leygardagur 18. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
22
23
2
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Hví halda tit, at summi
ikki vilja velja eina
kvinnu? Hetta var ein
spurningur á heima-
síðuni www.javnratt.fo
undan løgtingsvalinum.
Og so vóru ymisk
væl vald fólk biðin um
at svara hesum spurn-
ingi. Tey gjørdu sítt
besta - hildu, at tað
kundi vera fordómar,
og at tað vóru ymsar
(yvirhøvur onki góðar)
grundir til, at “summi
ikki vilja velja eina
kvinnu.”
Men sjálvi høvdu tey
ongar sovorðnar grund-
ir.
Og veljararnir hava
eftir øllum at døma
heldur ikki hugsað
stórvegis um at lata
vera við at velja eina
kvinnu. Toppskorarin
av øllum var kvinna.
Hægst á javnaðarlist-
anum í Suðurstreymoy
var ein kvinna. Eftir
formannin í Tjóðveldis-
flokkinum vóru tvær
kvinnur valdar í Suður-
streymoy.
Og tølini hjá Javn-
støðunevndini vístu jú,
at upp á seg høvdu tær
uppstillaðu kvinnurnar
líka nógvar atkvøður
sum menninir.
Og eg fái hug at
spyrja tey, sum settu
spurningin á heima-
síðuni - hví halda TIT,
at summi ikki vilja
velja eina kvinnu? Eru
so nógv av hesum
“summum” at stríðast
við? Valið prógvaði tað
so ikki. Tað ber næstan
til at siga, at valið
prógvaði tað mótsetta!
Nú heldur lesarin
kanska, at eg eri ímóti
javnstøðu. Yvirhøvur
ikki. Eg haldi tað er
púra beint av kvinnum
at stilla upp, og eg
gleði meg at síggja
fleiri kvinnur á listun-
um næstu ferð. Tí tá
kunnu tær hugsa um at
føra politikk, og ikki
um, at “summi” fara at
lata vera at velja tær.
Og eg haldi ikki, at
vit fáa meira og betri
javnstøðu av at samla
upp á fordómar um
hvat “summi” halda og
gera. Trúgvi næstan, at
vegurin fram er at
fokusera upp á tað, sum
eydnast!.
Uttan fyri hjá mær sat
ein genta í eini gravi-
maskinu í dag. Grabb-
aði mold og uppgrivið
asfalt. Eg sat í bilinum
og eygleiddi hana. Vit
smíltust upp á hvørja
aðra, tá hon leyp út úr
førarahúsinum. Hevði
hug at rópa “gott hon
sjálv!” - men lat vera.
Kanska hevði hon ikki
hug at vera Gravandi
Gentan Sum Má
Stuðlast. Kanska dugdi
hon bara hatta við
grabbarum.
“Summi” valdu konur
Katrin Petersen skrivar:
KONSERT
Pop-Top konsertin er
møguleikin hjá teim ungu
orkestrunum at gera vart
við seg. Her er møguleikin
at verða hoyrdur. Í dag kl.
16.00 spæla fimm av teim-
um orkestrunum, sum hava
vant allan veturin í Skansa-
stovu, Margarinfabrikkini
og Studentaskúlanum, til ta
árligu Pop-Top-kapping-
ina, sum eins og undan-
farin ár er skipað í sam-
arbeiði við Mjólkarvirki
Búnaðarmanna.
Orkestrini eru D-Zenz,
Happy, Refleks, Sic og
fleiri onnur.
Konsertin bjóðar fram
eina ørgrynnu av góðum
tónleiki. Orkestrini um-
boða eitt breitt øki av tí
rútmiska tónleikinum. Her
er blues, rock, reaggie,
heavy metal og friðarligar
balladur, og fleiri ókend
stílsløg. Eins og hini árini
hava bólkarnir verið ídnir
til at skriva egin løg og
egnar tekstir, sum eisini er
eitt eyðkenni fyri bólkar, ið
hava nógvar orku og góðan
vilja at koma fram. Tað
verður ikki lætt at finna
vinnaran í Pop-Top-kapp-
ingini í ár, tí bólkarnir eru
sera javnir og spæla sera
væl. Men tað eru áhoyrar-
arnir, ið gera av, hvør ið
verður ársins Pop-Top-
orkestur. Tann seinasta
hálva tíman av konsertini
fáa áhoyrararnir møguleika
at atkvøða fyri einum
orkestri. Í fjør atkvøddu
meir enn 300, so tað ræður
um at vera til staðar og
atkvøða fyri sínum favo-
ritti. Tað vinnandi orkestrið
skal spæla á ólavsøkukon-
sertini í ár og vinnur t-
skjúrtur frá MBM. Allir
luttakararnir fáa harafturat
eitt heilt kartong av pop-
top frá MBM.
Orkestrið, ið verður
nummar eitt, skal spæla á
ólavsøku-konsertini. Síðani
1988 hevur Pop-Top-kon-
sertin verið eitt forum, har
ungir tónleikarbólkar hava
havt møguleika at royna
seg yvir fyri einum stórum
áhoyraraskara. Ikki so fá
av tónleikarunum og
orkestrunum, sum hava
spælt á Pop-Top-konsert-
ini, hava vit sæð á
ólavsøkukonsertini og
millum tey bestu til Grand
Prix, til dømis Mark No
Limits við Teiti Lassen,
Clickhaxe og Tangz.
