leygardagur 18. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
C
M
Y
K
24
4
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Seinnu árini hava vit sæð nógvar
Brandar í føroyskum tónleikalívi.
Summir brandar bjartari, enn
aðrir. Brandurin, ið hevur logað
longst, er helst Brandur Øssurs-
son. Bjartasti login í løtuni er
kanska Brandur Enni. Men ein
neisti, ið er vorðin til ein støðu-
fastan brand í føroyskum tón-
leikalívi, er trummuleikarin
Brandur Jacobsen.
Hann kom av álvara fram
blaðungur fyri eini 10-15 árum
síðani, tá ungir menn, m.a. Hans
P. í Brekkunum, stovnaðu bólkin
Paria. Seinnu árini hevur Brand-
ur leikt nógv jazz. Og Brandur
hevur borgað fyri støðugum hita
í rútmunum í mongum bólkum,
ikki minst í bólkinum Ivory, við
Eivør Pállsdóttir á odda.
Minor-Bran-Dur
At trummuleikari gevur út fløgu,
er ikki gerandiskostur. Og slett
ikki í Føroyum.
Brandur Jacobsen hevur staðið
á odda í fløguætlanini 7th
Heaven.
Hetta er serstøk fløga longu
frá byrjan. Altso frá hugskotinum
av. Eitt verður nevnt konsept-
fløga.
Minor-Bran-Dur og 7th
Heaven er ein fløga, har fyrsti
tónin ger av, hvussu leikur fer.
Dygdargóðir tónleikarar finna
saman. At jamma, sum tað
nevnist millum tónleikarar. Men
tað hendir jú, tá køn fólk eru
saman á røttum stað til røttu tíð,
at gandur kemur í. Dygdin
blómar. Ein kemur í sjeynda
himmalin.
Og tað hendi, tá Brandur
Jacobsen fór at savna saman køn
fólk. Leivur Thomsen, guitar,
Mogens Palsbøl, bass, Deborag
Herbert, sang og Brandur sjálvur
á trummur. Hesi hittust í upp-
tøkuhølunum hjá Róin Siggerts-
son (Rowan) í Keypmannahavn.
Hølini nevnast Sasquash
Productions.
Í sjeynda himni
Brandur savnaði saman hesi
kønu fólk í Keypmannahavn, "og
der opstod sød musik", sum ein
dani kanska hevði tikið til.
Í øllum førum tók tað bert 3
tímar at taka upp. Ætlanin var
bert at gera demo upptøkur, men
tá lurtað varð aftur var greitt, at
her var tilfar til útgávu. So gott
var tilfarið, ella er, - so góð var
løtan - at tað kanska eisini hevur
givið íblástur til heitið 7th
heaven.
Bert eitt vóru tey samd um, tá
farið var innar í upptøkuhølini:
fyrsti tónin legði botn í og var
grundarlag undir tí, ið síðani
varð leikt.
Sum Brandur sjálvur tekur til
á fløguhúsanum, so var tað
dygdargóðu tónleikarunum fyri
at takka, at tað tók so stutta tíð
og at úrslitið gjørdist so framúr.
Tað var Brandi ein sonn fragd at
sleppa at uppliva spælda tilfarið
enn einaferð.
Og tað er tað eisini hjá okkum
øðrum.
Her er ikki talan um tungan
jazz, sum mong bert hoyra, tá tey
av misgávum fáa eina "ringa"
fløgu í føðingardagsgávu. Her
nýtist ongum at skrúva fyri.
Her er talan um góðan tónleik,
leitandi í støðum. Men tó
óvæntað melodiøst. Serliga
reggae rútmurnar og løgini
fanga, so ein skuldi hildið, at her
var komponerað við sveittabrotið
í tímavís, fyri at finna ein so-
nevndan oyrahangara.
Ein flott fløga. Frá hugskotið,
byrjan til enda!
Minor og dur, moll og dur. Jú
her verður leikt bæði uppá moll
og dur kenslur. Ein brandur er
kyndur, ið ikki slóknaði eftir
endað spæl, men sum logar
víðari á fløguni í sjeynda himni.
Tíbetur.
Løg og tekstir gjørdi manning-
in, uttan eina tekstin. Rowan og
Brandur framleiddu. Rowan og
Jónas Bloch Danielsen tóku upp
og Rowan ljóðblandaði. Lenhert
Kjeldsen mastraði, Beinta
Hansen gjørdi húsan, sum Høgni
Egholm Magnussen setti saman.
Tað er Tutl, ið gevur út.
Mangir eru Brandar
í føroyskum tónleiki
At trummuleikarar geva fløgu út, er ikki gerandiskostur. Serliga ikki her
hjá okkum. Men ein trummuleikari hevur júst givið eina fløgu út.
