Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 93 - 18. mai 2002 Nr. 93 - 18. mai 2002 13 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Norðmenn svika við russiskum toski Kanningar hjá norska tollverkinum hava av- dúkað, at nógvir norskir fiskaútflytarar selja russ- iskan tosk sum norskan. Higartil hevur tollverkið kannað 1700 skjøl um upprunaland, og 340 teirra vístu seg at vera falsað. Sambært einum talsmanni hjá tollverk- inum snýr tað seg um 6000 tons av russiskum toski, men sum sambært skjølunum var norskur toskur. ES leggur 12 prosent í tolli oman á russiskan tosk, meðan norskur toskur ikki rind- ar toll í ES. Við at skrá- seta russiska toskin sum norskan slepst undan tolli, og tað ger, at norsku útflytararnir kunnu slaka eitt sindur í prísinum, tá fiskurin verður seldur keyparum í ES-londunum. Norska tollverkið hev- ur higartil kannað skjøl hjá 18 útflutningsfyri- tøkum. Nakrar fyritøkur hava kært viðgerðina, og tí er væl hugsandi, at svikið við russiska tosk- inum er uppaftur størri enn tað, sum higartil er avdúkað, sigur tollverk- ið. Mist alt Ein søga úr Svøríki er eitt gott dømi um, at ein eigur at hugsa seg væl um, áðrenn ein setit pengar í vinnulívið. Fyri nøkrum árum síðani lænti greivin Archibal Hamilton 110 milliónir krónur, sum hann keypti partabrøv í stór- fyritøkuni Ericsson fyri. Men nú er virðið á partabrøvunum fallið so nógv, at vandi er fyri, at greivin kann missa sín garð, sum ætt hansara hevur átt í meiri enn 200 ár. Svensk bløð skriva, at hevði greivin selt partabrøvini fyri tveim- um árum síðani, hevði hann fingið eina milliard krónur fyri tey... Meiri til bøndurnar Norska stjórnin hevur gjørt av at hækka stuð- ulin til bøndurnar. Upp- runaliga ætlaði stjórnin at lata bøndrunum 340 milliónir krónur afturat, men eftir nýggju sam- tyktini fáa bøndurnir heilar 750 milliónir krónur í eyka stuðuli. Tað ber í sær, at hvørt ársverk fær 10.000 krónur afturat verandi stuðuli. Úr Norðurlondum: Læknar í stríð Donsku læknarnir eru alt annað enn fegnir um eitt uppskot hjá stjórn- ini, sum ber í sær, at fólk frítt kunnu velja tann lækna, tey vilja hava, og sama hvussu langt burturi læknin býr. Felagskapurin hjá læknunum sigur, at uppskotið hjá stjórnini er brot á samráðingar- rættin hjá læknunum, og teir vilja eisini vera við, at ætlanin fer at bera í sær fleiri trupul- leikar, sum stjórnin ikki hevur tikið við. Formaðurin í lækna- felagnum, Jørgen Lar- sen, sigur, at limir hansara eru vanlig siðilig fólk, men at uppskotið hjá stjórnini hevur fingið øði í fleiri teirra. Læknarnir ætla sær tí at stríðast ímóti ætlanini, sigur hann. Verkfall liðugt Tey, sum arbeiða á gist- ingarhúsunum í Noregi, fara nú aftur til arbeiðis eftir at hava verið í verkfalli í meiri enn ein mánað. Tann nýggi sáttmálin gevur starvs- fólkunum hægri tíma- løn og størri samsýning fyri vikuskiftis- og halgidagsarbeiði. Umleið 4.000 starvs- fólk á norsku gistingar- húsunum hava verið við hús seinastu fimm vik- urnar. Talsmenn hjá vinnuni hava sagt, at verkfallið hevur kostað g i s t i n ga r h ú s u n u m nógvar pengar. M. a. eru fleiri ráðstevnur avlýstar í