Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 93 - 18. mai 2002 Nr. 93 - 18. mai 2002 5 Sjónvarpið fer annað hvítusunnukvøld undir at senda eina nýggja spurnarkapp- ing, sum verður kallað "Borð um Borð". Í spurnar- kappingini verða luttakararnir spurdir um viðurskifti, sum hava við skip, hav og annað tílíkt at gera REPORTASJA Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang Seinnapartur er, og upp- tøkurnar til nýggju spurnar- kappingina "Borð um Borð" skulu byrja. Luttak- ararnir, sum skulu vera við hesuferð, standa og hyggja eftir pallsmíðnum, sum Edward Fuglø hevur staðið fyri. Pallurin er skipaður sum aftasta dekkið á einum skipi, og úti í síðunum eru signalfløgg, modellskip og annað, sum ber bráð av, at hetta hevur við skipskunn- leika at gera. Aftasti partur- in av pallinum skal ímynda sóldekkið, har áhoyrararnir sita, og fáa sær kaffi og annað gott, meðan spurnar- kappingin er í gongd. – Er hetta flaggið q?, spyr ein av luttakarunum. – Nei, q er gult, vil ein annar vera við. Soleiðis gongur prátið aftur og fram, meðan bíðað verður til klárt er at fara undir upptøkur- nar. Kameramenn, ljósfólk og luttakarar ganga og hugna sær á dekkinum. Prátið er skipsprát. Luttakararnir vita nakað, tað er so heilt vist. Fremst á pallinum er eitt hjól. Nei, tað er ikki gekk- hjólið, men eitt hjól, ið er formað sum ein kumpass, og í teimum ymsu ættun- um, eru ymisk evni, sum til dømis, persónar, heiti, reiðskapur, sangir, árstøl og annað, og alt hetta hevur við skip og hav at gera. Kappingin sjálv er skipað í fýra umfør. Í fyrsta um- farið verður kumpassin snarað, og har fáa bæði liðini hvør sínar tríggjar spurningar. Næsta umfarið er at fáa eitt orð burturúr nøkrum bókstavum, triðja er ein mynd, og hartil hoyra tríggir spurningar, og fjóðra og seinasta umfarið eru 15 snarspurningar, har trýstast skal á ein knøtt áðrenn svarað verður. Sjómansskúlin Í sjónvarpinum henda seinnapartin er sjómans- skúlin væl umboðaður. Tríggir av luttakarunum hava tilknýti til skúlan, og áhoyrararnir, ella kanska klappararnir, eru eisini frá sjómansskúlanum. Teir koma inn nakrar minuttir áðrenn upptøkurnar byrja. Leivur Hansen, sum er vertur í Borð um Borð, gevur áhoyrarunum boð um, hvussu alt gongur fyri seg, og fortelur teimum, hvussu sendingin skal vera. – Vit skulu ímynda okk- um, at vit eru umborð á Norrønu til ein harmoniku- túr. Lagið er gott, og vit hava fingið Spælimenninar við okkum at spæla. Tit hugna tykkum á dekkinum, og seinni fara tit eisini at fáa ein drink frá tveimum gentum, sum koma inn við bakkum, greiðir Leivur sjómansskúlanæmingunum frá. Nú er tíðin komin til eina ljóðroynd. – Ein hálvur minuttur, so fara vit í gongd, og minnist til at sløkkja fartelefonir- nar, sigur ein rødd, sum ongin veit, hvaðani hon kemur. Mistøk Soleiðis, nú eru upptøkur- nar byrjaðar. Luttakararnir siga, hvørjir teir eru, og farið verður í gongd við sjálva spurnarkappingina. Nakrir feilir koma fyri av og á, men ongin panikkur hóast alt. Tað verður bara róliga tikið umaftur. Spælimenninir spæla, og fólk hugna sær. Ein fær veruliga ein dám av, hetta kundi gott verið ein har- monikutúrur við Norrønu. Í dag gongur væl at taka upp. Marius Rein, sum er dómari, og Leivur klára seg bara væl. Stýriborðs og Bakborðskipini á talvuni, eru farin ein túr runt í heimin. Skipini verða flutt eitt stig á einum korti, har dómarin stendur. Kortið er av Evropa og Afrika. Nú eru vit longu komin til snarspurningarnar. Men hvat? Knøttarnir, sum lut- takararnir skulu trýsta á, rigga ikki sum teir skulu. Tann grøna stýriborðslyktin og tann reyða bakborðs- lyktin rigga ikki sum tær skulu. Men aftaná eina løtu av baksi, so koyrir alt, sum tað eigur, og nú er klárt at fara undir snarspurningar- nar. Og tað er ikki uttan