leygardagur 18. mai 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
6
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
Hanus Kamban
SEINNI PARTUR
Longu áðrenn russarar í 1710
tóku Estland, hevði Tallin verið
fyri ógvisligum baksláttum.
Hungursneyð og eldibrandar
høvdu herjað fleiri ferðir. Í 1710
— sama ár sum pokurnar gingu í
Havn — gingu tær eisini í Tallin.
Tá ið av tornaði, vóru bara o.u.
1700 íbúgvar eftir í býnum — av
tilsamans 10.000.
Tað mest týðandi andaliga
rákið í hesum russiska tíðar-
skeiðinum var helst tann týska
romantikkin, sum gjørdi vart við
seg í Estlandi eins og í Norður-
londum. Vit eiga at minnast til,
at Johann Gottfried Herder, sum
íbirti romantikkina, fekk sína
útbúgving við lærda háskúlan í
Königsberg, virkaði sum lærari
og rithøvundur í Riga árini 1764-
69 og hevði stóran áhuga fyri
estiskum kvæðum og vísum.
Estland verður tjóðveldi í
1918
Estiska tjóðskaparrørslan tók seg
upp miðskeiðis í 19. øld. Nú
komu yrkingar, stuttsøgur og
skaldsøgur á estiskum. Ein risi í
hesi menning var læknin F.R.
Kreutzwald (1803-82), sum gav
út tað estiska tjóðkvæðið
Kalevipoeg. J.V. Jannsen (1819-
90) gav út tað fyrsta tíðinda-
blaðið. Dóttir hansara Lydia
Koidula bleiv ikki minni gitin —
sum skald og leikritahøvundur.
Umboð fyri eina seinni rørslu —
naturalismuna — er skaldsøgu-
høvundurin Eduard Vilde (1865-
1933)
Tá ið zarríkið fall í februar
1917, og eftir at bolsjevikkar
høvdu framt sína kollvelting í
oktober sama ár, var Estland til
reiðar at fara upp í sín europe-
iska brøðraflokk, ein ung, huga-
góð tjóð, við list og bókmentum,
við máli og mentan óskalaðum.
Tað estiska tjóðveldið varð borið
í heim tann 24. februar 1918.
Tann 2. februar 1920 skrivaðu
Estland og Sovjetsamveldið
undir Tartusáttmálan, har Sovjet
viðurkendi tað estlendska ríkið,
og báðir partar samdust um
landamarkið.
Millum teirra, sum gjørdu vart
við seg í hesi fyrstu estisku
frælsistíðini var ein unglingi,
sum æt Pent Nurmekund. Hann
las eitt skifti mál í Keypmanna-
havn og kom helst soleiðis at
kenna føroysk mentafólk har.
Grein hansara “Tjóðríkið Eesti” í
Varðanum er kanska einasta
estiska lívstekin í føroyskum
bløðum í millumkrígstíðini.
Framtíðin hjá teimum smáu
Baltalondunum sýntist ljós.
Hóast myrkur legðist yvir stórar
partar av Europa, var móti
endanum á tríatiárunum fáur,
sum ivaðist í, at Estland og tess
grannar høvdu framtíðina fyri
sær.
Tann týsk-russiska
klípitongin
Bakslátturin kom í 1939. Við
friðarsáttmálanum, sum tann
týski uttanríkisráðharrin von
Ribbentrop og russiski starvs-
bróðir hansara Molotov skrivaðu
undir tann 23. august hetta árið,
var komin ein politisk støða, sum
var spildurnýggj. Stórveldini
Týskland og Russland (Sovjet-
samveldið) vóru fyri fyrstu ferð í
nýggjari tíð farin í samgongu.
Finnland, Pólland og Baltalond
lógu nú sum lús ímillum tvær
negl. Sáttmálin snúði seg mest
um handil, men í einum loyni-
ligum skjali hevði Sovjetsam-
veldið tilskilað sær yvirræði yvir
m.a. Estlandi.
Tann 18. juni 1940 varð Est-
land tikið. Frakland fall sama
dag, og russar sóu sær helst
løgir, nú øll hugdu tann vegin.
