Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 94 - 22. mai 2002 Nr. 94 - 22. mai 2002 7 Fleiri av teimum gomlu bátabrúnum á Tvøroyri eru illa farnar, men nú er ætlanin at gera tær ístand VARÐVEITSLA Áki Bertholdsen Tvøroyri: Tvøroyrar Kommuna ætlar nú at taka eitt tak fyri at varðveita tær gomlu træbrúnnar í sókn- ini. Fleiri av hesum bátabrún- um av træi eru framvið fjørðinum, nógvar av teim- um eru rættiliga illa farnar. Hesar træbrúnnar vóru ein miðdepil í virkseminum á plássinum og tí hava tær eisini siðsøguligan týdning, men nú eru nógvar av teim- um í so ringum standi av roti, at tær eru avbyrgdar fyri at fólk ikki skulu brúka tær, tí tað er hættisligt. Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið at fara unir arbeiðið at varð- veita hesar brúnnar. Í fyrstu syftu verður hugsað um Hvítanesbrúnna undir bygninginum, har Poul Hansen helt til. Í øðrum lagi verður hugs- að um at gera skúlabrúnna ístand, tað er brúgvin undir gamla skúla í Trongisvági. Kommunan hevur fingið pelar frá SEV, sum ætlanin er at brúk at styrkja og lyfta endan á Hvítanesbrúnni upp. Skúlabrúnna hava fólk í grannalagnum boðið sær til at gera aftur ókeypis, út- vegar kommunan teimum tilfarið. Strandferðslan ætlar at Dúgvan skal sigla meiri, men tað góð- taka fakfeløgini ikki LEIRVÍKSLEIÐIN Áki Bertholdsen Siglingin hjá Strandferðsl- uni var ikki meiri enn kom- in í rættlag eftir verkfallið hjá Skipara- og Navigatør- felagnum, so hevur ein nýggj ósemja tikið seg upp sum eisini er ein hóttan ímóti siglingini um Leir- víksfjørð. Strandferðslan hevði ætl- að at økja túratalið um Leirvíksfjørð so at Dúgvan kom at sigla ein túr afturat á miðdegi, umframt at hon skuldi sigla longri út á kvøldið. Tilsamans skuldi hon sigla einar 900 túrar fleiri um Leirvíksfjørð um árið, enn hon hervur gjørt higar- til. Men fyri at tað skuldi lata seg gera, hevur ta verið neyðugt at seta eina mann- ing afturat umborð á Dúgv- una, so at tað hereftir verða tríggjar manningar knýttar at skipinum, higartil hava tað verið tvær. Strandferðslan sigur, at hetta er neyðugt fyri at tað skal bera til at halda regl- arnar um hvíld til manning- arnar. Fakfeløg nokta Men hetta vilja fakfeløgini ikki góðtaka. Øll tey trý feløgini, sum hava manning umborð á Dúgvuni, hava boðað Strandferðsluni skrivliga frá, at tey góðtaka ikki ætl- anina hjá Strandferðsluni. Tey trý feløgini eru Skip- ara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at hendan nýggja skipanin, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk, er ikki umfatað av sáttmálanum. – Tað stendur eisini í sátt- málanum, at verða mun- andi broytingar settar í verk, kann tað bara gerast eftir samráðingar við fak- feløgini, men tað er ikki gjørt í hesum føri. Fakfeløgini siga, at tey fara ikki at góðtaka nýggju ferðaætlanina hjá Strand- ferðsluna uttan at tað er gjørt eftir samráðingar við feløgini, men sum støðan er í løtuni, eru tey ikki so frægt sum kunnað um ætl- anina. Feløgini boða tí frá, at inntil feløgini og Strand- ferðslan eru samd um broytingarnar, fara tey at nokta manningini á Dúgv- uni at sigla eftir nýggju ferðaætlanini so at hon bara fær loyvi at sigla, sum hon plagir eftir gomlu ferðaætl- anini. