fríggjadagur 17. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Frá fríggjadegi 17. mai til hósdagin 23. mai
Hvat nú
Filmklassikeren: Psycho
Agent 007 jages
»Borð um Borð« er
nýggj spurnarkapping,
ið serliga snýr seg um
hendingar og
viðurskifti, ið hava við
sjógvin at gera. Tað veri
seg omanfyri einsvæl
og undir vatnskorpuni -
burturi og heima. Hug-
skotið til sendingina
eigur Regin Patursson.
Kappingin er skipað í
fýra innleiðandi umfør,
tvær semifinalur og
eina finalu, tvs. sjey
sendingar íalt. Hvør
sending er býtt upp í
fýra ymiskar kappingar.
Harmonikumenn og
áhoyrarar vera við til at
seta dám á sending-
arnar. Edward Fuglø
hevur saman við fram-
leiðslustjóranum Herleif
Hammer gjørt
leikpallin, ið ímyndar
afturdekkið á einum
ferðamannaskipi. Vertur
er Leivur Hansen og
dómari Marius Rein.
Fyrsta sendingin kemur
2. hvítusunnudag kl. 20.
»Borð um borð«
»Mítt vakra heim«
Hvítusunnukvøld kl. 20.00
Mikukvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 21.00
Framhaldssøgur
Gamla Apotekið man vera
mest vitjaða og mest um-
talaða staðið hesa vikuna.
Útvarpið hevur nærum
hvønn tíma eina ella aðra
viðmerking um tað, sum
fer fram á politiska leik-
pallinum. Dagur og Vika
roynir at fylgja tropp við
ofta fleiri innsløgum í
somu sending — ikki bara
frá tí Gamla Apotekinum,
men so sanniliga eisini frá
tinghúsinum, sum broytist
so merkiliga fyri hvørja
vitjan.
Eitt er politiski vígvøll-
urin, beint í hølinum á
hesum er annar vígvøllur,
nevniliga verkfallið hjá
navigatørunum, avleiðing-
arnar av hesum og aftur-
vendandi og úrslitaleysar
semingsroyndir.
Og so vóru tær aftur á
skíggjanum! Hesar somu
longu og troyttandi lýsing-
arnar fyri máling. Ótrú-
ligt! Hvørt ár um somu tíð
koma tær bak á bak – júst
í sama líki sum árið fyri.
Handilsfólk mistaka seg
stórliga, um tey halda, at
tey spara nøkur oyru við at
senda somu lýsingina ár
um ár. Tað er als eingin
sparing, men ein útreiðsla
til burturspilta senditíð!
Heldur áttu hesi handils-
fólkini at ráðført seg við
Snilda Pætur – hann
plagdi at vera hollur í
ráðum!
Í Útvarpinum hava lýs-
ingar eisini trokað seg
fram at bestu senditíðini.
Hvønn tann einasta dag
beint undan tíðindunum á
middegi og um nátturðatíð
koma tær. Og so snildis-
ligar eru tær, at tú situr við
starandi eygum og opnum
munni,
meðan
oyruni
veittrandi royna at fanga
orðini, sum hvørva í títt-
um hvínandi ljóðum ella
grovligum
drynjandi
røddum. Løgið! Lítið ann-
að er at siga um hesar lýs-
ingar enn, at tær eru ótrú-
liga troyttandi og fjákutar!
Eisini burturspiltir pengar,
fyri ikki at siga: tápuligt
oyðsl!!
Okkurt áhugavert hevur
hóast alt verið hesa vikuna
eisini. Stýrivolt er ofta
áhugaverd og forvitnislig
sending at lurta eftir.
Hesuferð snúði hon seg
um, hvørjar broytingar eru
farnar fram á bókasøvnu-
num seinastu fáu árini.
Tørvurin hjá brúkarunum
setir øðrvísi krøv til
starvsfólk og útgerð í hes-
um teldutíðum. Áhugavert
var at frætta um tað ar-
beiðið, sum fer fram har,
so tænastan kann nøkta
tørvin.
Eg havi hug at nevna
tvær sendingar, sum hava
verið í Svf hesa vikuna.
Tann fyrra var sendingin
Mamma mín er ein pers-
isk prinsessa. Henda send-
ingin fylgdi eini svenskari
gentu, sum er ættleidd úr
Iran, aftur til iransku fa-
miljuna. Hetta var kenslu-
nemandi sending um tað
at vera ættleidd, longsulin
eftir at kenna sítt upphav,
og hvussu torført tað er at
koma til sættis við, at
mamman gav barnið frá
sær. Sendingin lýsti eisini
stak væl munin millum
tvær mentanir, har fatanin
av tí einstaka er sera ym-
isk.
Tann seinna sendingin
Alzheimers — Amandusa
torføra val var um unga
gentu, hvørs familja í
fleiri ættarliðum (á ungum
árum) var sera meint rakt
av
Alzheimer-sjúkuni.