Tann 6. august varð Estland gjørt
til eitt sovjetskt tjóðveldi. Allir
limir í stjórnini vórðu handtiknir
og førdir sum fangar til Russ-
lands. Konstantin Päts, fyrrver-
andi forsætismálaráðharri, og
Laidoner, herovastin, sum hevði
staðið á odda fyri frælsisstríð-
num í 1918, sóu ikki sítt heim-
land aftur, men doyðu í Russ-
landi í fimtiárunum. Nú varð
framd ein miðvís einsrætting av
vinnulívi, mentan, átrúna og
undirvísing. Tann størsta skelkin
fingu estar tann 14. juni 1941, tá
10.000 av teirra landsmonnum
uttan ávaring vórðu handtiknir,
skræddir úr sínum heimum og
førdir til Sibiria.
Sovjetsk imperialisma
Í hesi sperdu støðu var tað
mongum estlendingi ein lætti, tá
ið Týskland tann 22. juni 1941
fór undir sína innrás í Sovjetsam-
veldið. Gleðin var stokkut, hóast
tann týska hersetingin sum heild
helst var eitt vet minni harðlig
enn tann sovjetska, kanska av
teirri grund, at nú var lítið eftir at
oyðileggja.
Seinni varð lopið út í orð, av
sovjetskum propagandistum, at
estar skuldi hava verið fascistar.
Hetta er sum heild reinur upp-
spuni. Estiski rithøvundurin Ain
Kaalep vísir í eini grein um
evnið (prentað í tíðarritinum
Ariel, nr 4-5, 2001) hinvegin á,
at 10% av teimum, sum vórðu
burturflutt av russarum í 1941,
vóru jødar. Líkasum ukrainarar
og finnar vóru estar eitt skifti —
av søguligum grundum —
noyddir at samstarva við týskin,
uttan fyri tað at vera fascistar.
Á sumri og heysti 1944, tá
tann reyði herurin otaði seg
vestureftir móti Týsklandi, byrj-
aði tann næsta sovjetska herset-
ingin í Estlandi, sum vardi til
1991. Avleiðingarnar vóru
ógvisligar. 70.000 estar flýddu til
Svøríkis, og 30.000 rýmdu til
Týsklands. Fólk í túsundatali
sjólótust í Eystrasalti. Útreins-
ingar vórðu framdar, ógvisligast
í mars 1949, tá 22.000 estar
vórðu handtiknir og førdir til
Sibiria.
Í roynd og veru førdi Sovjet-
Leysasøkk úr Tallin
Tað nýggja estlendska frælsisstríðið fekk ferð, eftir at Gorbatjov í 1985 varð
kosin til aðalskrivara í Sovjetsamveldinum. Politiskar umstøður og taktisk
neyðsyn høvdu við sær, at henda tilgongd ikki altíð var bersøgin og opin. Eitt
nú hevði tað stóran týdning, at ætlanin var at byggja eina nýggja havn við
Muuga eystan fyri Tallin og at lata upp eitt nýtt fosfatnám í Rakvere.
Vistfrøðiliga vóru hesar ætlanir ikki skynsamar, og tí reistist ein mótstøða, sum
at síggja til snúði seg um umhvørvi, men í roynd og veru eisini var politisk
Gøtumynd úr Vøru
Mynd: Hanus Kamban
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
7
samveldið hesi árini ein im-
perialistiskan politikk, sum m.a.
hevði til endamáls at fremja
etniska tynning í teimum balt-
isku tjóðunum. Undan krígnum
vóru o.u. 95% av íbúgvunum í
Estlandi estar. Eftir kríggið fóru
russar undir at byggja verksmiðj-
ur í Kohtla-Järve umráðinum í
Norðurestlandi, sum m.a. fram-
leiddu gass, fosfat, uranium og
pappír. Árini 1945-53 fluttu
200.000 russarar inn í Estland,
har mangir fingu arbeiði í hesum
verksmiðjum. Eftir 1953 var
prosentparturin av estum í
landinum minkaður niður í 70.
