mikudagur 22. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 94 - 22. mai 2002
Nr. 94 - 22. mai 2002
3
Flaggdagin fór Árni Olafs-
son, ráðgevi í danska uttan-
ríkisráðnum, um tey seksti.
Árni Olafsson er útbúgv-
in búskaparfrøðingur, cand.
polit., frá universitetinum í
Keypmannahavn.
Fjøl-
broyttur og dugnaligur sum
hann er, flytir hann seg tó
lætt og elegant innan øll
samfelagsvísindalig fakøki.
Seinastu árini hevur altjóða
rættur, og serliga altjóða
havrættur, verið partur av
hansara dagliga arbeiði.
Fyrstu árini eftir at hava
tikið prógv starvaðist Árni í
danska fíggjarmálaráðnum.
Yrkisleiðin kundi verið
sum danskur karrieruem-
bætismaður, tí honum stóð
m.a. í boði at gerast sendi-
fulltrúi í búskaparmálum á
donsku
sendistovuni
í
Washington. Hann valdi av
privatum orsøkum ikki at
taka av. Lívsstarvið gjørdist
tíbetur fyri Føroyar og før-
oyska umsiting eitt annað.
Tá Einar Kallsberg gjørdist
skrivstovustjóri í Tinganesi,
varð Árni Olafsson í 1976
settur í starv í uttanríkis-
ráðnum sum serkønur í
føroyskum viðurskiftum.
Síðani tá hevur hann átt
høvuðsleiklutin í mongum
samráðingum,
ið
hava
tryggjað føroysk áhugamál.
Nevnast kunnu m.a. sam-
ráðingar um framhaldandi
fiskirættindi í fremmand-
um sjógvi eftir at fiskimark
ini vórðu flutt út miðskeiðis
í sjeytiárunum og samráð
ingar um handilsavtalur,
m.a. við ES. Seinnu árini er
innihaldið í starvinum sum
serkønur í føroyskum viður
skiftum uttan iva broytt,
men Árni umboðar fram-
vegis uttanríkisráðið í før-
oyskum sendinevndum, ið
samráðast
um
altjóða
fiskiveiðiavtalur.
Tíðarskeiðið
1980
–
1984 hevði Árni farloyvi
úr danska starvi sínum fyri
at røkja uppgávuna sum
skrivstovustjóri í Tinganesi.
Eisini tá fekst hann eina-
mest við altjóða fiskiveiði-
avtalur. Í frágreiðingini um
áttatiárini kann lesast, hvat
Árni fekst við og hvørjar
eygleiðingar hann gjørdi
hesi árini. Hansara íkast til
frágreiðingina um áttati-
árini er sum altíð vælskriv-
að og korrekt, men avdúkar
eisini, at tað býr ein spískur
pennur undir diplomatisku
kápuni.
Hóast Árni í 1985 fór
aftur í starv sítt í uttanríkis-
ráðnum, loysti hann manga
uppgávuna fyri føroyskar
myndugleikar. M.a. kunnu
nevnast álitini, ið vórðu
skrivað í sambandi við
yvirtøkuna av ráevnunum,
og eyðkendi pennurin hjá
Árna man hava orðað flestu
av uppritunum, sum skriv-
að vórðu til politisku ting
ingarnar í undirgrundar-
málinum.
Í árunum frá 1993 til
2000 var Árni aftur í
tænastu hjá landsstýrinum,
hóast tænastustaðurin var í
danska uttanríkisráðnum.
Hesi árini loysti Árni tvey
stórmál fyri landsstýrið.
Hann var formaður í olju-
ráðleggingarnevndini, ið
hevur evnað til grundar-
lagið undir føroyskari olju-
leiting, og hann leiddi
vegna ríkið samráðingarnar
við Bretland um landgruns-
markið. Báðar uppgávurnar
greiddi hann á fyrimyndar-
ligan hátt. Í samráðingun-
um um landgrunsmarkið
sýndi hann umframt sítt
diplomatiska kynstur stórt
uppfinnsemi, tá talan var
um próvgrundir, og lagt
varð munandi afturat før-
oyskum landgrunsøki eftir
at Árni tók yvir sum sam-
ráðingarleiðari.
Árni hevur ógvuliga víð-
an sjónarring, og hann
dugir at lurta eftir teimum,
ið hann samskiftir við –
vísir ongantíð einum sjón-
armiði frá sær uttan at hava
hugsað um tað, greinað tað
og gjørt sær eina sannfør-
andi niðurstøðu. Hetta eru
framúr eginleikar hjá ein-
um diplomati, og sum sam-
ráðingarleiðari hevur Árni
ikki bara góðar próvgrundir
fyri egnum sjónarmiðum,
hann skilir eisini sjónar-
miðini hjá mótpartinum, og
evnar hann tískil altíð at
meta um samráðingarstøð-
una og ætla um næsta leik-
in. Árni kann pløga nakað
djúpt viðhvørt, men ásann-
ast má, at uttan hansara
viðkomandi
greiningar
høvdu úrslitini oftast verið
lakari.
Føroyskari oljuumsiting
hevur Árni Olafsson verið
góður í ráðum, og vit
ynskja honum nógv góð ár.
Herálvur Joensen
Árni Olafsson 60
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Esmar Olsen
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum leygardagin 18. mai.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 24. mai kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ebba,
Kári, Bjarni,Torbjørn, Hans Pauli og Marius
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
úr bara
750,-
Mini Cruise
Mini Cruise
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
til Bergens
til Bergens
750,-
e-mail: booking@smyril-line.fo
Á ferðini verður
skipað fyri
bingo!
bingo!
