mikudagur 21. mai 1969síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
21. mei 1969
TA
SOSIALURIN
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
tf. 1820
Blaðstjóri:
Torfinn Smith
Tað fløvur
TAÐ er íkki lítið sum er komið fram gjøgnum seinastu árini
um tað. at ííkki hevur tað altíð verið tann besta vøran, sum er
farin av landinum, og hevur orsøkin verið tann, at vidgerdin
av fiskinum hevur verið alt annað enn góð. Hetta hevur hent
fleiri ferðir og úrslitið hevur verið: ringari prísur og harav
kann hvor, sum hugsar seg um, skilja, at marknaðurin kemur í
størsta vanda.
TI HEVUR ferð aftaná ferð verið mælt monnum til at fara so
vandaliga sum gjørligt um fiskin, og ti hava vit eisini vrakara-
stovnin, sum skal vera hitt vakandi eygað.
MEN tað er tíbetur eisini so. at vit frætta um, at keyparin
hevur verið sera væl nøgdur við vøruna so væl nøgdur, at
teir siga seg ikki at hava sæð betri fisk.
HETTA hendi. tá Stella Kristina« kom aftur av fyrsta túri
sínum. Amerikanski keyparin sigur seg ikki hava fingið betri
vidgjørdan fisk og hevur ikki sæð so væl úr hondum greitt ar-
beiði. Tekin um, at teir. sum hava fingið hesi dýru amboð,
sum verksmiðjutrolararnir nýggju eru, ikki hava svikið, men
hava gjørt hvat gerast kundi fyri at úrslitið skuldi vera gott.
Á henda hátt hava teir gjørt landi sínum almikið gagn fyrst
og fremst og styrkt álitið úti í heiminum um hina føroysku
fiskavøruna sum „the world besta, so sum hon bar orðið fyri
at vera. *
MEN tað er ikki bert at gleðast yvir hetta, hetta pliktar eisini
til enn meiri at leggja sær í geyma, at virka vøruna væl ístaðin
fyri, sum kanska ofta hendir, bert at hugsa um at fáa so stóra
rúgvu sum gjørligt.
Forvitnislig framsýning
í Losjuni i Havn 22.-24.5.
Å hesi framsyning fåa vit høvi til at siggja hvussu J.
D. Eldhús Innrætningur H/F og Hurðin H/F, Reykja-
vík á nútímans hátt og í prísum kappingarfórir við
virki aðrastaðni loysa spurningar um køksinnrættingar
og hurðar.
Á framsýningini eru staddir umboðsmenn fyri virkini,
ið sakliga og greitt kunnu svara uppá allar spurningar
Opið verður frå kl. 9.00—20.00.
Umboðsmaður fyri Føroyar
Snorri Dam Jacobsen
Íslandsvegur 35 - Fyribils tlf. 1974
Spinnid í Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
føroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/ Olavur Gregersen == tlf. 20 í Gøtu
FÆRØSK MARGARINE
Vita No 1
VITAMINISERET
FÆRØSKT PRODUKT FINT PRODUKT
Haldari av SOSIALINUM gerst ein
við at vende sær til posthúsið
SOSIALURIN
<OFY
ÍTRÓTTUR — ÍTRÓTTAR-
FERÐIR
Við gjøgnumgongd av fíggjar-
lógini leggur ein merki til, at
ymsir postar eru skarvaðar av,
væl við tí í huga at tað skal
sparast.
Tað er bara gott at fíggjar-
nevnd og landsstýrið vísa spar-
semi; men okkurt er at finnast
at kortini, tá ið hugsa verður
um hvussu stór fíggjarlógin er.
Ein postur er studningur til
ÍSF. sum er skorin niður úr 50
túsund til 35 túsund, sjálvt um
teir eru vitandi um at hesin
postur, sum er millumrokning i
samband við ítróttarferðir vid
Smyril og ødrum strandfara-
skipum, er nógv stórri.