seinastuni. Vilja ikki akta Leiðslan í valfelagnum hjá Vinstraflokkinum í danska býnum Farum sýtir fyri at koyra tann umstrídda fyrrverandi borgarstjóran Peter Brixtofte úr felagnum. Fyrr í vikuni samtykti fólkatingsbólkurin hjá Vinstra at koyra Peter Brixtofte úr bólkinum, og Anders Fogh Ras- mussen, floksformaður segði, at valfelagið í Farum átti at gera tað sama. Men tað vil leiðslan í felagnum ikki. Hon ætlar sær at bíða, til málið um atburðin hjá fyrrver- andi borgarstjóranum er kannað, so greiði fæst á, um hann er sekur ella ikki. Myndugleikarnir í Pakistan halda seg nú hava funnið líkið av horvna amerikanska tíðindamanninum Daniel Pearl PAKISTAN Árni Joensen Ein talsmaður hjá paki- stansku løgregluni segði í gjár, at løgreglan heldur seg nú hava funnið líkið av amerikanska tíðindamann- inum Daniel Pearl, sum varð burturfluttur í býnum Karachi í januar. - Vit hava funnið eitt lík. Læknar eru í ferð við at kanna tað, men vit halda okkum kunna siga við vissu, at tað er Daniel Pearl, segði talsmaðurin. Hann legði afturat, at tann deyði er vorðin hálshøgdur. Sambært talsmanninum fekk løgreglan frænir av, hvar líkið var, tá løgreglan avhoyrdi ein víðgongdan mann í sambandi við átrún- aðarligan yvirgang. Tað vóru víðgongdir muslimar, sum burturfluttu Daniel Pearl í januar. Í februar fingu amerikansku myndugleikarnir prógv fyri, at hann var deyður, tá burturflytararnir sendu myndugleikunum eitt sjón- band, sum vísti, at tíðinda- maðurin var hálshøgdur. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at pakistanska løgreglan sigur seg hava funnið líkið av Daniel Pearl. Tíðliga í februar fann løgreglan eitt lík uttan fyri Karachi. Eisini tá helt løgreglan, at talan var um Daniel Pearl, men kann- ingar vístu, at so var ikki. Hvørki Yasser Arafat ella aðrir palestinskir leiðarar hava havt beinleiðis samband við yvirgangsatsókn- irnar at Ísrael, stend- ur í einari ameri- kanski frágreiðing MIÐEYSTUR Árni Joensen Frágreiðingin, sum ameri- kanska uttanríkisráðið hev- ur gjørt fyri kongressina í Washington, sigur, at tað finnast eingi prógv fyri, at leiðandi menn í palestinsku sjálvsstýrismyndugleikun- um hava givið boð um at- sóknir at ísraelskum mál- um. Hinvegin finst frá- greiðingin atYasser Arafat og hinum leiðarunum, tí teir gjørdu ov lítið fyri at steðga atsóknunum at Ísrael. Í frágreiðingini stendur, at alt bendir á, at leiðandi menn í palestinsku sjálv- stýrisrørsluni PLO og innan palestinsku sjálvsstýris- myndugleikarnar hava ver- ið vitandi um, at limir í felagsskapinum hjá Arafat vóru uppi í atsóknum at Ísrael, uttan at teir gjørdu nakað fyri at forða teimum. Sagt verður eisini, at menn í lívverjuni hjá Arafat vóru uppi í fleiri atsóknum. Amerikanska uttanríkis- ráðið finst eisini at pa- lestinsku myndugleikun- um, tí teir gera ov lítið burtur úr at revsa menn, sum taka lut í atsóknum at Ísrael. Sagt verður, at nógvir menn verða latnir leysir aftan á avhoyringar, hóast teir uttan iva eru sekir. Frágreiðingin hjá uttan- ríkisráðnum í Washington umfatar tilburðir í Mið- eystri frá 16. juni til 15. de- sember í fjør, men hon um- fatar ikki tað nógv um- rødda vápnasmuglaraskipið "Karina A", sum ísraelsku myndugleikarnir løgdu hald á. Ísrael vil vera við, at Yasser Arafat og aðrir í palestinsku sjálvstýris- myndugleikunum vistu um skipið og vápnini, men tað hava palestinar avsannað. Eingi prógv ímóti Arafat Halda seg hava funnið líkið av Daniel Pearl Hesa myndina av Daniel Pearl almannakunngjørdu burturflytararnir stutt eftir, at hann var vorðin burturfluttur Mynd: Reuters Tinghellan Jan Müller Evnið er, hvussu Føroyar koma at síggja út í 2006 við atliti til eina oljutilgongd. Vit tosa sostatt um fýra ár sum so aftur er eitt heilt valskeið. Hvat fer at henda í hesum valskeiði vita vit ikki, hvørki hvussu verður við sjálvststýri, fullveldi ella sambandi.Vit vita líka lítið, hvussu verður við oljutilgongdini. So til ber at siga her í kvøld, at vit standa rættiliga á berum at meta um, hvussu hetta sam- felagið sær út bæði politiskt og vinnuliga um fýra ár. Men okkurt vita vit kort- ini. Vit vita, at tá vit skriva 2006, so hava vit fingið ein undirsjóvartunnil fyri 200- 300 milliónir, og tann næsti fyri 400 til 500 mill. er á gáttuni. Vit vita, at størsta íløgan í Føroyum nakrantíð, nýggja Norrøna fyri 600 til 700 mill. kr. er vorðin veruleiki. Vit vita eisini, at størsti almenni sáttmálin nakrantíð, bygg- ing av nýggjum Smyrli, fyri 300 milliónir, er vorðin veruleiki. Hetta nevni eg bert fyri at vísa á nakrar av teimum risastóru íløgun- um, sum samfelagið ger komandi fýra árini. Vit sita her í kvøld fyri at tosa um avleiðingar av eini oljuvinnu, sum ógvuliga stór óvissa er um. Tað er sum um at mong av okkum líkasum vilja gera hana til stóra djórið í opinberingini, til gullkálvin dansað fer at verða um. Tað verður sagt, at tað verður olja og inntøkurnar frá henni, sum fara at hava kollveltandi avleiðingar fyri samfelagið og okkum øll, uppá gott og ilt. Men hvussu ber tað til, at vit vilja tosa so nógv um eina avbjóðing, sum vit ikki enn vita kemur og sum kanska liggur langt frammi í tíðini, tá vit um somu tíð ikki tosa um tað vit kunnu føla uppá, síggja og merkja her og nú, og sum eingin uttanífrá hevur tvingað inn á okkum men sum eru okk- ara egnu ynski og gerðir! Eg hugsi um umrøddu risastóru íløgur í ferjur, tunlar og annað komandi fýra árini uppá millum 1,5 og 2 milliardir. Koma ikki eisini hesar íløgurnar at hava kollveltandi avleið- ingar uppá okkara samfelag og seta tær ikki eisini stór krøv til eitt alment kjak um hetta. Well, tær hoyra kanska ikki heima í júst oljutinginum. Taka vit so tilfeingi sum so, verður nógv tosað um og stúrt fyri, tá talan er um oljutilfeingið, nevniliga hvussu tað kann ávirka umhvørvið, trygd og ment- an osfr. Men hvussu ber tað til, at vit ikki eisini kjakast og seta somu spurningar, tá tað um fiskatilfeingi okk- ara og annað tilfeingi um- ræður! Eg haldi tað er av stórum týdningi, at vit fáa eitt kjak um oljutilgongdina og hvussu hon uppá gott og ilt kann ávirka hetta fólkið og samfelagið. At vit tosa um tann nógva peningin, sum kann streyma inn í sam- felagið. Men samtíðis haldi eg tað vera eitt sindur løgið og øvugt, at tá vit gera risaíløgur annars, sum hava stórar broytingar