fríggjadagur 17. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 92 - 17. mai 2002
Nr. 92 - 17. mai 2002
7
Tað gongur hampiliga
væl at fáa savnað
ruskið frá verkfalls-
raktu økjunum, siga
tey á brennistøðini
hjá IRF. Í næstu viku
vænta tey at vera
komin á slætt aftur
RUSKSAVNING
Edvard Joensen
Í Vágum verður í lagi aftur
í dag. Í hinum økjunum
vænta tey at vera komin í
fasta legu aftur í næstu
viku, sigur Jógvan Júst
Olsen, sum stendur fyri
ruskinnsavningini hjá IRF.
Jógvan Júst Olsen sigur,
at tað tyngsta at koma
ígjøgnum
verða
Norð-
oyggjarnar. Har býr nógv
fólk, og partar av økinum
eru torførir at koma til.
Tað koyra tríggir pressi-
bilar í pendulferð við ruski
til brennistøðina á Haga-
leiti, sigur hann.
Hann sigur, at ætlanin er
at tøma bingjuplássini hesa
vikuna. Eisini ætla tey at
fáa tikið alt rusk frá handl-
um og virkjum, soleiðis at
farast kann undir at savna
inn ruskposarnar frá húsar-
haldinum í komandi viku.
Sama
framferðarhátt
brúka tey eisini aðrastaðni í
landinum sigur Jógvan Júst
Olsen. Úr Suðuroy komu
seks pressibilar norður
mikudagin, og tað verður
tað sama alla vikuna, vænt-
ar hann. Eisini í Suðuroy
verður farið eftir bingju-
plássum og handils- og
vinnuruski fyrst.
Handlarnir hava til dømis
nógv papp og pappír, sum
verður
endurvunnið
á
Hagaleiti. Tey hava sent
eyka bilar til Suðuroyar at
heinta hetta ruskið frá vinn-
uni har suðuri.
Eisini
í
Suðuroynni
vænta tey at klára alt uttan
húsarhaldsruskið hesa vik-
una. Tað verður so tikið í
næstu viku.
Í Sanoynni gongur eit
sindur skjótari við húsar-
haldaruskinum, sigur Jógv-
an Júst Olsen, Hann vænt-
ar, at tá vikan er av, verða
bara nøkur hús á Sandi og í
Skopun eftir, har ikki er
tómt. Virki og handlar hava
tey longu klárað, sigur
hann.
Úr Sandoynni hevur tó
verið ein lítil tupulleiki at
sloppið til við stóru bil-
unum, tí Teistin tekur bara
tríggar slikar stórar bilar í
senn, og fleiri eru, sum
vilja flytast um Skopunar-
fjørð, nú verkfallið er av.
Úr Nólsoy heintar IRF
rusk við Rituni, sum hevur
verið onkran leigutúr har
úti eftir ruskinum. Har
skuldi eisini farið at verið
slætt borð um vikuskfiti,
vænta tey.
Frægast stendur til í Vág-
um, har tað mesta er fingið
av oynni, sigur Jógvan Júst
Olsen. Bingjuplássini eru
tømd, og handlar og virki
eru sloppin av við sítt rusk.
Farið er undir at savna
húsarhaldaruskið inn, og í
Sørvági er liðugt. Væntandi
verður liðugt at savna inn í
Miðvági og Sandavági í
dag.
Tað gongur eisini hampi-
liga væl at brenna undan á
Hagaleiti. Komandi viku
verður ikki savnað inn
mánadagin, sum er annar
hvítusunnudagur, so tá
verður eitt heilt samdøgur
til at brenna undan, uttan at
nýtt kemur inn.
Hóast rúgvurnar, sum nú
koma inn í senn, eru rætti-
liga stórar, er eingin trupul-
leiki, sum er, at fáa pláss
fyri øllum á støðini.
Meðan verkfallið hevur
verið, er so mikið minni
komið inn, og til hevur tí
borið at brent væl undan í
køstinum. So nú er rímiliga
gott pláss at taka í móti
aftur, sigur Jógvan Júst
Olsen, innsavningarleiðari
hjá IRF á Hagaleiti.