Hvør var Pent
Nurmekund?
Leygardagin tann 27. apríl hevur
sjónleikarbólkurin Varius fram-
førslu í hølum hjá tí estiska rit-
høvundafelagnum. Høvundur og
leikstjóri er Heidi Sarapuu. Vit
sita í einum hvítum sali við bog-
aðum lofti og grønum gardinum.
Leikurin teknar eina mynd av
estiskum societylívi frá fyrra
aldarskifti til í dag. Inn í leikin er
flættaður upplestur av estiskum
yrkingum eftir m.a. Mariu
Under. Framførslan er neyv og
sera professionell, dansurin
fúkandi sprækin, rørslur og
búnar geva eina heildarmynd,
sum er eyðkend av yndi,
lættleika og elegansu. Uppií er
ikki sørt av sjálvspei, sum fær
fólk at skera í látur.
Estiski rithøvundurin Anders
Ehin — skald, týðari og blað-
stjóri — rópar meg yvir til sítt
borð. Meðan leikurin verður
framførdur, greiðir hann mær frá
høvuðsgongdini. Aftaná bjóði eg
honum og Oddfríði yvir á mítt
kamar á hotellinum. Við fáa
okkum eitt prát uppi yvir einum
whisky, og eg spyrji Ehin um
Nurmekund. Ehin veit ein hóp
um henda mann, sum hann hevur
kent, og sum var vinmaður hjá
móður hansara. Eg endurgevi
hansara upplýsingar eftir
minninum og við tí fyrivarni, at
okkurt kann vera komið skeivt
fyri.
Tað var greitt longu í barna-
árunum, at Pent Nurmekund var,
ikki bara málsligt flogvit, men
eitt málfrøðiligt undurbarn. Hann
hevði gávuna at læra eitt mál við
fúkandi ferð. Umframt tað hevði
hann eitt slag av fotografiskum
klistriheila. Sum barn las hann
skaldsøgur á enskum, og hann
var førur fyri aftaná at endurgeva
fleiri hundrað síður úr teimum
orðarætt eftir minninum.
Nurmekund búði eitt skifti í
estiska havnarbýnum Pärnu, har
kom hann í samband við út-
lendskar sjómenn úr ymiskum
londum, og soleiðis lærdi hann
ein hóp av tungumálum. Seinni
las han mál, og til endans dugdi
hann fjøruti mál, teirra millum
tey europeisku høvuðsmálini,
umframt m.a. eisini urdu, svahili,
sanskrit, kinesiskt og japanskt.
Danskt lærdi hann av sjómonn-
um úr einum jútskum havnarbýi.
Tá ið hann kom til lærda há-
skúlin í Keypmannahavn at lesa
danskt, høvdu fólk ilt við at
skilja hansara jútska mál. Men
ivaleyst hevur hann so lært seg
ríkisdanskt.
Luxemburgskt
So so mangur annar mentaður
esti kom Pent Nurmekund eisini
at smakka sviðan av tí sovjetska
áganginum. Eg haldi meg skilja,
at hann sum persónur ikki var
nøkur leyva, ein stillførur, inn-
hugsin maður. Men ivaleyst var
hann, sum málkønur og sostatt
“kosmopolittur”, hildin at vera
serliga vandamkil. Hann varð
handtikin, avhoyrdur og mátti
greiða tornomum KGB-monnum
frá sínum illgrunaverda
málkunnleika. Hann fortaldi, at
hann dugdi fjøruti mál, teirra
millum eisini málið, sum talað
varð í Luxemburg. Tá fleyt yvir
hjá KGB-manninum.
“Sig mær Nurmekund”, segði
hann ilskur, “hví veikan hevur tú
eisini lært teg luxemburgskt!”
Pent Nurmekund varð dømdur,
handtikin og førdur til Sibiria.
