fríggjadagur 17. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 17. mai 2002
Nr. 92 - 17. mai 2002
13
Atli Gregersen
Løgtingsvalið 2002 var ein
stuðul til framhaldandi at
menna sjálvbjargni av før-
oysku tjóðini. Tann sitandi
samgongan fekk 16 ting-
menn og Miðflokkurin,
sum stuðlar tjóðskapartil-
gongdini fekk 1 tingmann.
Javnaðar- og sambands-
flokkurin fingu 15 ting-
menn.
Støðan er sostatt greið.
Samgongan fekk uppbakk-
ing til at halda áfram við
sínum politikki. Summi
siga, at samgongan fekk
eitt nevs frá veljarunum.
Hetta er ikki rætt! Tá
sambandsvongurin
tapti
valið, skal stórt hugflog til
at siga, at hann vann valið.
Annars kann ein leggja
afturat, at tað altíð kostar at
sita í samgongu, sostatt var
úrslitið hjá andstøðuni rætt
og slætt vánaligt. Eg vil
siga, at teir fingu ein
frammaná.
Hví sjálvstýris- og fólka-
flokkurin, nú vilja saðla um
og steðga sjálvbjargnistil-
gongdini er ikki at fata. Teir
fingu eitt ja frá veljaranum.
Teir mugu hava ring oyru, tí
teir siga at veljarin segði
nei. Hann segði jú ja.
At hesir flokkar nú vilja
fara í samgongu har saml-
aða
niðurlagingin
av
donskum
ríkisveitingum
bert skal vera umleið 25
milliónir er løgið. Tað er
rætt og slætt ein søgulig
katastrofa. Tykkara trúvirði
fýkur. Partvís nútíðin, men
serliga ettirtíðin fer at øtast
og spyrja hví?
Um tit ynskja eina breiða
samgongu, má ferðin í
sjálvbjargnistilgongdini
sjálvandi minkast. Tað er
ivaleyst rætt at hava fleiri
við á ferðini, men um
úrslitið verður tað, íð nú
frættist um, at nógv eru
tilmeldaði, men at ferðin er
avlýst, so er betri at færri
eru við, og at ferðin verður
gjøgnumførd.
Klokkan er ikki farin um
12 enn.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at um somu tíð sum
nógv hevur verið tosað um avleiðingar av eini møgu-
ligari oljuvinnu - hóast vit enn ikki hava gjørt lønandi
fund - verður einki tosað um tær mongu nýggju og
stóru avbjóðingar, ið vit vita koma í kjalarvørrinum á
teimum risastóru milliardaíløgunum samfelagið ger í
løtuni og komandi árini. Her er talan um tveir
undirsjóvartunlar, ið fara at nærkast milliardini og um
skipaíløgur – nýggjur Smyril og nýggj Norrøna – fyri
enn eina milliard. Tað er greitt, at so stórar íløgur, sum
føroyska samfelagið ikki hevur sæð makan til áður,
fara at hava avleiðingar fyri okkum øll, uppá gott og ilt.
Tær fara at seta nýggj og stór krøv. Tí er tað sera
undrannarvert fyri ikki at siga ábyrgdarleyst, tá hvørki
politikarar ella onnur í samfelagnum viðgera hesar
komandi broytingarnar í størri mun.
Lat okkum her halda okkum til undirsjóvartunlarnar.
Um ikki so langa tíð verður koyrandi úr Fuglafirði til
Bíggjar, og skjótt eisini til Gásadals. Tað verður so
helst longsti teinurin, sum koyrast kann út í eitt og um
ikki minni enn tríggjar oyggjar. Hetta verður ein stór
avbjóðing fyri ferðsluna, og í hesum sambandi mugu
vit til at tosa um, hvat kann gerast fyri at forða fyri, at
talið av skaðum fer at vaksa. Tí við fleiri undirsjóvar-
tunlum fer okkara ferðslunet og ferðslumentan full-
komiliga at broytast. Um ikki so nógv ár verður t.d.
koyrandi av Viðareiði til Gásadals. Her verður serstak-
liga hugsað um ungdómin. Avmarkaðu møguleikarnir í
sambandi við frítíðavirksemi úti á bygd fara at hava við
sær eina vaksandi ferðslu, har ungdómar fara at koyra
úr einum enda av landinum í annan. Hetta merkir fleiri
óhapp, fleiri skaðar og fleiri mist mannalív. Henda
sannroynd – at vit fáa undirsjóvartunlar og at
ferðslunetið økist - eigur at fáa okkum tað verið seg
myndugleikar, løgreglu, Ráðið fyri Ferðslutrygd,
tryggingarfeløg o.o. longu nú at seta út í kortið ein
framtíðar ferðslumentanarpolitikk undir heitinum:
Hvussu vilja vit taka ímóti eini øktari ferðslu serstak-
liga við ungum bilførarum, tá undirsjóvartunlarnir
knýta fleiri oyggjar saman!