MENTANARSTEVNA
Turið Kjølbro
Í døgunum 23. til 26. mai
verður mentunarstevna í
Keypmannahavn, Nord-
atlantisk Kulturfestival,
sum Føroyahúsið, Grøn-
lendingahúsið og Jónshús,
Íslendska Mentanarhúsið í
Keypmannahavn skipa
fyri. Á stevnuni verða
nógv tiltøk. Tey verða
ymsa staðni í danska
høvuðsstaðnum, men tey
flestu í Huset í Magstræde.
Listafólk og fólk úr
mentunarlívinum í Føroy-
um, Íslandi og Grønlandi
taka lut. Á skránni eru eitt
nú nútíðarlist og bókment-
ir, filmir og sjónleikur,
tónleikur, sangur og
dansur, fólkslig mentan,
matmentan og mangt,
mangt annað.
Vigdís Finnbogadóttir,
fyrrverandi íslendskur
forseti, letur stevnuna upp.
Undir tiltakinum verður
grønlendskur trummu-
dansur, føroyskur dansur,
sangur og tónleikur. Fyrsta
dagin á stevnuni seta før-
oyskar dagsskránna. Tá
verður filmurin hjá Katrin
Ottarsdóttir Bye Bye Blue-
bird frá 1999 vístur, Malan
Thomsen kvintet syngur
og spælir, og kabarett
verður við Eyðuni Jo-
hannessen og øðrum
kendum sjónleikarum.
Vilt tú hoyrast,
so er møguleikin her
Í dag 18. mai verður Pop-Top konsert í Grasagarði í Havn.
Her er høvið hjá ungum orkestrunum at gera vart við seg
Føroyingar, íslendingar og
grønlendingar hittast
Hósdagin byrjar stóra mentunarstevnan í Keypmannahavn, har list og mentan í
Føroyum, Grønlandi og Íslandi eru á skránni
Sosialurin Nr. 93 - 18. mai 2002
3
SAMRØÐA
Edvard Joensen0
– Summi fólk eru av teirri fatan,
at alt tað, tey siga og halda,
skulu onnur eisini gera. Hesi
fólk eru trupul at fáast við, og
fara mangan at standa einsamøll,
tí tey virða ikki onnur, sum tískil
venda teimum bakið.
Hetta er í grundini tað, Høv-
uðsprestabønin í 17. kapitli í
Jóhannesar Evangeliinum handl-
ar um, sigur Emil Olsen, prestur
í Eiðis prestagjaldi, sum seinasta
sunnudag prædikaði í Norðskála
Kirkju um júst hendan tekstin.
Emil Olsen tosaði í prædiku
síni um einleika. Tað at vera eitt
í Kristusi, sum tó ikki er tað
sama sum, at øll skulu vera eins,
sum hann tók til.
Tað er alt ov vanligt, at tað eru
fólk, sum halda, at fyri at kunna
vera eitt, tað verið seg í trúarlívi
ella í politikki, so skulu øll hava
somu meining og ganga undir
sama oki. Tað er ikki lukkuligt at
víkja frá, tí so halda tey, at tú
hevur sett teg sjálvan uttan fyri
felagsskapin og ert æviga
glataður beinanveg, vísir Emil
Olsen á.
– Men hetta er so púra skeivt
og bert eitt dømi um tað øvugta,
heldur hann. Tí tá eru tað júst
hesi altvitandi fólkini, sum seta
hini uttan fyri felagsskapin.
- Halda tey, tí tey vita ofta
ikki, at tað heldur verða tey sjálv,
sum detta burtur ímillum. Tí
veruleikin verður mangan tann,
at tey standa einsamøll við
sínum góðu meiningum, meðan
øll hini, sum tey ikki vilja hava
nakað at gera við, helst eisini
hava rætt og eru saman, sigur
eiðisprestur.
Ymisk í einleika
– Tað, at Jesus í Høvuðspresta-
bønini tosar um einleika og biður
fyri teimum, sum í framtíðini
skulu boða orð hansara, eiga vit
á ongan hátt at leggja út sum, at
hann vil, at øll fólk skulu vera
eins, sigur Emil Olsen. Tí hann
visti væl, og vit eiga eisini at
vita, at øll fólk eru fødd ymisk
og hava ymsar mátar at vera
uppá.
Hóast vit hava eina felags søk
at arbeiða fyri, eiga vit at kunna
liva við, at vit ikki øll hava somu
meining um, hvussu vit náa
hesum málinum. Vit mugu kunna
viðganga, at onnur hava aðrar
vegir at ganga til sama mál, enn
vit hava.
So skulu vit tosa okkum til
rættis og samstarva um at náa
hesum málinum. Hvørt við sín-
um amboði og sínari meining,
sigur Emil Olsen.
