Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 94 - 22. mai 2002 Nr. 94 - 22. mai 2002 5 Mánanáttina um tvey tíðina fekk politistøðin í Havn vitjan av einum manni, ið var vápnaður á ein heldur óvanligan hátt LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Ein maður kom á vitjan á politistøðini í Havn mána- náttina. Hann bankaði á dyrnar, og vildi inn. Í hond- ini hevði hann eina øl- fløsku, sum hann tveitti eftir løgreglumanni, men rakti ikki. Eisini hevði hann eina spann, sum var full av gróti. Frá politistøðini siga tey, at maðurin ætlaði at tveita hetta grótið eftir politinum. Í spannini hevði maðurin eisini eitt høggijarn. Tað tveitti hann eisini eftir poli- tinum, men heldur ikki í hesum føri rakti hann. Spannin innihelt eisini ein vatnkrana. Tað eydnaðist politinum at avvápnað mannin, og spannin varð tikin frá honum. Hann verður ákærdur fyri harð- skap og líknandi á løgregl- una. Annars verður sagt av politistøðini í Havn, at frið- arligt hevur verið um viku- skiftið. Onkur hevur verið og sovið rúsin av sær, men annars var ikki nógv á skránni. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Hvítusunnukvøld um 19 tíðina fekk løgreglan í Runavík boð um, at nakrir ungdómar vóru í holt við at bróta inn í matvøruhand- ilin, Brotið í Saltangará. Men teir uppdagaðu, at teir vóru sæddir, og runnu tí frá staðnum. Teir vórðu aftur- hildnir niðri á keiini, og tá vísti tað seg, at málið fevndi um meira enn bara innbrotið í Brotið. Fríggjakvøldið høvdu hesir somu ungdómar, sum eru millum 12 og 15 ár, verið inni í Miklagarði. Har var ein hurð til goymsluna, sum hevur staðið opin, og eru teir slopnir inn tann vegin. Teir høvdu stolið eini 7 kartengur av sigarettum og aðrar smálutir. – Teir vórðu afturhildnir, og foreldur og barnavernd vórðu boðsend. Teir, sum eru undir 15 ár kunnu ikki verða revsaðir, men teir, sum eru 15, verða sjálvandi revsaðir, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runa- vík. Málið verður lagt barna- verndini í hendi, og verða tað tey, ið skulu finna útav, hvat víðari hendir við dreingjunum. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Fríggjakvøldið varð ein 28 ára gamal maður úr Sørvági eftirlýstur av løgregluni. Hann varð seinast sæddur á Argjum um 19 tíðina, og hevði ongin sæð hann síðani tá. Maðurin varð funnin aftur sunnudagin, tá fólk í Kirkjubø komu aftur úr kirkju. Tey hugdu niðan í hagan, og har síggja tey okkurt, sum líkist einum fólki. Hann var dottin oman fyri hamaran í Kirkjubø, nakað sunnan fyri Sverrisholu. Løgreglan metir, at hann var ókendur á leiðini, og at hetta var orsøkin til, at hann er dottin. Maðurin er helst deyður av fallinum. Eftirlýsi maðurin funnin Tveitti høggijarn eftir politinum Brutu inn í Brotið Rendi á garð LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Nøkur smærri ferðslu- óhapp hava verið kring landið um vikuskiftið. Í Havnini varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring, hvítu- sunnudag. Hann hevði rent á ein garð, og hevði onki koyrikort. Leygardagin fekk løg- reglan í Runavík fráboðan um, at ein bilur hevði rent á autoverjuna omanfyri Funning. Tann, ið boðaði frá segði, at hesir báðir høvu lovað ikki, at koyrt víðari, men tað gjørdu teir hóast alt, løtu seinni. Tunn- ilin var stongdur, og tí vóru teir farnir allan vegin um Eiðisskarð. Løgreglan fekk fatur á teimum á brúnni við