Hetta kundi ikki minst verið ein uppgáva hjá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd, sum annars ger eitt stórt og gott
upplýsandi arbeiði. Men harfyri eiga vit framhaldandi
at seta okkum nýggj mál og mið og her serstakliga, tá
umstøðurnar broytast so kollveltandi, sum tá vit fáa ein
undirsjóvartunnil millum Vágarnar og Streymoynna og
seinni ein millum Borðoy og Eysturoy. Vit eiga at
spyrja okkum sjálvi, hvat hetta t.d. krevur av
løgregluni! At fleiri oyggjar verða knýttar saman,
soleiðis at ungdómur kann koyra av Viðareiði til Gása-
dals er ein so stór og kollveltandi broyting og avbjóð-
ing, at allar góðar kreftir eiga longu nú at seta hetta
fremst á dagskránna. Hetta má seta nógv størri krøv til
okkara ferðslupoliti, og eisini má ferðslumentanin við
hesi nýggju avbjóðing fáa størri innivist í skúlunum.
Tað skal vera okkara vón, at allar góðar kreftir raðfesta
hetta høgt í komandi tíð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Koyrandi av Viðareiði
til Gásadals
- ferðslumentan og framtíðar
avbjóðingar
VIÐMERKINGAR
Løgtingsvalið 2002. Hvat segði veljarin?
Abraham Mikladal
Meirilutin av Føroya fólki
ynskir
at
fullveldistil-
gongdin heldur fram.
Ferð aftaná ferð verður
ført fram, serliga av Javn-
aðarflokkinum, at úrslitið
av løgtingsvalinum var at
Føroya fólk ynskti at steðga
fullveldistilgongdini.
Men hetta er ikki so,
hygg bert eftir valúrslit-
inum:
Fólkaflokkurin vil ikki at
taka hesa støðu til eftir-
tektar. Ístaðin verður farið
eftir einari breiðari sam-
gongu, har Javnðar- ella
Sambandsflokkurin koma
afturat (les báðir skulu við
og
Tjóðveldis-flokkurin
skal út).
Tað at víðka verandi
samgongu við einum stór-
um flokki heldur enn Mið-
flokkinum, sær ógvuliga
rímuligt út og er kanska ein
vøra, íð er løtt at selja til
Føroya fólk. Men hvat
uppnáða vit við hesum?
Svarið er stutt: - bert
afturstig
Tjóðveldis-, Sjálvstýris-,
Mið- og Fólkaflokkurin
saman, megna minst líka so
væl, faktiskt betri enn
nakar annar, at gera tær
ábøtur og útbyggingar, ið
eru neyðugar í samfelag-
num.
Tað er prógvað í farna
valskeiði og eisini undir
teimum samráðingum, sum
nú hava verið. Skuldi Javn-
aðar- ella Sambandsflokk-
urin (ella báðir) komið uppí
landsins stjórn hevði sostatt
einki størri framstig verið á
t.d. trivnaðar- og vinnu-
økinum, men bert eitt
afturstig í fullveldistil-
gongdini. Og tað ynskir
Føroya fólk ikki.
At Fólkaflokkurin partú
vil hava eina ABC ella
"aller nådigst" eina ACE
samgongu,
skyldast
at
nakrir "sambandstingmen"
úr flokkinum krevja tað.
Vónandi fær Anfinn hesar
til fornuft.
Stig fyri stig kann eisini
verða eitt afturstig, tá tað
gongur so seint, at málið
verður mist úr eygsjón.