grund, at snarspurningarnir hava fingið júst hetta heitið, tí lítla løtu eftir, eru snarspurningarnir lidnir, og genturnar koma inn við sjokulátu og einum gávu- korti til tað liðið, sum tapti. Upptøkurnar eru lidnar. Triðja sending av Borð um Borð er komin í kassan og nú er bert eftir at redigera. Verturin takkar luttakarum og áhoyrarum fyri, og restin av manningini pakkar sam- an. Eitt sindur øðrvísi er tað, at síggja upptøkurnar hand- an pallin. Øðrvísi enn tá tú situr heima í stovuni, og sær eina liðugt gjørda sending. Meira baks og roks enn tú kanska heldur, men í síðsta enda, so er tað undirhald. Undirhald, sum helst nógv fara at njóta. Út í stóru verð við Leivi og Mariusi Tað var stórt spell, at tann breiða samgong- an millum verandi samgongu og Javn- aðarflokkin ikki varð til nakað. Hon var annars mestsum í pottinum, men líkt var til, at Tjóðveldis- flokkurin ikki vildi vera við, tí fullveldis- tilgongdin gekk ov seint, sigur tingmað- ur Sjálvstýrisfloksins VIÐTAL Edvard Joensen – Tað var harmiligt, at tann breiða samgongan, sum annars var um at vera í pott- inum, ikki gjørdist veru- leiki. Men grundin tóktist vera tann, at Tjóðveldis- flokkurin ikki var sinnaður fyri at vera partur av henni, sigur Kári P. Højgaard, tingmaður Sjálvstýrisflok- sins. Grundina fyri at so varð metir Kári Højgaard vera, at ferðin á sjálvstýrisleið var lækkað munandi, í mun til hana, verandi samgonga helt. Og tað kundi Tjóð- veldisflokkurin ikki góð- taka, heldur sjálvstýristing- maður. – Eg síggi ikki aðra grund til, at samgongan var av ongum, enn, at tjóð- veldisflokkurin ikki vildi vera við, staðfestir hann. Hann sigur, at tá samráð- ingarnar slitnaðu, vóru heili 13 yvirtøkumál klár, umframt at semja var um at arbeiða fram í móti yvir- tøku av løgreglu og rættar- málum. Eitt nú var eisini semja um at yvirtaka fólka- kirkjuna, vísir Kári Høj- gaard á. Ov nógv ferð Valið vísti, at ferðin á sjálv- stýristilgongdini var ov nógv, heldur Kári Høj- gaard. Sambandsflokkurin fekk tveir tinglimir afturat, sum fóru frá samgonguni. – Tað er sera týdningar- mikið at taka valúrslitið í álvara, sigur Kári Høj- gaard. Og úrslitið var greitt tað, at fólk vóru ótrygg við sjálvstýristilgongdina, sum verið hevði. Sjálvstýrisflokurin skal eisini liva aftan á hetta valskeiðið, tí hava vit skyldu at lurta eftir teimum signlum, sum veljarin send- ir, sigur Kári Højgaard. Tað tulkar sjálvstýris- tingmaðurin sum, at nú skal haldast aftur. Og tað var júst tað, Sjálvstýrisflokk- urin eisini vildi, tá sam- gongusamráðingarnar vóru. – Vit vildu heldur gjalda niður av skuldini, vit hava, enn at yvirtaka fleiri dýr mál, og átaka okkum størri fíggjarliga byrðar beint nú, sigur Kári Højgaard. Kort- ini var pláss fyri fleiri yvir- tøkum, sum ikki kostaðu so nógv, at vit ikki knógvaðu undir tí, sigur hann. Kári Højgaard sigur, at hann væntar ikki, at tað fæst meira burtur úr á sjálv- stýrisleið, enn tað sama, sum komið varð til undir teimum samráðingunum, sum slitnaðu. Vil hava breidd Sum flestu aðrir tinglimir metir Kári Højgaard tað sera týdningarmikið at fáa eina breiða og sterka sam- gongu. Hann dylur ikki fyri, at hann hevði stórar vónir til tær samráðingarnar, sum vóru. Men tá tað ikki bar til, eigur tann næsta at vera ein líka breið hinumegin. Tað vil siga við Sambands flokkinum í staðin fyri Tjóðveldisflokkinum. Kári Højgaard metir, at tað ber til at fáa fleiri av yvirtøkunum framdar saman við Sambands- flokkinum, tí tær eru av slíkum slag, at tær væl kunnu forsvarast fíggjar- liga. Hann sigur seg vera sannførdan um, at eitt nú fólkakirkjuna ber væl til at yvirtaka saman við Sam- bandsflokkinum, um bara fyrireikingararbeiðið er ordiliga gjørt. Eina 17-manna sam- gongu við Miðflokkinum heldur Kári Højgaard ikki