Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. mai 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 92 - 17. mai 2002 Nr. 92 - 17. mai 2002 11 – Hetta arbeiði hevur mín stóra áhugi, og eg ætli at røkja hetta starvið sum eitt full- tíðarstarv, sigur Edmund Joensen, nývaldur løgtings- formaður. Hann ætlar at styrkja um tingið bæði in- og úteftir. Sjónarringurin hjá løgtingsnevndunum skal eisini styrkjast POLITIKKUR Heri á Rógvi Telefonirnar ringja á tamb hjá einum tí mest um- svermaða manninum í landinum júst nú. Vit vera noyddir at ringja aftur, uttan tó at hetta ger nakað. Og meðan vit tosa, so ringir telefonin aftur. Hesin ný- liga valdi løgtingsformað- urin hevur sítt at síggja til, nú hann eftir dagar og nætur í Havn er farin heim, tá eingin fundur er á skránni. Tað er tó við einum nýggjum og týdningar- miklum heiti, at hann er farin heim til Oyrarbakka. Edmund Joensen hevur drúgvar royndir í politikki. Hann varð fyri fyrstu ferð valdur á ting í 1988. Í 1991 gjørdist hann formaður í Sambandsflokkinum eftir Paula Ellefsen. Í september mánað í 1994 varð hann valdur til løgmann. Eitt starv, ið hann røkti til 1998, tá Anfinn Kallsberg tók yvir í Tinga- nesi. Eisini varð hann vald- ur á fólkating í 1994, men hann náddi bert at sita har stutta tíð, tí boð vóru eftir honum sum løgmaður. Hann er í løtuni varamað- ur á fólkatingi hjá Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimi og forkvinnu Sambands- floksins. Hann varð aftur- valdur á ting 31. mai, og hann er nú eisini vorðin formaður fyri Føroya Løg- ting. Hann er í dag 57 ára gamal. Stóran áhuga Tað var fyrstu ferð, at hann ein løgtingsformaður varð valdur við minni enn meirilutanum av samlaðu atkvøðunum í løgtinginum. Á fyrsta tingfundinum hjá nýggja Løgtinginum mikudagin var Edmund Joensen heldur ikki vísur í, um hann fór at gerast løgtingformaður ella ei. – Eg visti ikki, at eg fór at verða valdur fyrr enn í ting- inum, sigur Edmund Joensen. Hann gjørdist eitt bilsin um, at hann fekk stuðul úr Sjálvstýrisflokkinum. Hann er tó glaður fyri henda stuðul. – Eg haldi eisini, at tað var stórt og heiðurligt av Jóannesi Eidesgaard at skjóta meg upp sum for- mann, sigur Edmund Joensen. Eftir formansvalið søgdu bæði Kári P. Højgaard og Jóannes Eidesgaard, at teir mettu Edmund Joensen sum ein virðiligan og góð- an formann. Arbeiði sum tingformað- ur hevur eisini stóran áhuga hjá Edmundi. –– Hetta arbeiði hevur mín stóra áhugi, og eg ætli at røkja hetta starvið sum eitt fulltíðarstarv. Eg havi altíð havt áhuga fyri hesum slag av parlamentariskum arbeiði, og eg havi eisini gjørt mær nakrar royndir, ið eg kann gera mær dælt av, sigur Edmund Joensen. – Eg fari at arbeiða fyri øllum tinginum – bæði samgongu og andstøðu. Eg ætli at styrkja um Løgtingið ineftir og úteftir, sigur Emund. Hann ætlar eisini at halda lív í og styrkja um tað samstarv, ið Løgtingið hevur við onnur ting, eitt nú Fólkatingi. – Eg ætli eisini at vera við til at styrkja og víðka um sjónarringin hjá