Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 93 - 18. mai 2002 Nr. 93 - 18. mai 2002 9 Ferðafólk við mánað- arkorti hava mist nógvan pening av verkfallinum, men tað fær Strandferðsl- an onki gjørt við VERKFALL Áki Bertholdsen Nógv av teimum, sum ferð- ast regluliga við Strand- ferðsluni hava mánaðar- kort. Við mánaðarkorti sleppa tey bíligari, enn tey høvdu gjørt, skuldu tey keypt vanligan ferðaseðil hvørja ferð og so sleppa tey eisini frá ómakinum at keypa ferðaseðil hvørja ferð, tey ferðast Men tey, sum keypti mánaðarkort uppundir verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, sum legði Strandferðslun lamna, hava brent seg so dyggiliga. Verkfallið gjørdi, at tey lítla og onga nyttu fingu burtur- úr kortinum. Men hjá Strandferðsluni verður sagt, at tað ber ikki til at endurrinda fólkið fyri mánaðarkortið, so tað er greitt, at í hesum føri pen- ingurin er mistur. – Vit eru líka hørm sum tey um tað fortreð, sum verkfallið hevur kostað teimum, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutnings- leiðari á Strandferðsluni. – Vit eru øll offur í verk- fallinum. Men verkfallið kom av orsøkum, Strand- ferðslan onga ávirkan hevði á. Sostatt er talan um tað, sum við einum fínum orðið verður nevnt »force majeure«. Men vit eru ógvuliga hørm um, at við- skiftafólk okkara hava mist av tí at vit ikki upp á nakran máta hava kunnað veitt teimum ta tænastu, vit eiga. Poul Jákup Thomsen sigur, at Strandferðslan hevur kannað málið hjá sakførara og hann sigur, at stovnurin hevur ikki skyldu at endur- rinda fólki fyri mánaðar- kort, sum tey ikki fingu brúkt av verkfallinum. Hann sigur eisini, at tað hevði verið ein ovurhonds umsitingarlig uppgáva hjá Strandferðskluni at gjørt tað. – Summi hava nýggj mánaðarkort, summi hava gomul, og uppaftur onnur hava lutvíst fingið brúkt sítt við bussunum, hóast tey ikki hava fingið brúkt tað við ferjuni. – Tað hevði verið vón- leyst at fingið greiði á øll- um tí, hvussu nógv, hvør skal hava aftur, sigur hann. Kommunan á Tvør- oyri leitar nú eftir hugskotum um, hvat bygningurin nú skal brúkast til, sum heil- sølan hjá Poul Han- sen hevur hildið til í HUGSKOTSKAPPING Áki Bertholdsen Tvøroyri: Hvat skal bygn- ingurin, sum heilsølan hjá Poul Hansen á Tvøroyri var í, nú brúkast til?? Tað er ein spurningur, sum Tvøroyrar Býráð hugs- ar nógv um í løtuni. Býráðslimir hava lagt høvdið í blot og á býráðs- fundi mánakvøldið varð nógv tosað um, hvat tann stóri bygningurin inni á Hvítanesi á Tvøroyri skal brúkast til. Poul Hansen hevur í mong ár leigað bygningin til heilsølu, men tað er kommunan, sum eigur hann. Húsið hevur staðið tómt síðani síðani Poul Hansen gavst við heilsølu í Suðuroy á nýggjárinum og býráðslimir vilja ikki, at hann skal falla í órøkt, eins og bygningarnir hjá bed- ingini, sum lesast kann um aðrastaðni í blaðnum. Umsiting Onkrir býráðslimir vístu á, at húsið var væl hóskandi til umsiting hjá kommun- uni. Kommunan eigur ikki bygningin, sum umsitingin nú er í, men hon leigar hann við forkeypsrætti. Bygningurin á Hvítanesi er rættiliga stórur, hann hevur eina gólvvídd upp á yvir 880 fermetrar við kjallaranum. Býráðslimir vístu á, at har var ríkiligt at plássið til umsitingina hjá kommun- uni, umframt til annað virk- semi. Aðrir býráðslimir vístu á, at tað fór at kosta minst átta milliónir at innrætta bygn- ingin, so tað fór at vera ein stórur biti. Onkur annar helt, at tað var umráðandi, at bygning- urin varð varðveittur í sín- um upprunaliga standi, tvs, at útbygningarnir vórðu tiknir burtur aftur, tí hetta er einasta hús, sum er eftir av Tvøroyri av teimum gomlu