Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 92 - 17. mai 2002 Nr. 92 - 17. mai 2002 9 Klokkan mundi vera farin av 21 miku- kvøldið, tá eitt buldur hoyrdist, og nógvur roykur sást koma frá virkinum Suðurlaks í Vági ELDUR Dagfinn Olsen Eftir buldrið fór ljósið at blunka í allari Vágsbygd. Løtu seinni fór streymurin um alla bygdina. Streym- urin fór eisini um alla oynna eina løtu. Sera nógvur roykur kom frá flakavirkinum á bryggj- uni í Vági, har Heri Hjelm fyri stuttum lat upp sera framkomið virki til laksa- framleiðslu. Roykurin var nógvur, men eingin eldur sást tó uttanífrá. Vágs Sløkkilið var skjótt á staðnum og roykkavarar fóru innar. Tamarhald fekst á støðuni. Men eina løtu tóktist støðan hættislig. Roykurin kom úr uttara enda av bygning- inum, har frystarí og verk- stað ella maskinrúm er. Tískil kundi vandi vera fyri, at ymiskt, ið er vanda- mikið í nógvum hita, var inni í rúmunum, t.d. amoni- ak og gassfløskur. Heitt var á fólk um at halda seg nakað burtur, men sum vant, dregur for- vitni. Tá streymurin kom aftur, var nakað av larmi innan av virkinum, og setti hetta ein hvøkk í fjøldina, ið savnað varð kring virkið. Í skrivandi stund er ikki heilt greitt, hvør orsøkin til eldin er. Men hildið verður, at skammlop í eltalvu er orsøkin. Ilt er eisini at meta um, hvønn skaða hetta ger fyri framleiðsluna, men greitt er, at í næstum verður neyvan nakað framleitt. Stóri spurningurin í løtuni er, um ísur fæst, og um frystigoymslurnar eru um- fataðar av skaðanum. Eldur í Suðurlaks í Vági Tað var eitt skammlop í eini av høvuðstalvunum á virkinum Suðurlaks, sum var orsøkin til eldin mikukvøldið. Eldurin kyknaði í einum av teimum gomlu el-talvunum frá sjeytiárunum ELDSBRUNI Stefan í Skorini Eitt skammlop í einum av teimum trimum eltalvunum á virkinum á Suðurlaks hjá Hera Hjelm í Vági elvdi til eldsbrunan á virkinum. Eldurin kyknaði stutt eftir klokkan níggju á kvøldi. Guðmund Jacobsen, brandmeistari í Vági, greið- ir frá, at ein tími gekk, frá tí at sløkkiliðið kom á staðið, til eldurin var sløktur. Tí- betur var fólk á bryggjuni, sum sóu eldin, og boðaði frá beinanvegin. Orsøkina til skammlopið kennir eingin, tí el-talvan sjálv er smeltað saman, og tí ber illa til at gera nakra niðurstøðu um atvoldina til eldin. Skaðin er ikki so umfat- andi, men tólini, sum hava fingið skaða, eru kostnað- armikil, og tað fer at kosta nógv at umvæla og reinsa nøkur av teimum. Tí er pen- ingaligi missurin stórur. Eldurin kyknaði í eini av teimum gomlu talvunum, sum eru frá sjeytiárunum, tá virkið varð bygt, men tað ber ikki til at siga, at aldurin á el-talvuni er or- søkin. Fólk frá SEV var á veg suður til Vágs hós- morgunin at kanna el-talv- una. Streymurin fór Tá eldurin kyknaði, misti øll Suðuroyggin streymin. Virkið nýtir sera nógvan streym, og sikringarnar eru stórar. Tí sló el-verkið í Vági frá, og tað hevði við sær, at Suðuroyggin lá myrk í nakrar minuttir. Restin av oynni fekk streymin aftur eftir einar tíggju minuttir, men Vágs bygd fekk ikki streymin aftur fyrr enn ein tíma seinni, tí verkið sló frá aftur stutt seinni. Nógvir áskoðarar Guðmund Jacobsen fílist harðliga á, at so nógv óviðkomandi fólk kom saman á bryggjuni at hyggja at, meðan sløkkilið- ið royndi at fáa tamarhald á eldinum. – Nógv fólk var og hugdi á bryggjuni, men tað var meira møði enn føði. Tað er øgiliga keðiligt hjá okkum, sum royna at gera okkara arbeiði, at fólk savnast kring ein eldsbruna, tí tað ger arbeiði truplari, sigur Guðmund Jacobsen. Hann leggur afturat, at flutning- urin til og frá virkinum var tarnaður av fólkamongdini. ELDSBRUNI Stefan í Skorini Mikudagin stutt fyri klokkan seks á kvøldi var eldur í einum sethús- um við Gjógv. Konan í húsinum kókaði ræstan fisk, og hon setti tí eina pannu við tálg á komfýr- in. Eftir øllum at døma hevur hon gloymt tálg- ina, og eldur kom í feitt- ið. Sunda Sløkkilið varð boðsent beinanvegin, men tá sløkkiliðið kom á staðið var eldurin bastur. Húsfólkini nýttu ein eld- sløkkjara, og tey sløktu eldin rættiliga skjótt. Húsini