Í sølubúðunum
umborð eru
!
nógv góð tilboð
nógv góð tilboð
team85
Fráferð av Havnini
mánamorgun kl. 8.30
við komu á Havnina
mikudag kl. 15.00
C
M
Y
K
3
2
1927
2002
24. mai
MÓTTØKA
Sosialurin 75 ár
Fríggjadagin 24. mai 2002 fyllir
Sosialurin 75 ár.
Í hesum sambandi bjóðar
Sosialurin lesarum, lýsarum,
vinum og kenningum til móttøku
í blaðhúsinum á Argjum
fríggjadagin 24. mai
frá kl. 15.00 til 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
FRIMÆRKER OG MØNTER SØGES !
Gratis vurdering i Thorshavn
Fredag den 24.maj kl. 15-19, afholdes vurderingsdag på
Hotel Föroyar, Thorshavn.
Til vore kommende auktioner søges gl. breve til og
fra Færøerne, gl. postkort, fragtbreve og alle former
for frimærkesamlinger samt mønter, medaljer,
pengesedler og øvrige gamle
betalingsmidler.
Medbring Deres
samlinger til en gratis og
uforpligtende vurdering.
Lørdag den 25.maj vil der ligeledes være mulighed for vurdering i Deres
hjem efter forudgående aftale. Kontakt os allerede nu for en uforpligtende sam-
tale.
THOMAS HØILAND AUKTIONER A/S
Frederiks Alle 116 • DK-8000 Aarhus C.
Tlf. +45 8612 9350 / +45 4032 4711 / +45 2127 2198
www.thauctions.com • e-mail: tr@thauctions.com
Brandur Enni er nú
aftur ovast á 15 teim-
um bestu, og um
vikuskiftið framførdi
hann hittið hjá sær í
donskum sjónvarpi
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakkstein
Brandur Enni tók um
vikuskiftið ovasta sessin á
15 teimum bestu aftur frá
amerikansku P.O.D.
Hetta er 6. vikan, at
heitislagið »Waiting in the
Moonlight« er á hitlist-
anum hjá Útvarpinum, og
fyri aðru ferð nummar 1.
Brandur hevur ligið millum
fremstu sangirnar, síðani
hann kom inn á listan.
Sunnumorgunin
var
Brandur Enni gestur í
sendingini Snurre Snups
Søndagsklub, sum verður
send á danska TV2.
Væl kendi Bubber er
vertur í sendingini, og hann
prátaði við Brand. Ungi
tvørámaðurin
framførdi
eisini sangin »Waiting in
the Moonlight«, og fram-
førslan riggaði væl.
Umframt prátið við
Brand vísti Bubber eisini
brot úr sjónbandalagnum
hjá Brandi, og hann var
serliga hugtikin av framúr
vøkru landlagsmyndunum í
sjónbandalagnum.
NORRØNAFELAGIÐ
Tíðindaskriv
Fýra skúlaflokkar, sum fara
at vitja javnaldrar í onkrum
øðrum Norðurlandi, hava
fingið tilsamans 93.000 kr.
í stuðli frá Norðurlendska
ráðharraráðnum. Norrøna
Felagið í Føroyum umsitur
stuðulin. Felagið fekk átta
umsóknir í hesum umfar-
inum.
Næsta freist at søkja er
sett til 1.november 2002.
Høvuðstreytin fyri at fáa
pengar er, at skúlaflokkurin
er bæði gestur og vertur.
Hann skal vitja ein skúla-
flokk við javnaldrum í
onkrum Norðurlandi, og
tey skulu so koma til Før-
oya at búgva hjá næming-
unum her. Umsóknir skulu
sendast til Norrøna Fe-
lagið, J. Paturssonargøtu
24, 100 Tórshavn. Serlig
umsóknarbløð verða ikki
brúkt.
Flokkar í fólkaskúlanum
og 1. og 2.g og 1.HF kunnu
søkja.
Danska
Foreningen
Norden umsitur ein annan
stuðul til skúlabarnaferðir,
Nordplus Mini. Hann er
fyri elstu flokkarnar í
fólkaskúlanum. Føroyskir
skúlaflokkar kunnu eisini
søkja har.
Norrøna
Felagið
fær
annars umsóknir um stuðul
til mangt og hvat. Men
felagið umsitur bara hend-
an eina studningin, tann til
næmingaferðir. Umsóknir
um stuðul til annað verða
ikki viðgjørdar ella svar-
aðar.
Birgir heldur fram
Nevndin í Norrøna Felag-
num hevur skipað seg eftir
aðalfundin. Birgir Kruse
heldur fram sum formaður,
og Heðin M. Klein heldur
fram sum næstformaður.
Hini í nevndini eru
Bárður Jákupsson, Hall
stein Sigurðsson og Jorun
Simonsen.
Nordjobb ongan áhuga
Tíverri er áhugin fyri
Nordjobb ikki so stórur í
Føroyum. Men áhugin at
koma til Føroya at vera
nordjobbari, hann er stórur.
75 hava søkt, men í Før-
oyum eru bara tíggju pláss.
Og tíggju fólk hava longu
fingið arbeiði og innivist í
summar. Kanska koma
nøkur fá afturat.
Men Nordjobb er eisini
fyri ungar føroyingar mill-
um 18 og 26 ár. Og tað er
spell, at føroyingar ikki
brúka hendan møguleikan
at arbeiða í einum øðrum
landi í eitt stutt skifti. Tað
er bæði spennandi og læru-
ríkt, sigur Norrøna felagið.
Nordjobb hevur eina
heimasíðu
www.Nordjobb.net. Har
eru allar upplýsingar og
umsóknarblað.
Brandur
í donskum
sjónvarpi
Yvir 90.000 kr. til skúla-
næmingar at ferðast fyri