Millumrokningin var ímillum
60—65 túsund. Væl vitandi um,
at her eru brúktar ca. 15 túsund
meira, taka avvarðandi myndug
leikar og skarva av, uttan at
hugsa = um hvat óbetaligan
skaði her verður gjørdur, skar-
va av har lagt skuldi verið aft-
urat.
Millumrokning vísir eitt hall
uppá 15 tusund, teir skarva tað
sama av; tað vil í veruleikanum
siga ein niðurskurð upp 60 tus-
und.
Ein løgin formur fyri plan-
legging.
Lat okkum hugsa okkum til
hverjar avleiðingar hesin niður-
skurður kemur at fáa.
Fyrst er at siga, at ítróttar-
ferðir vid legtingsins skipum
er tann einasti studningur sum
latin verður beinleiðis til og
fyri tað stóra ungdómsarbeiðið
sum ókeypis verður gjørt í
hvørji bygd í Føroyum har
ítróttur verður íðkaður.
Hesar pengar skarva teir av.
uttan at nakað verður sett í
staðin.
Nógvar danskar lógir verða
settar í gildi í Føroyum, nógvar
til gagns; hví ikki seta lógina
sum umfatar — ungdómsarbeiði
og tað lønarskipan sum latin
verður teimum sum hetta ar-
beiðið gera.
Allir ungdóms- og ítróttar-
leiðarar í Føroyum hava ongan-
tíð gjørt krav uppá nakað fyri
stóra og til tíðir ótakksama ar-
beiðið. teir og tær gera og hava
gjørt, men nú má vend koma í.
Hvat hendir nú; bremsa er
Lykkelig forelsket
Jeg priser dig højlydt min skat,
forkynder med fægtende arme
din omsorg, så mangen en nat
du skænked mig lykke og varme
Så mangen en kold vinternat,
du ømme, du bløde, du milde
vi to, vi leged tagfat
i heftig beruselse, vilde.
Jeg elsker dig, livet er vort,
så lad det kun tordne og lyne,
selv om du er lidt for kort,
ovohh, du min dejlige dyne.
oversat efter
T. N. Djurhuus digt:
KÆRLEIKI LUKKULIGUR.
alexandur
kristiansen
| realkreditstovnin. Í 17
sett á tað virkið sum ítróttar-
feløgini gera ! !
Fyri at koma til Tórshavn
vid »Smyrli« fyri tey sum bugva
i Suduroy, er kostnadurin fyri
eitt lið, úr Vági til Tórshavn
umleið 1050 kr. her er írokn-
aður bilpengar.
Av Tvøroyri til
við einum liði 800 kr.
Hetta eru ferðir har ítróttar-
fólki fylgir við vanligari rutu.
Í einkultum føri verður felagið
noytt at leiga onnur for ella
»Smyril« og hetta kostar ikki
minni.
Hvussu leingi kann eitt ítrótt-
Tórshavn
arfelag hava lívið laga undir
slíkum umstødum.
Her verður hugsað um tey
feløg sum vanliga fáa 800 til
1000 kr. inn við dystir, hvat
við feløgum sum at kalla onga
inntøku hava uttan limagjaldi.
Vit eru greiðir yvir, at tær 35
túsund krónurnar ið avsettar
eru til ítróttarfelogini, verða
latnar ÍSF at ráða yvir.
Men hetta er bara sum at
fara yvir um ánna eftir vatni,
tí hvussu skal ÍSF fáa 35 tús-
Nr. 3%
und at røkka, har tað dupulta
er neyðugt.
Úrslitið av hesi avskarving í
fíggjarlógini førir bert eitt vid
sær:
Tað fria ungdómsarbeiðið
sum ítróttarfelogini gera dettur
burtur, og um stutta tíð verður
løgtingi noytt at avseta størri
pening til tað, sum nú bert kost
ar ókeypis ferðir vid løgtingsins
skipum.
| Fíggjarnevndin verður at
taka hesa avgerð sína til um-
hugsunnar og i samráð vid ISF
finna eina gongda leið.