Meirilutin av Føroya fólki ynskir at
fullveldistilgongdin heldur fram
Samband
Fullveldi
A Fólkaflokkurin
6.352
B Sambandsflokkurin
7.954
C Javnaðarflokkurin
6.378
D Sjálvstýrisflokkurin
1.351
E Tjóðveldisflokkurin
7.229
H Miðflokkurin
1.292
Atkvøður íalt
14.332
16.224
Prosentvís
47%
53%
Mannbjørn Jacobsen
Í Føroyum er tað ein heiður
at vera sjálvstýrissinnaður,
bara í sær sjálvum. Tað
borgar fyri framburðshugi,
fosturlandsalski, demokrat-
iskum sinnalagi, mentan,
evnum, arbeiðshugi.
Snøkt sagt eginleikar,
sum í øðrum londum skulu
báðar politisku síðurnar til
at røkka.
Harafturímóti er at vera
sambandssinnaður borgan
fyri at vera politisk dølskur,
bara í orðum demokratisk-
ur, fosturlandskærur uppá
gjøt, afturhaldssinnaður av
náttúru, siðaleysur, bara
javnt evnaligur ella minni,
minst møguliga arbeiðs-
hugaður.
Eginleikar, sum hvørgin
síðan, høgra, vinstra, kenn-
ist við í øðrum londum.
Men søgugranskarar av
miðøldini kenna øll hesi
eyðkennini aftur. Tað vóru
tey, sum gjørdu miðøldina
so longi varandi.
Sjálvstýrisoyggjar
Í Føroyum hevur sjálv-
stýrishugurin flutt seg eitt
sindur síðan toganin sjálv-
stýri, samband kom í um
jólafundin 1988 og aftaná.
Trygga miðstøðin fyri
sjálvstýri hevur midoyggjin
í Føroyum Sandoyggin
altíð verið. Har hevur síðan
politiska floksbýti í 1906,
verið fastur sjálvstýrishug-
ur í í hvussu so er einum
sjálvsstýrispolitikkara, við-
hvørt báðum umdømis-
møguleikunum.
Í byrjanini av politisku
floksbýtinum var oyggin
yvirhøvur sjálvstýrishugað.
Stóra sjálvstýrisoyggin
frá byrjan av floksbýtinum,
enn virkandi í dag, var Vág-
oyggin. Heimaoyggin hjá
stórum fosturlandsyrkjar-
um sum Mikkjal Dánjals-
son á Ryggi og øðrum til.
Til valið 1906 og nøkur ár
fram atkvøddi øll oyggin
sjálvstýri so at siga, frið-
arval var onkuntíð, tí ongin
stillaði upp fyri sambands-
flokkin. Okkurt val at-
kvøddu øll í Sandavági á
sjálvstýrisflokkin,
fyri
skomm skyld atkvøddu
nøkur fá seinni á samband
har, men so hevur speku-
liga yvir ártýggir hála eitt
sindur hin vegin, tó so at
sjálvstýri altíð var valdandi.
Hetta er fyrst nú álvars-
liga við at vikna nú sjálv-
stýrishugsjónin er um at
verða framd í politiskum
verki. Kanska er tað po-
litiska síðan, sum ger
munin. Tjóðskapurin var
mentanarligur. Kanska er
tað bara skaðilig heilsuráð.
Heiðurin er enn at verða
s j á l v s t ý r i s s i n n a ð u r,
skommin samband.
Streymoggin í tveimum
valdømum hevur til helvtar
týlja verið sjálvstýrisoyggj.
Norðara helvt við høv-
uðstøð um Vestmanna hev-
ur altíð havt sjálvstýrisum-
boð í tinginum síðan 1906.
Hetta búskaparligur fram-
burðshugi hjá nøkrum av
stórstu vinnulívsmonnum
okkara og landskærum
yrkjarum í Kvívík at takka.
Fyrst nú høttir sjálv-
stýrishugurin at linka, nú
vunnið er uppundir land.
Suðurstreymoy við høv-
uðssæti í høvuðstaði okk-
ara Tórshavn hevur á nógv-
an hátt verið avgerandi fyri
lagnu okkara í tjóðskapar-
spurninginum, sum onki
løgið er í.
Her hevur afturhaldi havt
eyka møguleika, at festa
seg.
Umsiting og høvuðs-
handil, upprunaliga ein-
handil, var her, við bara
umboðanum út um oyggj-
arnar í embætismonnum,
prestum, oftast danskir, og
úthandlum.