hava fingið nakað av roykskaða, men eldskaðin er ikki so stórur, tí tað var bara í køkinum, at eldurin gjørdi um seg. ELDSBRUNI Stefan í Skorini Hósmorgunin var einki virksemi á Suðurlaks í Vági vegna eldsbrunan kvøldi fyri. Heri Hjelm, stjóri, vónaði tá, at ar- beiði aftur var á virkin- um fríggjamorgunin. Høvuðstalvan á virk- inum er farin, og el-inn- leggjarar arbeiddu hós- dagin við at leggja streymin av nýggjum inn á virkið. Heri Hjelm vónar, at farið verður undir at slátra fríggjamorgunin, men frystaríið verður ikki klárt enn, tí tað hev- ur fingið so stóran skaða. Eldsbruni við Gjógv: Gloymdi feittið Virkið liggur stilt Mikukvøldið sást roykur frá framkomna virkinum Suðurlaks í Vági. Skammlop er helst orsøkin til eldin Mynd: Dagfinn Olsen Skammlop orsøk til eldin Nógv fólk var komið saman á bryggjuni, tá eldurin kyknaði. Brandmeistarin fílist harðliga á hetta, tí tað tarnar sløkkiliðnum Mynd: Dagfinn Olsen Tann 5. juni fara 15 føroyingar at seta eina av tveimum smáttum, ið bygdar eru í Klaksvík, upp við Ástjørn í Íslandi. Hin fyrra varð smíðað og sett upp í fyrraárið HÚSABYGGING Rúna Sivertsen Á norðureysturlandinum í Íslandi, í vakra umhvørvin- um nær kenda ferðamanna- økinum Ásbyrgi, liggur ein summarlega fyri børn og ung. Summarlegan verður kallað Ástjørn, og liggur leguhúsið beint við eina tjørn við sama navni. Summarlegan hevur til endamáls at læra børn og ung at kenna Jesus. Í 1944 gav ein bretskur herleiðari eina barakk, sum skuldi nýtast til summarlegur fyri íslendsk børn. Summarið 1946 varð fyrsta legan hildin á Ástjørn. Mitt í fimmtiárunum varð farið undir at byggja leguhús, og er tað síðani útbygt, so tað hóskar til tað, sum krevst til eitt slíkt hús í dag. Sjálvboðin hjálp Í 1963 fór fyrsti føroying- urin yvir til Ástjørn at hjálpa til, og hava føringar staðið fyri tí mesta av sjálvbodna arbeiðnum á leguni. Victor Dánjalsson hevur í nógv ár hjálpt til á íslendsku summarleguni. Síðani 1977 hevur Victor verið tey flestu árini har yvir. Umframt tað er hann eitt slag av kontaktpersóni hjá føringum, sum ætla sær á Ástjørn at hjálpa til. Sum árini gingu, gjørdist leguhúsið nakað trongligt, og fór Victor tí undir at kanna, um til bar at byggja eina smáttu heima í Føroy- um. - Eg tosaði við nakrar ungar húsasmiðir, og vóru teir fúsir at hjálpa til. Alt arbeiðið er gjørt sjálvboðið, og nógvir eru teir, ið hava nýtt sína frítið til at fáa smátturnar bygdar. – Síðani spurdi eg Símin á Høvdanum, stjóra á Klaksvíkar Timburhandli, um vit kundu sleppa at smíða smáttuna inni í høllini hjá teimum við Borðoyarvík. Smátturnar, sum eru sera snotiligar, eru 30 fermetrar til støddar og hava tvey kømur, toilett, brúsu og vask. – Nú fáa vit hýst teimum familjum, sum koma yvir at hjálpa til, sigur ein glaður Victor. Væleydnað arbeiði - Arbeiðið við at smíða hesa seinnu smáttuna, hev- ur gingið serstakliga væl. Vit byrjaðu eitt hóskvøld, og longu mánakvøldið eftir vóru vit lidnir við arbeiðið. Tá smáttan var liðugt smíðað, varð hon tikin sundur og pakkað í bingju fyri síðani at verða send til Íslands við skipi. Tað er Eimskip, sum hevur ført báðar smátturnar til Ís- lands. Fyrru smáttuna nýttu vit 5 døgn um at seta upp og gera heilt lidna. Hesu- ferð verða vit burtur í eina viku. Vit fara við Norrønu 5. juni og verða aftur í Føroyum 14. juni. – Eg vil fegin nýta høvið at takka øllum teimum, ið á ymiskan hátt hava stuðlað arbeiðnum. Uttan ta stóru vælvild, virkir og einstak- lingar hava sýnt, var hetta arbeiði ikki møguligt, sigur Victor Dánjalsson at enda Vilt tú vita meiri um ís- lendsku summarleguna, ber til at fara á heimasíðuna hjá Ástjørn: www.nett.is/astjorn Klaksvíkingar byggja hús til Íslands - Glaðir og vælnøgdir eftir væleydnað arbeiðið. Nú líður væl at fylla bingjuna, sum sæst aftanfyri á myndini. Uttast til vinstru stendur Victor - Ein hugnalig smátta í vakra umhvørvinum við Ástjørn. Henda smáttan varð bygd og uppsett í fyrraárið C M Y K 9 8 Lesið Sosialin -tað loysir seg! www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo