mikudagur 22. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 22. mai 2002
23
22
Nr. 94 - 22. mai 2002
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
–Tey bóðu meg um endiliga
at nýta hetta upplivilsið, og
tað gjørdi eg eisini. Eg nýtti
tað hundrað prosent.
Orðini
eigur
Heidi
Andreasen. Sekstan ára
gamla eiðisgentan var fyri
góðari
viku
síðani
í
Monako og savnaði sær
minnir, ið best kunnu kall-
ast dreymar fyri onnur, men
fyri hana gjørdist tað veru-
leiki. Hon var í fýra dagar
mitt í verðini í ríkamanna-
landinum Monako, har hon
var innstillað til at gerast
ársins og heimsins besta
ítróttarfólk. Tað gjørdist ein
uppliving fyri lívið fyri
Heidi, ið frá byrjan til enda
varð borin á lógvum, og
einki varð spart fyri at gera
hennara uppliving til nakað
serligt.
Í einum landi, har einans
rey ríkastu ríku sleppa at
búgva kundi Heidi Andrea-
sen ferðast og gera dreym
til veruleika. Í fýra dagar
við einans reinum luksus
gjørdist hon ein dreym fá-
tækari, men eina stóra upp-
living ríkari. Tað rakk ikki
til sigur, men upplivingin
skuggaði alt annað.
Innstillað
Alt byrjar við, at Heidi
Andreasen í februar mánað
fær at vita, at hon er inn-
stillað til eina virðisløn.
Virðislønin, ið hon er inn-
stillað til, er partur av til-
takinum Laureus World
Sports Awards. Talan er um
nakrar viðurkendar virðis-
lønir, ið ítróttafólk meta
sum ein tignarligan heiður
at fáa. Nevnast kann m.a.,
at ársins ítróttarfólk hjá
monnum hesaferð gjørdist
týski Formel 1 koyrarin
Michael Schumacher, og
allar tær kendastu ítrótta-
stjørnurnar møta eisini upp
fyri at taka ímóti heiðuri og
hitta onnur kend ítróttafólk.
Alt tiltakið verður hildið í
Monako, og tað verður ikki
spart við nøkrum. Ítrótta-
fólk av hesum slag eru eis-
ini von við tað besta av tí
besta, og tað er eisini hetta,
ið tey fáa í Monako. Enda-
málið við tiltakinum er eis-
ini av savna saman pening
til frama fyri ítrótt í niður-
undirkomnum londum í
Afrika. Hetta er triðja árið,
at kappingin verður hildin,
og hon verður stuðlað av
fyritøkum sum Mercedez
og aftanfyri kappingina
standa eisini ein hópur av
kendum ítróttafólki. Eins
og við Oscar virðislønu-
num í filmi, so er tað eitt
akademi, sum velur ímill-
um tey innstillaðu. Aka-
demiið er mannað av eldri
víðagitnum ítróttafólki.
Tað verða latnar sjey
virðislønir: Fyri besta avrik
hjá einum manni og einari
kvinnu. Fyri besta lið, fyri
ársins comeback, fyri besta
»Newcomer«, fyri tann
besta í alternativum ítrótta-
greinum og so Sportsper-
son with a disability, har
føroyska Heidi Andreasen
eisini var í uppskotið.
Allar virðislønar verða
latnir fyri avrik í farna ári-
num, t.e. 2001.
Eftir olympisku leikirnar
í 2000 í Avstralia skrivaðu
tey frá ÍSB nøkur um Heidi,
men tey havi ikki frætt nak-
að nærri síðani. Síðani hev-
ur tann ovasta fyri svimj-
ingina virkað fyri, at Heidi
skuldi vera innstillað. Tað
er serliga fyri hennara avrik
í EM, har tað gjørdist til
fleiri gullmerki og eitt
heimsmet, at Heidi verður
nevnd á heimasíðuni hjá
Laureus.
–Tað var ein heiður bara
at gerast innstillað. Tað var
heilt fantastiskt og ein sigur
í sær sjálvum. Eg varð als
ikki skuffað, tá eg ikki
vann, sigur Heidi Andrea-
sen, sum sigur, at hon var
bangin fyri, hvat hon skuldi
siga og gera, um hon vann.
Vinnararnir í ár gjørdist
so kend nøvn sum Goran
Ivanisevic, Jennifer Capri-
ati, Juan Pablo Montoya og
so eisini Michael Schu-
macher.
Vinnarin í kappingini,
har Heidi luttók, varð há-
lendska Esther Vergeer,
sum spælir tennis í koyri-
stóli. Tjúgu ára gamal
Esther hevur seinasta árið
verður at kalla einaráðandi
innan tennis fyri fólk í
koyristóli.
Einki spart
Dagin eftir, at Heidi er
komin aftur til landið, situr
hon hinumegin borðið um-
ringað av familju og venj-
ara sínum, Katrin D. Johan-
sen. Teir nógvu myndirnar
skulu skoðast bæði væl og
virðiliga, og tað er ikki sørt
so nógv tey vita at fortelja
frá túrinum. Við sær í
Monako
hevði
Heidi
Katrina og foreldrini, Niels
Emil og Honnu Andreasen.
Eisini vóru Bartal Kass frá
Føroya Lívstrygging og
Tórður Mikkelsen frá Sjón-
varpi Føroya við á ferðini.
Túrurin gjørdist reint
marglæti hjá Heidi og
hennara. Tað er rættiliga
týðuligt, at tey eru væl
nøgd við túrin, og tað er
heldur ikki so undarligt.
Túrurin hjá Heidi og
hennara ferðalag var frá
Sunnudegi til hósdag, tá tey
aftur settu fótin á land í
Føroyum. Á ferðini var í
orðsins rætta týdningi fyr-
sta floks. Allan vegin vóru
Heidi og Katrin vartaði upp
á fyrsta klassa.
–Tað var alt sum ein
dreymur. Tað hevur altíð
verið mín dreymur at skulu
uppliva sovorðið. Tað var
heilt fantastiskt, sigur Heidi
Andreasen við einum stóri
smíli.
Í Monako sleppur nevni-
liga ikki hvør sum helst at
búgva. Tú skalt eiga einar
750.000 kr. á bók fyri at
sleppa at búgva har, og alt
landið er fylt við ríkdómi.
Skatt gjalda tey lítið av, og
tað er vanligt, at múgvandi
ítróttafólk og onnur flyta til
Monako fyri at sleppa betur
at njóta teirra pengar.
Meðan tær vóru staddir í
Monako búðu tær, Heidi og
Katrin, á Grand Hotel, sum
telist millum stásiligastu
gistingarhúsini i Monako. Í
onkrari av fríløtunum vitj-
aði føroyska ferðalagið
m.a. umborð einari snøgg-
ari yacht, ið tað íðir við í
marinaini í Monako. Or-
sakað av, at Heidi er so ung,
fekk hon loyvi til at tak
Katrina við sær.
Handan
Sunnukvøldið og Mána-
kvøldið varð skipað fyri til-
tøkum fyri Heidi og hinar
gestirnar. Mánakvøldið var
stórur døgurði, har luttak-
aralistin innihelt ein heilan
hóp av kendum films- og
ítróttastjørnum.
Til øll tiltøkini var nógv
gjørt fyri trygdina. Eingin
slap inn uttan øll pappírini
vóru í ordan. Til stóra
døgurðan mánakvøldið var
m.a. skipað fyri uppboðs-
sølu, har múgvandi gestir-
nir kappaðust um at lata av
teirra ríkidømi fyri ymsar
lutir.
Tað heilt stóra kvøldið
var týskvøldið. Talan var
um eitt rættiligt galla kvøld,
har teir fínaru kjólarnir
skulu finnast fram.
Til
endamálið
hevði
Heidi eisini fingið ein kjól-
an gjørdan til sín. Tóra Tór-
garð og Trina Hansen, sum
saman eiga fyritøkuna De-
sign, høvdu gjørt Heidi ein
vakran reyðan kjóla til
kvøldið. Kjólin var m.a.
skrýddur við yvir túsund
smáum perlum, ið allar
vóru hondseymaður.
Heidi sigur, at tað vóru
fleiri, ið løgdu til merkis
hennara kjóla og røstu hon-
um.
Til handanin vóru ymisk
kend fólk komin at handa
tær ymsu virðisløninirnar.
–Vit vóru sett soleiðis, at
tey kendastu sótu fremst,
og tey gjørdust minni og
minni kend longur afturi,
siga tær báðar, Heidi og
Katrin.
Tað gjørdist ikki Heidi,
sum vann, men hetta gjørd-
ist hon ikki skuffað yvir.
Bert tiltakið var eitt ovur-
stórt upplivilsi.
Hetta
kvøldið
kundi
Heidi og hennara ferðast
millum tey kendastu kendu
í ríkmannabýnum. Tey lata
eisini væl at og siga, at øll
vóru fryntlig og fyrikom-
andi.
