leygardagur 18. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 93 - 18. mai 2002
Nr. 93 - 18. mai 2002
7
Samarittarnir hjá
Reyða Krossi eru fólk,
ið sjálvboðin arbeiða
fyri tí eina endamáli:
at hjálpa øðrum. Í
summar ætla tey sær
kring landið til stevn-
ur og størri tiltøk, har
tey kunnu vera við til
at gera tiltøkini
tryggari fyri fjøldina
SAMARITTAR
Orð og Myndir: Heri á Rógvi
Tórshavn: Í 10. kapitli í
Evangelinum eftir Lukas
hoyra vit um hin miskunn-
sama sámáriubúgvan. Hes-
in miskunnsami, sum røkt-
aði tann hálvdeyða mannin,
eigur íblásturin til ein bólk
undir Reyða Krossi, sum
ógvuliga passandi kalla seg
fyri samarittir. Teirra eina
endamál er at hjálpa øðr-
um.
Samarittar eru kendir úr
okkara grannalondum og í
fleiri øðrum londum í Ev-
ropa, og teir stinga seg
javnan upp í størru tiltøk-
um. Eisini í Føroyum eru
fólkini í teimum skyggjandi
reyðu jakkunum vorðin
fastur táttur til nøkur tiltøk.
Mikukvøld
Dagin fyri var val í Føroy-
um. Dagarnir hjá nøkrum
hava verið drúgvir. Tó eru
tey ótroyttilig hjá Reyða
Krossi. Tað er nevniliga
mikukvøld, at tey hittast til
ein fund. Ein fundur er kan-
ska ikki rætta orðið, tí tey
meira hittast enn fundast.
Tað er ymiskt, hvat tey taka
sær til hesi kvøldini. Tey
vitja kanska á alnetinum,
tosa um tiltøk ella kanska
hyggja eftir og kunna seg
um útbúnaðin, ið tey eiga
heilt fitt av.
Tað stendur heldur ikki á
at fáa tey at tosa, tí hetta er
nakað, ið tey týðuliga hava
áhuga fyri og fegin vilja
tosa um.
Føroysku samarattarnir
eru eini 14, sum eru aktivir.
Samalaða limatalið liggum
um
tjúgu. Aldurin
er
ymiskur: Frá átjan til nakað
omanfyri hálvtrýs. Alt byrj-
aði við, at ein bólkur var
farin á fyrstahjálpara skeið,
har teir frættu um samarit-
arbeiðið.
Formaðurin
í
Reyða Krossi fekk teir
oman at vitja, og tað gekk
ikki rúm tíð, áðrenn teir
játtaðu at vera við. Tað eru
tvey ár síðani, at teir fyrstu
í Føroyum kundu kalla seg
samarittar.
Fyri at vera við og kunna
kalla seg fyri samarit, so er
neyðugt, at tú entin hevur
ella tekur skeið sum fyrsti-
hjálpari. Fyrsta árið í
felagsskapinum verður eis-
ini nýtt sum fyrsta hjálpari,
har tú fært góðan stuðul frá
hinum samarittunum. Mun-
ur verður kortini ikki gjørd-
ur á fólki, og eingin er
omanfyri nakran annan,
men talan er bert um at læra
fólk upp.
Eftir hetta eina árið kanst
tú lata teg í reyða jakkan
sum samarittar. Sjálvbodnu
hjálpararnir leggja tó stóran
dent allatíðina at gerast
betri og at taka fleiri skeið.
Umframt vanliga fyrsta
hjálpara skeiðið, so er eis-
ini eitt víðkað skeið, skeið í
sálarligari fyrstuhjálp og
onnur samarittaskeið at
taka. Við nýggjum tólum
og við fleiri tiltøkum gerst
tørvurin á skeiðum eisini
størri, men áhugin er til
staðar.
Í fjør summar sluppu
nakrir av føroysku samarit-
tunum at royna seg sum
samarittar á Roskilde Festi-
valinum, sum nýtir nógvar
samarittar.