Trummuleikarin Brandur Jacobsen hevur staðið á odda í fløguætlanini
7th Heaven, ið er ein sonevnd konseptfløga, har farið verður at taka
upp, uttan venjing. Tað tók bert tríggjar tímar at taka fløguna upp
Brandur Jacobsen, trummuleikari, við fløguni 7th Heaven. Hann hevur staðið á odda fyri ætlanini, ið er serstøk, tí so lítið er avgjørt frammanundan upptøkunum, men tó er dygd
komin burturúr, í støðum væl swingandi reggaetónleikur. Ikki tungur jazzur, so ongum nýtist at skrúva fyri av teirri orsøk
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
5
UMMÆLI
Hans Egholm
Í fullsettari kommunuskúlaaulu
mikukvøldið 15. mai sótu for-
eldur, systkin, ommur og abbar,
vinir, kenningar og onnur, og
lýddu á Ung Stjørnuskot, ið
framførdu góðan rútmiskan
tónleik..
Áðrenn konsertin byrjaði
greiddi leiðarin Sigrid Sivertsen
frá, at konsertin mikukvøldið var
endabresturin av eini sera
væleydnaðari konsertferð í
Danmark. Greitt var í stuttum frá
um skránna, har áhoyrararnir
komu at hoyra nøkur av løgun-
um, ið Ung Stjørnuskt høvdu
sungið á ferðini.
Talan var bæði um nýggjan og
eldri tónleik, har hesi ungu
stjørnuskotini eisini høvdu havt
ein fingur við í leikinum, tá talan
var um at mynda fjølbroyttu
skránna.
Sigrid gjørdi vart við, at
kommunuskúlaaulan var frálíka
væl egnað til sang, men at hetta
rútmiska kórið eisini nýtti elektr-
isk ljóðføri av ymiskum slag, og
at hesi gjørdu at aukustikkurin
ikki bleiv so góður, - kanska fóru
ljóðførini at ljóða í so hart og
órógva meira enn neyðugt var.
Ikki bar til at gera hølini um,
so hon vissaði okkum áhoyrarum
um, at allir sangarar og leikarar
fóru at gera sítt allarbesta fyri, at
ljóðið skuldi blíva so gott sum
møguligt og vónaði at vit fingu
eina góða konsert, - og tað skal
eg heilsa og siga, at tað fingu vit.
Lagt var út við kórsangi, har
meira ella minni øll í kórinum
sungu við og vælspælandi tvør-
floytutónleikararnir hóskaðu væl
til allar sangirnar, har hesar vóru
við. Byrjanin var annars merkt
av eitt sindur av fjáltri, - tað var
sum um ikki allar mikrofonirnar
vóru rætt innstillaðar, og at tón-
leikararnir spældu ov hart, - júst,
sum Sigrid hevði greitt frá,
áðrenn konsetin byrjaði,
viðvíkjandi aukustikkinum.
Tá alt kom til alt hevði hetta
onki at siga, aftaná tvey ella var
tað trý tey fyrstu løgini var
innstillingin av tónleikinum og
kórsanginum væl tilpassað og
konsertin bleiv bara betri og
betri.
Ikki ber til hjá mær at nevna
nakran, ið skaraði framúr, - tey
sungu øll somul framúr væl og
reint, - við lív og sál, - men tey
ið sungu fyri til fleiri av løgun-
um høvdu góðar gávur, tað
hoyrdist á øllum brøgdum.
Á skránni vóru løg eftir
bólkum sum The Beatles, Back
Street Boys, Mettalica Five,
Celine Dion og fleiri Gospelløg.
Móti endanum av konsertini
var meira lív komið í bæði
sangarar og áhoyrarar, sum nú
eisini vóru farnir at klappa við í
takt og onkur hoyrdist eisini
syngja við til hesu kendu
melodiøsu løgini.
Serliga var tað lagið “Drive my
car” hjá Beatles, sum nøkur av
ungu stjørnuskotunum fram-
førdu, ið fekk áskoðarafjøldina at
reisast, - framman fyri pallin, á
hála gólvinum, var fimleikur og
“break” dansur framførdur av
sangarunum, alt ímeðan tónleik-
urin og sangurin ljómaði úr
hátalarunum.
Nú havi eg ikki nevnt nógv um
tónleikararnar, men sum áður
nevnt spældu tríggjar gentur
tvørfloytu, annars vóru tað
dreingir ið leikaði á guitarar,
trummur, tangentar o.s.fr.. — at
hesi, eins og allir sangararnir
hava fingið holla vegleiðing og
undirvísing hoyrdist týðiliga.
Tað lá væl fyri at syngja og
spæla og so ljóðaði tað so stak
væl eisini.
Frálíka væl eydnað konsert við
hesum ungu stjørnuskotum, ið
áhoyrararnir klappaðu uppaftur á
pallin til eitt eykanummar, - sonn
Stjørnuskot, - flott, flott.
Tey sungu við lív og sál
Konsertin við Ungu stjørnuskotunum í kommunuskúlaauluni var stak
væl eydnað
Sigrid Sivertsen stjórnar Stjørnuskotunum
Myndir: Jens Kristian Vang