Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 18. mai 2002 17 17 16 Nr. 93 - 18. mai 2002 C M Y K 16 Eftir góða úrslitið ímóti meistaraliðnum hava uppflytararnir sjálvsálit, tá teir fara um Gøtueið at hitta næstbesta liðið í fjør UPPTAKT Jóannes Hansen Hósdagin í síðstu viku hevði Skála vitjan av før- oyameistarunum í fjør. B36 noyddist til Havnar aftur við 1–1 javnleiki. Tað var sjálvsagt vónbrot hjá meist- araliðnum bara at megna javnleik ímóti uppflytar- unum. Men tað hava longu verið fleiri ábendingar um, at uppflytararnir eiga eitt so mikið gott lið, at tað eru møguleikar fyri, at aðrir enn meistararnir fara at verða snýttir. 2. hvítusunnudag er møguleiki hjá Skála at arga silvurvinnararnar frá í fjør. Tá skal Skála spæla í Gøtu, har GÍ eigur fyrsta heima- dystin á árinum. Mathias Davidsen hevur sera skjótar og snildar álopsspælarar, sum kunnu gera uppgávuna hjá GÍ miðverjuni torføra. Her verður m. a. hugsað um Alexander Johansen og Jonhard Frederiksberg. Álitið í miðverjuni hjá GÍ, Bartal Eliassen, fekk heilaskjálvta í 2. hálvleiki, tá GÍ hósdagin í síðstu viku var í Runavík. Bartal spældi alla tíðina, men síðani tá hevur hann verið noyddur at hvíla seg. Tað verður kortini roknað við, at Bartal verður førur fyri at spæla 2. hvítusunnudag. Felags fyri GÍ og Skála er, at tey hava ikki vunnið í hesum kappingarárinum. GÍ hevur spælt javnt á Toftum og tapt í Runavík. Skála hevur tapt á Eiði og spælt javnt á heimavølli ímóti B36. Gamlir kenningar við aftur Hópurin hjá GÍ hevur verið rættuliga tunnur seinastu vikurnar. Tað hevur havt við sær, at Jóan Petur Olsen, sum hevur ætlað sær at gevast við fótbóltinum, og tískil hevur vant millum lítið og einki, hevur verið noyddur at spæla, og tað hevur hann megnað sera væl. Nú sær ljósari út hjá Johan Nielsen og hansara monnum. Súni Olsen er komin aftur úr Hollandi. Hann er loystur úr sátt- málanum, sum hann hevur havt við Zwolle, og tað er eingin ivi um, at hann verður á vøllinum frá fyrsta bríksli 2. hvítusunnudag. Einasta forðingin fyri hesum verður tað, um spæliloyvið ikki verður komið úr Hollandi. Tað er greitt, at Poul Ennigarð verður á GÍ liðnum 2. hvítusunnudag. Poul hevur seinastu árini í sambandi við útbúgvingina verið nógv á tekniskum skúla í Danmark. Nú er útbúgvingin liðug, og Poul Ennigarð verður tískil aftur fastur fúsur í GÍ verjuni. EB/Streyma venjarin heldur ongan iva vera um, at B68 er stór- favorittur undan upp- gerðini á Svanga- skarði UPPTAKT Jóannes Hansen EB/Streymur skal 2. hvítu- sunnudag á Svangaskarð. Og venjarin hjá EB/ Streymi, Trygve Morten- sen, heldur ongan iva vera um, at heimaliðið er stór- favorittur. – Eg hugdi at, tá B68 í fjør vann 1–0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tá var talan um tætta uppgerð. Vit vóna eisini hesa ferð tað besta, men vit ásanna, at B68 hevur nógv og gott fólk, og at teir eru upp- lagdir favorittar ímóti okk- um, sigur EB/Streyma venjarin, sum við hesi út- søgnini roynir at lætta trýstið av sínum monnum. Síðsta vikuskifti taptu teir tvær ferðir ímóti VB. Fyrst í landskappingini á heimavølli og so í fjórð- ingsfinaluni á útivølli. Allir EB/Streyma spælar- arnir vóru tøkir til dystirnar seinast, og teir eru allir við aftur hesa ferð. Fríðin tøkur Hjá B68 er tað greitt, at liðformaðurin Fróði Benja- minsen ikki verður við. Hann fekk reytt kort í fyrru hálvfinaluni í steypakapp- ingini ímóti NSÍ. Marlon Jorge var leik- bannaður í tí dystinum. Hann er tøkur aftur. Ta ferðina spældi Jan Petersen, sum leingi hevur verið skaddur. Hann er við í kappingini hesa ferð, og tað er Fríðin Ziskason eisini. Fyrrverandi KÍ spælarin hevur verið