vera nakra haldgóða loysn, tí hon verður ov veik. Men hann hevur einki í móti at fáa Miðflokkin við sum eitt nú nummar 24 í eini breiðari samgongu. Tó ásannar hann, at tað verður sera torført at fara at býta málsøki, um so nógvir flokkar vera í samgonguni. Tann møguleikan, at hann sjálvur og Sjálvstýris- flokkurin ikki sleppa við, meðan eitt nú Fólka- flokkurin, Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin skipa eina breiða 22-manna samgongu, heldur hann ikki vera realistiskan. – Vit hava eina avtalu um samstarv, sum vit fara at halda. Og so vænta vit eisini, at hon verður hildin frá hinum partinum, sigur Kári Højgaard. Formansvalið Hóast tað, at Sjálvstýris- flokkurin og Fólkaflokk- urin hava avtalað at standa saman í samgongusam- ráðingum, metti Kári Høj- gaard ikki, at tann avtalan var galdandi, tá løgtings- formaðurin skuldi veljast. Hann atkvøddi tí saman við Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fyri Edmundi Joensen. – Løgtingsformaðurin eigur at vera hevjaður yvir politiskt orðaskifti, og skal vera ein persónur við tign og myndugleika, sigur Kári Højgaard. Og júst sum slíkan kenni eg Edmund Joensen, sigur hann. Hann sigur, at teir 14 mánaðarnar, hann hevur sitið á tingi, hevur Edmund Joensen verið triðji næst- formaður, og regluliga sitið í formanssætinum. Út frá teimum royndunum metti Kári Højgaard, at Edmund Joensen var væl egnaður til løgtingsformann. Kári Højgaard heldur, at við formansvalinum hevur Sambandsflokkurin boðað frá, at hann ikki fer at gøllhalda um kravið um at fáa løgmann í eini komandi samgonu. Hinvegin metir Kári Høj- gaard, at royndirnar hjá sitandi løgmanni gera, at hann avgjørt er eitt kvali- fiserað boð upp á sessin í komandi samgongu. Framtíðin Tað liggur stór ábyrgd á Sjálvstýrisflokkinum, sigur Kári Højgaard. Og nú er tað upp til hansara, sum einsamallur løgtingsmaður, at liva upp til hesa ábyrgd. Men hann er sannførdur um, at spælir hann síni kort væl, skal tað koma flokk- inum til góðar aftur við eitt komandi val. Tá eigur og má flokkurin aftur koma upp á einar tríggjar ting- limir, heldur hann. Tann gongdin, sum verið hevur við formansskifti, eins og tað at flokkurin misti ein mann á,valinum, má kunna vendast. Men treytin er heilt greitt tann, at flokkurin sleppur við í eina samgongu og kann reka ein varnan politikk, sum ber á sjál- vstýrisleið. Stig fyri stig, vísir sjálvstýristingmaðurin á. – Koma vit í eina sam- gongu, sum heldur val- skeiðið út, eri eg sann- førdur um, at tað ber til. Og tað hevði eisini verið huga- ligt at hildið ein 100 ára dag í teirri vissuni, sigur Kári P. Højgaarrd, ting- maður Sjálvstýrisfloksin og sipar har við til, at Sjálvstýrisflokkurin varð stovnaður í 1906. Tjóðveldisflokkurin var lítið áhugaður fyri samgongu Fólkakirkjan var eitt av málunum, sum skuldu verið yvirtikin, um tann samgongan, sum næstan var í pottinum, hevði fingist upp á pláss. Men Tjóðveldisflokkurin tóktist ikki sinnaður fyri henni, tí sjálvstýristilgongdin gekk ov seint, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Pakkaferðir Danmark Hetland Pakkaferð - Ísland Ferðist bíliga ... Pakkaferðir * & 2 vaksin 2 børn í bili Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 24.05., 31.05. og 07.06. úr 5.995,- Dan Center summarhús 1 vika í summarhúsi 24.05., 31.05. og 07.06. úr 6.716,- * * Noreg Pers Hotel í Gol 1 vika í summarhúsi 20.05., 27.05., 03.06. og 10.06. úr 5.898,- * Easterhoull Chalets 1 vika í summarhúsi 20.05., 27.05., 03.06. og 10.06. úr 6.394,- * Sigl & Flúgv Key Hotellini við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari úr 5.814,- Tórshavn - Hanstholm og Keypmannahavn - Vágar ella hinvegin úr 2.550,- Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin fyri hvønn fyri hvønn team85