Streymin. Tað vísti seg, at báðir menninir, ið við vóru, vóru fullir. Tann, ið koyrdi bilin, tá teir vórðu tiknir, hevði ikki koyrt bilin tá teir rendu á, og hevði hann heldur onki koyrikort. Teir báðir vórðu handtiknir og skuldsettir fyri rúsdrekka- koyring. Hvítusunnumorgun um eitt tíðina var eitt ferðslu- óhapp niðan fyri Missións- húsið á Glyvrum. Ein bilur, sum fór inn eftir Glyvra- vegnum, var farin runt nakrar ferðir á vegnum, og rent í ein lyktapela. Bilurin fór í knús, men ongin fólkaskaði var. Førarin sig- ur, at hann hevur tikið í gongubreytskantin. LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Leygarkvøldið fór ein bilur, sum var á veg heimeftir úr Skálavík til Sands, útav vegnum. Frá Sandoyar sýslu fáa vit at vita, at bilurin hevði koyrt beint frameftir í einum svingi, og bremsa varð bert á einum hjóli, tí bert eitt spor var at síggja á vegnum. Bilurin fór útav, beint út í hagan. Fýra mans vóru í bilin- um, harav ein møguliga hevur brotið økslina. Bilurin fór rættiliga illa, og mistanki er um rús- drekkakoyring. Bilurin var úr Havn, og fór hann beinleiðis aftur til Havnar. Brotin øksl Ein maður fór á politistøðina við eini spann fullari av gróti, sum hann ætlaði at kasta eftir politinum Modellmynd: Finnur Justinussen Leygardagin vóru tríggjar amerkanskar hernaðartyrlur á vitj- an í Føroyum. Talan var um tyrlur av slagnum Sea Hawk, sum hava heimstað á støðini hjá USA í Keflavík í Íslandi. Eini 500 fólk nýttu høvi at síggja tyrlurnar og at tosa við amerikansku hermenninar TYRLUR Stefan í Skorini Forvitnislig vitjan var á flogvøllinum í Vágunum og á tyrlupallinum á Boðanesi í Havn leygardagin. Tríggj- ar amerikanskar hernaðar- tyrlur vóru í Føroyum. Ein teirra legði leiðina til Havn- ar, har fólk fingu høvi at síggja tyrluna, og møgu- leiki var eisini at tosa við hermenninar, sum vóru umborð. Hesar tyrlurnar, sum eru framleiddar í USA, eru ógvuliga framkomnar, og tær verða nýttar kring allan heim. Hesar tríggjar tyrlur- nar, sum vóru í Føroyum, hoyra heima á amerikansku hernaðarstøðini í Keflavík, nærhendis Reykjavík í Ís- landi. Orsøkin til hesa vitjanina er, at londini í Norðurat- lantshavinum samstarva innan leiting og bjarging á havinum. Hesar tyrlurnar verða mest nýttar til hetta endamálið og ikki til hernaðarlig endamál. Í sambandi við hetta sam- starvið vóru tyrlurnar í Føroyum. Serligar eginleikar Eitt sermerkt við tyrlunum er, at tær kunnu fáa brenni- evni á tangan, meðan tær eru í luftini. Tað eru ikki nógvar tyrlur, sum kunnu tað. Lynx-tyrlurnar, sum eru umborð á donsku sjó- verjuskipunum, kunnu ikki fáa brennievni í luftini. At fylla tangan í luftini er ógvuliga hent, og tað verður eisini ofta nýtt. Tann 14. mai í ár fekk ein spanskur sjómaður stóran skaða av einum veiri um- borð á einum trolara. Amerikansku Sea Hawk tyrlurnar fóru avstað úr Íslandi, og eitt flogfar við brennievni fór avstað úr Bretlandi. Óhappið hendi 320 sjómíl sunnanfyri Ísland. Tyrlurnar og flog- farið við brennievni møtt- ust 200 sjómíl sunnanfyri Ísland, har tyrlurnar fingu bensin. Síðani varð farið eftir sjómanninum, og hann varð førdur til lands. Nógv fólk hugdu Ein tyrla fór til Havnar, har hon lendi á Boðanesi í Havn. Har høvdu fólk møguleika at hyggja eftir tyrluni, og fólk kundu eisini tosa við teir amerikansku hermenninar. Preben Skovgaard, sum er presseofficerur á Færø- ernes Kommando, metir, at