Gongur undan hjá IRF
Full ferð er sett á
ruskinsavingina aftur í
økjunum hjá IRF, har einki
hevur verið tikið, meðan
verkfall hevur verið. Á
brennistøðini á Hagaleiti
vænta tey, at innsavningin er
komin í rættlag aftur, tá
næsta vika er liðug
Tað er ymiskt, sum
tað merkist um-
borð á strandfara-
skipunum, at verk-
fallið hjá Skipara-
og Navigatør-
felagnum er av. Um
Vestmannasund er
trýstið ikki øðrvísi
enn vant, meðan
nógv er at føra við
Smyrli
STRANDFARA-
SIGLING
Edvard Joesen
Nú verkfallið hjá Skip-
ara- og Navigatørfelag-
num er av, er ymiskt,
sum tey láta at umborð á
strandfaraskipunum,
hvussu trýstið á leiðirnar
er.
Umborð
á
Smyrli
verður sagt at tað er stórt
trýst á dekkinum, nú
farið er aftur at sigla.
Serliga er tað farmur,
sum flytast skal millum
Suðuroynna og Havnina,
siga tey á Smyrli.
Stórir bilar hava verið
nógvir hesar báðar dag-
arnar, siga tey. Ruskbil-
arnir hava koyrt dúgliga,
eins og tangabilarnir
eisini hava havt úr at
gera. Tað er dieselolja,
sum flutt verður suður,
verður sagt.
Eingin goymsla til
dieselolju er í Suður-
oynni, so bilar, sum
koyra við diesel, hava
havt tað trupult har
suðuri, hesar vikurnar,
verkfallið hevur rakt.
Hinvegin
er
bensin-
goymsla, eins og gass-
olja altíð er at fáa har
suðuri.
Tey vænta eisini um-
borð á Smyrli, at nakað
væl av fólki og persón-
bilum fara at verða at
flyta um Suðuroyarfjørð
nú um hvítusunnuna, tí
ein stór hvítusunustevna
skal verða í Suðuroy.
Hinvegin hevur ikki
verið tað stóra av privat-
bilum at flutt, síðan
verkfallið endaði, og tað
undrar í grundini eitt
lítið sindur, verður sagt
av Smyrli. Tað var eing-
in bíðirøð á Drelnesi, tá
farið varð aftur at sigla,
og hinvegin hevur held-
ur ikki vierið nøkur inn-
rás av suðuroyarbilum,
sum strandaðir hava
verið norðanfjørðs, nú
verkfallið hevur verið.
Um Vestmannasund
hevur heldur ikki verið
nøkur ógvuslig ferðsla,
nú Ternan er farin at
sigla aftur.
Í grundini minni, enn
tey høvdu væntað, siga
tey umborð á Ternuni.
Nakað av privatbilum
hevur staðið báðumegin.
Við ferjuleguna í Vest-
manna hava vágabilar
staðið, og á Oyrargjøogv
hava staðið bilar, sum
eitt nú fólk, sum var
uttanlands, hevði stand-
andi á flogvøllinum, tá
verkfallið
byrjaði.
Nógvir teirra standa
enn, og verða helst
fluttir so við og við, tá
fólk fær tíð og høvi at
koma aftur eftir teimum.
Annars hevur verið
dúgliga ferðast við rusk-
bilum um Vestmanna-
sund, eins og aðrastaðni,
nú strandfaraskipini eru
farin aftur at sigla.
Verkfallið
merkist ymiskt
Strandfaraskipini sigla nú aftur. Men umborð á Ternuni
siga tey, at trýstið hevur í grundini verið minni, enn tey
høvdu væntað, nú fleiri bilar hava staðið við
ferjulegurnar hesar vikurnar, verkfallið vardi
Mynd: Edvard Joensen
– Hví er tunnilin
vorðin so vátur?
Hevur hetta nakað
við boringarnar hjá
SEV at gera, spyr
Jóannes S. Hansen, ið
er ein teirra, sum
ferðast gjøgnum
tunnilin hvønn dag.
Dánjal Syderbø, sum
starvast hjá Lands-
verkfrøðinginum,
sigur, at orsøkin til
nógvu vætuna á
breytini er, at plátur-
nar undan loftinum
eru tiknar niður, nú
loftið verður reinsað
fyri leyst grót.
