Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 28 Nr. 93 - 18. mai 2002 29 kvettið móti Gorbatjov, varð Estland lýst at vera sjálvstøðugt ríki. Tann 24. august, eftir at kvettið varð niðurbart, viðurkendi Sovjetsamveldið avgerðina. Dreymurin hjá Tolkien Hóast nógv ferðafólk vitja í Tallin, stendur býurin framvegis sum eitt rættiliga óspilt minni um eina tíð, tá hann var millum størstu keypsstaðir í Norður- europa. Men uttan fyri Tallin er eisini ein verð. Í Rigavíkini liggja oyggjarnar Saaremaa og Hijumaa, og í Suðurestlandi er býurin Tartu, hvørs lærdi háskúli læt upp í 1632 og tá var annar lærdi hákúlin í Svøríki eftir Uppsala. Tað vil so væl til, at undirritaði saman við skánska yrkjaranum Håkan Sandell eri boðin at gera eina ferð til Suðurestlands, til býin Vøru. Vit koyra við persón- bili úr Tallin fríggjadag seinna- part. Uttanfyri eru víðilsir og einstøk hús, men annars mest skógir. Í Estlandi vaksa m.a. skotsk fura, silvurbjørk og øsp. Trøini eru ung og mjá, sum blaðungar gentur, kanska eitt tekin um, at timbrið verður trároynt her. Vit koyra fram við Tartu og eru í Vøru um fimmtíðina. Tað er sum at koma út um kenda sið- menning. Í Vøru búgva 15.000 fólk, og húsini standa við tríggjar høvuðsgøtur. Øll hús eru úr viði, bygd ella tjaldað uttan við vatn- røttum fjalum ella stokkum, mál- að við mjúkum pastelllitum, gul, grøn ella reyð. Bilar eru at kalla eingir, og yvir býnum hvílir ein næstan eksotisk friðsæla. Hetta er ein ævintýrbýur, droymdur av Tolkien ela Astrid Lindgren. Kreutzwald Eini trý korter eru, til okkara tiltak skal byrja, so vit fáa tíð at hyggja inn í húsini hjá estiska mentamanninum Friedrich Reinhold Kreutzwald (1803-82). Hetta er mest sum eitt harrasæti, sethúsini — ein long lon — standa út ímóti vegnum, innan- fyri eru tún og trý minni hús. Vit síggja stovuna, køkin, kamarið og skrivirúmið. Kreutzwald var lækni, rithøvundur, fólkaminni- frøðingur og granskari. Umframt at savna og skipa Kalevipoeg, tað estiska tjóðkvæðið, gav hann út sagnir og ævintýr. Her eru framsýningar av handritum og brøvum, yvirlit yvir ættina hjá rithøvundinum og eitt stórt savn av útgávum og ymiskum týðing- um av verkum eftir Kreutzwald. Nakað eftir klokkan seks byrjar okkara kvøldseta, sum er á einum bókasavni. Tann vakra og mentaða Katrin Skott, sum er korrespondentur, skipar fyri. Bara átta fólk eru komin at lurta, men sum ofta í slíkum førum verður kvøldið ógloymandi. Lisið verður úr okkara tekstum á estiskum. Áhugin er stórur, og samrøðan aftan á — har tolkur umsetir úr norðurlendskum til estiskt og øvugt — tekur ongan enda. Vit fáa at vita, at fólk her tala eitt serligt, eitt sindur fornt, mál- brigdi, Vørumál, og at eystari, nær tí russiska markinum, er eitt uppaftur fornari málbrigdi. Har duga fólk eisini ein hóp av gomlum kvæðum. Skilnaður á Kadriorg Í 1718, stutt áðrenn hann fyrstu ferð kom til Tallin, læt Pætur Mikli byggja eina borg har. Hon fekk navnið Kadriorg, Katrinu- dalur, eftir konu keisaran, og er bygd í barokkstíli av italienska byggimeistaranum Niccolo Michetti. Kadriorg er nú forseta- borg hjá Estlandi. Her hittast vit, sum tóku lut í tí norðurlendska skaldskaparfesti- valinum, fyri seinastu