Høvuðshvørkatakið hev-
ur verið her í danskari
ávirkar í donskum em-
bætismonnum,
handils-
monnum. Tá hetta linkar,
lutvís av sær sjálvum av
demokratisku broytingun-
um í Danmark um miðjan
næstseinastu øld, og harí-
hangandi byrjandi tjóð-
skaparveking í Føroyum,
flytist sjálvstýrishugur yvir
í størri fjøld, fyrst í Havn,
so aðrastaðir við í Før-
oyum.
Í 1946 vísti Havnin seg at
standa mát. Tað eru stórum
fosturlandsyrkjarum sum
HA Djúrhus og øðrum við
fyri at takka fremst.
Staðurin hevur síðan
verið javnt sjálvstýrissinn-
aður.
Eysturoyggin er í dag
javnt
sjálvstýrisoyggj.
Hetta hevur ikki altíð verið
so. Til 1946 var sunnara
størra helvt við Fuglafirði
avkøvt samband.
Afturhaldið hevur tíðlja
sæð týdningi í at seta
sambandsembætismenn á
hesa vinnuliga týdningar-
miklu og fólkaríka mið-
støði í Føroyum.
Vinnuligi framburðurin í
Føroyum ikki minst um
Skálafjørðin og hvøkkurin
við fólkaatkvøðuni, sum
óvæntað setti Eysturoynna
uttanfyri
meginúrslitið
saman við Suðuroynni,
førdi til skifti.
Norðari minni helvt av
Eysturoynni við Gjógv
hevur altíð helt meir til
útnorðuroyggjar, tað sjálv-
stýrisbjarta vunnið. Sunn-
ara helvt um Skálfjørð
vendi móti Havnini og
Danmark, tí var so longi
samband har. Bond millum
kongsbøndir
her
um
Kongshavn og kong vóru
avgerandi longi. Eitt skifti
er helst við løgtingsyvir-
tøkuni av kongsjørðini.
Norðuroyggjar
vóru
skjótt
sjálvstýrisoyggjar
burturav, í fyrsta hevði
sambandsafturhald hug at
festa seg, men mikla bú-
skapar framburðinum fyri
at takka, framtaksmonnum
yvir vanliga stødd, hava tær
síðan verið sjálvstýrissinn
aðar, er sjálvstýrisháborgin.
Har er føst sjálvstýris-
yvirvág í dag. Sum oftast er
sambandsmøguleikin úti úr
løgtinginum, ikki altíð úti
úr landstýrinum.
Suðuroyggin er í dag, at
vísa seg, til helvtar sjálv-
stýrissinnaðar. Hetta hevur
so langt frá altíð verið so.
Trygga støði fyri sam-
bands og sambandsávirkan
aðra staðir í Føroyum við
var longi Suðuroyggin.
Fjarstøðan. Eitt eitt sindur
annaðleiðis fólk, sum hevði
hug at kennast fult so væl
við útlendingar sum føroy-
ingar, norðingar, er helst
orsøkin.
Stórur
búskaparligur
framburður sum úrslit av
f iskimarksútflytingini,
heimaútróðri, hevur stóran
lut í skiftinum.
Sjálvstýrisfólk
Í skjótt hundrað ár, frá
1906, hevur sambandshug-
urin mist takið í øllum
oyggjunum í Føroyum.
Fyrst Vágoyggini og Sand-
oyggini, so Norðuroyggj-
um, skjótt aftaná Streym-
oynni, so aftaná kríggið
Eysturoynni og nú seinast
Suðuroynni.
Sambandshugur
hevur
hug at fara, ikki at koma
afturí aftur, ikki í álvara, tí
er vón fyri stavn, um at allir
føroyingar velja sjálvstýris-
leiðina.
Sjálvstýrishugurin hevur
flutt seg, breitt seg, men
sambandshugur hevur fest
seg aftur í Suðurstreym í
ávísan mun, møguleikarnir
eru avmarkaðir, so meiri
álvarsligt og oyðileggjandi
í Vágoynni.
Hetta er høttan uttan
sannføring, er ikki møgu -
ligt, tí er vón um at sjálv-
stýrisoyggin
mikla
frá
byrjan av av hesum stríði,
ikki settur seg sjálva eftir í
flokki, nú á mál er um at
verða rokkið.
VIÐMERKINGAR
Sjálvstýrishugur
TÍÐINDASKRIV
Norðurlandahúsið í
Føroyum
Leygardagin tann 4. mai
2002 kl. 14.00 letur upp
fotoframsýningin hjá ís-
lendska Spessa upp í
Norðurlandahúsinum.
