Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 22. mai 2002 27 Í londunum kring okkum er tað vorðið alt meira vanligt, at ítróttarfeløg av ymsum slag hava tikið amerikanska hugskotið »cheer-leaders« til sín. Fram til mánadagin var hetta tó ikki nakað, sum føroysk fótbóltsfeløg høvdu tikið til sín, men tað hava yngstu gentur- nar hjá B36 nú broytt. Undan dystinum móti HB komu tær nevnliga á vøllin, har tær í einar fimm minuttir royndu at hita áskoðarnar upp, soleiðis at lagið var hitt rætta alt fyri eitt, tá grannauppgerðin móti HB varð blást ígongd. Helst høvdu ungu kvinnurnar vónað, at úrslitið av dystinum hevði verið nakað øðrvísi, men vónandi hava tær tó ikki mist mótið, soleiðis at vit aftur kunnu síggja tær, tá B36 næstu ferð spælir á heima vølli. Sigurin á útivølli ímóti einum av odda- liðunum hevði við sær, at Óli Johanne- sen og liðfelagarnir komu fimm stig burt- ur frá niðurflytingini 1. DEILD DANMARK Jóannes Hansen Tað er framvegis ikki greitt, hvat fyri eitt felag Óli Johannesen fer at umboða eftir summarsteðgin. Tað er heldur ikki greitt, um felag- ið, sum hann hevur umboð- að seinastu árini, eftir sum- marsteðgin verður í næst- bestu deildini, ella um teir fara at flyta niður í 2. deild. 2. hvítusunnudag lætnaði tað eitt sindur hjá Óla Johannesen og liðfeløg- unum, sum kortini fram- vegis eru illa sperdir av hóttanini av niðurflyting. 2–1 sigurin hjá Hvidovre á útivølli ímóti HFK Sønder- jyllandi hevði við sær, at Hvidovre kom sær fimm stig burtur frá niðurflyting- arplássinum. Skive hevur bara ellivu stig og er flutt niður. Síðani eru fleiri lið, sum hava 23 stig. B1909, sum er næstniðast, vann hesa ferð óvæntað á útivølli ímóti Brønshøj. Liðið úr Odense vann 1–0, og har- við lyftu teir sær upp á sama stigatal sum eitt nú Fredericia og B93. Kolding hevur 24 stig, og so hevur Hvidovre 28 stig. Óli Johannesen hevur verið skaðaplágaður í eitt skifti nú í vár. Hesa ferð var hann aftur í miðverjuni hjá Hvidovre, sum var á odda 1–0 í hálvleikinum. Eftir steðgin vóru teir í HFK so óhepnir, at teir gjørdu sjálv- mál. Í 78. minutti minkaði heimaliðið um munin. So trýstu teir fyri at javna, men tað eydnaðist Óla og teim- um at koma undan við øll- um stigunum. Óli Johannesen var ikki millum málskjúttarnar hjá Hvidovre hesa ferð. Hóast hann er í miðverjuni, so er Óli tann, ið hevur skorað næstflest mál fyri Hvidovre í hesum kappingarárinum. Toppskjúttin hevur skorað níggju mál í landskapping- ini, og Óli Johannesen hev- ur skorað sjey mál. Sigurin á HFK hevði við sær, at góða gongdin síðstu vikuna helt fram. Næstsein- ast spældi Hvidovre ímóti Køge, sum er á uppflyting- arkós. Hvidovre vann tann dystin 3–0. Hóast óskilið sigst vera og er stórt í Farum, so gongst tað væl í fótbólti- num. Hesa ferð vann Farum á heimavølli 3–1 ímóti Her- følge, sum hevur havt rættuligan undanvind sein- astu tíðina. Køge hevði vit- jan av B93, sum varð sent til hús við 2–1 tapi. Gamla stórfelagið á Eysturbrúgv stendur heilt illa í tí. Fredericia við Johan B. Hansen hevði vitjan av Frem, sum seinastu tíðina hevur havt eitt sindur ilt við at hanga uppií toppinum. Høvuðsstaðarfelagið megn- aði ikki at fáa meiri enn 2–2 við sær aftur til Valby. Randers Freja, sum hevur Atla Gregersen í spælara- hópinum, vann á heima- vølli 3–1 ímóti Skive, sum longu er flutt niður í 2. deild. Jákup Mikkelsen var mánakvøldið við næstbesta liðnum í Molde á Bislett í Oslo NOREG Jóannes Hansen 2. hvítusunnudagur var næstan hjá øllum í tippulig- uni í Noregi frídagur. Bara ein dystur var á skranni. Tað var útsetti heimadyst- urin hjá Sogndal, sum hev- ði vitjan av Bryne. Higartil hevur gingið illa hjá gamla føroyska felag- num, men hesa ferð eydn- aðist. Sogndal vann 3–2, men tað sá leingi einki út. Bryne fekk hol á í síðsta minuttinum undan steðgi- num, tá teir komu sær í kontraálop. Eftir stegðin kom Sogndal upp á javn- leik, og teir løgdu seg eisini á odda 2–1. Málini komu í 53. og 56. minuttunum. Tíggju minuttir seinni javnaði Bryne enn eina ferð, og so sá tað út sum um, at Sogndal enn eina ferð skuldi fara av vøllinum uttan at hava vunnið. Men fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað Sogndal at senda bóltin í málið aftan- fyri Knut Lillebakk, mál- verjan, sum Bryne hevur leigað úr felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde. Í høvuðsstaðnum Hjá Jákupi Mikkelsen er fótbóltslívið í Noregi einki hugaligt í hesum døgum. Hann er á beinkinum hvørja ferð besta liðið spælir, og so ferðast hann runt stóra Noregi við næst- besta liðnum. 2. hvítusunnukvøld vóru hann og liðfelagarnir á Molde liðnum í 2. deild í Oslo. Har spældu teir ímóti Frig, ið er eitt av feløg- unum, sum hevur heima- vøll á Bislett. Hetta navnið komast fleiri ivaleyst við í sambandi við frælsar ítrótt- ar kappingar. Jákup megnaði sína upp- gávu til fulnar. Molde vann 2–0. Tað var eisini støðan í steðginum. Men tað er neyvan ein tílíkan dyst, at ein málverji, sum hevur roynt at verða danskur meistari, og sum hevur vart føroyska málið ímóti nógv- um heimsstjørnum, fer at minnast. Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Farum 25 17 - 6 - 2 56 29 27 57 2 Køge 25 17 - 3 - 5 49 28 21 54 3 Frem 25 13 - 8 - 4 48 28 20 47 4 HFK Sønderj.25 14 - 3 - 8 47 43 4 45 5 Herfølge 25 12 - 7 - 6 41 29 12 43 6 B 1913 25 11 - 9 - 5 39 32 7 42 7 Randers F. 25 12 - 5 - 8 48 28 20 41 8 AC Horsens 25 9 - 8 - 8 32 26 6 35 9 FC Aarhus 25 9 - 6 - 10 34 38 -4 33 10 Hvidovre 25 7 - 7 - 11 39 44 -5 28 11 Kolding FC 25 6 - 6 - 13 39 52 -13 24 12 Fredericia 25 5 - 8 - 12 34 36 -2 23 13 B93 25 6 - 5 - 14 32 50 -18 23 14 Brønshøj 25 6 - 5 - 14 35 55 -20 23 15 B 1909 25 6 - 5 - 14 38 59 -21 23 16 Skive 25 2 - 5 - 18 28 62 -34 11 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvid- ovre), Johan Byrial Hansen (Fredericia) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyn 8 7 - 0 - 1 15 8 7 21 2 Molde 8 4 - 2 - 2 14 8 6 14 3 Bodø/Glimt 8 4 - 2 - 2 13 7 6 14 4 Rosenborg (M)8 4 - 1 - 3 16 10 6 13 5 Odd. Grenl. 8 4 - 1 - 3 11 9 2 13 6 Våleranga 8 3 - 3 - 2 12 8 4 12 7 Viking 8 3 - 3 - 2 14 11 3 12 8 Stabæk 8 3 - 3 - 2 12 11 1 12 9 Lillestrøm 8 2 - 4 - 2 7 6 1 10 10 Brann 8 3 - 1 - 4 11 14 -3 10 11 Bryne 8 2 - 1 - 5 8 15 -7 7 12 Moss 8 1 - 3 - 4 9 18 -9 6 13 Sogndal 8 1 - 2 - 5 10 20 -10 5 14 Start 8 0 - 4 - 4 6 13 -7 4 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Tað lætnaði eitt sindur hjá Hvidovre Sogndal fyrsta sigurin Fótbóltsdansur Yngstu genturnar hjá B36 royndu undan grannauppgerðini at fáa rætta lagið á áskoðararnar, og hetta megnaðu tær í øllum førum betri enn besta manslið felagsins Mynd: Álvur Haraldsen -har tað hendir 27 26 Nr. 94 - 22. mai 2002 Eftir tríggjar dystir í 2. deild hevur Sumba fult stigatal. Mána- dagin vunnu sumb- ingar útsetta dystin móti B36 við tveim- um málum móti ongum. Heimaliðið fekk tveir leikarar riknar av vølli í seinna hálvleiki 2. DEILD Jákup Mørk Sumba er oddalið í 2. deild, nú tríggir dystir eru leiktir. B36 tók mánadagin móti Sumba á heimavølli, og endin var, at