Hann vísir á, at tað mangan
innan trúarlívið hevur víst seg, at
klandur hevur staðist av, at fólk
hava havt ymsar útleggingar av
sama teksti. Tað er mangan
endað við sliti og spjaðing, og at
tað hava sprottið bæði nýggjar
samkomur og sektir burtur úr
hesum.
– Tað er mangan orsakað av, at
summi fólk skulu vera so trúgv
móti bókstavinum í bókini, at tey
ikki skilja orðini, vísir eiðisprest-
ur á.
Hann tekur sum dømi um,
hvussu ymsar uppfatanir kunnu
vera, at til dømis løgfrøðingar
kunnu leggja sama lógartekst út
á ymsan hátt og fáa heilt hvør
sína niðurstøðu burturúr.
Náa sama máli
Soleiðis eigur tað eisini at kunna
vera, ella í hvussu er næstan
vera, sigur Emil Olsen, tá vit
tosa um trúarlív.
- Sjálvandi eiga vit at halda
okkum til og skilja boðskapin,
boðaður verður. Men tað er ikki
altíð tað sama sum, at tað skal
leggjast út so heilt bókstaviliga,
sum tað er skrivað. Tí vit eiga at
minnast til, at skriftirnar, vit í
dag hava, hava verið gjøgnum
nógvar mannahendur, áðrenn vit,
sum nú eru til, hava fingið tær.
– Tað er boðskapin í teimum,
sum alt ræður um, og tað er
hann, vit eiga at skilja, og honum
vit skulu liva eftir, vísir Emil
Olsen, prestur á.
Men hann staðfestir tó, at
hóast vit eiga at vera »tolerant«,
eiga vit kortini ikki at góðtaka
alt, sum sagt og gjørt verður. Vit
eiga at tala at, tá tað er neyðugt,
hóast vit ikki alla somlu tíðina
sita við fremstafingri á lofti og
halda, at alt, sum onnur gera, er
skeivt.
Vit sleppa ikki undan ymsum
støðutakanum, og her koma vit
aftur til einleika, hóast vit ikki
skulu vera eins.
Her verður neyðugt at velja,
um vit skulu fylgja fjøldini
treytaleyst, ella vit skulu taka
eina støðu og standa við hana.
Tá vit gera tað, eiga vit sam-
stundis at hava í huga, at vit
kunnu koma at standa einsamøll.
Halda vit, at tað vit gera, er rætt,
tola vit eisini at standa einsamøll
við tí. Men vit eiga at vita, at
hini, sum hildu nakað annað,
eisini kunnu hava havt rætt, og at
vit øll, hvør eftir síni rutu, at
enda náa sama málinum, sum øll
hava ferðast fram ímóti.
Smáu ringast
Emil Olsen vísir á, at tað tykist,
sum at tey smáu samfeløgini eru
tey ringastu í sundurlyndinum.
–Taka vit tær stóru kirkjurnar
til dømis, sigur Emil Olsen, vísir
tað seg, at tær hava nógv at tosa
saman um og samstarva um.
Hann nevnir eitt nú katólsku
kirkjuna, protestantisku og
anglikansku kirkjurnar, sum allar
eru ójavnar á máli í sínum
trúarjáttanum. Men tær játta
kortini somu trúgv á sama Harra.
Og tað er tað, sum umræður, tá
alt kemur til alt, sigur Emil
Olsen.
Tað er nógv minni fordøming
millum størru kirkjurnar, enn tað
er milum smáu trúarsamfeløgini,
sum stinga seg upp ymsastaðni,
sigur hann.
Og tað er í grundini heldur
ikki so øgiliga løgið, tí hesi smáu
samfeløgini eru ofta vorðin til av
júst ósemjum. Tey verða myndað
av fólki, sum ofta er farið úr eini
stórari samkomu, tí tey kundu
ikki ganga undir ta ella ta
útleggingina og vildu hava rætt
til at koma við síni egnu
skriftútlegging í síni egnu
samkomu.
Tað hava tey so loyvi til, og
fáa vanliga eisini frið til tess frá
teimum, tey fóru frá. Men
øgiliga ofta síggja vit, at somu
fólk ikki virða, at øll hini hava
eina meining ella trúgv, sum
eisini kann vera røtt.
– Tá er tað, sigur Emil Olsen,
at bókstavurin kemur fram um
skriftina, og útleggingin tekur
meiningina frá boðskapinum.
Tað er skeivt altíð at halda seg
hava rætt
Tað eru summi fólk, sum altíð halda seg sjálvan hava rætt, meðan øll
onnur eru skeiv í sínum áskoðanum. Hesi fólk vera ring at samstarva við
og gerast ofta einsamøll, heldur eiðisprestur, Emil Olsen
– Vit eru farin av leið, tá vit gerast so bókstavatrúgv, at vit gloyma, hvat skriftin sjálv, sum skrivað er við
bókstavunum, sigur. Og mangan hava vit tá heldur ikki vit til at skilja, at eisini onnur, sum hava aðra meining enn
vit, kunnu hava eina rætta meining, sigur Emil Olsen, sóknarprestur á Eiði