skaddur í nakrar vikur, men nú er hann tøkur aftur. Marcello Marcellino hevur verið skaddur. Nú er hann farin at venja aftur. Hann er í hópinum ímóti EB/Streymi, men hann verður neyvan ímillum teir fyrstu ellivu. B68 vann 4–1 á Sevmýri hósdagin í síðstu viku. Tá varð sagt, at spælið var sannførandi. Eftir vónbrotið í fjør hevur HB nú fulla ferð á, og teir mugu metast sum favorittar, nú fyrra slagið um Havnina stendur fyri framman UPPTAKT Jákup Mørk Tað er ongan tíð lætt at seta nakran favoritt-leiklut á nakað lið í eini granna- uppgerð, men mánadagin verður hetta kortini gjørt. Tað er nevnliga einki at ivast í, at HB eru favorittar, tá teir mánadagin fara á vøllin móti grannunum úr B36. Eitt er, at HB søguliga hevur havt takið á B36, men hartil kemur spælið, sum liðini bæði hava sýnt higartil í ár. HB hevur nevnliga snøgt sagt verið flúgvandi, og tveir sannførandi sigrar ímóti ávíkavist NSÍ og KÍ hava neyvan gjørt vónirnar um eitt gott HB ár minni. Hinvegin var støðan júst hin sama um sama mundi í fjør, so góða byrjanin fær á ongan hátt tey í HB at leypa upp frá í ovfarakæti. Tó kunnu tey frøast um, at eingir skaðar av nøkrum slag tykjast gera seg gald- andi á liðnum. Uni Arge hevur havt eitt sindur av pínu í rygginum, men rokn- að verður fyri vist, at hann verður við mánadagin. Einasta ivamálið er Jó- hannis Joensen, sum er staddur uttanlands, men møguliga fær hann borið soleiðis í bandi, at hann kortini verður við mána- dagin. Motorurin ivasamur B36 hevur ikki fingið nakra vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men tó munnu tey í árstalsfelag- num iðra seg um stiga- missin á Skála, eftir at liðið annars legði fyri við at vinna torføra útidystin í Klaksvík. Síðani seinnu helvt av bólkaspælinum í steypa- kappingini hava avrikini hjá B36 tó ikki verið serliga støðug, og í øllum er ein eyðsýnd orsøk til hetta. Miðvallarmotorurin hjá liðnum, Klæmint Matras, hevur havt ein drúgvan skaða í fótinum, og uttan hann at gera tað skitna arbeiðið á miðvøllinum, gerast umstøðurnar hjá bæði verju og álopi nógv verri. Nú er Klæmint tó spaku- liga farin undir aftur venj- ingina, men tað er tó langt ífrá víst, at hann verður tøkur til grannauppgerðina, tó at tey flestu av teimum svørt/hvítu helst hava eina vón um, at so verður. Dystir um vikuskiftið Fótbóltur, 1. deild menn 20.05 B68-EB/S Eiler Rasmussen 20.05 KÍ-TB Birgir Sondum 20.05 B36-HB Lassin Isaksen 20.05 GÍ-Skála Suni Johansen 20.05 VB-NSÍ Petur Skarðenni 2. deild menn 18.05 Sumba-B71 Rúni Gaardbo 18.05 ÍF-B36 Hans F. Hansen 18.05 KÍ-LÍF Páll Augustinussen 18.05 VB-NSÍ Georg Rasmussen 18.05 HB-FSV Regin Egholm Útsettir dystir 20.05 B36-Sumba 20.05 FSV-VB 3. deild menn 20.05 B68-AB Dan Højgaard 20.05 B71-TB Ransin Djurhuus 20.05 B36-HB Jan Gardar 20.05 GÍ-Royn Jákup Martin Kjeld 20.05 ÍF-FSV Jónleif Gerðisá Útsettir dystir 18.05 Royn-B36 18.05 TB-B68 1. deild kvinnur 20.05 B68-VB Ólavur Weihe 20.05 B36-HB Emil Hentze 20.05 GÍ-KÍ Niklas á Líðarenda B68-EB-Streymur: Fríðin klárur fyri B68 GÍ-Skála: Nú hevur Skála møguleika at arga silvurvinnararnar B36–HB: Slagið um Havnina I Marlon Jorge var leikbannaður, tá B68 spældi móti NSÍ, men hann er nú tøkur aftur. Tað er Fróði Benjaminsen hinvegin ikki Pól Thorsteinsson hevur leikbann móti gomlu liðfeløgunum, tá NSÍ vitjar suðuri í Vági UPPTAKT Jákup Mørk Fyri triðju ferð í ár bresta VB og NSÍ saman, tá farið verður undir triðja umfar í landskappingini. Liðini vóru nevnliga í sama bólki í steypakappingini, har talan gjørdist um ein sigur til hvønn. Men eitt er steypakapp- ingin. Nakað annað er landskappingin, og har hava bæði liðini alstóran tørv á stigum, um