sumbingar fóru við øllum stigunum. Tað var tó B36, sum legði harðari út og hevði eisini tann fyrsta málmøguleikan. Ein langur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, har ein B36-ari kom at standa rættiliga leysur. Hann valdi tó at skjóta fyrstu ferð, og bólturin fór framvið. B36 hevði bóltin nógv meira hesa fyrstu løtuna av dystinum, men eftir hetta kom stutt sagt einki burtur- úr. Sumbingar vardu væl og satsaðu uppá skjótálop. Tað var eisini eftir eitt slíkt, at Sumba fekk tað fyrsta málið. Ein langur bóltur varð sendur fram móti brotsteiginum. Johnny Skibenæs var hægstur og snittaði hann víðari til Hall Dam Jacobsen, sum gjørd- ist púra leysur við málverj- anum. Hann hevði góða tíð og legði Sumba framum. Hetta var ein dyggur smeitur fyri B36, sum hevði havt leikliga yvirvág tó uttan at fáa nakað burt- urúr. Sumba økir Í seinna hálvleiki var tað aftur B36, sum skuldi leggja trýst á, meðan Sumba meira var í bíði- støðu. Hesin taktikkur eydnað- ist avbera væl, tí B36 megnaði ikki at skapa nakrar veruligar málmøgu- leikar eftir steðgin, men hinvegin var tað Sumba, sum økti um leiðsluna. Aftir hesuferð var tað Johnny Skibenæs, sum var upphavsmaður til málið. Hann fekk ein bólt beint uttanfyri brotsteigin, og hann sendi stutt til Eirik Joensen, sum var leysur við málverjanum, og hann skoraði. Samanumtikið var sigur- in hjá Sumba fult uppibor- in, og liðið hevur nú fult stigatal eftir tríggjar dystir. B36 hevur hinvegin fingið ein sigur, ein javnleik og eitt tap. Sumbingar kunnu væl gerast drúgvir í ár, og oddaliðini fara óivað at hava eyguni við Sumba gjøgnum kappingina. Móti endanum av dystin- um rak dómarin tveir mans hjá B36 av vølli. Orsøkin í báðum førum var, at leikararnir vóru ov frekir í munninum móti dómaran- um. Við bert níggju monn- um hevði B36 ongan møguleika at koma innaftur í dystin. B36 – Sumba 0-2 (0-1) 0-1: Hallur Dam Joensen 0-2: Eirik Joensen Hjálparvenjarin hjá danska landsliðnum verður í hvussu so er tvey tey næstu árini venjari hjá meistara- liðnum í Brøndby SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað valdar friður í danska fótbóltsheiminum. Í hvussu so er í superliguni, har síðsta umfarið var á skránni hóskvøldið. Men tað verður arbeitt av lívsins kreftum handan leiktjøldini. Sáttmálasam- ráðingar eru millum spæl- arar og feløgini, sum teir hava verið í og við feløg, sum eru áhugað í at keypa spælarar, og á venjara-síð- uni gongur eisini nógv fyri seg. Síðsta kappingarár varð venjarin skiftur út í helm- inginum av feløgunum í superliguni. Brøndby var eitt av feløgunum, sum skifti venjara. Åge Hareide legði frá sær, Tom Køhlert tók við, og Brøndby vann meistaraheitið, sum teir nú siga, at teir neyvan høvdu vunnið, um norski venjarin hevði hildið fram í felag- num. Tom Køhlert er ikki nýggja typan av venjara. Hann tykist eitt sindur bygdasligur og trívst ikki við miðlafólkunum kring seg alla tíðina. Longu tá hann tók ábyrgdina at venja besta Brøndby liðið á seg, segði hann, at hetta var bara fyribils og inntil summar- steðgin. Tá ætlaði hann sær aftur til unglingaliðið, og maðurin, sum í áttatiár- unum gjørdi Brøndby til fleirfaldar meistarar, hevur hildið orð. Tað hevur leingi ljóðað, at Michael Laudrup skuldi vera nýggi venjarin í Brøndby. Login undir gitingunum kveiktist av álvara, tá Michael Laudrup í vetur boðaði frá, at hann eftir HM endaspælið í Japan og Suðurkorea ikki ætlaði sær at halda fram í starvinum sum hjálparvenj- ari hjá danska landsliðnum og Morten Olsen. Mánadagin vórðu tíðind- ini staðfest. 