eini 500 fólk nýttu høvi at hyggja eftir tyrlunum. Hóast talan er um hern- aðartyrlur vóru eingi vápn umborð, tí tær verða mest nýttar til bjarging og leit- ing. Tær kunnu tó hava stórar maskinbyrsur, sum eru festar undir tyrluni, um tørvur er á tí. Soleiðis verður finalan í kappingini um at gerast Ársins Songrødd mannað TÓNLEIKUR Pop.fo Øll tey innleiðandi umfør- ini í Ársins Songrødd hava verið, og 29. juni verður finalan í Badmintonhøllini í Havn. Fólkini, sum koma at kappast um heiðurin í kappingini, eru hesi: Kristley Hansen, 20 ár, úr Kollafirði, vann í Havn tann 23. feb (Dido - Here with me) Lena Maria Ellingsgaard, 16 ár, av Norðasta Horni, var nummar 2 í Havn tann 23. feb (Dido - Here with me) Rakul Olsen, 16 ár, úr Hvalba, vann í Hvalba 2. mars (Aaliyah - Try Again) Vígdis Berg, 16 ár, úr Hovi, var nummar 2 í Hvalba 2. mars (Dido - Here with me) Nicolina Rubeksen, 17 ár, úr Klaksvík, vann í Klaksvík 22. mars (Dido - Here with me) Rannvá Lützen, 14 ár, úr Klaksvík, var nummar 2 í Klaksvík 22. mars (Dido - Here with me) Andrias Højgaard, 20 ár, úr Saltnesi, vann á Kambsdali 13. apríl (Uncle Kracker - Follow me) Olivia Mikkelsen, 18 ár, úr Gøtu, var nummar 2 á Kambsdali 13.apríl (Dido - Here with me) Rannvá Jacobsen, 21 ár, úr Havn, vann í Havn 27. apríl (Dido - Here with me) Ronnie Davidsen, 17 ár, úr Kollafirði, var nummar 2 í Havn 27. apríl (Uncle Kracker - Follow me) Ása Kathy Dam, 21 ár, úr Kollafirði, var nr.1 í Vestmanna 11.mai (eternal flame) Alice Simonsen, 19 ár, úr Sørvági, var nr.2 í Vest- manna 11 mai (Eternal flame). Talið á luttakarum í ár hava verið gott 80, tá dansarar og kórsangarar verða taldir við. Vinnarin í kappingini verður 10.000 krónur rík- ari. Nummar 2 fær 5.000 krónur frá høvuðs- stuðlinum KONTO'IN. Allir finalistarnir funnir Amerikanskar hernaðartyrlur á vitjan Ein Sea Hawk setir seg á flogvøllinum í Vágunum. Tær tríggjar tyrlurnar komu av amerikansku hernaðarstøðini í Keflavík í Íslandi, har tær hoyra heima Mynd: Atli S. Petersen Leygardagin vóru tríggjar amerikanskar hernaðartyrlur av slagnum Sea Hawk á vitjan í Føroyum. Ein teirra var eisini í Havn, har 500 fólk vóru og hugdu Mynd: Atli S. Petersen C M Y K 5 4 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 4 fólk í bili w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Bilpakkar Danmark Noreg úr 815,- úr 815,- úr 505,- úr 505,- Hetland Ísland Skotland úr 400,- úr 400,- úr 768,- úr 768,- úr 1.370,- úr 1.370,- Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Ferðist bíliga ... fyri hvønn Tórshavn - Bergen ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Lerwick ella hinvegin fyri hvønn Tórshavn - Seyðisfjørður ella hinvegin fyri hvønn Fráf. Tórsh.: 24/5, 31/5, 7/6, 30/8, 6/9 Fráf. Hansth.: 18/5, 25/5, 1/6, 8/6, 15/6, 17/8, 24/8, 31/8 Fráf. Tórsh.: 22/5, 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, 7/8, 14/8, 21/8, 28/8 Fráf. Seyðisfj.: 30/5, 6/6, 13/6, 20/6, 22/8, 29/8, 5/9 Tórshavn - Hetland - Skotland ella hinvegin fyri hvønn Bilpakkar 2. BYGGISTIG 5 NÝGGJ RAÐHÚS UNDIR HØGALEITI Í SALTANGARÁ TIL SØLU Húsini eru 120 m2 í tveimum hæddum. Í kjallaranum er durur, 2 kømur, alrúm, WC og fýrrúm. Í miðhæddini er gongd, WC, hjúnakamar, køkur og stova. Ringið og fáið nærri at vita! Sp/f TN-BYGGING Heimistovuvegur · FO-625 Glyvrar · Tel. 449510 ella 211310 e-mail: torben@post.olivant.fo