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
Tað er í heilum, at Lands-
verkfrøðingsstovnurin lýsir
við, at Eysturoyartunnilin
er stongdur millum kl. 22 á
kvøldi og 7 á morgni vegna
arbeiði í tunlinum. So seint
sum í hesi vikuni hoyrdu vit
hesa lýsing í ÚF, og somu
lýsing hava vit hoyrt fleiri
ferðir seinasta árið fyri ikki
at siga seinastu árini.
Stundum hoyrist, at tunn-
ilin verður reinsaður fyri
leyst grót undir loftinum,
og tað er meira vanligt at
síggja hampiligar grótrúgv-
ur liggja skumpaðar saman
fram við vegginum í tunli-
num.
Hvaðani kemur hetta
grótið, er vandi á ferð, og
nær verður liðugt at reinsa
loftið, spyrja fólk, sum dag-
liga
ferðast
gjøgnum
tunnilin.
Mong munnu eisini seta
sær spurningin, hvussu
tunnilin annars er í standi
til ta nógvu ferðslu, sum er
har dagliga. Og hvør tekur
um endan, um ein vanlukka
hendir.
Tunnilin vátur
Jóannes S. Hansen í Sal-
tangará, ið er ein teirra,
sum dagliga ferðast til og
úr Havn, spyr, hví tunnilin
er vorðin so ógvuliga vátur
í seinastuni.
– Hevur hetta nakað við
boringarnar hjá SEV at
gera, sum partvís eru beint
omanfyri Eysturoyartunnil-
in?
Jóannes sigur, at tunnilin
hevur ikki verið so vátur
áður sum nú.
– Eg vil siga, at tað er
serliga galið eystaru megin.
Tá ið tú kemur inn í tunnil-
in, noyðist tú at seta ferðina
langt niður, tí annars sært tú
einki, tá ið tú kemur inn.
Hann heldur, at tað rætt-
asta hevði verið at sett ferð-
ina niður í 30 km. um tíman
við inn-og útkoyringina
eystaru megin.
– Í mínum eygum er
tunnilin snøgt sagt vorðin
vandamikil at koyra ígjøg-
num. Vit kunnu hugsa okk-
um, at ein trailari, sum er á
veg út og ein bussur við
ferðafólki, sum er á veg
inn, møtast við munnan. Tá
skal virkuliga ansast væl
eftir, soleiðis sum sýnið er
við inn-og útkoyringina
eystaru megin, sigur Jóan-
nes.
Hann spyr eisini, hvør fer
ígongd, um ein vanlukka
hendir inni í tunlinum, har
eingin telefon hoyrist.
– Er nøkur ætlan tilbúgv-
in, um tað ringasta hendir?
Hvaðani kemur hjálpin?
Kemur hon av Streymoynni
ella úr Eysturoynni, spyr
hann.
Sosialurin koyrdi ein túr
ígjøgnum tunnilin hós-
morgunin, og rætt er, at
koyribreytin er vát so gott
sum allan teinin – og sýnið
er sera vánaligt.
Pláturnar burtur
Dánjal Syderbø, sum starv-
ast hjá Landsverkfrøðingi-
num, vísir avgjørdur aftur,
at nógva vætan í tunlinum
hevur nakað við boringar-
nar hjá SEV at gera.
Hann sigur, at orsøkin til
vætuna er, at meginparturin
av plátunum, sum vanliga
eru undir loftinum, eru tik-
nar undan, nú tunnilin
verður reinsaður fyri leyst
og ivingarsamt grót.
– Hetta hevur als einki
við boringarnar hjá SEV at
gera, leggur hann dent á.
Dánjal vísir á, at talan er
um pláturnar, ið leiða vatn-
ið, sum kemur undan lofti-
num, út í vegjagaran, har
dren er, sum síðan leiðir
vatnið burtur.
– Og tá ið hesar plátur
eru burtur, rennur vatnið
niður á koyribreytina; tí er
tunnilin so vátur í løtuni,
sigur hann og leggur aftrat,
at nýggjar plátur verða sett-
ar uppundir loftið, tá ið
reinsingararbeiðið er lið-
ugt.
Spurdur, hvussu gongur
við at reinsa loftið, sigur
hann, at arbeiðsmenninir
nú hava gjøgnumgingið alt
loftið, og nú skuldi tunnilin
verður so tryggur fyri leyst
grót, sum tilber.
