leygardagur 18. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 93 • leygardagur • 18. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Maðurin, sum ikki
gjørdist landsliðs-
venjari hjá Føroyum,
skal nú røkja starvið,
sum nýggi landsliðs-
venjarin fer úr í
summar
VENJARI
Jóannes Hansen
Eins deyð er annars breyð,
plagar at verða tikið til, og
hetta er ikki minst satt, tá
tað snýr seg um fótbólt.
Síðsta vikan er enn eitt
gott dømi um hetta. Mána-
dagin varð tað kunngjørt, at
Henrik Larsen skal vera
venjari hjá føroyska lands-
liðnum. Hann er nú í starvi
hjá Ølstykke, sum telist
millum fremstu liðini í 2.
deild í Danmark, og sum
hevur góðar møguleikar at
flyta upp í summar.
Hósdagin varð so kunn-
gjørt, at Benny Johansen
verður nýggjur venjari hjá
Ølstykke. Hann skal taka
við 1. juli ella dagin eftir, at
Henrik Larsen er farin úr
starvinum í Ølstykke.
Fótbóltshugaðir føroy-
ingar og ivaleyst fleiri enn
teir komast við navnið
Benny Johansen. Tað var
við hann, at FSF næstan
hevði skrivað sáttmála í vár.
Men so var ov lítið í
pengapunginum.
FSF
gjørdi av ikki at skriva
undir. Farið varð at leita
eftir nýggjum venjara, og
eftir at onkur hevði sagt nei
takk, endaði tað í hesi vik-
uni við, at Henrik Larsen
skrivaði undir.
At FSF ikki hevði ráð til
samstarv við Benny Johan-
sen, men hevur ráð til
samstarv við Henrik Larsen
kann skiljast upp á fleiri
mátar. Tann mest upplagdi
er, at Henrik Larsen bara er
í parttíðar starvi hjá FSF,
meðan uppleggið til Benny
Johansen var, at hann
skuldi vera í fulltíðarstarvi.
Henrik Larsen hevur ikki
nógvar royndir sum venjari.
Tað hevur Benny Johansen.
Størstu avbjóðingina hevur
hann havt í FCK. Har var
hann venjari frá á sumri í
1992 og inntil 30. juni í
1994 og aftur frá 6. sep-
tember í 1994 og inntil á
sumri í 1995. Síðani hevur
hann m. a. verið venjari í
Silkeborg.
Nýggi venjarin hjá Øl-
stykke hevur eisini vant
B1903, sum er partur av
FCK.
Benny
Johansen
spældi í síni tíð við B 1903.
Fleiri av teimum, sum fyri
einum fimtan árum síðani
vóru stuðlar undir Ølstykke
liðnum, sum fleiri ferðir
flutti upp, høvdu framman
undan verið í B1903.
Landsliðsleikarin
kemur aftur til
Føroya leygardagin,
og verður ætlandi við,
tá NSÍ annan hvítu-
sunnudag spælir í
Vági
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum nevnt aðra staðni á
hesum síðum, so er kapp-
ingin í donsku superliguni
av á hesum sinni, og eitt av
úrslitunum gjørdist, at Vejle
komandi árið skal spæla
fótbólt
í
næstfremstu
donsku røðini.
Hetta tykist tó á ongan
hátt at hava tikið hugin frá
føroyska
leikaranum
í
Vejle. Beint, sum niður-
flytingin var veruleiki, tóku
telefonlinjurnar
millum
NSÍ og Vejle at hitna.
Tingast hevur verið aftur og
fram, og endin gjørdist, at
Christian Høgni fer at
spæla við barndómsfelag-
num hetta fram til summ-
arsteðgin.
Við mánadagin
Tað er leiðslubólkurin í
NSÍ,
sum
hevur
havt
sambandið við bæði Vejle
og Christian Høgna, og
sum vera man, so er frøin
stór um, at tað soleiðis
hevur eydnast at styrkja um
álopspartin av liðnum.
- Tað er eingin loyna, at
vit eru væl nøgdir um hetta.
Tað skuldi so ikki verið
nakar ivi um, at hetta er ein
styrkur av liðnum, og
vónandi fer hetta eisini at
síggjast aftur í úrslitunum,
sigur formaðurin í leiðslu-
bólkinum,
Hans
Petur
Ellingsgaard.
Sum sagt, so verður
Christian Høgni eftir ætlan
í Føroyum nú leygardagin,
og eru spæliloyvi og annað
fingin upp á pláss rætt-
stundis, er einki til hindurs
fyri, at hann fer at vera
millum leikararnar á vøllin-
um, tá NSÍ annan hvítu-
sunnudag vitjar í Vági.