løg- tingsnevndunum, soleiðis at tær eisin síggja, hvussu nevndir arbeiða aðrastaðni. Samstundis skulu tær eisini fáa best møguligu arbeiðs- umstøður, sigur Edmund Joensen. Hann og Finnbogi hava avtalað at hittast, soleiðis at Edmund kann seta seg væl og virðiliga inn í øll viðurskifti. Edmund hevur eisini bara rós at bera sínum undan- gongumanni, Finnboga Ísakson. Sjálvur sat Ed- mund eisini í formans- skapinum sum ein av næstformonnunum saman við Finnboga. – Finnbogi hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri tingið. Mær hevur eisini dámað ógvuliga væl mátan, ið Finnbogi hevur stýrt ting- arbeiðinum við, sigur Ed- mund Joensen. Glaður fyri tingið Nú Edmund Joensen er vorðin tingformaður, so er hann eisini vorðin leiðari fyri eitt mestsum spildur- nýtt tinghús. – Hóast alt ikki er liðugt enn, so haldi eg, at vit nú hava fingið rímiliga góðar umstøður til tingarbeiðið. Tað er munandi meira pláss, og tinghúsið er nú tingsalur burturav, sigur Edmund Joensen. Enn resta byggistig í fyri at gera arbeiðið við tinghúsinum heilt liðugt, og hetta ætlar Edmund Joen- sen eisini at syrgja fyri verður gjørt. Løgtingið verður 150 ár á ólavsøku, og tá verður hátíðarhald, har løgtingið m.a. fær vitjan uttan úr heimi. Fráfarni løgtingsfor- maðurin, Finnbogi Ísakson, hevði gott kunnað hugsað sær at roynt nýggja ting- salin, men hansara tíð er farin. Hann er tó fegin um nýggja ting- húsið, men hann vildi heldur reist eitt nýtt tinghús POLITIKKUR Heri á Rógvi Løgtingið: Ein av teimum, sum mikudagin kunnu líða á nýggju tingmanningina, nýggja tingformannin og ikki minsta nýggja ting- salin, var Finnbogi Ísakson. Seinastu fýra árini hevur Finnbogi verið tingformað- ur og sitið í tignarligasta sessinum í landinum. Hann hevur eisini verið tann, ið einamest hevur merkt kjakið og arbeiðið við at umvæla Løgtingshúsið. Mikumorgunin sat hann á áskoðaraplássunum. — Eg eri væl nøgdur. Eg haldi, at arkitekurin (Heidi Poulsen, blðm.) hevur gjørt eitt gott arbeiði. Saman- renningin millum tað nýggja og tað gamla hevur eydnast væl, sigur Finnbogi Ísakson. – Tað er vorðið rúmsháttari og luftigari. Arbeiðsumstøðurnar eru betri enn nakrantíð, sigur Finnbogi Ísakson. Finnbogi Ísakson er ein teirri við teimum drúgvastu royndunum sum tingmaður. Hann hevur sitið í alt tretivu ár sum tingmaður, har hann eisini hevur lands- stýrismaður partar av hesum tíðarskeiðinum. Hann var einans 23 ár, tá hann fyrstu ferð varð valdur inn á ting, og er hann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð. Nú hann takkar fyri seg, so er greiður yvir sítt val, men honum hevði dámt at sloppið at roynt nýggja tingsalin. Hetta hevði hann eisini sloppið at roynt, um løgmaður hevði biðið um eitt formansumfar. Finnbogi rósar eisini nýggju borðunum og inn- rættingini av húsunum. Hóast hann rósar arbeiðin- um nógv, so er hann ikki í iva um, at tingið skuldi havt fingið eitt nýtt tinghús. — Vit mugu framvegis miðja ímóti at gera eitt nýtt tinghús, sigur Finnbogi Ísakson. Síðani heimastýrislógina