Hetjurnar hjá ljósmynda-
manninum
Spessi
eru
tilkomnir íslendskir sjó-
menn og heimagangandi
húsmøður
frá
heimbýi
hansara, Ísafirdi, sum er
høvuðsstaður í Vesturfjørð-
inum.
Spessi
sýndi
mynda-
røðina "Hetjur", myndir av
monnum, fyrst í 1996 og av
konum í 1998. Árið eftir
vóru myndirnar sýndar í
Finnlandi, og partar av
henni hava verið sýndar við
úrvali av norðurlendskum
samtíðarljósmyndum
í
USA.
Hugskotið til myndirnar
kom, tá ið Spessi varð biðin
um at gera postkort fyri
bygdasavni í Ísafirði. Hann
gjørdi av at taka myndir av
monnum, fráfarnum sjó-
monnum - monnum ið
hava gjørt sær nógvar og
drúgvar lívsroyndir. Stjórin
á Bygdasavninum varð so
hugtikin av myndunum, at
tær vóru fyrst sýndar fram í
salinum í bygdasavninum -
men postkort vóru ongantíð
gjørd. Í framhaldi av røðini,
tók hann myndir av konum
í Ísafirði.
Spessi segði, at tað, ið
hetjunar ímynda í dag, er
eitt upphav. Orðið (hetja)
verður brúkt afturat sum
uppískoyti, eins ein und-
anførsla at býta hetta.
Ítrottahetja ella hetja í
gerdandisdegnum.
Spessi vil samanbera
orðið og hetjuhugmyndina
við vanligum fólki, sum
hava livað lívið við virðing.
Menninir myndaði hann á
einum gomlum sjúkrahúsi,
ið ikki longur er í nýtslu.
Har gjørdi hann onkra bak-
grund bygda á portrettupp-
stillingar eins og ofta í
portrettmálningum, ið
vóru í fyrru øld á megin-
landinum í Evropa.
Tað vóru gjarna myndir,
ið sýndu modell í síni heild,
við vøkrum umbúnaði. Tá
vísti hann, enn einaferð, til
íslendska ljósmyndastovu-
myndir frá fyrru helvt av
20. øld, har ið leiktjaldið
ofta varð sett til síðis, ella
afturum modellið. Hann
sigur, at myndirnar soleiðis
hava verið í umtalu við
hesar eldri siðir málverk-
sins og ljósmyndans. Hann
lænti gamlar veggjamyndir
frá bygdasavninum til at
hava í summum myndum.
Hann helt áfram við at
arbeiða við hesum minnin-
um í huganum av konun-
um, men tær myndaði hann
í gomlum húsið í Ísafirði,
har hann gjørdi onkra
leikmynd, vid at klæða eitt
kamar
við
hóskiligum
tapeti og síðani arbeiddi við
tingum/rekvisittum. Fólkið
møtti síðani til myndatøk-
urnar í fínasta stási.
Ummælarin á tí ameri-
kanska tíðindablaðnum The
New York Times skrivaði,
at hetjurøðin hjá Spessa á
vári 2001 var tann fyrsta av
sínum slagi, og at ljós-
myndarin
"grundlegði
hetjuskapin, á evnuni hjá
fólkinum at liva eftir lívsins
krøvum."
Spessi er føddur á Ísa-
firðinum í 1956. Hann las
ljósmyndamann á Akademi
voor Beeldende Kunst í
Hollandi, og verk hansara
hava verið sýnd á mongum
einstaklinga- og felagssýn-
ingum í Íslandi, Svøríki,
Finnlandi, Onglandi, Hol-
landi og Amerika. Nú í
apríl hevði hann eina ein-
mansframsýning í Roebling
Hall Gallery í New York,
har hava verk hansara verið
sýnd tríggjar ferðir tvey tey
seinastu árini. Harafturat
eru myndir hjá Spessa
regluliga at síggja í ym-
iskum tíðarritum.
Til fjølmiðlarnar: Lista-
maðurin
Spessi
býr
í
Norðurlandahúsinum
í
tíðarskeiðnum
29.04
-
06.05.02 og tá er møguleiki
at hitta hann um áhugi er
fyri tí.
"Hetjur" eftir Spessa sýndar í Nordurlandahúsinum
C
M
Y
K
13
12