Amanda hevði møguleik-
an at kanna, um sjúkan fór
at raka hana. Hon valdi at
lata seg kanna, og kann-
ingin staðfesti, at hon
hevði arvað defektu íleg-
una frá mammu síni. Ein-
asti uggin, læknin kundi
geva henni, var vónin, at
granskarar fóru at finna
heilivág at basa sjúkuni, tá
ið hennara tíð kom t.v.s.
um eini 15 til 20 ár. Send-
ingin lýsti sera væl fyri-
munir og vansar við ílegu-
kanningum.
Framhaldssøgur og lýs-
ingar, okkurt hissini var
tó!
Lydia
Didriksen
ummælir:
2. hvítusunnukvøld kl. 20.00
2. hvítusunnudag kl. 17.00
14
Nr. 92 - 17. mai 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Kuldi og
larmur
Ein kanning av arbeiðs-
umstøðunum á norskum
fiskavirkjum vísir, at
umstøðurnar á flestu
virkjunum eru vánaligar.
20 prosent av teimum
spurdu kæra seg um, at
tað er ov kalt á virkj-
unum,
og
heili
66
prosent siga, at larmurin
er ov nógvur. Kanningin
vísir eisini, at 55 prosent
hava trupulleikar við
rygginum og akslunum.
Kanningin
umfataði
1800 fólk á 118 fiska-
virkjum.
Atkvøða
um evruna
næsta ár
Fleiri bløð í Bretlandi
vænta nú, at Tony Blair,
forsætisráðharri fer at
skriva út fólkaatkvøðu
um evruna longu næsta
ár. Tíðindini í bløðunum
koma, eftir at forsæt-
isráðharrin nú um dag-
arnar segði, at tað hevði
greitt verið ein fyri-
munur fyri Bretland at
farið upp í felags evrop-
eiska
gjaldoyrasam-
starvið.
Blaðið The Daily Tele-
graph skrivaði í gjár frá
týðandi embætismonn-
um í stjórnini, at fólka-
atkvøðan um evruna ella
pundið ivaleyst verður í
2003.
Krevja
svenskan
stjóra
Svenska stjórnin vil hava
ein svia í ovastu leiðsl-
una
í
skandinaviska
flogfelagnum SAS, eftir
at svenski varastjórin,
Maria Erhling, segði seg
úr starvinum týsdagin.
Avgerð hennara ber í
sær, at nú sita tveir
norðmenn og ein dani í
ovastu
leiðsluni
í
flogfelagnum.
Svenski vinnumálaráð-
harrin Bjørn Rosengren
vísti í gjár á, at Svøríki
er tann størsti eigarin í
SAS, og at tað tí er
rímiligt, at ein svii situr í
ovastu leiðsluni undir
liðini á aðalstjóranum.
Donsk bløð tulka orðini
hjá ráðharranum, sum at
Svøríki kanska fer at
krevja, at ein svii verður
aðalstjóri ístaðin fyri
verandi danska aðal-
stjóran Jørgen Linde-
gaard.
Svøríki eigur 21 pros-
ent av partabrøvunum í
SAS, meðan Danmark
og Noreg eiga hvør síni
14 prosent.
Úr Norðurlondum:
Nú verður
tað
Fleiri donsk bløð halda,
at danski almenningurin
skjótt verður kunnaður
um, at Fríðrikur krún-
prinsur verður trúlovaður
avstralsku
kvinnuni
Mary Donaldson. Donsk
bløð hava leingi roynt at
fáa eina mynd av teimum
báðum saman á danskari
jørð, og í gjár høvdu
bæði BT, Ekstrabladet,
Billedbladet og Se &
Hør myndir av teimum
báðum í einum bili uttan
fyri Amalienborg.
Tey fýra bløðini eru á
einum máli um, at krún-
prinsurin
og
Mary
Donaldson hildu sein-
asta vikuskiftið á einum
slotti í Århus, og at tey
m. a. vóru til handils í
miðbýnum í Århus.
Kongshúsið vil ikki
gera nakrar viðmerking-
ar til gitingarnar um, at
tey bæði verða trúlovað í
næstum.
Smuglaðu
sterkt
Svenska løgreglan hevur
tikið tveir norðmenn,
sum eru skuldsettir fyri
at hava smuglað í minsta
lagi
2000
litrar
av
sterkum.
Løgreglan
hevur lagt hald á teir
2000 litrarnar, og hildið
verður,
at
menninir
kundu
fingið
einar
400.000 krónur fyri teir.
Svenska
løgreglan
heldur, at menninir hava
útvegað sær ta stóru
nøgdina í Suðurevropa,
og at teir ætlaðu at
smugla tað ígjøgnum
Svøríki til Noregs. Teir
báðar
seinastu
mánaðarnar
hava
løgreglurnar í Svøríki og
Noregi funnið ikki minni
enn 10.000 litrar av
rúsdrekka, sum menn
hava roynt at smugla inn
um norska markið.