Tey fingu eisini gjørt eitt
sindur av reklamu fyri Før-
oyar, men tær halda, at tað
kundi verið gjørt meira, tí
nógv og týdningarmikil
fólk vóru til staðar.
Ikki hvíla
Hóast ein dreymur gjørdist
veruleiki, og Heidi hevur
nátt ein tind, iðhon kanska
fær trupult at náða aftur, so
er bæði hon og venjarin
Katrin á einum máli um, at
hetta er lítið av miklum.
–Hetta er næstan einki;
eitt lítið stig á vegnum. Eg
ætli mær nógv longur, tí
nógv er enn at náða, sigur
ein avgjørd Heidi Andrea-
sen.
Hetta seinasta upplivilsið
í Monako hevur – um nak-
að – givið henni blóð á
tonni at halda áfram við at
venja og støðugt gerast enn
betri.
Venjarin Katrin er eins
avgjørd og Heidi sjálv.
–Vit mugu ikki hvíla nú,
sigur Katrin D. Johansen.
Næsti varðin á leiðin
verður í desember, tá HM í
Argentina er á skránni.
Heidi Andreasen var fyri
ikki so langari tíð síðani
løgd undir skurð, og form-
urin er ikki tann besti í løtu-
ni, men í summar bíða
harðar og málrættaðar venj-
ingar.
Til dagligt venur Heidi
saman við hópinum í Havn-
ar
Svimjifelag.
Nakrar
ferðir um vikuna venur
Katrin hana einsamalla, so-
leiðis at hon fær sum mest
burturúr.
Tær báðar lata heilsa øll-
um fyri tann nógva stuðul,
ið føroyingar hava latið
teimum á nógvar mátar,
m.a. við at velja Heidi á
Internetinum.
Katrin vónar, at Heidi við
hesum kann fáa meira
stuðul, soleiðis at hon fær
betri sømdir og møguleikar
at venja. Við verandi ar-
beiðsskrá kann Heidi illa
vinna sær pengar í frítíðini
sum hennara javnaldrar, og
tað krevur nógv av eiðis-
gentuni at so nógv og ofta.
26. mai verður verður ein
sending í Sjónvarpi Føroya,
ið Tórður Mikkelsen gjørdi,
meðan hann var við Heidi
og hinum í Monako.
Vit onnur kunnu fegnast
um, at Heidi heldur áfram
við at gera Føroyar og før-
oyska ítrótt kendari.
Dreymurin gjørdist veruleiki
Boris Becker var til staðar í Monako fyri at handa landsmanni
sínum Michael Schumacher virðislønina fyri besta
ítróttarligar avrik hjá einum mannfólki fyri 2001. Heidi
Andreasen fekk eisini møguleikan at taka eina mynd av sær
saman við Boris Becker.
Víðagitni rennarin Edwin Moses sat í nevndini, ið velur úr,
hvør skal vinna Laureus World Sports Awards. Her er hann
avmyndaður við Heidi.
Kendi sjónleikarin Eriq La Salle var við í tyrluni, ið Heidi og
Katrin fóru við av gistingarhúsinum til flogvøllinum. Eriq La
Salle er serliga kendur úr sjónvarpsrøðini ER(Skadestuen).
Heidi saman við vinnaranum av kappingini, Esther Fergeer, ið
spælir tennis í koyristóli.
Heidi fekk ein kjóla seymaðan serliga til sín og hennara serliga
kvøld.
Tað var ógvuliga stórsligið, tá virðislønirnar vórðu
handaðar.
Dreymur varð til veruleika, tá Heidi Andreasen vitjaði í Monako, tí hon var
innstillað til at vinna heiðurin sum heimsins besta ítróttarfólk. Í fýra dagar vóru tey
vartaði upp sum greivar og borin á lógvum í einum landi, ið er fyri tey ríkastu ríku.
Einki varð spart, og Heidi var mitt í verðini, tá hon ferðaðist millum kongalig og
heimskend ítróttarfólk í kappingini um at gerast heimsins besta
Monako er eitt land fyri
tey ríku. Pinkulandi við
32.000 íbúgvum er fylt
við luksus og ríkidømi.
–Hetta er næstan einki;
eitt lítið stig á vegnum.
Eg ætli mær nógv
longur, tí nógv er enn at
náða, sigur ein avgjørd
Heidi Andreasen. Her er
hon avmyndað við
familjuni.
C
M
Y
K
22