Tað fyrsta sum er at gera.
| er at framlongja tað skipan við
| víkjandi ferðum við løgtingsins
skipum; undir kontroll av ÍSF
lata ÍSF fáa
og harafturat at
tann studning sum nú er av-
settur.
Tað má verða eitt samla
krav frá ollum itrottarfeløgum í
Føroyum, um ikki tann ítróttur
sum er bæði summar og vetur
skal kólna til Obøtaligan skaða
| fyri samfelagið.
Sverri.
24 umsóknir til realkredit-
stovnin í seinasta rokn-
skaparári
Í 17 forum er tilsøgn givin og 7 eru sýttar
Í roknskaparárinum 1].
1968—31. mars 1969 eru
umsóknir um lán komnar til
av hes-
um lånisøkum er tilsøgn givin,
herav er | umsókn tíkin aftur.
7 umsóknir eru sýttar.
Í roknskaparárinum eru íalt
apríl
24
utlæntar 8. 914.000 kr. stav-
andi frá 2 lánum til linuskip, 1
lån til kraftblokkaskip, hækk-
ing av 6 lånum til fiskiskip, 2
lånum til 20 ts. fiskifør og 7
lánum til útróðrarbátar og
deksbátar.
Stovnurin hevur frá síni
byrjan til 31. mars 1969 veitt
íalt 170 lán til eina upphædd av
82,1 mill. kr., sum við avdrátti
og afturgoldnum lánum v. m.
er komin niður í 32,4 mill. kr.
býttar sundur í 106 lán, harav
5 við panti í trolarum, 54 við
panti í línuskipum yvir 100 br.
reg. t. og 47 við panti í fórum
undir 100 br. reg. t. Av seinast
nevndu fórum eru 19 útróðrar-
bátar.
Í árinum hava 7 pant skift
eigara. Herumframt eru á
tvangsauktion 2 før yvirtikin av
aftanfyristandandi = panthavara,
sum stendur stovninum til svars
fyri skuldina, til sóla fer fram
til góðkendar keyparar.
Eftir lóg innistendur danski
staturin fyri renting og aftur-
gjalding av 1.—10. seriu obliga-
| tiønum, og samsvarandi ábyrgd
er fingin fyri ti pr. 1. april
1969 gjørdu 11. seriu, sum
hægst vil koma upp i 10 mill.
kr. og hvors nominella renta
er ásett til 6 pst. p. a.
| Við roknskaparárslok útistóð
15.284.06 kr. til gjaldingar
komið terminsgjald.
Tann 31. mars 1969 vóru til-
samans í tiltaksgrunninum
8.038.404.59 kr. svarandi til
25.05 pst. av samlaðu skuld
stovnsins.
Eginpeningur stovnsins, til-
taksgrunnarnir íroknaðir, er um
22,8 mill. kr.
Stovnurin hevur givid tilsøgn
'um lån til 2 linuskip, 1 kraft-
blokkaskip, 3 frystiskip, 1 100
ts. linubåt, 7 deksbåtar og 7 út-
útróðrarbátar, tilsamans um 12
mill. kr.. sum væntast at koma
til gjaldingar í roknskaparári-
num 1969/70.
RPIÐ
Mikudagin 21. mei
18.30 Veðurtíðindi og tíðindi
18.42 Samrøda.
19.10 Hornmusikkur.
Hósdagin 22. mei
SS wa
18.30
Veðurtíðindi og tíðindi.
18.42 Quo vadis?
| Einar Joensen lesur úr
| framhaldssøgu eftir H.
Sienkiewitch. Hans
Thomsen umsetir.
19.10 Tónleikur fyri hålvvaksin
Fríggjadagin 23. me
18.30 Veðurtíðindi og tíðindi.
18.42 Nils Kjær.
Amanuensis Oli Jacobsen
heldur fyrilestur.
19.10 Kamarmusikkur-