hava seytjan verið formenn fyri Føroya løgting. Talan er um sekstan menn og bert eina kvinnu, Maritu Petersen. Av tingformonnunum hevur Jákup Frederik Øre- gaard úr Javnaðarflokkinum verið drúgvastur í sessinum. Í trimum ymsum tíðarskeiðum og tilsam- ans átjan ár sat hann sum tingformaður. Fimm flokkar, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin, hava átt løgtingsformannin. Yvirlitið yvir tingformenninar er hetta: J. F. Øregaard, jv. 1948 - 29. juli 1950 Thorstein Petersen, ff. 29. juli 1950 - 15. des. 1950 Hákun Djurhuus, ff. 15. des. 1950 - 17. sep. 1951 Johan M. Poulsen, sb. 17. sep. 1951 - 4. des. 1958 J. F. Øregaard, jv. 4. des. 1958 - 7. jan. 1963 Sámal Petersen, sj. 7. jan. 1963 - 8. des. 1966 J. F. Øregaard, jv. 8. des. 1966 - 27. nov. 1978 Agnar Nielsen, sb. 27. nov. 1978 - 25. jan. 1979 Hilmar Bech, jv. 25. jan. 1979 - 23. sept. 1980 Jógvan Sundstein, ff. 24. nov. 1980 - 28. nov. 1984 Jacob Lindenskov, jv. 28. nov. 1984 - 03. mars 1987 Hergeir Nielsen, tj. 03. mars 1987 - 22. nov. 1988 Jógvan Sundstein, ff. 22. nov. 1988 - 18. jan. 1989 Hergeir Nielsen, tj. 18. jan. 1989 - 22. juni 1989 Agnar Nielsen, sb. 22. juni 1989 - 04. okt. 1990 Jørgen Thomsen, jv. 04. okt. 1990 - 15. jan. 1991 Anfinn Kallsberg, ff. 17. jan. 1991 - 21. apríl 1993 Lasse Klein, sj. 24. apríl 1993 - 28. juni 1994 Jógvan I. Olsen, sb. 20. juli 1994 - 19. sep. 1994 Marita Petersen, jv. 19. sep. 1994 - 29. juli 1995 Jógvan I. Olsen, sb. 29. juli 1995 - 15. mai. 1998 Finnbogi Ísakson, tj. 15. mai 1998 -15. mai 2002 Edmund Joensen, sb. 15. mai 2002 - Kelda: www.logting.fo Løgtingsformenn Finnbogi Ísakson: Betri enn nakrantíð Edmund Joensen, nýggjur tingformaður: Vil styrkja sjónarringin —Vit mugu framvegis miðja ímóti at gera eitt nýtt tinghús, sigur Finnbogi Ísakson, sum annars bert hevur rós til úrslitið av nýggja tinghúsinum. Mynd: Jens Kristian Vang Edmund Joensen er nú løgtingsformaðurin. Eysturoyar- og sambandstingmaðurin hevur drúgvar royndir í politikki, og hann er við gott mót, nú hann tekur við tignarliga starvinum. Mynd: Jens Kristian Vang Tvøroyrar Kommuna góðtekur ikki semj- una, sum er gjørd ímillum Mentamála- stýrið og Kommunu- samskipan Føroya um savnsrøkt í skúlunum SAVNSRØKT Áki Bertholdsen Tvøroyrar Kommuna fer ikki at seta semjuna í verk, sum Mentamálastýrið og Kommunusamskipan Før- oya hava gjørt um savns- røkt á skúlunum. Hetta ger Finnleif Gutte- sen, borgarstjóri nú, púra greitt. Annars hevði Menta- málastýrið og Kommunu- samskipan Føroya, har Tvøroyri er limur, gjørt eina semju um, hvussu ser- høli á skúlunum skuldi røkjast. Eftir avtaluni skulu kommunurnar betala helvt- ina av útreiðslunum og mentamálastýrið hina helvtina. Men Finnleif Guttesen sigur, at hendan avtalan er ikki bindandi fyri kommun- unar. – Í Kommunusamskipan Føroya var full semja um, at tað skuldi standa til hvørja kommunu sær, um hon vildi skriva undir semj- una, ella ikki. Og Tvøroyar Kommuna hevur longu gjørt greitt, at hon fer ikki at skriva undir avtaluna, sum