tey skulu fylgja við í kappingini um heiðurskrónur, soleiðis sum ætlanin var undan kapping- ini. Fyri bæði er nevnliga galdandi, at tey hava trý stig eftir tveir dystir, men kanska er støðan verri hjá VB, sum fekk sín ósigur móti uppflytarunum úr TB, meðan NSÍ kanska betri kann liva við at tapa í Gundadali móti HB. Skerdir vágbingar Tískil eru vágbingar snøgt noyddir at vinna dystin, men undir øllum umstøð- um verður tað so eitt nakað skert VB lið, sum tekur ímóti NSÍ. Tað liggur í øllum førum greitt, at miðvallarovastin, Marek Wierzbicki, fram- vegis ikki er førur fyri at spæla. Eitthvørt bilar við rygginum, men nú verkfall- ið er av, vóna vágbingar at fáa hann undir røntguna týsdagin, so greiða fæst á, hvat slag av skaða talan er um. Harumframt er eisini iva- samt, hvussu verður við Predrag Zivkovic og Jón Paula Olsen. Predrag hevur havt trupulleikar við knæ- num, men hevur tó vant í vikuni. Jón Pauli byrjaði á beinkinum seinast, og tó at hann kom inn móti dystar- enda, so er tað langt ífrá víst, at hann veruliga er før- ur fyri at spæla mánadagin. Bert Pól Hjá NSÍ er sum so einki ivamál millum leikararnar. Eingir skaðar gera um seg, men hinvegin dregur tað skeiva vegin, at Pól Thor- steinsson hevur leikbann, eftir reyða kortið í hálv- finaluni móti B68. At tað júst er dysturin í Vági, man heldur ikki gera støðuna lættari hjá Pól, men so er tað upp til Jógvan Martin Olsen at gera av, hvussu hann fer at blanda kortini, soleiðis at missurin av vág- binginum ikki verður ov stórur í Vági. Um KÍ ikki fær fult, tá TB 2. hvítusunnudag vitjar í Klaksvík, so verður talan um kreppu í KÍ UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er synd at siga, at tað hevur roynst væl hjá KÍ higartil í ár. Eftir at tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum, hava teir einki stig, teir eru aftastir, og málmunurin er 3–7. At KÍ trilvar fyrstu umførini hev- ur ikki verið heilt óvanligt seinastu árini. Í fjør høvdu teir einki stig eftir tvey tey fyrstu umførini, og tað høv- du teir heldur ikki í fyrra- árið. KÍ hevur ikki verið á aft- asta plássinum á støðu- talvuni síðani í 1994. Tá taptu teir í fyrsta umfari- num 2–0 á heimavølli ímóti B71, og tá var KÍ aftast saman við NSÍ, sum hevði tapt 2–0 á útivølli ímóti B36. 2. hvítusunnudag kemur TB til Klaksvíkar, og KÍ og nógvu viðhaldsfólkini eru greið yvir, at nógv stendur upp á spæl. Annan sunnu- dag skal KÍ út á Svanga- skarð, og tá tykist møgu- leikin fyri at fáa stig og at vinna at vera minni – í hvussu so er á pappírinum – enn hann verður, tá TB kemur norður. Kristi himmalsferðardag vann B68 landskappingardystin á Sevmýri 4–1. Tá tað ikki gongst nakað serligt, er tað ofta so skjótt, at nógvir spælarar verða royndir, og at tískil stórar útskiftingar verða framdar. Harvið verður verri at finna rætta spælingarlagið. Kurt Mørkøre hevur ver- ið noyddur at gera nógvar skiftingar, tí fleiri spælarar hava verið skaddir. Tað eru framvegis skaðatrupulleik- ar í Klaksvík. Ove Nysted og Jan Andreasen, sum hevur trupulleikar av lið- bandi í fótliðnum, skal royna at spæla í 2. deild í dag. Allan Joensen, sum fór út orsaka av vøddaskaða ímóti HB, og Heðin á Lakjuni, sum hevur trupul- leikar í økslini, hava ikki vant við fullari ferð í viku- ni. Um teir verða við mána- dagin var ikki greitt í gjár. Hjá TB stendur væl til. Somu spælararnir, sum vóru við ímóti B68, eru tøkir. Tað kom sera væl við hjá TB, at teir í fyrsta um- farinum vunnu tepran sigur á VB. Tá teir fara til Klaks- víkar 2. hvítusunnudag fara fyrrverandi KÍ spælarin, Zoran Mancic, og hansara menn at dyrgja eftir javn- leikinum. Men teir eiga eis- ini