Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 93 - 18. mai 2002 Nr. 93 - 18. mai 2002 11 Ábraham Mikladal Stevna floksins er greið: I Hin føroyski Fólkaflokk- urin (radikalt sjálvstýri) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálvstýris- flokkur. IITjóðskaparmálið Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Før- oyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóg- gávuvald á øllum økjum og -úteftir telja við sum suverenur statur javn- bjóðis øðrum sjálvstýr- andi londum. (Stevnu- skrá Fólkafloksins) og hetta er tað, ið borðreitt var við til valið: Løgtingssamtyktin um føroyskt sjálvstýri skal fylgjast. Sjálvstýristilgongd- in er komin í eina trygga legu, soleiðis at vit innan avtalaða tíðarætlan kunnu taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum bæði politiskt, umsitingarliga og fíggjar- liga. (Valskrá Fólkafloksins 2002) Men í sama flokki eru persónar, ið hava hesa stevnu og valskrá: I Hin føroyski Fólkaflokk- urin (radikalt samband) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sam- bandsflokkur. IITjóðskaparmálið Tjóðskaparliga stavnhald fólkafloksins er, at í Før- oyum skulu danir ráða. Hetta ber í sær, at enda- mál floksins er heima- stýrið fyri Føroyar, so- leiðis at vit fáa lóggávu- vald á nøkrum økjum og -úteftir telja við sum hjá- land. Løgtingssamtyktin um før- oyskt sjálvstýri skal ikki fylgjast. Sjálvstýristilgongd- in má ikki koma í eina trygga legu, soleiðis at vit innan avtalaða tíðarætlan kunnu taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum bæði pol- itiskt, umsitingarliga og fíggjarliga. Hesir persónar verða goymdir burtur tær seinastu vikurnar av valstríðnum, fyri ikki at forkoma glans- myndina av Fólkaflokki- num, sum sjálvstýrisflokk- ur. Tá valið er av, taka hesir ræði aftan fyri leiktjaldi. Teir seta dagskránna og gera sítt ítarsta fyri at fora fyri at veruliga stevna og valskrá floksins verður fylgd. Kæri lesari hugsa teg um, og tú ásannar at so er. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Nógv hevur verið tosað og skrivað um úrslitið av valinum, um demokrati, um Stýriskipanarlóg, um veljarans dóm osfr. Tann javnstøða, sum tók seg upp í millum samgongu og andstøðu hevur elvt til orða- skifti um, hvør vann valið, og hvør skal stýra. Sum størsti flokkur hevur Sambandsflokkurin víst á, at hann átti at staðið á odda fyri eini samgongu. Men hesum forðar Stýrisskipanarlógin í ávísan mun fyri, nú tá hon jú sigur, at løgmaður ikki nýtist at geva sessin frá sær, nú hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær. Kanska til alla Guds lukku eydnaðist tað demokrati- inum at sigra, tá størsti flokkur fekk tingformannin. Vit vita ikki, hvør samgonga verður veruleiki og hvør verður løgmaður – um Sambandsflokkurin í heila tikið verður við í eini samgongu. Út frá hesum má sigast, at tað var heppið fyri vilja veljarans, fyri demokratiið, at størsti flokkurin og sigursharrin til valið fekk tingformanssessin. At tað so eisini er ein fyrrv. floksformaður og fyrrv. løgmaður, ið vann dystin um henda landsins mest tignarliga álitissess ger ikki støðuna verri, tvørturímóti, Føroya løgting hevur við hesum vali fingið ein tignarligan formann. Við sínum mongu og drúgvu royndum sum politik- ari og við eini sera áhugaverdari fortíð sum undan- gongumaður í føroyskum vinnulívi er valið av Ed- mundi Joensen til tingformann eitt gott val. Hann avloysir ein tungvektara í føroyskum politikki, Finn- boga Ísakson, sum so sanniliga eisini hevur sett sín dám á politiska lívið her á landi seinastu øldina við sínum bæði sera greiðu og oftani sarkastisku útmeld- ingum men eisini fyri síni evni og vilja til samstarv við aðrar flokkar og politikarar. Løgtingið er vorðið fátækari, nú Finnbogi er givin. Aftur til politiska gerandisdagin. Alt er ógreitt og umhugsar løgmaður støðuna. Ráð okkara til hansara og ikki minst til Sjálvstýrisflokkin eru ikki at víkja frá royndunum at skipa eina breiða samgongu. Tað má og