Hjálpa
Sum samarittur er tú hvørki
lækni ella sjúkrasystir, men
ein, sum er klárur at hjálpa,
tá okkurt er áfat. Fólk, sum
eru komin illa fyri til tiltøk,
verða hjálp av samarittu-
num, sum kunnu taka sær
av sárum ella øðrum við
teirra útgerð. Tey hava fyri
ikki so langari tíð síðani
fingið nýggja útgerð, sum
gevur teimum møguleikan
at hjálpa fólkið, ið hava
fingið okkurt skeivt fyri í
hálsinum. Hetta krevur
aftur eitt skeið, men trúgvu
samarittarnir slúka hetta
sum øll onnur skeið, tey
taka.
Samarittar eru vanliga
við til størri tiltøk, sum
konsertir,
festivalar
og
ítróttarhendingar. Eitt nú
hevur FIFA(altjóða fót-
bóltssambandið) sett sum
krav, at samarittar skulu
vera til staðar, tá dystir eru
á skránni.
Fyri at vera samarittar
skalt tú vera fyltur átjan ár.
–Vit
eru
framvegis
á
byrjunarstøði,
men
vit
mennast allatíðina, ljóðar
tað frá einum av níggju,
sum eru komin oman í høl-
ini í Vágsbotni hetta miku-
kvøldið.
Sum sagt er alt arbeiði
sjálvboðið.Vinningurin er
fyri tað nógva tað sosiala,
men tað byggjar eisini á
meira enn bert hetta.
–Tað gevur nakað, tí tú
merkir, at tú veruliga hevur
møguleikan fyri at hjálpa,
sigur ein teirra. Tað er eis-
ini breið semja um, at
grundarsteinurin er at veita
hjálp.
–Tú verður bitin av tí, tá
tú fyrst kemur ígong, sigur
ein og øll samtykkja.
Ætlanin er, at virksemið
hjá samarittunum skal hvíla
í sær sjálvum. Tá tey lut-
taka við nøkur tiltøk, so
taka eina samsýning fyri ar-
beiðið. Allir pengarnir, ið
tey fáa inn, verður nýttur til
at keypa útbúnað, og hetta
kostar eisini. Tey nevna í
hesum sambandi, at tey eis-
ini hava fingið góðan stuð-
ul og møt vælvild frá nøk-
rum fyritøkum. Føroya
Sparikassi og Tryggingar-
felagið Føroyar hava stuðl-
að við keyp av útgerð.
Ætlanin hjá føroysku
samariubúgvunum er at
skipa arbeiðið í fastar avtal-
ur. At skipa tað soleiðis, at
tey javnan eru við til tiltøk,
og tey vera sett á skránni
fast, eisini tí tað skal plan-
leggjast.
Tað besta hevði verið,
siga tey, at havt tvey lið, ið
so høvdu kunnað skift um
at verið úti.
Seinastu tíðina hava tey
merkt eina ávísa tilgond,
men tey síggja fegin, at
fleiri enn koma við, tí tað er
pláss fyri nógv fleiri. Einki
krav er annað enn tey fyrr
nevndu um viljan til at
hjálpa og aldur.
Tey, ið hava hug at vera
við, kunnu seta seg í sam-
band við Reyða Kross ella
Leif Dam á telefonnummar
310149.
Samarittarnir klárir til summarið
–Tað gevur nakað, tí tú merkir, at tú veruliga hevur møguleikan fyri at hjálpa, sigur ein av samarittunum hjá Reyða Krossi, ið eru klárir at hjálpa, tá
størri tiltøk eru á skránni.
Samarittarnir hjá Reyða
Krossi hava tørv á
nógvari útgerð. Ætlanin
hjá teimum er at fáa
arbeiða skipað í eina
meira fastu legu.
- Farið verður til
fiskiskap sum skjót-
ast, sigur Kjartan
Joensen, sum eigur
nýggja trolbátin,
Norðleiv
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hóskvøldið komu nýggju
trolbátarnir hjá Kjartani
Joensen
og
Osmundi
Justinussen, Norðleivur og
Fríðborg, á Leirvík (sí
grein aðrastaðni í blað-
num).