spælararnar, sum eru førir fyri at avgera, um møguleikin verður har. Tá TB síðst spældi lands- kappingardyst í Klaksvík gekst ikki so væl hjá tvørá- monnum. TB flutti niður í 1998. Í tólvta umfarinum, sum var á skránni 16. aug., vann KÍ á heimavølli 10–0 ímóti TB. Tað var ta ferð- ina, at Kurt Mørkøre skor- aði fimm mál, áðrenn hann ein minutt undan leikloki fekk reyða kortið. Millum málskjúttarnar hjá KÍ var ta ferðina eisini Zoran Manc- ic, sum nú er spælandi venjari hjá TB. KÍ–TB: Nú stendur á gomlum nøglum Tað verður helst verjan, sum fær mest at gera hjá TB, men um møgu- leikin býðst, so hava teir eisini leikarar, sum kunnu avgera ein fótbóltsdyst VB-NSÍ: Bert sigurin telur Vágbingar hava kanska størri tørv á stigum enn NSÍ, men í løtuni er ivamál um fleiri leikarar á liðnum hjá VB Vejla sat hóskvøldið eftir við svarta peri, og nú verður rokn- að við, at fleiri av liðfeløgunum hjá Christiani Høgna Jacobsen fara at skifta felag SUPERLIGAN Jóannes Hansen Hóskvøldið gjørdist tað greitt, at felagið hjá Christian Høgna Jacob- sen, Vejle, komandi kappingarár ikki fer at taka lut í superliguni. Í tveimum teimum sein- astu minuttunum skoraði Vejle tvey mál í heima- dystinum ímóti Esbjerg. Harvið tryggjaði Vejle sær trý stig, men tey vóru ikki nóg mikið. Eftir at teir í hesum umfarinum hava verið eitt ár í bestu deildini, noyddist Vejle tungu leiðina niður aftur í 1. deild. Um teir fara at megna at flyta upp aftur kom- andi ár, ber sjálvandi ikki til at siga nakað um. Men tað er greitt, at fleiri av spælarunum, sum hava verið millum lyklaspæl- ararnar í ár, ikki verða á Vejle liðnum komandi ár. Málskjúttin til 1–0 hós- kvøldið, brasilski Baré, er á veg til Italia, og mál- skjúttin til 2–0, Alex Nørlund, sigst vera á veg til OB í superliguni. Chrisitan Høgni Jacob- sen var ikki millum teir fyrstu ellivu hóskvøldið. Hann er sáttmálabundin at Vejle. Kanska fara møguleikarnir hjá hon- um at økjast fyri at sleppa upp í part á besta liðnum, nú fleiri av eyð- sýndu liðfeløgunum ætla sær at skifta felag. Esbjerg var í heyst millum mest støðugu feløgini. Í vár hevur úr- tøkan verið vánalig. Rómur í Århus AGF hevur leingi stríðst við Vejle fyri at sleppa undan niðurflytingini. Hóskvøldið vann AGF 4–0 á heimavølli ímóti Silkeborg. Harvið stað- festu århusianararnir frammanfyri 15.742 sera væl hýrdum áskoðarum, at teir ætla sær ikki at flyta niður. Silkeborg bjargaði sær í 32. umfarinum undan niðurflytingini. Teir tók- tust sinniliga at vera far- nir í summarfrí undan dystinum í Århus. Silke- borg venjarin, Morten Bruun, var so mikið arg- ur inn á sínar spælarar, at hann bað Vejle orsaka,at Silkeborg ikki gjørdi størri mótstøðu ímóti AGF. AB fekk seks stig hós- dagin. Fyrst fingu teir stigini aftur, sum teir taptu á skriviborðinum ímóti Vejle. Upprunaliga vann AB 4–0. So mistu teir stigini til Vejle, tí AB hevði havt ov nógvar út- lendingar á vøllinum. Av- gerðin varð kærd, og hós- dagin varð boðað frá, at AB skuldi fáa stigini aftur. Pólverjin, sum var millum teir fýra útlend- ingarnar (tað var ein omanfyri hámarkstalið), átti í hesum førinum at roknast millum ES borg- ararnar. Hóskvøldið vann AB 4–3 á heimavølli ímóti OB, sum hevur verið við í kappingini um bronsu- merkini. FCMidtjylland vann bronsu og harvið rættin at taka lut í UEFA Cup. Teir vunnu fyri sjeyndu ferð á rað. Hesa ferð var úrslitið 3–1 á heimavølli ímóti Viborg. Soleiðis hevur tað gingið Talvan niðanfyri sýnir, hvussu mótstøðuliðini um vikuskiftið hava staðið seg, tá tey hava leikt móti hvørjum øðrum seinastu tíggju árini. Bert dystir í bestu mansdeildini eru íroknaðir Christian Høgni liðugur í superliguni