Neytaøði
Donsku
landbúnaðar-
myndugleikarnir
hava
aftur staðfest ein tilburð
av neytaøði, hesaferð á
Bornholm. Hetta er tann
áttandi tilburðurin av
neytaøði
í
Danmark
seinastu
tvey
árini.
Myndugleikarnir hava
gjørt av at avbyrgja
bóndagarðin á Born-
holm, og øll neytini á
garðinum verða dripin.
Myndugleikarnir siga, at
einki kjøt av sjúkum
neytum
er
selt
av
garðinum.
Gølan um teir
katólsku prestarnar í
USA hevur fingið
eina vend, eftir at ein
prestur varð illa
særdur av skotum,
eftir at hann hevði
játtað seg sekan
USA
Árni Joensen
Ein av katólsku prestunum
í USA, sum er lagdur undir
at hava gjørt seg inn á børn
og ung, varð týsdagin illa
særdur av fleiri skotum.
Tann 52 ára gamli presturin
Maurice Blackwell var júst
farin úr heimi sínum í
Baltemore, tá ein ungur
maður skjeyt hann.
Maðurin ringdi sjálvur til
løgregluna stutt eftir og
viðgekk, at hann hevði
skotið prestin. Sambært
løgregluni var talan um
hevnd, tí maðurin vil vera
við, at hann var ein av teim-
um mongu, sum presturin
skal hava gjørt seg inn á.
Málið hevur vakt stóran
ans í USA. Maurice Black-
well hevur leingi verið
undir illgruna fyri at hava
havt kynsligt samband við
børn og ung. Ein rættur
kannaði skuldsetingarnar
og koma til ta niðurstøðu,
at hald var í teimum flestu
skuldsetingunum, og prest-
urin varð tí loystur úr
starvi.
Men
William
Keeler, kardinalur valdi
kortini at seta prestin aftur í
starv. Kardinalurin vildi
vera við, at hann kendi
prestin betur enn tey, sum
høvdu gjørt úrskurð um
skuldsetingarnar ímóti hon-
um.
Amerikanskir fjølmiðlar
siga, at við tilburðinum í
Baltimore hevur gølan um
teir katólsku prestarnar
fingið eina vend, sum eigur
at bera í sær, at myndug-
leikarnir taka málið í mun-
andi størri álvara enn higar-
til.
Prestur viðgekk seg sekan
og varð skotin
Úrslitið av niður-
lendska tjóðartings-
valinum var enn eitt
vesturevropeiskt fet
til høgru. Samstundis
benda veljarakann-
ingar í Fraklandi á
somu gongd har
NIÐURLOND
Árni Joensen
Teir stóru vinnarnir á tjóð
artingsvalinum í Niður-
londum týsdagin vóru teir
kristiligu demokratarnir og
flokkurin hjá tí myrda
politikaranum
Pim
Fortuyn. Kristiligu demo-
kratarnir fingu 43 umboð í
tjóðartingið, og flokkurin
er nú tann størsti í Niður-
londum.
Undan valinum vístu
veljarakanningar, at flokk-
urin hjá Pim Fortuyn fór at
fáa einar 18 tinglimir, men
tá upptalt varð týskvøldið,
hevði hann fingið heili 26
tingumboð og gjørdist har-
við tann næststørsti flokk-
urin.
Hjá arbeiðaraflokkinum
var valið einki minni enn
ein vanlukka. Flokkurin
misti næstan helmingin av
tingsessunum og hevur nú
23 tinglimir. Úrslitið var
tað ringasta hjá flokkinum
síðani seinna heimsbar-
daga, og Wim Kok, forsæt-
isráðharri segði beinleiðis,
at úrslitið var eitt slag í
andlitið á flokkinum og sær
sjálvum.
Tað er eingin ivi um, at
teir kristiligu demokratarn-
ir fara at skipa ta næstu nið-
urlendsku stjórnina, men
enn er ógreitt, hvørjum
flokkurin fer at skipa stjórn
saman við. Talan verður tó
helst um teir liberalu, men
tað er ikki heilt óhugsandi,
at
flokkurin
hjá
Pim
Fortuyn verður við í stjórn-
ini.
Eisini í Fraklandi
Í Fraklandi verður tjóðar-
tingsval í summar, og eisini
har benda veljarakanning-
arnar á, at høgravongurin
fer at vinna. Ein kanning,
sum varð almannakunn-
gjørd í gjár, vísti, at høgra-
flokkarnir fara at fáa 41
prosent av atkvøðunum, og
at vinstravongurin fær 39
prosent.
Tann víðgongdi høgra-
flokkurin Front National
hjá Jean-Marie Le Pen fær
sambært hesari kanningini
12 prosent.
Tjóðartingsvalið í Frak-
landi verður í tann 9. og
tann 16. juni.
Aftur eitt fet til høgru
Presturin Paul Shanley er her til avhoyringar í einum rætti í Boston. Hann er skuldsettur fyri at
hava gjørt seg inn á ein hóp av børnum og ungum ta tíðina, hann var prestur í býnum
C
M
Y
K
14