mikudagur 22. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 22. mai 2002
25
Púra óvæntað vann
HB dystin móti FS
Vágum, tó at tað
var um reppið, at
vágamenn við 10
monnum vunnu
seg upp á javnt
2. DEILD
Jákup Mørk
Vágamenn vóru longu
undan kappingini mettir
sum stórfavorittar at
vinna aðru deild, og tað
var eisini soleiðis, at teir
fóru inn á vøllin leygar-
dagin, tá útidysturin
móti HB var á skránni.
Tíggju móti ellivu
Tað var tó so hampuliga
skjótt greitt, at her
skuldi talan ikki gerast
um nakran avgreiðslu-
spurning hjá vágamonn-
um. HB var alla tíðina
væl við í spælinum, og
tá vágamenn í fyrra
hálvleiki fingu leikara
riknan av vøllinum, tí
hann hevði bjargað við
hondini, lá væl fyri hjá
HB. Rani Debes Christ-
iansen, sum nú aftur
spælir eftir at hava verið
skaddur í nærum hálvt
annað ár, setti eftir-
fylgjandi brotssparkið í
netið, og hetta varð so
eisini hálvleiksstøðan.
Í
seinna
hálvleiki
gjørdi HB skjótt av.
Fyrst skoraði Pætur við
langskotið. Síðani økti
Rani Debes Christian-
sen aftur, og tá Rókur av
Fløtum Jespersen síðani
økti til 4-0, eftir at hann
var fyrstur á returbólti,
var líkt til, at HB skuldi
vinna ein óvæntaðan
stórsigur.
Hesin varð tó av ong-
um. Fyrst og fremst tí
venjingarstøðan
hjá
gestunum var nakað væl
betri enn hon hjá heima-
liðnum.
Tjúgu minuttir fyri
leiklok minkaði John
Johannesen um munin,
og tá Clayton tíggju
minuttir seinni minkaði
um munin, sóu teir
tíggju
vágamenninir
brádliga møguleikan at
fáa stig við sær aftur, og
tað var eisini um reppið,
at hetta eydnaðist. Stutt
fyri leiklok var Clayton
aftur á blettinum, og
seinastu løtuna tveittu
gestirnir alt fram í
royndunum at javna, og
tað mundi eisini eydn-
ast. Men nærri enn eini
roynd, sum varð bjagað
á málstrikuni, komu teir
tó ikki.
Yvir høvur var talan
sostatt um eitt flott úrslit
hjá HB, og tað skal einki
takast frá teimum í so
máta. Men tað skerst tó
ikki burtur, at skal
ætlaða uppflytingin hjá
FS Vágum gerast veru-
leiki, so eru neyvan ráð
til alt ov nógv mistøk av
hesum slagnum.
HB-FS Vágar 4-3(1-0)
1-0: Rani Debes
Christiansen
2-0: Pætur Dahl
3-0: Rani Debes
Christiansen
4-0: Rókur av Fløtum
Jespersen
4-1: John Johansen
4-2: Clayton Soares
4-3: Clayton Soares
Talvolympiadan
verður í ár í Slovenia,
og hjá føroyingum
eru vónirnar betri
enn nakrantíð.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Fyrst í august verður før-
oyska olympiaduliðið út-
tikið, og enn er kampur um
plássini. Kappingin verður
leikt um mánaðarskifti
oktober/november.
Seks
telvarar fara at umboða
Føroyar, og fýra av hesum
hava nærum longu við
vissu tryggjað sær pláss, og
teir eru:
John Arni Nilssen, 27
ár, 2384 ratingstig
Skopuningurin, sum er
búsitandi á flatlondum,
hevur telvað væl seinasta
árið. Síðani eina skuffandi
FM-kapping í Vestmanna í
fjør - har ratingtalið endaði
niðri á 2315 - hevur hann
veruliga ment seg við
góðum úrslitum á flatlond-
um. John Arni er rímiliga
aktivur nú á døgum, hevur
valt sínar kappingar gjølla
og er tískil væl fyrireik-
aður. Í dag er hann uttan iva
føroya sterkasti telvari.
Nærum 100 ratingstig eru
niður til næsta mannin á
føroyska
ratinglistanum.
John Arni hevur enn før-
oyameistaratittulin til góðar
John Arni
umboðaði
Føroyar á fyrsta borði í OL
2000, og tá var hann nær
við sín fyrsta IM-norm eftir
einastandandi úrslit. Vón-
andi vísur hann minst sama
støði í Slovenia.