vinnuhúsunum, sum høvdu so stóran týdning fyri Tvøroyri. Onkur triði skeyt upp at skriva út eina hugskots- kapping um, hvat húsið kann brúkast til og, hvussu tað skal síggja út. Men yvirhøvur tóktist semja vera um, at húsið skuldi í hvussu so er brúk- ast til okkurt, sum kanska fór at koma kommunan sum heild til góðar, ella til okkurt almannagagnligt endamál, sum mong fingið gleði av onkusvegna. Í øllum førum skiltist, at hugskot vóru meiri enn vælkomin, so liggur onkur inni við einum tanka, er bara at siga frá.... Bedingin á Tvøroyri hevur ikki verið nakað prýði fyri bygdina, men nú verður hon seld SØLA Áki Bertholdsen Tvøroyri: Nú er bedingin á Tvøroyri til sølu. Fyrr var nógv virksemi á bedingini, men fyri nøkrum árum síðani helt hon uppat og síðani hevur onki verið. Men nú vónar Tvøroyar Kommuna at fáa lív aftur í húsini, tí mánakvøldið samtykti býráðið at selja húsini, sum bedingin helt til í. Nú verður ein lýsing orðað og fyrsta dagin verð- ur bedingin lýst til sølu í bløðunum. Tað, sum verður selt, eru sjálvir virkisbygningarnir. Sjálvur bedingsvognurin er burtur, so har er onki eftir. Umsitingarbygingurin, sum liggur heilt uppat vegnum, verður ikki seldur, men tann, sum keypir bedingina, fær framíhjá rætt at leiga hann. – Møguliga skal vegurin breiðkast einaferð seinni og tí hevði tað verið óheppið at selt umsitingarbygningin eisini, tí tað hevði bara kostað kommunini at keypt hann aftur, sigur Finnleif Guttesen. Hann sigur, at tað hevur víst seg at vera áhugi fyri at keypa bygningarnar. Hann sigur, at hetta seinasta hálvtannað árið hevur kommunan fingið tríggjar fyrispurningar um at keypa ella leiga bedingina til vinnulig endamál, so nú verður hon lýst til sølu. Men samstundis verður gjørt vart við, at bygingurin verður seldur á leigaðari grund. Tvs. at tann, sum keypir, fær ikki grund- stykkið við, men hann sleppur at leiga stykkið í eitt langt áramál. Býráðslimir fegnaðist um, at bedingin nú verður seld, tí seinastu árini hevur hon ikki átt nakran góðan og økið er illa forfallið og man vera eitt tað óruddilig- asta í sóknini. Ferðafólk svíða sjálvi fyri missin Ferðafólk hjá Strandferðsluni, sum hava keypt sær mánaðarkort beint undan verkfallinum, koma sjálvi at svía fyri missin Royna at finna okkurt at brúka bygningin til Inni á Hvítanesi eigur Tvøroyrar Kommuna eitt stórt hús. Spurningurin er, hvat tað skal brúkast til? Fáa lív aftur í húsini Bedingin á Tvøroyri er forfallin og óruddulig, men nú veðrur hon seld fyri at fáa lív aftur í húsini Eini 300 fólk tóku ímóti Norðleivi og Fríðborg, tá ið nýbygdu útróðrar- bátarnir í Íslandi fyrstu ferð stevndu inn í havnina í Leirvík hóskvøldið NÝBYGNINGAR Vilmund Jacobsen Tað tóktist leingi at bíða, til nýggju stálbygdu útróðrar- bátarnir hjá leirvíkingum, Norðleivur og Fríðborg, stevndu inn um pierin hós- kvøldið. Fyrst ljóðaði, at skipini skuldu verða inni millum klokkan 19 og 20. Millum mong onnur var Sosialurin sjálvsagt farin norður at taka ímóti. Nógv fólk var savnað á bryggjuni í Leirvík, og nøkur høvdu leitað sær út á molan við myndatóli. Tveir brøður, Randal og Jákup á Reynatrøð, 2 og 4 ára gamlir, sótu við før- oyskum fløggum í le aftanfyri ein oljutanga. Pápin siglir við Polarhavi hjá Osmundi Justinussen, og mamman arbeiðir á virkinum hjá Kjartani Joensen. Hetta eru teir, ið hava latið Fríðborg og Norðleiv byggja á Ósey á Havna- fjørðinum í Íslandi. Skrokkarnir eru bygdir í Póllandi. Veðrið er gott, men høg- ættarlotið er kalt. Tað eru ikki bara Randal og Jákup, sum eru ótolnir og vorðnir kaldir, men so hvørt, sum tíðin gongur, og bátarnir ikki síggjast