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at tann nýggja ferðaætl- anin er ein stór broyting frá tí, sum manningin er von við. – Skulu tríggjar mann- ingar umborð á Dúgvuna, hvørvur øll yvirtíðin og tað fer at merkja ein munandi lønarniðurskurð hjá mann- ingini. – Vit hava tískil biðið Strandferðsluna um sam- ráðingar um støðuna. Fáa vit ikki tær samráðingarnar, kann hvat sum helst henda, sigur hann, uttan at hann útgreinar tað nærri. – Vit skulu hava semju um nýggju vaktarskipan- ina, samstundis sum lønin hjá manningini skal skerj- ast minst møguligt, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann heldur, at verður arbeiðið skipað øðrvísi, kundi tað borið til at hildið reglurnar um hvíld, hóast siglt verður meiri. Fyri gerðarrætt Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan hevur fullan rætt at gera, tað, hon hevur gjørt. – Vit hava eisini lagt broytingarnar fyri mann- ingina á Dúgvuni og sam- skift við hana um nýggju ferðaætlanina, so tann part- in av sáttmálanum hava vit hildið. – Strandferðslan hevur rætt at tulka sáttmálan, sum vit gera og vit hava ikki gjørt annað, enn tað, vit hava heimild til eftir sátt- málanum. Hann sigur, at málið er eisini lagt fyri Fíggjarmála- stýrið, sum hevur gjørt sátt- málan og har eru tey samd í, at Strandferðslan hevur rætt at seta broytingarnar í verk og meiri ætlar hon ikki at gera við málið. – Er ósemja um, hvussu sáttmálin skal tulkast kann málið leggjast fyri ein gerð- arrætt, sum so kann taka støðu, sigur Reidar Nòn- fjall. Siglingin hjá Dúgvuni um Leirvíksfjørð í vanda Fara at gera brúnnar ístand Brúgvin niðanfyri húsið, sum heilsølan hjá Poul Hansen helt til í, er ein av brúnum framvið Trongisvágsfirði, sum ætlanin er at gera ístand Siglingin um Leirvíksfjørð er ikki meiri enn byrjað aftur aftaná verkfallið, fyrrenn ein nýggj ósemja hevur tikið seg upp Sinnisbata varð sýtt at fáa at vita, hvør skuldi seta psykiatr- iska samskiparan, sum nú er settur. Hetta vildi felagið ikki góðtaka og kærdi Serforsorgina til løg- tingsins umboðs- mann SINNISBATI Turið Kjølbro Sum einasta áhugafelag í landinum hjá sálarliga sjúk- um og avvarðandi teirra, metir Sinnisbati, at tað var bæði rímiligt og rætt, at felagið fekk – um ikki um- boðan, so innlit í, hvør mannaði bólkin, sum hevur sett fyrsta psykiatriska samskiparan at taka sær av psykiatriska økinum í Føroyum. At seta samskip- ara burtur av til psykiatr- iska økið hevur verið eitt av hjartamálunum hjá Sinnis- bata í nógv ár. Tá ið Serfor- sorgin noktaði felagnum innlit í, hvør mannaði bólk- in, gjørdi Sinnisbati ikki mætari enn at kæra Serfor- sorgina inn fyri løgtingsins umboðsmann. – Sum áhugafelag mettu vit, at tað hevði verið gott, um felagið kundi vera við til mæla til, hvør psykiatr- iski samskiparin skuldi vera. Hetta varð sýtt okk- um, men at sýta okkum at fáa at vita, hvør sat í bólk- inum, sum skuldi tilmæla, hvør samskiparin skuldi vera, meta vit ikki er rætt, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata. Tískil kærdi felagið Ser- forsorgina inn til løgtings- ins umboðsmann. Hesin hevur longu svarað kæruni og víst hana aftur í fyrsta umfari út frá teirri grund- geving, at felagið kundi havt kært Serforsorgina til Almanna- og heilsumála- stýrið fyrst. – Hví vit ikki kærdu til Almanna- og heilsumála- stýrið fyrst, er tí, at vit í grundini ikki reiðiliga vistu, hvar vit skuldu kæra. Aftaná kunnu vit siga, at vit áttu at havt kært har fyrst, sigur Svenning av Lofti. Psykiatriski samskiparin er settur, men hvør viðkom- andi er, er ikki alment enn. Formaðurin í Sinnisbata leggur dent á, at kæran til løgtingsins umboðsmann ikki skal tulkast soleiðis, at felagið hevur nakað ímóti samskiparanum, ei heldur Serforsorgini. – Vit hava góð viðurskifti við Serforsorgina og vit heilsa nýggja samskiparan- um vælkomnum. Tað er mannagongdin í málinum, sum vit hava kært, sigur Svenning av Lofti. Sinnisbati kært Serforsorgina til løgtingsins umboðsmann – Tað er harmiligt, at Tvøroyrar kommuna er fús at lata serstovur og amboð fara fyri skjeyti, tí hon ikki vil gjalda fyri savnsrøktina. Ógvu- liga spell, at ein kommuna vil ganga so vítt fyri at halda upp á nøkur prinsipp, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag SAVNSRØKTIN Turið Kjølbro Týsdagin í farnu viku skrivaðu Føroya Lærara- felag, Kommunusamskipan Føroya, Mentamálastýrið og Fíggjarmálastýrið undir semju um savnsrøktina, sum hevur veruð stríðsmál í nógv, nógv ár. Men beinan- vegin varð greitt, at eina kommunan í Kommunu- samskipanini, Tvøroyrar kommuna ikki góðtekur semjuna, sum ikki er bind- andi fyri kommunurnar í felagsskapinum. Í viðtali í blaðnum fríggjadagin sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Finnleif Gutte- sen, at semjan skúgvar út- reiðslur frá landinum yvir á kommunurnar og tað vil Tvøroyrar kommuna ikki góðtaka. Avleiðingarnar av, at Tvøroyrar kommuna ikki vil bindast av semjuni, eru, at blokadan av savnsrøktin, sum umfatar kommunurn- ar, ið eru limir í Føroya Kommunufelag, nú eisini umfatar Tvøroyrar komm- unu. Tað merkir, at lærarar á skúlunum í hesum komm- unum ikki sleppa at røkja stovurnar og amboð. Hendan blokadan hevur verið í gildi í fleiri mánaðir nú, og avleiðingarnar av henni eru, at hvørki høli ella amboð nógva staðni eru nýtilig longur. – Tað er hugstoytt og harmiligt, at ein kommunu meldar frá, serliga tá ið tað ræður um prinsipp og ikki pengar. Tað sum verri er, er, at Tvøroyrar kommuna er fús at lata høli, serstovur og amboð fara fyri skjeyti, tí hon ikki vil gjalda fyri savnsrøktina, ein upphædd, sum liggur um 20.-30.000 kr. um árið. Landið rindar fyri helmingin og Føroya Lærarafelag er avgjørt um, at tað er Tvøroyrar komm- una, sum sleppur sær undan ábyrgdini. Ógvuliga spell, at ein kommuna vil ganga so vítt fyri at halda upp á nøkur prinsipp, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, for- kvinna í Føroya Lærara- felag. Undir drúgvu samráðing- unum um savnsrøktina heitti Føroya Lærarafelag á Kommunusamskipan Før- oya um, at semjan skuldi verða bindandi fyri komm- unurnar í felagsskapinum, men Kommunusamskipan- in hevur alla tíðina gjørt greitt, at tað ikki ber til at gera avtalur vegna allar kommunurnar, sum hava eykaútreiðslur við sær. Sum skilst roynir Menta- málastýrið framvegis at finna eina loysn viðvíkj- andi savnsrøktini við hinar kommunurnar. Seinasta fríggjadag vóru umboð frá Mentamálastýrinum á fundi við Føroya Komm- unufelag. - Sum einasta áhugafelag hjá sálarliga sjúkum og avvarðandi teirra, vildu vit ikki góðtaka, at okkum varð noktað at fáa at vita, hvør skuldi seta psykiatriska samskiparan, sigur Svenning av Lofti Tvøroyrar kommuna sleppur sær undan ábyrgdini FRAMSÝNING Turið Kjølbro Leygardagin letur lista- framsýning upp í Ros- kilde Kunstforening við verkum hjá Kára Svens- son. Framsýningin verð- ur opin fram til 22. juni. Bjørn Dahl, borgarstjóri í Roskilde, býður væl- komin, og Lisbeth L. Petersen, fólkatingslim- ur, heldur røðu. Undir ferniseringini er før- oyskur dansur við dansi- ringinum Fótatraðk, sum heldur til í Dan- mark, og borðreitt verð- ur við føroyskum mati og øl. Sum málari hevur Kári Svensson flutt seg frá naturaliska lands- lagsmálninginum. Hann er farin frá tí figurativa við føroyskum fjøllum, havinum og bygdunum til abstrakta formmálið, har kjarnan í størri mun er málningurin sjálvur. Tað avgerandi í teimum nýggjaru verkunum er litklangurin, javnvágin í myndunum umframt rútmiska og dýnamiska úttrykkið. Myndirnar hava gjørt seg leysar frá myndaevninum. Tað er ikki longur veruleikin, sum hann hevur sæð hann, sum verður endur- givin, men heldur egnar upplivingar av náttúruni, tað sum er trupult at lýsa við orðum. Kári Svensson, sum er føddur í 1954, byrjaði at mála í 1986. Hann hevur tikið lut á nógvum fram- sýningum uttanlands síðani. Kári Svensson í Roskilde Í seks kommunum verður savnsrøktin dagførd í hesum døgum, men á Tvøroyri verður savnsrøktin framvegis blokerað. Savnsmynd C M Y K 7 6