skal bera til so ella so. Vil løgmaður ikki leggja kongin men halda fram við royndum sínum, mugu vit bara vóna, at hann velur breiðu samgongu- na, hvussu henda so enn sær út. Jenis má ikki sleppa at vera tungan á vágskálini, og framhald av verandi samgongu er heldur ikki ráðiligt. Okkurt bendir á, at Tjóðveldisflokkurin sær Jenis sum frelsaran, og tað er lítið hugaligt at síggja, at flokkurin bara vil brúka Jenis til eittans ting, og tað er at halda Javnaðarflokk- in uttanfyri. Tað eiga hvørki løgmaður ella Kári Post at lata sær lynda. Tað er burturvið av E at siga og halda, at við Jenis kann fullveldistilgongdin halda fram sum einki var hent. Hetta er ikki so. E gloymir, at tað hevur verið val, og at fullveldisvongirnir í A og D taptu, og at hesir flokkar í dag liggja nógv nærri C í sjálvstýrismálinum, og tí vil ein samgonga uttan um C, sum tjóðveldisfólk dyrgja eftir, als ikki verða í tráð við veljarans dóm. Kanska Hvítusunnuhalgan fer at geva monnum og kvinnum neyðuga rásarúmið til at lata vit og skil sigra – og felagsnevnarin fyri tað er ein breið samgonga við høvuðsdenti á miðjuna í politikkinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eitt skilagott formansval VIÐMERKINGAR Er Fólkaflokkurin hugklovin (skisofrenur) Zakarias Wang Á løgtingsvalinum 1962 var úrslitið tað, at teir flokkar, sum í 1946 taptu fólkaatkvøðuna, fingu hetta burtur úr` Sjálvstýrisflokkarnir fingu hin vegin hetta úrslit: Tá segði Poul Petersen, sum hevði verið tingmaður hjá fólkaflokkinum síðan 1940, at tá ið Føroya fólk vildi hava sjálvstýri, so helt hann ikki at fólkaflokkurin skuldi forða fyri hesum, sjálvt um honum ikki dám- di summar av teimum monnum, sum hann harvið kom at vera saman við. Hesu ferð hava sjálv- stýrisflokkarnir fingið enn størri undirtøku enn tá. Hvussu man tað nú fara at ganga hjá hesum flokk- um við at vera lýðin boð- skapi Føroya fólks? Hvør stendur nú saman? B C í alt atkvøður 3082 4167 7249 % 20,3 27,5 47,8 tingmenn (av 29) 6 8 14 A D E F í alt atkvøður 3068 892 3281 674 7915 % 20,2 5,9 21,6 4,5 52,2 tingmenn (av 29) 6 2 6 1 15 Hevur val verið? Marjus Dam Sambandsflokkurin Vit hava júst havt eitt val, har núsitandi samgonga hevur mist meirilutan. Men løgmaður tvíheldur um maktina – tí hann var vald- ur – í 1998! Sambart stýrisskipanar- lógini kann hann sita – t.v.s. at juridiskt hann hann sita. Men moralskt haldi eg ikki, at hann kann sita – Tí veljarin vísti á valinum í 2002 greitt, at hann ikki ynskir, at núsitandi sam- gonga heldur fram. Tí situr núverandi samgonga uttan nakran meiriluta. Greiðari kann tað ikki sigast. Serliga skal havast í huga, at Sambandsflokkur- in nú er størsti flokkur, og at núsitandi samgonga misti 2 umboð til Sam- bandsflokkin.Ein snaring inn í positivt samstarv og ríkisfelagsskapin. Og um Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í valstríðnum ikki høvdu lagt leiðina inn í miðjuna í før- oyskum politikki, so høvdu teir mist enn meira – til Sambandsflokkin. Nógvir Fólkafloksveljar- ar vóru snýttir av Fólka- flokkinum í 1998 – tí flokkurin fór so langt á loysingarleið við Tjóð- veldisflokkinum, at ongin munur var á hesum flokk- um. Hetta royndu teir at bøta til valið, við at taka frástøðu frá Tjóðveldis- flokkinum til valið. Loys- ingarvongurin í Fólka- flokkinum fekk ein dyggan undir vangan og vóru fleiri av hesum als ikki vald inn á ting. Um broytingar vóru, har forskjótingar hendu frá Fólkaflokkinum til Tjóð- veldisflokkin, so hevði støðan verið ein onnur. Fólkaflokkurin kann tí ikki snýta veljarar sínar eina- ferð enn við at fara á ræma tjóðveldisleið. Um valið skal virðast í 2002 – ikki í 1998 – so má ein nýggj samgonga síggja dagsins ljós. Ein sam- gonga, har skynsamar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum verða gjørdar innan ríkisfelags- skapin. Og har ein breið samgonga lítir fram, og byggir land eftir kreppuna. Ikki við at tøma landskass- an, við at gera risa yvirtøkur. Men fyrst og fremst við at hyggja at samfelagið og fólki okkara, og tryggja, at hesi fáa best møgulig viðurskiftir at liva undir. Val hevur verið, og vit hava ikki brúk fyri lappaloysn- um. Allarminst at lappa eina samgongu saman - ið hevur verið óarbeiðsfør av klandri í 4 ár. Nú hava vit havt val. Og veljarin hevur víst á nýggj- ar samgongumøguleikar. Tað eigur løgmaður at virða. Og tað rokni eg við, at hann fer at gera. Byggingin av nýggju Norrønu heldur fram, og nú er hon eisini komin eitt stig longur. Longu tann 24. august skal Norrøna sjósetast, og sum sæst á myndunum er arbeiðið komið væl áleiðis. 