1. juli fara Michael Laudrup og Brøndby undir samstarv. Michael Laudrup skal vera venjari. Í fyrstu atløgu er tvey ára sáttmáli undir- skrivaður, og partarnir siga seg vóna, at samstarvið fer at halda longri enn so. Felagið sigur seg vera ovurfegið um, at teir hava fingið ein av bestu spælar- unum í heiminum tey seinastu árini og ein av mest avhildnu persónunum í fótbóltsheiminum í sín part. Michael Laudrup sigur seg vera fegnan um, at hann fær møguleikan at verða venjari í felagnum, sum hann spældi í barnaárini og árini, sum hann var í bestu deildini í Danmark (burtur- sæð frá tá hann sum 16 ára gamal var í KB, har John Kramer var venjari). Í 1983 fór Michael Laudrup, sum er føddur 15. juni í 1964, úr Brøndby og til Lazio. So spældi hann í Juventus, Barcelona og Real Madrid, áðrenn hann gavst og seinni gjørdist hjálparvenjari hjá Morten Olsen. Fyrsti dysturin hjá teimum báðum við danska landsliðsróðrið var 16. august í 2000 í Gundadali. Nú Michael Laudrup er komin aftur til Brøndby, er ringurin komin saman aftur. Pápi Michael, Finn Laudrup, spældi síni sein- astu fótbóltsár í Brøndby, har svágur hansara, Ebbe Skovdal, sum nú er venjari í Aberdeen, í nógv ár og í fleiri umførum hevði á- byrgdina av besta liðnum. Yngri Laudrup beiggin, Brian, spældi eisini ung- dómsárini og fyrstu vaksnamanna árini, áðrenn hann varð seldur uttan- lands, í Brøndby. Nú vóna teir í Brøndby, at samstarvið við Michael Laudrup skal knýta gávu- ríku familjuna tættari at felagnum. Tað kann hava týdning, sum næsta ættar- liðið fer at vaksa til – bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Ivasamir Per Bjerregaard var høv- uðsmaður í Brøndby, tá Michael Laudrup spældi har, og hann er framvegis stjóri í Brøndby. Bæði Per Bjerregaard og Michael Laudrup harmast um, at tað gjørdist neyðugt hjá nýggja venjaranum at taka við í summar í staðin fyri á nýggjárinum komandi, sum ætlanin var, áðrenn Åge Hareide segði seg úr starv- inum. Stjórin og nýggi venjarin ásanna, at skotbráðið verð- ur stutt hjá nýggja venjar- anum frá tí, at hann kemur aftur frá HM endaspæl- inum og inntil farið verður undir nýggja kappingarárið í superliguni. Ein av spurningunum, sum greiða skal fáast á, er, hvørjir spælarar fara at vera í Brøndby eftir summar- steðgin. Álopsspælarin Peter Madsen varð sunnudagin kosin ársins spælari 2001–2002 í superliguni. Hann fór sama dag við landsliðnum til HM enda- spælið. Tað verður roknað við, at Brøndby hevur møguleika at selja hann fyri einar 50 milliónir krónur, men eingin avgerð verður tikin um hetta, fyrrenn hann kemur aftur frá HM endaspælinum. Tað sigur í hvussu so er Per Bjerre- gaard. Michael Laudrup ætlar, at liðið hjá honum skal spæla sambært fótbólts- fatanina, sum hann sjálvur altíð hevur havt: – Tað snýr seg um at vinna, og tað vilja vit sjálv- andi. Men vit ætla okkum at undirhalda, vera spæl- stýrandi og framrættaðir, sigur Michael Laudrup. Útsøgnin er ikki óvæntað, tá hugsað verður um, hvat hesin snillingurin hevur staðið fyri í Italia, Spania, og á danska landsliðnum, og hvat hann og Morten Olsen hava viljað og við- hvørt hava megnað at fingið danska landsliðið at víst á vøllinum. B36 – Sumba 0-2 (0-1): Sumbingar fult stigatal Sumba vann triðja dystin av trimum møguligum, og teir eru nú einsamallir á odda í næstbestu deildini Mynd: Álvur Haraldsen Michael Laudrup skal venja Brøndby Michael Laudrup, sum her sæst sita á Hotel Føroyum, verður nýggjur venjari hjá donsku meistarunum úr Brøndby C M Y K 26