Nær hetta var, og hvussu leingi
hann var í útlegd, er mær ikki
greitt. Men kanska fer at bera til
seinni at fáa neyvari upplýsingar
um henda merkiliga mann. And-
ers Ehin sigur, at tað eydnaðist
honum at koma aftur til Estlands
á lívi. Heimafturkomin fekk
hann starv við lærda háskúlan í tí
gamla universitetsbýnum Tartu,
har hann helt fyrilestrar um
eysturlendsk mál.
Skógarbrøður
Árini 1945-91 legðist lok yvir
tey baltisku londini. Sum pax
sovjetica seyraði inn í vestur-
lendska hugsan - sum ein skipan,
einki gjørdist við - minkaði
áhugin fyri Estlandi, Lettlandi og
Litava. Frá sínum ungdómi
mintust okkara foreldur teirra
frælsistíð, men annars vóru tey
gloymd.
Beint eftir kríggið vaks ein
rørsla fram í Baltikum, sum fekk
navnið Skógarbrøður. Tað var
lætt hjá russarum at hava eftirlit
við býum og opnum lendi, men í
skógunum bar til at fyrireika
uppreisn ella leggja seg í slys.
Skógarbrøður førdu geriljakríggj,
líkasum Viet Cong í Indokina.
Áðrenn nakran vardi, kundu teir
gera álop á vápnagoymslur,
konvoyir ella einstaklingar.
Sum frá leið, bleiv teirra støða
meira og meira hopleys. Eystra-
salt var undir eftirliti, og sum
timburídnaðurin vaks, og land-
búnaðurin bleiv skipaður sum
samogn, bar illa til at krógva seg
í skógum ella hoyløðum. Rørslan
syndraðist og kryplaðist, so at
hon at enda tykist at hava havt
brotsmannadám. Ein tann sein-
asti av skógarbrøðrunum, August
Sabe, druknaði í september
1974, tá hann royndi at flýggja
undan trygdarherliðum.
Tjóðveldi av nýggjum
Tað nýggja estlendska frælsis-
stríðið fekk — sum teimum
flestu kunnugt — ferð, eftir at
Gorbatjov í 1985 varð kosin til
aðalskrivara í Sovjetsamveldin-
um. Politiskar umstøður og
taktisk neyðsyn høvdu við sær,
at henda tilgongd ikki altíð var
bersøgin og opin. Eitt nú hevði
tað stóran týdning, at ætlanin var
at byggja eina nýggja havn við
Muuga eystan fyri Tallin og at
lata upp eitt nýtt fosfatnám í
Rakvere. Vistfrøðiliga vóru hesar
ætlanir ikki skynsamar, og
umframt tað høvdu tær kravt, at
10.000 russarar aftrat fluttu til
Estlands. Sostatt reistist ein
mótstøða, sum at síggja til snúði
seg um umhvørvi, men í roynd
og veru eisini var politisk.
Løgfrøðiligur nettleiki hevði
eisini týdning. Sum fyrr nevnt
hevði Sovjetsamveldið í 1920
viðurkent tað estiska ríkið. Tá ið
russarar í 1940 tóku Estland, var
innlimanin bygd á ta próvgrund,
at estar sjálvbodnir fóru upp í
samveldið. Men tá ið tey loyni-
ligu fylgiskjølini til Ribbentrop-
Molotov sáttmálan vóru al-
mannakunngjørd í 1989, kom ein
onnur søga undan kavi: russarar
høvdu sjálvbodnir kravt Estland.
Sostatt varð staðfest, at tann
estiska innlimanin í Sovjet-
samveldið var ólóglig.
Tann 3. mars 1991 varð fólka-
atkvøða hildin í Estlandi. 64% av
estlendingum atkvøddu fyri loys-
ing og 17% ímóti. Við tað at tann
russiski minnilutin í Estlandi var
30%, merkti hetta, at eisini ein
stórur partur av hesum minniluta
tók undir við, at Estland loysti
seg frá Sovjetsamveldinum. Tann
20. august 1991, dagin eftir
Hermann tornið í Tallin. Ovast veittrar tað estiska flaggið
Mynd: Hanus Kamban
Tann gamli býarmúrurin í Tallin
Mynd: Hanus Kamban
Framhald á síðu 8
Leysasøkk úr Tallin