25 ára haldið hjá Plátufe- lagnum Tutl heldur fram. Farna vikuskifti vóru skot- arnir Sandy Brechin og Fiona McKenzie og est- lendskir jazz-tónleikarar og vitjaðu, og komandi viku- skifti og komandi viku skipar Tutl fyri fólkatón- leikarkonsertum við bólk- inum Spælimonnunum og sangarunum Hanusi G. Johansen og Kára Sverris- syni. Spælimenninir Bólkurin Spælimenninir í Hoydølum varð stovnaður í 1974 og var fyrsti bólkurin, ið gav plátu út á Tutli. Henda plátan eitur sum bólkurin, "Spælimenninir í Hoydølum", og hon kom út í 1977. Síðani tá er bólk- urin broyttur av og á og manningarnar hava verið skiftandi; tó hevur klaver- leikarin Kristian Blak verið uppi í bólkinum øll 28 árini, fiólleikarin Janne Danielsson hevur verið uppi í 26 ár, gittar- og mandolinleikarin Ívar Bærentsen og blokkfloytu- leikarin Sharon Weiss hava verið uppi í 24 ár, fiól- leikarin Erling Olsen í 22 ár, og fyri eini 20 árum síð- ani kom amerikanski bass- leikarin Charlie Pilzer upp í bólkin. Hesi seks manna enn Spælimenninar og vera aftur at hoyra í vikuskift- inum. Spælimenninir hava higartil givið 7 plátur út; "Spælimenninir í Hoydøl- um", 1977, "Umaftur", 1978, "Burturav", 1980, "Á ferð", 1984, "Rekaviður", 1984, "Hinvegin", 1986 og "Flóð og fjøra" í 1996. Harumframt munnu Spæli- menninir vera tann føroyski bólkurin, ið hevur ferðast mest víða við tónleiki sínum. M.a. hevur bólkurin verið fleiri ferðir á umfat- andi konsertferðum í USA, Norðurlondum, Orkney, Hetlandi, Slovakia, Frak- landi og aðrastaðni. Í kom- andi viku, í døgunum frá 23. til 26. mai, verður bólkurin við á 20. fólka- tónleikarstevnuni á Orkney oyggjum, Orkney Folk Festival. Spælimenninir hava verið við á hesi stevnu fleiri ferðir, m.a. tey fyrstu árini, stevnan varð hildin, og vórðu tí biðin um at vera við aftur í ár, nú stevnan verður hildin á tjúgunda ári. Hanus G. Johansen Sangarin, gittarleikarin og lagsmiðurin Hanus G. Johansen hevur spælt og sungið nógv á palli í Føroyum og útlondum og hevur givið tvær plátur út við egnum tilfari; "Gaman og álvara" í 1988 við yrkingum hjá Poul F. Joensen og "Bouquet", ið hann gjørdi og gav út á Plátufelagnum Tutli saman við Aldubáruni í 2000. Á hesi seinnu útgávuni eru yrkingar hjá fleiri ymiskum skaldum. Hanus hevur annars verið við á øðrum útgávum hjá Tutli, eitt nú "Jazz í Føroyum II" og barnaplátuni "Nósa". Kári SverrissonKári ger og syngur sínar egnu sangir, við egnum tekstum og yrkingum hjá eitt nú Janusi Djurhuus. Kári er limur í bólkinum "Enekk", ið um- framt at hava spælt víða um í Føroyum og eitt sindur uttanlanda hevur givið tríggjar fløgur út; "Andlit hins tigandi", 1993, "Ver sterk mín sál", 1994, og "Fýra nætur fyri jól", 1997, allar á Plátufelagnum Tutli. Framførslurnar í vikuskift- inum vera leygarkvøldið 18. mai kl. 20.00 í Café Natúr í Havn, har Spæli- menninir fara at spæla og hvítusunnudag 19. mai kl. 16.00 umborð á Høganesi í Runavík, har Hanus G. Johansen, Kári Sverrisson og Spælimenninir vera við. Annan hvítusunnudag, mánadagin 20. mai kl. 16.00, vera hesi somu, Hanus, Kári og Spæli- menninir, at hoyra á Meia- rínum í Havn. Kl. 20.00 byrja Spælimenninir at spæla í Café Natúr. Týskvøldið 21. mai spæla Spælimenninir helliskon- sert undir Hestoynni. Hanus, Kári og Spælimenninir á konsertferð Norrøna tekur meira og meira skap. Um hálvan fjórða mánaða skal hon sjósetast Norrøna eitt stig nærri C M Y K 11 10