koma undan Hagaleiti, fara fólk niðan- aftur av molanum at bíða. Fløggini, sum Randal og Jákup hava í hondini, eru viðhvørt uppi og viðhvørt niðri. Nú ljóðar, at klokkan helst verður 20.30, áðrenn skipini koma. "Teir hava væl ikki trolið úti á vegnum, ha?" spyr onkur. "Nei, grammir eru teir, men so grammir munnu teir væl heldur ikki verða", sigur ein annar. Vit møta konu til bygdar- ráðsformannin í Leirvík, Sjúrð Eliassen. "Hann fer at siga nøkur orð og ynskja skipunum vælkomnum. Annars fer hann ikki at siga so nógv", sigur hon og leggur aftrat, at Leirvíkar Gentukór við Dánjali Eyst- urstein eisini fer at syngja. Skipini koma Tá ið klokkan nærkast 20.30 kemur órógv á fólk, tí nú veit onkur at siga, at skipini eru komin undan Hagaleiti. Jú, tveir reyðir útróðrar- bátar saman við nøkrum øðrum bátum, sum eru farnir út at taka ímóti. Onkur heldur fyri, at kanska eru hetta ikki teir vakrastu skrokkarnir, ið sæddir eru út fyri Leir- víksbygd, men hetta eru góð skip, sum eigararnir og teir, sum skulu sigla við teimum, verða glaðir fyri. Komnir inn ímóti Leir- víksbygd, snara skipini bæði í stýriborð og mala runt úti á vágni, tríggjar ferðir. "Nú verða tey signaði", sigur ein maður, sum stendur undir liðini á um- boði Sosialsins og sjómans- trúboðaranum, Torleifi Jo- hannesen. Maðurin veit at siga, at tað gekk ikki so væl við signingini, tá ið ein annar bátur kom til bygdina fyri mongum árum síðan. "Tá snaraðu teir bátin runt í bakborð, og tað er skeivt", sigur hann. "Onkur rópti á teir og bað teir snara í stýriborð, men teir hoyrdu ikki, hvat hesin segði og settu bara meira ferð á motorin". Hópur av fólki var á bryggjuni í Leirvík, tá ið Norðleivur og Fríðborg løgdu at. Ein stórur partur mundi vera leirvíkingar, men her vóru eisini fleiri kend andlit at síggja, sum komin vóru úr Havn. Tá ið bygdarráðsformað- urin, Sjúrður Eliassen, hevði boðið útróðrarbát- unum vælkomnum og ynskt teimum alt tað besta, takkaði Osmund Justinus- sen vegna reiðaríini fyri stórfingru móttøkuna. Leir- víkar Gentukór setti eisini sín dám á løtuna við sangi. Tá ið móttøkan á bryggj- uni var liðug, og fólk høvdu havt høvi at skoðað bátar- nar, bjóðaðu reiðaríini øllum, sum komin vóru omaná bryggjuna, til ábit í matarhøllini á virkinum hjá Kjartani Joensen. Stórfingin móttøka á bryggjuni í Leirvík Norðleivur stevnir inn í havnina í Leirvík. Bátarnir eru høgir framman og lágir aftan. Apeteringin kann ikki samanberast við apeteringina umborð á teimum gomlu trolbátunum Og so kemur Fríðborg. Einasti sjónligi munur á bátunum er, at meðan yvirbygningurin á Norðleivi er hvítur, er yvirbygningurin á Fríðborg gulligur eins og liturin á eitt nú Polarhavi og Stjørnuni Brøðurnir, Randal og Jákup á Reynatrøð, 2 og 4 ára gamlir, vóru millum tey umleið 300 fólkini, sum tóku ímóti Norðleivi og Fríðborg á bryggjuni í Leirvík hóskvøldið C M Y K 9 8 Stórur brúktbila- markna›ur BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Mazda 323 C 1,5i LX bláur, 3 hur›ar, 5 gear, km 72.000, árg. 03/97 89.000,- Mazda 323 S 1,5i LX rey›ur,4 hur›ar, 5 gear, km 57.000, árg. 11/98 96.000,- Mazda 323 S 1,5i LX rey›ur, 4 hur›ar, 5 gear, km 69.000, árg. 05/97 78.000,- Mazda 323 S 1,5i LX gráur, 4 hur›ar, 5 gear, km 61.000, árg. 08/97 82.000,- S‡na›ur 01/02 S‡na›ur 03/02 S‡na›ur 02/02 S‡na›ur 01/02 S‡na›ur 03/02 S‡na›ur 07/01 S‡na›ur 09/00 Mazda 626 1,8i LX grønur, 4 hur›ar, 5 gear, km 151.000, árg. 05/96 75.000,- Ford Escort 1,8 Diesel Sedan svartur, 4 hur›ar, 5 gear, km 146.000, árg. 08/95 76.000,- Renault Megane 1,6e rey›ur, 5 hur›ar, 5 gear, km 70.000, árg. 12/96 80.000,- 1