við sær í samfelagnum, eitt nú íløgur í tunlar, skip, vegir og havnir, at vit tá ikki at tosa um, hvussu hesar uppá gott og ilt fara at ávirka sam- felagið. Her hugsi eg eisini um tær fíggjarligu binding- ar, sum vit gera til komandi ættarlið, um tíðirnar versna osfr. Menna egnan førleika Og fyri at taka ein paralell ber eisini til at samanbera hetta við orðaskiftið um sjálvstýri og fullveldi og so hetta við eini nýggjari olju- vinnu. Skulu vit vera meira sjálvbjargin og so við og við taka ábyrgdina av øllum samfelagnum sjálvi, hvat eg haldi er skilagott, so verður oftani spurt, hvussu vit megna at átaka okkum allar tær ymsu uppgávurnar til tess at tryggja eina skilagóða tilgongd, og hvussu skjót henda ti- lgongd skal vera. Í oljuprátinum stingur hetta sama seg upp. Hvussu stýra vit sjálvi hesum út- viklinginum og hvussu megna vit at førleikamenna okkara egnu fólk til at tryggja eina skilagóða gongd! Hvussu tryggja vit okkum best, soleiðis at vit sjálvi eru før fyri at seta tey røttu krøvini til oljufe- løgini, at fáa tey røttu ynsk- ini fram, at stýra gongdini, at hava neyðuga eftirlitið osfr! Og svarið til hetta er at brúka neyuðugu tíðina og orkuna til at førleikamenna okkara egnu fólk, stovnar og samfelag sum heild. Ikki bara tey fólkini, sum skulu arbeiða í hesi vinnu, men so sanniliga eisini nógvar aðrar tættir í samfelagnum og her ikki minst útbúgv- ingarverkið og mentanar- lívið. Vit skulu stýra, fyrskipa og ráða í egnum landi. Vit skulu stýra gongdini. Bæði politiskt og vinnuliga. Tað eru vit sjálvi best før fyri. Men til tess mugu vit fáa okkum tey røttu amboðini. Tey røttu fólkini og tær røttu umstøðurnar. Skulu vit seta oljufeløg- unum krøv og stýra gongd- ini, mugu vit eisini syrgja fyri, at tey hava røttu og bestu umstøðurnar at virka út frá. Tá verður eisini hugsað um íbúðir, barna- garðspláss osfr. Vilja vit troyta hetta nýggja tilfeing- ið, ið møguliga er í undir- grundini, so mugu vit før- leikamenna ikki bara vinn- una men alt samfelagið. Tað haldi eg vit eiga at brúka komandi fýra árini fram til 2006 til. Í dag vita vit ikki um lønandi felt eru. Vit vita tað kanska heldur ikki í 2006. Spurningurin er at hava tol eins og í øðrum samfelags- ligum spurningum. Tað ræður um ikki at leypa framav men geva sær neyð- ugu tíðina. So førleika- menningin er nettup ein spurningur um tilrætta- legging og at geva sær neyðugu tíðina til at kunna troyta tilfeingið skilabest og til at tryggja sær, at av- leiðingarnar av at troyta tilfeingið eru mest av posi- tivum slag. Samstarv lyklaorðið Og í øllum hesum er lyka- orðið samstarv og aftur samstarv. Tað er eisini grundarlagið undir før- leikamenningini. Vit byggja einki land uttan eitt gott samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum. Vit fáa heldur onga skilagóða oljutilgongd uttan samstarv og virðing fyri hvørjum øðrum. Onkustaðni skulu vit byrja, og eg haldi, at byrj- anin hevur verið skilagóð, líka frá yvirtøkuni av oljuni í undirgrundini, til avtaluna við bretar um markið, forkanningarnar og nú til fyrstu boringarnar. Vit fingu eitt oljumálastýri til burturav at taka sær av hesi nýggju