– Hetta arbeiði hevur tik-
ið eitt heilt ár. Tá ið tunnilin
er opin fyri ferðslu, er
strævið at arbeiða í honum.
Men um náttina, tá ið hann
av og á hevur verið stongd-
ur, er lættari at gera tað,
sum gerast skal. Hetta hev-
ur tikið langa tíð, men mál-
ið er at gera tunnilin »up to
date«, sum hann tekur til.
Dánjal heldur ikki, at
Eysturoyartunnilin annars
er vátari enn aðrir.
Spurdur, um teir vita,
hvussu nógv tons av gróti
eru loyst undan loftinum,
nú arbeitt hevur verið so
leingi í tunlinum, sigur
hann, at tað talið hevur
hann á skrivstovuni, men
ikki við hondina.
– Men tað eru nógv tons
tilsamans, sigur Dánjal
Syderbø, sum í gjár var í
Sandoynni, tá ið Sosialurin
tosaði við hann.
Er Eysturoyartunnilin ein bølamyrk deyðsfella?
– Er Eysturoyartunnilin
ein deyðsfella í løtuni,
spyrja fólk, sum dagliga
ferðast gjøgnum tunnilin.
Nú verkfallið er av,
kann Fiskavirking á
Tvøroyri aftur keypa
kongafisk, sum verð-
ur skorin til flak og
fer ísaður av landi-
num.
– Endiliga var hendan
marran av, sum verk-
fallið hevur verið fyri
okkum, siga tey á
Tvøroyri.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
– Øll gleða seg til várið,
men tað hava vit ikki kunn-
að her suðuri seinastu árini,
tí verkføll hava órógað okk-
um gerandisdagin. Hesi
verkføll eru vorðin okkum
ein marra á hvørjum vári,
siga tey á Tvøroyri.
Fá munnu vera fegnari
enn suðuroyingar, nú verk-
fallið hjá Føroya Skipara-
og Navigatørfelag endiliga
er av.
Nú kann Fiskavirking á
Tvøroyri
aftur
keypa
kongafisk og partvís upsa,
sum verður skorin til flak
og sendur ísaður av landi-
num. Hetta merkir eisini, at
virkið kann geva trolar-
unum 3-4 krónur meira fyri
eitt nú kongafiskin, tí virk-
ið fær meira fyri sína vøru á
útlendska marknaðinum.
Verkfallið hevur ført til,
at fleiri djúpvatnstrolarar
hava siglt á týska marknað-
in við kongafiski, tí teir
ikki fingu nøktandi prís í
Føroyum, meðan verkfall
var. Og tá ið so sølan uttan-
lands heldur ikki var nakað
at reypa av, var eingin
nøgdur, heldur ikki limirnir
hjá
Føroya
Skipara-og
Navigatørfelag, sum sigla
við hesum skipum.
Men verkfallið er av, og
nú kann Fiskavirking á
Tvøroyri avskipa og keypa
fisk á uppboðssølunum
sum frammanundan.
Research og
Vesturvarði
Tveir trolarar hava landað á
Tvøroyri hesa vikuna.
Vesturvarði hevði 100.000
pund av upsa og kongafiski
og Research, sum landaði
hósdagin, hevði umleið
70.000-80.000 pund av
upsa og øðrum fiskasløg-
um.
Á Fiskavirking á Tvør-
oyri hava tey eisini arbeitt
nakað av útróðrarfiski.
Tá ið viðrar, eru fleiri
bátar á útróðri, bæði við
línu og snellu, og sum skil-
st, hevur fiskiskapurin ver-
ið hampiligur – um ikki
nakað av reypa av.
– Vit hava havt nóg mikið
at gera hesa vikuna, siga
tey á Fiskavirking á Tvør-
oyri, samstundis sum tey
fegnast um, at »marran« nú
endiliga er av á hesum
sinni.
Tveir trolarar landað á Tvøroyri
Nú kunnu tey aftur keypa kongafisk á Fiskavirking á Tvøroyri, sum verður skorin til flak og fer
ísaður av landinum.
Hetta merkir samstundis, at virkið gevur 3-4 krónur meira fyri kilo av kongafiski.
C
M
Y
K
7
6