Christian Høgni
aftur í NSÍ
Benny Johansen fingið nýtt starv
Danska superligan er nú liðug á
hesum sinni, men hóast
niðurflytingin varð veruleiki hjá
Vejle, tykist hetta á ongan hug at
hava tikið hugin hjá Christian
Høgna til fótbóltin burtur
14
Nr. 93 - 18. mai 2002
TÓNLEIKUR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Ein vakurt tilevnaður træ-
kassi, fýra streingir, ein
bogi og ein musikalskur
heili skal til, um tú skal
gerast kendur fiónleikari og
11 ára gamla Heiðrun Pet-
ersen hevur hesar eginleik-
ar. Hon er nevniliga ein
dugnaligur fiónspælari og
hon er í dag stoltleikin hjá
Musikkskúlanum.
9.-12. mai var hon í Vejle
og luttók í eini kapping, íð
nevnist Jacob Gade kapp-
ingin. Hon kappaðist við 64
aðrar fiólleikarar og vann
kappingina. Virðislønin var
900 krónur, kanska ikki so
nógvur peningur, men
heiðurin hjá Heiðrun er
stórur.
Lærarin hjá Heiðrun er
Sámal Petersen og undir
kappingini spældi Stamen
Stantchev flygel.
– Tað er einki stríð í
Fólkaflokkinum. Vit
eru ikki heilt samdur
um mátan, ið vit
røkka fullveldi, men
vit standa saman,
sigur Poul Michelsen
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Tórshavn: Tað hevur ligið
á ljóði, at stríð skal vera
íkomið í Fólkaflokkinum.
Tað gamla søgan um stríð
millum ein fullveldis- og
ein sambandsvong í flokk-
inum er farin at spøkja
aftur. Ein teirra, ið legði
alstóran dent á fullveldi í
valstríðnum, var fyrrver-
andi borgarstjórin í Havn,
Poul Michelsen. Vit slag-
orðum um at tryggja full-
veldistilgongdina fór hann
til val. Úrslitið gjørdist, at
hann varð varamaður á
tingi fyri teir báðar Bjarna
Djurholm og Òla Breck-
mann, og hann slap eisini á
ting
mikumorgunin,
tí
Bjarni Djurholm jú er
landsstýrismaður.
Poul
Michelsen
er
tó
ikki
fremmandur fyri tingar-
beiðinum, tí hann sat á tingi
árini 1984 til 1990.
– Eg var kanska ikki so
veldiga imponeraður. Tú
kemur eisini rættiliga skjótt
inn í umhvørvið, sigur Poul
Michelsen, sum saman við
Jákup Mikkelsen og Jóanis
Nielsen tók sæti á tingi
mikumorgunin sum vara-
menn, og teir atkvøddu allir
fyri Hergeir Nielsen. Poul
Michelsen sigur, at tað var
eingin avtala gjørd um,
hvønn fólkaflokstingmenn-
inir skuldu velja fyri uttan
teirra egna uppskot, Óla
Breckmann. Eisini sigur
Poul seg hava merkt, at
tingmenn tóktust at vera
troyttir, eftir nógvar og
strævnar dagar við tinging-
um.
Sjálvur atkvøddi Poul
fyri Hergeir Nielsen á
tingfundinum.
– Hetta gjørdi eg, tí eg
vildi vísa hvønn veg, ið eg
gjarna vil fara, sigur Poul
Michelsen.
Hann avvísir, at tað skal
vera íkomið stríð í Fólka-
flokkinum
millum
teir
báðar vongirnar.
– Munur er mátin, ið tú
ynskir at røkka fullveldin-
um. Tað er einki stríð í
Fólkaflokkinum. Vit standa
saman um stevnuskránna.
Ymsu meiningarnar eru
bara meira sjónligar alment
í Fólkaflokkinum enn aðra-
staðni, sigur Poul Michel-
sen.
Hann leggur afturat, at
felagsstevið hevur ongantíð
verið nakað, ið hevur eyð-
kent flokkin.
Poul Michelsen sigur, at
støðan á politiska pallinum
er rættiliga trupul í løtuni,
og tað krevur eitt sindur
fyri at fáa kabalina at ganga
upp.
Forsvarligt
Fullveldi, ið Poul Michel-
sen serliga tosaði um í val-
stríðnum, var eisini orsøkin
til, at Poul Michelsen valdi
at fara aftur inn í politikk.
Hann heldur eisini, at
fullveldistilgongdin stóð
seg væl á valinum, meðan
Sambandsflokkurin
ikki
stóð so væl, sum tað oftani
verður útlagt, at hann
gjørdi.
– Eg leggi stóran dent á
fullveldi. Tað skal ganga
forsvarligt fyri seg, men tað
skal vera ein ógvuliga til-
vitað gongd móti fullveld-
inum. Tað nyttar einki, at
vit einans tosa um fullveldi
á flagdegnum og við há-
tíðarhald og annað, sigur
Poul Michelsen, sum sigur
seg krevja handling,
So leingi Bjarni Djur-
holm verður sitandi í lands-
stýrissessinum, eigur Poul
Michelsen sæti á tingi.
Poul Michelsen:
Framferðarhátturin er munurin
Ungur fíólmeistari
vann kapping
Poul Michelsen avvísir púrasta, at stríð skal vera innanhýsis í Fólkaflokkinum. Talan er um
ymsar meiningar, men um eitt flokk, ið stendur saman, sigur hann.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14