avbjóðing. Eg veit, at ikki øll halda, at tað var neyðugt, tí hetta átti at verið ein uppgáva hjá vinnumálastýrinum. Eg hoyri til teirra, sum halda, at hetta var skilagott. Men skriva vit 2006 veit heldur eingin her í kvøld, hvør lagnan hjá hesum stýri verður. Lat okkum siga at Agip borar ikki í ár, Statoil og BP bíða til 2004 ella 5, og Hess ikki er heppið í síni boring hinumegin markið í ár. Tá kunnu vit kanska spyrja, hvør lagnan verður hjá oljumálastýrinum. Kann tað hugsast at ein komandi samgonga finnur uppá at niðurleggja tað? Stýrið ella landsstýrismað- urin fyri olju var lutvíst ein politisk neyðsemjuloysn fyri at fáa politisku kabal- ina at ganga upp. Kann tað nú henda, at fyri at fáa enn eina politiska kabalu at ganga upp, at man so av- tekur sama stýrið, eisini við tí grundgeving, at her hendir ov lítið? Eg veit tað ikki. Eingin her veit tað. Men verður nógv olja funnin, so verður so sanni- liga brúk fyri hesum stýri og landsstýrismanninum eisini. Tá fara vit eisini at sanna, at tað var skilagott av okkum at gera tingini væl og grundiga frá byrjan. Tí haldi eg, at Oljumála- stýrið eigur halda fram við sínum arbeiði, tó at tað altíð kunnu vera ymsar meiningar og metingar um ymisk viðurskifti, eitt nú um, hvussu pengarnir til førleikamenning ol. skulu brúkast. Her vita vit, at t.d. Mentamálastýrið fegið sá, at pengar frá førleikapulj- uni frá oljufeløgunum eis- ini fóru til mentanina. Tá tað so verður tosað um samstarv, so er tað eisini umráðandi, at stýrini sínamillum samstarva, nakað, sum vit kanska ikki hava ov nógvar góðar royndir av. Og her haldi eg tað er sera umráðandi, at vit fáa ein betri ella størri dialog millum eitt nú Oljumálastýrið og Menta- og útbúgvingarmálastýrið sum so aftur syrgja fyri, at teirra avgerðir passa inn í samlaðu samfelagsmyndina tvs. at eisini onnur stýri vita av teirra gerðum og av- leiðingunum av teimum fyri aðrir tættir av sam- felagnum. So kanska er lyklaorðið í hesum spurningum nettupp eitt tættari og betri sam- starv millum øll tey ymsu stýrini fyri ikki at tosa um landsstýrismenninar. Ja kanska tað kundi verið eitt hugskot at havt ein felags- nevnara, eina nevnd við einum umboði úr hvørjum stýri, sum nettup fekk til uppgávu at samskipa og reisa teir røttu spurning- arnar til røttu tíðina, tá tað snýr seg um eina komandi stóra oljuvinnu. Hvussu hon verður best frágingin og hvussu negativu avleið- ingarnar av henni verður minst møguligir. Tað skal vera mítt ynski. Hóast oljutjakið hevur alstóran týdning, lat okk- um tó ikki gloyma mangl- andi orðaskiftið um avleið- ingarnar av milliarda íløg- unum, sum samfelagið ger í hesum tíðum. Her kundi so ein av spurningunum verið, hvørji krøv undirsjóvar- tunlarnir, sum fara at knýta stórar partar av landinum nærri saman, fara at seta til okkara ferðslumentan. Føroyar í 2006: Lyklaorðini eru samstarv og tilrættalegging Í farna mánað skipaði felagið “Oljutingið” fyri fundi í Sjónleikarahúsinum í Havn. Evnið varð avleiðingar av eini komandi oljuvinnu. Millum pallborðsluttakararnar var eisini Jan Müller, blaðstjóri. Vit prenta innlegg hansara í Tinghelluni í dag C M Y K 13 12