Heini Olsen, 32 ár,
2299 ratingstig
Fimmfaldaði føroyameist-
arin úr Klaksvík, sum
somuleiðis er búsitandi á
flatlondum, hevur verið
sera aktivur eftir FM í fjør.
Tá endaði talvliga niður-
gongd hansara, tí síðani
hevur gingist væl hjá
Heina. Spakuliga nærkast
hann aftur 2300-markinum,
og tað gevur góðar ábend-
ingar til OL, sum hann
mangan hevur luttikið í.
Í seinastu olympiadu
mannaði Heini triðja borð
við ivasomum úrsliti. Í ár
tekur hann møguliga pláss-
ið á øðrum borði frá IM
John Rødgaard, og tað fer
ivaleyst at geva honum
eyka stimbur at stríðast fyri
góðum úrsliti. Heini hevur
mangan verið álitið hjá
føroyingum
í
farnum
olympiadum.
IM John Rødgaard, 47
ár, 2272 ratingstig
Nevnir tú Talvolympiadu,
mást tú eisini nevna IM
John Rødgaard. Síðani
1984 hevur tvøramaðurin
verið fastur fúsur á før-
oyska liðnum, og hvørja
ferð hevur hann verið álitið
sjálvt við frálíkum úrslit-
um. John hevur rutinu sum
fáur, og er ein sannur fong-
ur á olympiaduliðnum.
Síðani OL-2000, har
hann hevði gott úrslit,
hevur tó ikki hilnast væl hjá
John á heimliga talvøkin-
um, undantikið FM-2001,
sum hann ognaði sær. Tvær
ivasamar liðkappingar og
eitt fjórða pláss í árligu
FM-kappingini er úrtøka
hansara seinastu árini, sum
somuleiðis sæst á rating-
listanum. Men sum sagt,
John hevur frálík OL-úrslit
at vísa á, og í OL-høpi er
rutinu eisini alneyðug.
Hans Kristian
Simonsen, 18 ár, 2196
ratingstig
Føroyameistarin úr Kolla-
fjørði fær eftir ætlan pláss á
OL-liðnum, vegna hansara
FM-heitið og sum besti
unglingur. Hans Kristian er
okkara nýggja stjørnuskot,
ikki minst eftir simultan-
sigurin á Garry Kasparov
fyri góðum ári síðani, men
eisini fyri síni frálíku úrslit
síðani
nevnda
sigurin,
undantikið Atlantic Week-
end kappingina í Keyp-
mannahavn herfyri, har
hann telvaði væl undir
miðal.
Spennandi
verður
at
fylgja Hans Kristiani í
olympiaduni,
har
hann
helst verður eykaleikari,
sum sætti maðurin á lið-
num.
Kampur um tvey pláss
Eingin hevur enn játtað
sína OL-luttøku. Vit eiga tí
ikki at taka luttøkuna hjá
nevndu telvarum fyri givið.
Talvsambandið
hevur
boðað frá, at umframt fýra
fastir telvarar, verða somu-
leiðis tveir eyka-leikarar
úttiknir. John Arni, Heini
og John verða fyrstvaldir,
meðan Hans Kristian er
eykamaður. Síðani verða
tveir mans valdir aftrat, og í
skrivandi løtu eru tríggir
um boðið til hesi tvey pláss,
tá rating viðvíkur.
Talan er um Flóvin Tór
Næs, 2251 ratingstig, Eyð-
un Nolsøe, 2232 ratingstig,
og Ólavur Simonsen, 2208
ratingstig. Allir hava fyrr
umboðað Føroyar í OL, og
eru hesir tríggir eisini sera
javnir telvarar.
Eftir Atlantic Weekend-
kappingina herfyri, vísur
tað seg at Ólavur í løtuni
hevur togað seg framum
Eyðun í rating. Nógv kann
enn broytast á listanum, tí í
juli-mánaða fara fleiri av
nevdu telvarum at royna
seg í kappingum, og hjá
summum er tað eisini
neyðugt um OL-pláss skal
náast. Spennandi verður tí
at fylgja gongdini.
Tá OL-liðið loksins skal
úttakast, vigar føroyska
ratingtalið mest, men eisini
altjóða ratingtalið og onnur
ávíkavís krøv verður hugt
nærri at.