ferð. Ein fær høvi til at biðja hinum lut- takarunum farvæl, og eitt nú at heilsa upp á saxofonleikaran Villu Vesku og teir ungu, framúr evnagóðu sjónleikarar, sum framførdu norðurlendskar tekstir í estiskari týðing á Tjóðarbóka- savninum. Millum tey seinastu, eg skifti orð við, er kurdiski yrkjarin Rafik Saber. Hon fortelur mær um tað forna, babýlonska kvæðið Gilgamesh (sum brátt kemur í svenskari týðing), um kappan Gilgamesh, sum var gudur og menniskja, um hansara vinskap við villmannin Enkidu, og um hvussu teir báðir vunnu á himmaltarvinum. Meðan vit siga farvæl, hugsi eg innantanna, at gævi onkur Gilgamesh kundi komið og knokkroytt Saddam Hussein og hansara turkisku, sýrisku og russisku starvsbrøður, so tann heimleysi og jagstraði kurdin fekk sítt ríki. Dagin eftir um klokkan stív- liga eitt biðja Oddfríður og undirritaði, á flogvøllinum í Tallin, tí blíðu Ehu Vain farvæl. Vit takka fyri eina væl og pro- fessionelt fyriskipaða stevnu. 8 Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002 FRAMSÝNING Framsýningin er ein nýggj røð av myndum av føroyskum bygdum. Myndirnar eru royndir at endurskapa lívið í bygdini út frá kortinum, og sum eisini samstundis er ein uppliving á staðnum. Bygdirnar, sum Philippe hevur vitjað í hesum sambandi eru: Hestur, Skúvoy, Mykines, Hattarvík, Kirkja, Árnarfjørður, Kunoy, Mikladalur, Bøur, Elduvík,Tjørnuvík, Famjin, Dalur og Húsavík. Í hesin nýggju røðini eru 28 myndir, allar akrýlmálningar á pappíri. Harumframt verða eisini nakrar eldri myndir at síggja, málningar og nøkur pappírsklipp. Philippe hevur síðani hann fyrstu ferð sýndi fram á Ólavsøkuframsýningi í 1982, havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Norðurlandahúsinum, verið við á Ólavsøku- og Várframsýningum, og havt tvær framsýningar uttanlands. Hetta er fjórða framsýningin í eini røð, ið snýr seg um tað "kortsliga" eyga inn í listina. Philippe er føddur í bygdini Mailly-la-Ville í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin fotografur og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður. Megin- partin av hesi tíðini hevur hann verið búsitandi í Føroyum. Framsýningin er opin hvønn dag frá kl. 14 til 19 fram til 21. mai. Bygdaupplivingar Framhald av síðu 7 Hósdagin læt kendi listamaðurin, Philippe Carré, upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík undir heitinum "Heimsins tak" Útbúgving á Náttúruvísindadeildini Útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum eru skipaðar í tveimum:fyrst ein 2 ára náttúruvísindalig støðisútbúgving,og oman á hana fram- haldslestur til BS-útbúgving. Støðisútbúgvingin Í summar verður tikið upp til 2 ára stødd-/alisfrøðiligu støðisútbúgvingina, har undirvíst verður í evnum innan stødd-, alis-, teldu- og tøknifrøði. Fakliga støðið í støðisútbúgvingini er sum fyri 2 ára byrjanarlestur á útlendskum universitetum. Upptøkutreyt er støddfrøðiligt studentsprógv við støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi.Fólk við øðrum fortreytum við tilsvarandi kunnleika- stigi í nevndu lærugreinum kunnu verða tikin upp eftir nærri meting. BS-útbúgvingar 1–11/2 ára BS-útbúgvingar eru skipaðar oman á stødd-/alisfrøðiligu støðisútbúgv- ingina: í