í áliti- num, ið er gjørt um savns- røktina. Savnssamskipari skal veljast á øllum skúlum, har serstovur eru. Hesin fær løn fyri arbeiði sítt á tí lønar- stigi, hann er, hvørt hálva ár. Arbeiðið verður ikki lønt við niðurskurði í tíð. Uppgávurnar hjá savns- samskiparanum eru bæði av røktarligum og náms- frøðiligum slag, og útreið- slurnar til arbeiðið verða lutaðar sundur millum land og kommunur við helvtini til hvønn part. Mentamála- stýrið skal í samráð við kommunustýrini og skúla- leiðslurnar góðkenna og gera eitt yvirlit yvir øll ser- høli í landinum innan 1. sept. 2002. Talan er um níggju ser- stovur, sum verða umfatað- ar av semjuni. Tær eru træ- smíð, alis- og evnafrøði, til- evning, handarbeiði, nátt- úru/tøkni, lívfrøði, motor- læra, ítróttur og tónleikur. Samsýningin verður latin í lutfalli við næmingatalið á skúlunum, tað vil siga, at serstovurnar á teim størstu skúlunum fáa mest, meðan samsýningin minkar niður- eftir samsvarandi skúla- stødd. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta P. Petersen, er nøgd við, at semja loksins er fingið um hetta stríðsmálið. – Vit eru nøgd við, at tað endiliga er staðfest, at læra- rar skulu hava samsýning fyri at røkja serstovur. Men vit eru ikki nøgd við, at nakrar serstovur ikki eru umfataðar av semjuni, sig- ur Elsa Birgitta P. Petersen. Ein serstova, sum verður hildin uttan fyri semjuna, er bókasavnið. Fíggjarmála- stýrið vil ikki vita av, at bókasøvn koma undir av- taluna av grundum, sum forkvinna í Føroya Lærara- felag ikki skilir. – Fíggjarmálastýrið metir ikki, at arbeiðið, sum skúla- bókavørðurin ger er røkt av savni, men heldur er bein- leiðis undirvísing av næm- ingum. Vit vórðu noydd at góðtaka hesa útmeldingina frá Fíggjarmálastýrinum. Gjørdu vit ikki tað, kom als eingin semja. Men vit sleppa ikki bókavørðunum so, tí vit fara at miðja eftir at fáa arbeiðið hjá bóka- vørðunum roknað inn í ar- beiðstíðina, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen. Blokadan av próvdøm- ingini í 9. og 10. flokki er nú tikin av. Somuleiðis er blokadan av savnsrøktini tikin av, men bara í teimum kommunum, sum eru limir í Kommunusamskipan Før- oya, tað vil siga í seks teim størstu kommununum í landinum umframt Kirkju- bøar kommunu, sum telist millum tær smæstu í fólka- tali. Føroya Lærarafelag noktar nevniliga framvegis limum sínum at røkja ser- hølir í skúlunum í teimum kommunum, sum eru limir í Føroya Kommunufelag. Semjan verður løgd út á álitisfólka- og limaráð- stevnunar í Samhøll og á heimasíðu Føroya Lærara- felags. Eisini Óli Holm, lands- stýrismaður í skúlamálum, er nøgdur við, at semja lok- sins er fingin um savns- røktina. Í tíðindaskrivi sig- ur hann, at hann er sera væl nøgdur við, at eitt nærum 30 ára gamalt mál er komið uppá pláss. Semja undirskrivað um savnsrøktina Fyrstu vóru próvtøkuupp- gávurnar hóttar, síðani dømingin, nú letur til, at næmingar sleppa til roynd í øllum góðum. – Vit vilja fegin vera við til at loysa upp fyri hesum spurninginum, men tað kemur ikki uppá tal, at Føroya Kommunufelag viðurkennir, at vit eiga at gjalda lærarum løn fyri at røkja serstovurnar, sigur Jacob Vestergaard. – Velja kommunurnar, sum eru í okkara kommunufelag, at rinda fyri savnsrøkt- ina, blandar felagið seg ikki uppí. Tað er upp til tær, men sjónarmiðið hjá Føroya Kommunufelag er enn sum áður, at vit ikki eiga at rinda fyri savnsrøktina, sigur Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag C M Y K 5 4