varð gjørd fyrr í vikuni, sigur Finnleif Guttesen. Hann vísir á, at menta- málastýrið betalir alla savnsrøktina av teldustov- unum. Men eftir hesari semjuni skulu kommunurnar betala helvtina av røktini av øðr- um serstovum, eitt nú til alis- og evnafrøði, smíð- stovur o.s.fr. Hann sigur, at hetta sam- svarar ikki og nýggja avtal- an, sum nú er gjørd, er at skúgva útreiðslur hjá land- inum yvir á kommunurnar. – Og tað kann ikki vera uppgávan hjá kommunun- um at taka yvir, har lands- myndugleikin hevur slept endanum Hann sigur, at tað er landsmyndugleikin ið hev- ur gjørt ein sáttmála, sum ger tað ógjørligt at undir- vísa og hann heldur ikki, at tað er ein uppgáva hjá kommununum at taka upp eftir vánaligum avtalum hjá landsmyndugleikunum. Tær serstovur, sum eru umfataðar av semjuni, eru annars træsmíð, alis- og evnafrøði, tilevning, hand- arbeiði, náttúru/tøkni, lív- frøði, motorlæra, ítróttur og tónleikur. Hinvegin eru bókasøvn- ini ikki við. Jógvan Krosslá, formað- ur í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at samskip- anin kann ikki gera bind- andi avtalur fyri kommun- urnar og er talan um eyka- útreiðslur, skal tað sam- tykkjast í kommununum. Tær kommunur, sum ikki vilja góðkenna nýggju av- taluna, eru sostatt ikki við í henni, sigur hann Týsdagin merkti eitt húski á sínum egna kroppi, hvussu ótrygt tað hevur verið við sjúkraflutningi úr Suðuroynni ímeðan verkfallið hevur verið SJÚKRAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen – Hvat kundi hent, tori eg ikki at hugsa um. Men var tyrlan ikki tøk, kundi tað skjótt enda við eini van- lukku, bæði hjá mammu og barni. Erland Jacobsen á Tvør- oyri er ein av teimum mongu sum heldur, at tað má aldrin henda aftur, at útjaðarin í Føroyum aftur kemur at liggja avskorin frá Havnini, sum hann hevur verið hendan mánaðin, verkfallið hjá Skipara og Navigatørfelagnum vardi. Tað, sum folk kring land- ið hava stúrt mest fyri, er, at ímeðan verkfallið var, hev- ur heldur ongin skipaður sjúkraflutningur verið. Strandfaraskipini hava ikki verið tøk til sjúkraflutning, men allar ringast hevur støðan verið í Suðuroynni, tí Smyril, sum plagar at liggja á Drelnesi um nátt- ina, hevur ligið í Havn ímeðan verkfallið hevur verið, so har hevur rætt og slætt ongin bátur verið til taks. Og hvussu ótrygg hendan støðan hevur verið, merkti Erland Jacobsen og hansara húski til fulnar. Í skundi Dóttir Erland Jacobsen er við barn, men brádliga stungu trupulleikar seg upp. Hon varð flutt á Suð- uroyar Sjúkrahús, har hon var løgd undir skurð og barnið tikið við keisara- skurði, hálvan annan mán- að fyri, at hon annars skuldi eiga. – Hóast tey á Suðuroyar Sjúkrahúsi gjørdi eitt gott og fyrimyndarligt arbeiði, varð mett, at tað var neyð- ugt at flyta móður og barn á Landssjúkrahúsið beinan- vegin, sigur Erland Jacob- sen. Hann sigur, at tíbetur var tyrlan tøk, og tíbetur vóru floglíkindi, so tey vórðu flutt norðurum skjótt og væl. – Men hetta var bara av tilvild, at tyrlan til alla lukku fekk