Bátarnir eru bygdir á
Ósey á Havnafjørðinum í
Íslandi, men skrokkarnir
eru bygdir í Póllandi.
Kjartan Joensen sigur, at
veðrið á ferðini heim úr
Íslandi var eitt sindur rusk-
ut, men bátarnir royndust
væl í sjónum.
- Vit eru væl nøgdir við
bátarnar og halda eisini, at
apeteringin er óføra góð.
Hetta er eitt stórt framstig
hjá manningini.
Spurdur, um skipini ikki
tykjast lág aftan í mun til
framman, sigur Kjartan, at
hæddin á bakkanum hevur
nakað við apeteringina at
gera.
- Hetta eru jú smá skip,
har apteringin og harvið
umstøðurnar hjá manning-
ini hava høgan prioritet,
sigur hann.
Klárir at loysa
Manningin, sum verður við
Norðleivi og Fríðborg, er
hin sama, sum var við bát-
unum, ið hesir báðir nú
skulu loysa av.
Norðleivur
kemur
í
flotan fyri gamla Norðleiv,
sum er fyrrverandi Stiga-
barmur, og Fríðborg kemur
fyri Raðhamar.
Kjartan sigur, at bátarnir
eru klárir at fara til
fiskiskap, men enn eru
onkur skjøl at avgreiða, og
eitt nú skulu bátarnir lóg-
gildast av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
- Eg vænti, at loyst verð-
ur hesumegin hvítusunnu.
Men dregur tað eitt sindur
út við pappírunum, verður
loyst beint eftir hvítusunnu,
leggur hann aftrat.
Norðleivur og Fríðborg
eru 19,40 metrar langir og
5 metrar breiðir. Maskin-
urnar eru 425 hk.
Bæði Norðleivur og Fríð-
borg sleppa á landleiðina at
royna, tá ið trolbátarnir
sleppa at fiska innanfyri.
Hetta eru góð skip
Eini 300 fólk tóku ímóti Norðleivi og Fríðborg og bryggjuni í
Leirvík hóskvøldið
Fríggjamorgunin fóru
um 100 nærmingar úr
Studentaskúlanum á
Hoydølum á eina
mótmælisgongu móti
Mentamálastýrið. Tey
finna seg ikki í, at
flokkarnir eftir eitt
heilt skúlaár nú skulu
leggjast saman
ÚTBÚGVING
Ragnhild Ellingsgaard
Fríggjamorgunin klokkan
10.30 fóru um 100 næm-
ingar úr Studentaskúlanum
og HF-skeiðnum á Hoy-
dølum til gongu. Leiðin lá
móti Mentamálastýrinum,
har tey vildu handa Óla
Holm, landsstýrismanni í
Mentamálaráðum,
eitt
skriv. Á hesum skrivið mót-
mæltu tey ætlanunum hjá
Mentamálastýrinum um at
leggja flokkar á skúlanum
saman, og høvdu tey øll sett
sína undirskrift á skrivið.
Flokkur býtast
Næmingarnir umboðaðu 1.
árs næmingar á Studenta-
skúlanum, og vóru bæði
málsligir og matematiskir
næmingar til staðar.
Tey hava fyri stuttum
fingið boð um, at Menta-
málastýrið,
orsakað
av
sparingum, hevur ætlanir
um at leggja teir fýra mate-
matisku flokkarnar niður í
tríggjar tað komandi skúla-
árið. Hetta merkir við
øðrum oðrum, at tann eini
flokkurin skal býtast sund-
ur, soleiðis at tað einans
verða tríggjar matematiskir
flokkar komandi skúlaár.
Men hesum vilja næm-
ingarnir ikki finna seg í.
Tey vilja hava Menta-
málaráðið at skilja, at sam-
anhaldið í flokkinum hevur
nógv at siga fyri trivnaðin
hjá hvørjum einstøkum
næmingum, og longu eftir
fyrsta skúlaárið er saman-
haldið vorðið so mikið gott,
at sundurslítingin uttan iva
kemur at ávirka skúla-
gongdina.