HB-FSV 4-3 (1-0)
Favorittarnir
koppaðu
Vágamenn og Jens Erik Rasmussen fingu sær ein ordans
skelk, tá teir vóru í Gundadali. Eitt skifti var HB á odda
4-0, men tað var tó um reppið, at vágamenn kortini
fingu stig við sær heimaftur
Mynd: Álvur Haraldsen
OL-liðið 2002
Hans Kristian Simonsen sleppur fyri fyrstu ferð við til talv-OL, men í fyrsta umfari verður hetta helst sum eykaleikari
25
24
Nr. 94 - 22. mai 2002
Eftir vónbrotið
leygardagin reistust
vágamenn annan
hvítusunnudag, tá VB
var á vitjan
2. DEILD
Jákup Mørk
Ofta verður tikið til, at
munurin millum deildirnar
í føroyskum fótbólti er stór-
ur, og hetta varð so dyggi-
liga undirstrikað, tá VB
annan hvítusunnudag vitj-
aði í Vágunum.
Ikki tí. Bæði liðini halda
til í næst bestu deildini,
men meðan VB er uppflyt-
ari og fyrst og fremst stríð-
ist fyri at halda sætið í
deildini, eru vágamenn júst
fluttir niður og hava ætlanir
um eina skjóta afturvendan
til bestu deildina.
Eingin ivi
Tað var heldur ikki so
leingi, so hevði heimaliðið
líka sum gjørt greitt, at tap-
ið í Gundadali leygardagin
ikki var annað enn ein kiks-
ari.
Bjarni Prior legði fyri við
málskjótingini, og tá Clay-
ton so nakað seinni sendi
bóltin í kassan, so var dyst-
urin meira ella minni av-
gjørdur, tí vágamenn høvdu
alla tíðina avgerandi orðið
at siga í dystinum.
Undan steðginum gjørdu
vágbingarnir sjálvmál, og
so fór at rapa. Fimm ferðir
eftir
steðgin
eydnaðist
vágamonnum at skora, og
trivaligi sigurin kann ikki
annað enn styrkja teir í
trúnni um, at liðið er nóg
sterkt til at vera við í oddi-
num.
Stórar uppgávur
Sum nevnt, so er málsetn-
ingurin hjá liðunum heldur
ymiskur, men fyri báðar
partar verður talan um sera
týdningarmiklar dystir kom-
andi vikuskifti.
Tá skal FS Vágar til
Sands, har hin niðurflytarin
úr 1. deild, B71, tekur
ímóti. Eftir stigamissirnar
um vikuskiftið er hetta ein
dystur, har hvørgin parturin
hevur ráð at tapa, og iva-
leyst fer hetta at geva eina
greiða ábending um, hvus-
su støðan í oddinum fer at
laga seg.
Vágbingar fara tá til
Leirvíkar, har heimaliðið
eisini telist millum teirra,
sum berjast fyri tilveruni í
deildini.
Sjálvandi fellur ikki nøk-
ur avgerð í hesum dysti-
num, men fyri restina av
kappingini og í øllum før-
um fyri aktuellu støðuna á
stigatalvuni verður helst
talan um ein dyst, sum hev-
ur stóran týdning í botn-
stríðnum.
Dysturin í tølum:
FS Vágar-VB 8-0(3-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Clayton Soares
3-0: Sjálvmál
4-0: Elfinn Ørvarodd
5-0: Bjarni Prior
6-0: Birgir Joensen
7-0: Clayton Soares
8-0: Jákup Joensen
FSV-VB 8-0 (3-0):
Stórsigur í Vágunum
Vagbingar runnu fyri tað mesta aftan á teimum á heimaliðnum, tá FS Vágar í útsetta dystinum vunnu stórsigur
á uppflytarunum
Mynd: Edvard Joensen
Annað vikuskiftið á
rað vann KÍ tryggan
sigur, og liðið hevur
longu nú lagt hampu-
liga fjarstøðu til nið-
aru sessirnar
2. DEILD
Jákup Mørk
Hóast tað í skjótt nógv ár
hevur verið fastur táttur hjá
KÍ, at teir eisini eiga lið í 2.
deild, so hevur tað oftani
staðið nógv á í so máta.
Vanliga hevur liðið talst
millum teirra, sum berjast
fyri at sleppa undan niður-
flytingini, og onkun tíð
hevur talan verið um upp-
og niðurflytingardystir, áðr-
enn framhaldandi tilveran í
deildini er tryggjað.
Lítil mótstøða
Í so máta man tað vera
hugaligur
lesnaður,
nú
klaksvíkingar líta at stiga-
talvuni fyri aðru deild. Eftir
at teir í fyrsta umfarinum
vórðu smurdir av í Fugla-
firði, hevur liðið nú vunnið
tveir dystir á rað, og hóast
kappingin er long, so er tað
hugaligt at fjarstøðan niður
til botnin longu tykist at
vaksa.