flogið. Men, hvat kundi verið hent, vóru floglíkindi ikki, ella var tyrlan ikki tøk av øðrum orsøkum, torir hann ikki at hugsað um. – Var hetta Dýra Biðidag, 26. apríl, tá ið tað var av ringasta veðri við kavaroki og stormi og tyrlan ikki fleyg, ella hevði tað verið so svart í mjørka, at hon ikki hevði fingið flogið, kundi hetta í ringasta føri enda við eini vanlukku, bæði fyri móður og barn, sigur Erland Jacobsen. Hann sigur, at hesuferð lagaði tað seg lukkutíð so- leiðis, at alt spældi av, men tað var so bara tí at tyrlan var tøk, og tað kundi akk- urat tað sama laga seg øðr- vísi, bæði av veðri, teknisk- um breki, ella tí at tyrlan var bundin av aðrari flúgv- ing. Má ikki henda aftur Erland Jacobsen tekur tískil fult undir við, at stig verða tikin til, at sambandið til út- jaðaran við strandfaraskip- unum verður tryggjað eis- ini tá ið ósemjur eru á ar- beiðsmarknaðinum. Eitt nú kann tað gerast við at gera tey, sum eru knýtt at skip- unum til tænastumenn. – Tað kann væl vera, at tað kostar eitt sindur av pengum, at gera manning- arnar til tænastumenn. Men tað kostar í øllum førum samfelagnum tíggju ferðir meiri at ein stórur partur av landinum í heilum liggur avskorin í so langa tíð, tí vinnan fær ikki virka. – Men verður tað ikki gjørt, eigur tað minsta at vera, skipini liggja í útjað- aranum, tá ið verkfall er, so at tey altíð eru tøk til sjúkraflutning við stuttari freist. Sjálvur hevur Erland Jacobsen røkt ferðasam- bandið ímillum Suður- oynna og Havnina í yvir 30 ár, tá ið hann sigldi við Smyrli. Og hann er avgjørt ikki samdur við Strandferðsluni í at tað er tryggari fyri skip- ið, at tað liggur í Havn í eini verkfalstøðu, heldur enn í Suðuroy. – Í verkfallinum hevur Smyril ligið við oljukeiina í Havn og tað man vera av ringastu brimplássum í landinum. – Sama, hvar í Suður- oynni, Smyril lá, um tað var á Tvøroyri, ella í Vági, lá hann 10 ferðir tryggari har fyri veðri, enn hann gjørdi við oljukeiina í Havn, sigur Erland Jacobsen. Tað eru eisini tey, sum hava roynt at gera lítið burt- urúr týdninginum av Smyril er tøkur í Suðuroy til sjúkraflutning, tí tey siga, at tað hevur ongantíð verið brúk fyri honum til brá- feingissjúkraflutning úr Suðuroy til Havnar. – Hetta er ikki rætt. Sjálvur havi eg meiri enn einaferð verið við, tá ið Smyril hevur verið noyddur at sigla av Tvøroyri, norður til Havnar við sjúklingum, uttanfyri vanligu ferðaætl- anina, sigur Erland Jacob- sen, so tann støðan kann væl taka seg upp aftur, sig- ur hann. Annars kann leggjast aft- urat, at bæði mamma og barn hava tað gott á Lands- sjúkrahúsinum… Merktu ótryggleikan á sínum egna kroppi Tvøroyrar Kommuna sigur nei Tað kundi verið hvør sum helst í kom í somu støðu sum vit, men tað má ikki henda aftur, sigur Erland Jacobsen á Tvøroyri – Hetta er at skúgva útreiðslur hjá landinum yvir á kommunurnar, og tað kann ikki vera uppgávan hjá kommununum at taka yvir, har landsmyndugleikin hevur slept endanum, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri C M Y K 11 10