Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 20 Nr. 93 - 18. mai 2002 M/S Teistin Søkt verður eftir hjálparfólki til M(S Teistan, Skopunarfjørð. Arbeiðið umfevnir sølubúð/matgerð. tlf. 211099 Søkt verður eftir laboranti Vit søkja eftir einum laboranti til starvsstovuna á Havsbrún. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsuppgávur: • Analysur av fiski, mjøli, lýsi og fóðri • Alt vanligt analysuarbeiði. • Luttaka í góðskuarbeiðinum á Havsbrún Vit rokna við at tú hevur • Útbúgving sum laborantur • Aðra hóskandi útbúgving • Góð samstarvsevni Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 21. mai 2002.Hevur tú spurningar,ert tú vælkomin at ringja til okkum, spyr eftir Gudny Rasmussen. pf Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf. 414400 · Fax 414401 Mail: gur@havsbrun.fo Hús í Klaksvík til sølu Ognin matr. nr. 1334 Kjalarvegur 27 til sølu um hóskandi boð fæst. Grundøki: 371 m2 Húsini: 8x11 m í tveimum hæddum Hjallur: 3x3 m Báðar hæddirnar innrættaðar. Húsini eru bygd úr betongi í 1953, og eru takt við asbesti. Eyðfinnur Hansen Grønaból · Klaksvík tlf. 456439 ella 222755 Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur fra SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 11. og 12. juni 2002 og á Landssjúkrahúsinum 13. juni 2002. Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, týsdag og mikudag kl. 10-12, í seinasta lagi 05. juni 2002. Pedagogar Dagstovnurin í Kvívík søkir eftir tveimum pedagog- um til at byrja 15. august 2002. Størvini eru fulltíðarstørv (40 tímar), annað starvið er í barnagarðinum,har ganga 20 børn í aldrinum 3 til 7 ár, og hitt starvið er í vøggustovuni, har ganga 10 børn í aldrinum 0 til 3 ár. Vit kunnu bjóða starv í einum lítlum stovni, har dentur verður lagdur á trivnað og gott samstarv og vænta vit eisini, at tú ert áhugað/ur at skapa trivnað, er kreativ/ur og hevur góð samstarvsevnir. Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvs- royndir og møguligum viðmælum skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 13. juni 2002. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel- ag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran fyri stovnin Jónu Jacobsen á tlf. 421660. Avloysari Søkt verður eftir einum fólki skjótast tilber, ið kann virka sum avloysari tá starvsfólk á stovninum eru burtur vegna frítíð, sjúku o.a. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel- ag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran fyri stovnin Jónu Jacobsen á tlf. 421660. Kvívíkar kommuna -har tað hendir Nr. 93 • leygardagur • 18. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Skeivt altíð at halda seg hava rætt - Fólk, sum altíð halda seg hava rætt, eru ring at samstarva við og gerast ofta einsamøll, heldur eiðisprestur, Emil Olsen Lesið síðu 3 ELDRALÍV Ingrid Bjarnastein Nógv ymiskt er á skránni, tá hugnakvøld er. Tað vanliga er, at køkurin ger drekkamunn við einum køkubita, men í novemb- er, tá slaktið hevur verið, borð- reiða tey á Lágargarði við drýli við føroyskum viðskera. Og til dømis í januar, so verður borð- reitt við føroyskum mat, sum tey avvarðandi sjálvi hava við. Á hetta hátt verða hugnakvøldini fjølbroytt og spennandi. Hugnakvøldini byrja klokkan 19 og enda um klokkan 21. – Hetta riggar ógvuliga væl, sigur Marjun Smith, sum er leiðari á Lágargarði. – Øll møtast, og hetta fungerar næstan sum ein café, har tey avvarðandi hugna sær saman við familjuni og undirhaldinum, sum er á skránni. Undirhaldið er fyri tað mesta sangur og tónleikur, tí tað er tað, sum er best dámt. Onkuntíð hava vit onkran at lesa okkurt upp, og til dømis í febru- ar mánaða hava vit eitt dansi- felag, sum dansar og kvøður fyri okkum. Bæði búfólk og familja dáma hetta tiltakið ógvuliga væl. Hetta gevur teimum møguleika at hitta onnur, og koma saman til eina hugnaliga løtu. Emma og tey Til at seta punktum fyri vetrar- hálvuna í ár, hevði Lágargarður fingið vælumtóktu M´as Blues Band at koma at spæla nøkur løg. Tey vistu frammanundan, at áhugin fyri hesum var ógvuliga stórur, og tí máttu tey avmarka talið av teimum avvarðandi til ikki meira enn fýra persónar, soleiðis, at pláss skuldi verða fyri øllum. – Tað hava ongantíð verið so nógv fólk til hugnakvøld, greiðir Marjun Smith frá. – - Vit vóru heili 150 fólk, og tað var ein heilt fantastiskur stemningur. Emma og hennara fólk vóru so lívlig, glað og spontan, og tey kókaðu av lívi. Øll klappaðu og sungu við í sangunum, og vit eru ógvuliga glað fyri hetta tiltakið. Tey vaktu virkuliga tað ungu sálina í teimum gomlu. Marjun sigur, at tónleikur er so væl egnaður til eldri fólk. Tí sjálvt um fleiri eru dement og gloyma skjótt, so er tónleikur altíð nakað tey kenna aftur. Tey duga at syngja við teimum gomlu sangunum, og sjálvt um næstan alt er farið, so stendur sangurin eftir. – Eisini tann sosiala samveran við familjuna, tað at hittast og tosa saman hevur nógv at siga fyri tey. Og nú tá M´as Blues Band var, so noyddust vit eisini at seta eyka stólar og borð upp. Vit eru heilt vís í, at hetta var tí tað var M´as Blues Band, sum skuldi spæla. Hugnakvøldini á Lágargarði verða væl vitjað og eru eisini væl dámd. Bæði búfólk og familja gleða seg til hetta, og tey vera kedd um avlýst verður. – Sjálvt um tey hava gloymt tað eina lítla løtu aftaná tað er hent, so eru tey glað ta løtuna hugnakvøldið er, og tað er tað, sum telur, sigur Marjun Smith. Hugnakvøldini eru nú farin í summarfrí, men verða aftur á skránni, tá myrkari verður í veðrinum í september mánaða. Emma fylti Lágargarð Vetrarhálvuna skipar Lágargarður fyri hugnakvøldum fyri búfólkum og avvarðandi. Hetta hevur verið siður heilt síðani Lágargarður byrjaði fyri 14 árum síðani, og er hetta tiltakið ógvuliga væl dámt bæði av teimum, ið búgva har, og familjuni C M Y K 20