Leirvíkingar høvdu sum
heild lítið at bjóða uppá, tá
teir komu um fjørðin leyg-
ardagin.
Klaksvíkingar
vóru grammari eftir øllum
bóltum. Teir royndu at
trýsta, og við Olgar Daniel-
sen í álopinum er vandin
fyri einum máli altíð til
staðar.
Tað var tó Gunnleivur
Biskopstøð, sum fekk ein-
asta málið í fyrra hálvleiki,
og eftir steðgin kom so
veruliga ferð á. Leon
Bjartalíð økti, áðrenn altíð
vandamikli Olgar fekk sær
eitt mál, og móti dystar-
enda kundi Johan N. Han-
sen steingja og sløkkja, tá
hann var seinasti maðurin á
enn einum KÍ álopi.
KÍ er sum nevnt longu nú
í ferð við at sleppa sær
undan niðurflytingarvanda-
num, men tað stendur ikki
eins væl til hjá leirvíking-
unum. Higartil hava teir
bert tey trý stigini, sum teir
vunnu frá grannunum úr ÍF,
og skal talan ikki gerast um
alt ov hart niðurflytingar-
stríð, so skulu helst nøkur
stig koma á kontina nakað
skjótt. Fyrsti møguleikin
fyri hesum verður komandi
vikuskifti. Tá koma upp-
flytararnir úr VB á vitjan,
og tann dysturin fer kanska
at geva eina ábending um,
hvussu botnstríðið fer at
laga seg hetta kappingarár-
ið.
Dysturin í tølum
KÍ-LÍF 4-0(1-0)
1-0: Gunleiv Biskupstøð
2-0: Leon Bjartalíð
3-0: Olgar Danielsen
4-0: Johan Nystrøm Hansen
2. DEILD
Jákup Mørk
Sum niðurflytarar skuldu
sandoyingar
ivaleyst
roknast sum favorittar, tá
teir leygardagin vitjaðu á
Krossinum
í
Sumba.
Gaman í er ikki so langt
síðani, at Sumba var í
bestu deildini, men árið í
fjør bendi tó tann vegin,
at Sumba ikki er búgvið
til uppflytingarstríðið í
aðru deild.
Tað mundu sandoying-
ar hinvegin halda seg
vera, men teir máttu to
ásanna, at tað framvegis
er alt annað enn lætt at
vinna sær stig á Krossi-
num.
Skoraði móti
gamla liðnum
Sumbingarnir stríddust
nevnliga frá fyrsta bríks-
li. Teir vóru grammari á
flestu bóltunum, og tó at
sandoyingar royndu at
svara aftur, so eydnaðist
teimum ikki at skapa teir
heilt stóru málmøguleik-
arnar.
Hinvegin
vóru
tað
sumbingar, sum løgdu
seg á odda, tá Bjørjn
Thorsteinsson um miðjan
fyrra hálvleik sendi bólt-
in í netið. Bjørn spældi
annars við júst B71 í far-
na kappingarári, men
hann hevur so í ár valt at
skifta til Sumba, og í øll-
um førum munnu sumb-
ingar fegnast um hetta.
Seinastu trý korterini
royndu sandoyingar at
trýsta, til tess at fáa í øll-
um førum annað stigið
við sær, men heimaliðið
helt alla tíðina ímóti, og
syrgdu teir við hesum
fyri, at teir undan dystu-
num annan hvítusunnu-
dag vóru einasta liðið í
deildini við fullum stiga-
tali.
Sum nevnt aðrastaðni í
blaðnum, so helt hendan
støðan sær eisini eftir
halguna, og eru sumbing-
ar soleiðis oddalið, tá teir
komandi vikuskifti fáa
vitjan av ÍF, sum snøgt
sagt skal vinna, um fjar-
støðan til oddin ikki skal
gerast alt ov stór, næstan
áðrenn kappingin er by-
rja.
Tá fáa sandoyingar
vitjan av FS Vágum, og
tann dysturin fer helst at
geva eina ábending um,
hvussu teir báðir niður-
flytararnir fara at skikka
sær í oddastríðnum í
næstbestu
deildini
í
summar.
Dysturin í tølum
Sumba-B71 1-0 (1-0)
1-0: Bjørn Thorsteinsson
KÍ-LÍF 4-0 (1-0):
KÍ stimar uppeftir
Sumba-B71 1-0 (1-0):
Sumba hevur
framvegis fult
Sumba vann týdningarmikla heima-
dystin móti B71, og syrgdu sostatt fyri,
at teir eru einasta liðið við fullum
stigatali í deildini
Lesið
-tað loysir seg
C
M
Y
K
24