ravmagnsverkfrøði (11/2 ár), kolvetnisverkfrøði (11/2 ár), jarðalisfrøði (1 ár) og teldufrøði (1 ár). Seinnu árini hava bert útbúgvingarnar til ravmagns- og kolvetnisverkfrøðing verið bjóðaðar.Treyt fyri upptøku er lokin stødd-/alisfrøðilig støðisútbúgving ella onnur samsvarandi útbúgving. Aðrir møguleikar Bæði aftan á støðisútbúgving og aftan á BS-útbúgving ber til at fara uttanlands at útbúgva seg til hægri førleikastig, eitt nú til sivilverkfrøðing, cand.scient. ella MSc. Stakgreinalestur Allar útbúgvingarnar eru skipaðar í modulum. Tí ber til at melda seg til og taka prógv í einstøkum fakum á útbúgvingum, ið eru í gongd. Talan er um fak innan stødd-,alis-,teldu-,tøkni-,lív- og evnafrøði.Áhugað kunnu venda sær til Náttúru- vísindadeildina og fáa meir at vit um hendan møguleikan. Meir at vita Meir fæst at vita um útbúgvingarnar við at venda sær til Náttúruvísindadeildina ella við at kaga í vevstaðið http://www.sleipnir.fo/setur/nvd/ Umsóknarbløð og -freist Umsóknarbløð fáast við at fara undir »Umsóknarblað« á vevstaðnum http://www.sleipnir.fo/setur/nvd/ ella við at venda sær til Náttúruvísindadeildina á tel. 352550 ella við t-posti til nvd@setur.fo. Umsóknarfreistin er 1. juli 2002. Náttúruvísindadeildin Nóatún 3,Tórshavn Postsmoga 2109, FO-165 Argir Musikkskúlaskipanin Royndir verða í november 2002 Royndir í ljóðførisspæli, sangi og skrivligari teori verða í november 2002. Næmingar tekna seg sjálvbodnir, og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara fyri summarsteðgin. Próvdómari frá Associated Board of the Royal Schools of Music í London kemur higar. Føroyskur tulkur er til royndirnar. Endamál • Royndirnar geva næmingi møguleika at seta sær ávegis mál, og fáa eina meting eftir altjóða støði. • Prógv verður givið, tá ið royndin er staðin. Próvtøkugjøld Í ljóðførisspæli ella sangi Í skrivligari teori Roynd fyri byrjarar (Preparatory Test) kr. 265,– Stig 1 kr. 325,– Stig 1 kr. 185,– Stig 2 kr. 365,– Stig 2 kr. 185,– Stig 3 kr. 365,– Stig 3 kr. 185,– Stig 4 kr. 440,– Stig 4 kr. 245,– Stig 5 kr. 440,– Stig 5 kr. 245,– Stig 6 kr. 510,– Stig 6 kr. 315,– Stig 7 kr. 590,– Stig 7 kr. 315,– Stig 8 kr. 650,– Stig 8 kr. 315,– Roynd fyri tónleikarar eldri enn 21 ár (Performance Assessment) kr. 440,– Prógv á konservatoriistøði (Advanced Certificate), úr kr. 1.160,– til kr. 6.210,– Tilmelding í seinasta lagi 20. september 2002 hjá Musikkskúlaskipanini, Hoyvíksvegur 72, FO-100 Tórshavn, tlf. 316462, fax 316991, t-postur: martin@mms.fo Meira fæst at vita hjá leiðaranum Martin Mouritsen, tlf. 216462. Suðuroyarleiðin Frá týsmorgni 21. mai kl. 10.00 og uml. 2 vikur fram, røkir Scania suðuroyar- siglingina. Siglt verður eftir hesi ferðaætlan Siglingartíð uml.2t 45min. Leið 7:Tvøroyri-Tórshavn-Tvøroyri Av Drelnes Mán Týs Mik Hós Frí Ley Sun 06.00 06.00 06.00 06.00 06.00 06.00 06.00 15.30 15.30 15.30 17.30 15.30 17.30 17.30 Av Havnini Mán Týs Mik Hós Frí Ley Sun 10.00 10.00 10.00 10.00 10.00 10.00 10.00 19.00 19.00 19.00 21.00 19.00 21.00 21.00 Upplýsingar um ferðaætlanina fáast á rutuupplýsingini á tlf. 34 30 30. Víst verður eisini til heimasíðu okkara á www.ssl.fo Ferðaætlan http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? 29