Harumframt hava hinir
tríggir flokkarnir eisini
skapt sær eitt samanhald,
sum tað verður torført hjá
nýggjum næmingum at
sleppa uppí.
- Hetta seinasta skúlaárið
hava vit fingið vinir í
flokkinum, og vit trívast
væl. Men um flokkurin skal
býtast sundur í tríggjar
partar, so standa vit einsa-
møll í einum nýggjum
flokki. Og tað kemur sjálv-
andi at ávirka trivnaðin hjá
okkum, sigur Halla Ellef-
sen, sum gongur í tí flokk-
inum, sum eftir ætlan skal
býtast sundur.
Tískil fóru tey eina
mótmælisgongu til Menta-
málastýrið, har tey handaðu
eitt mótmælisskriv.
Verður viðgjørt
Ætlanin var at handa Óla
Holm
mótmælisskrivið,
men hann var ikki til staðar
hendan morgunin. Ístaðin
tók Petur Petersen móti
skrivinum, og hann skuldi
síðan lata tað til viðgerðar.
Men hóast skrivið verður
latið til viðgerðar, so hevði
hann ongan stórvegis ugga
at bera næmingunum.
- Hann segði, at vit ikki
skuldu vænta, at avgerðin
verður broytt. Teir hava ikki
ráð til annað, og tí var
minimalur kjansur fyri, at
flokkarnir verða verandi,
sum teir eru í dag, greiðir
Halla frá.
Hví so skal vera, skilja
næmingarnir ikki rættiliga.
Teir hava fingið at vita, at
tað fleiri ferðir er vorðið
staðfest, at fólk hava ringar
royndir við at leggja flokk-
ar saman
Seinasta ár varð ein
flokkur á Kamsdali lagdur
saman við øðrum, og fyri
nøkrum árum síðani hendi
tað sama eisini á Hoydøl-
um.
- Samanleggingar henda
alt for ofta, og tað líkist
ongum, heldur Halla.
Ístaðin heldur hon, at
Mentamálastýrið
skuldi
lært seg at raðfest peningin
øðrvísi, soleiðis at trivnað-
urin hjá næmingum eisini
hevði okkurt at siga.
Næmingar á studentaskúla:
– Finna seg ikki í at vera kastibløkur
C
M
Y
K
7
6
Skeið
Samtalan sum leiðsluamboð
Tær truplu samtalur - Leiðarin sum leiðbeinari
Endamálið við skeiðinum er at styrkja um førleikan hjá luttakarunum at
brúka samtaluna sum professionelt amboð í ymiskum truplum støðum.
Talan kann t.d. vera um, at okkurt avrik er ov vánaligt arbeðsliga, at siga
nei til umsóknir um starv, nógvir sjúkradagar, alkoholtrupulleikar, uppsagnir
o.a.
Á skeiðinum verður arbeitt við framløgum, samtalum og praktiskum
venjingum, ið innihalda videoupptøkur.
Skeiðið vendir sær til stjórar og leiðarar við starvsfólkaábyrgd.
Skeiðsleiðarar eru vinnulívssálarfrøðingarnir
Nikolaj Lunøe og Jan Willemoes.
Skeiðið er á føroyskum og á donskum.
Skeiðið verður hildið 19.-21. juni á Hotel Vágum sum internatskeið.
Skeiðið er evna til 12 luttakarar.
Skeiðsleiðslan skilar sær rætt til sjálv at seta skeiðsluttakarbólkin saman,
Kostnaður fyri skeiðið er 7.500,00 kr. við øllum
Tilmelding fram til mánadagin 27. mai á telduposti: wille@post.olivant.fo
Svar verða send luttakarunum í viku 23 saman við endaligu skránni, profilum og
luttakaralista.
Ynskja tygum at vita meira um skeiðið ringið til Jan Willemoes á tlf.: 21 15 09