mikudagur 22. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 22. mai 2002
21
Eftir trilvandi fyrra
umfar hevði heima-
liðið so mikið gott tak
á stóran part av
seinna umfarinum, at
tað átti at verið púra
óneyðugt, at ivi skul-
di verða um, hvar
stigini fóru at enda
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Í góðveðrinum á Svanga-
skarði 2. hvítusunnudag var
fótbóltsspælið einki at rópa
hurrá fyri. Serliga í 1. hálv-
leiki var spælið – ikki minst
hjá heimaliðnum – sera illa
skipað. Bóltførleikin var
eyðsýniliga lítið neyvur,
sendingarnar vóru ofta
skeivar, og spælararnir
fluttu seg so mikið fyri
hvørjum øðrum, at hann
við bóltinum nógv oftast
bara hevði ein og viðhvørt
ongan upplagdan møgu-
leika.
B68 vann 2–1, og tað var
einki at siga til sigurin.
Fyrra partin av seinna um-
farinum vóru teir greitt
omaná. Møguleikar stóðust
undir málinum, eftir upp-
spæl í báðum borðunum.
Eftir flata innleggið frá
John Hera Dam úr vinstru
og útfrá, kom ein verju-
spælari ímillum, áðrenn
Jann Ingi Petersen kundi
skjóta, og John Heri sendi
úr góðari støðu uppum við
kalda høgra beininum, tá
Arnold Joensen hevði lagt
út frá baklinjuni í høgru.
Gylti møguleikin
EB/Streymur legði bragd-
liga fyri, og stóran part av
fyrra umfarinum vóru tað
gestirnir, sum spældu fyr-
stu violin mitt á miðvølli-
num. Ronnie Samuelsen
var besti sentrali miðvallar-
in, og onkra ferðina var um
reppið, at hann spældi Sor-
in Anghel leysan.
Rumenski álopsspælarin
fekk gyltan møguleika, tá
fimm minuttir vóru farnir.
Eitt sindur frammanfyri
miðstrikuna
kom
hann
ímillum ónevyt B68 upp-
spæl, hann sneiddi framvið
tveimum, Hans Fróði Han-
sen var óheppin og datt, og
tá Sorin Anghel kom á
brotsteigarmarkið, smekk-
aði hann til, og bólturin fór
langt omanfyri.
B68 fólkið dróg andan
lættari, og gestirnir á og
kring vøllin iðraðu seg um,
at tað ikki eydnaðist at fáa
mál og harvið at broyta
fyritreytirnar fyri dystinum
fullkomuliga.
Øssur fyri seg sjálvan
Øssur Hansen var í vinstra
álopsborði hjá B68. Hann
var nógv tann eyðsýndasti
maðurin á vøllinum. Hann
hevði bóltførleikan, sum
teir flestu restaðu, hann
hevði sjálvsálit, og hann
hevði dirvi og tyngdina,
sum skal til, tá ein og tveir
spælarar skulu leggjast
afturum.
Øssur skoraði til 1–0 upp
á fyrsta møguleikan, sum
fall heimaliðnum í lut – um
tað bar til at kalla tað fyri
møguleika. Tíggju minuttir
vóru farnir, tá Jan Petersen,
sum hesa ferð var aftastur í
trímansverju, legði fríspark
úr høgru og innfyri brots-
teigin. Anders Nygaard
sneiddi við høvdinum í
brotsteigin, og so kiksaði
hjá EB/Streymi. Knút Vest-
urtún, Hallur Jacobsen og
Christian Calrsson megn-
aðu fyri tað mesta at halda
B68 frá fatinum, men hesa
ferð stóðu teir saman við
hinum og hugdu at, meðan
Øssur Hansen tamdi og
mitt fyri málinum potaði
framvið sakarleysa og ann-
ars trygga Gunnari á Steig.
Kanska kundi roknast
við, at málið fór at loysa
upp, so heimaliðið fór at
spæla meiri frígjørt, men
tað gjørdu teir ikki. Hóast
Fróði Benjaminsen ikki enn
á ár hevur verið á støðinum,
sum í fjør gjørdi, at hann
varð nátúrligt var til ársins
spælara, so var tað týðuligt,
at hann var leikbannaður
hesa ferð.
Gloymdu kuldan
Eftir steðgin var heimaliðið
omaná. Bogi Petersen stóð
seg væl, tá hann kom inn á
miðvøllin, og hann var við í
uppspælinum, tá B68 mið-
skeiðis í 2. hálvleiki økti til
2–0. Bogi spældi Arnold
Joensen í høgru, Arnold
sendi flatt í brotsteigin,
Jann Ingi Petersen leyp upp
um bóltin, og so var Anders
Nygaard á rætta staðnum
røttu løtuna. Úr heilt stutt-
ari fjarstøðu stýrdi hann
bóltinum í málið.
So var tað, at B68 hevði
yvirvág og kundi havt skor-
að fleiri mál. Tað gjørdu
teir ikki. Sorin Anghel var
farin
av
vøllinum,
tá
EB/Streymur fimm minutt-
ir undan leikloki minkaði
um munin. Eftir uppspæl í
høgru endaði bólturin hjá
liðformanninum
Ronnie
Samuelsen. Bólturin stik-
laði eina ferð, og so smekk-
aði Ronnie til úr 20 met-
rum.
Klassamálverjin
Michal Kokoszanek tveitti
seg í fullari longd, men tað
sang í netinum, og so kend-
ist tað, sum um toftamenn-
inir vóru eitt sindur strong-
dir. Góðveðrið var avloyst
av gráum og ráðum veðri,
men báðu megin vøllin
vóru áskoðararnir so mikið
spentir, at teir ikki tóktust
leggja kuldan til merkis.
Kortini
gjørdist
tað
ongantíð rættuliga vanda-
mikið.
Hóast talan á ongan hátt
var um ófantaligt spæl – tað
var dysturin fyri tað mesta
ov dovin til – so var gula
kortið fimm ferðir á lofti.
Tað var hugvekjandi. Mitt í
2. hálvleiki kom Fríðin
Ziskason fyri fyrstu ferð
inn á B68 liðið. Hann varð
skiftur inn á ytsta miðvall-
arplássið í vinstru og ikki
mitt á miðvøllin, har hann
heilt víst hevði gjørt størri
nyttu, tá tað skuldi stríðast
fyri stigunum.
Dysturin í tølum
B68-EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Øssur Hansen 12
2-0: Andreas Nygaard 67
2-1: Ronnie Samuelsen 84
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Michal Kokoszanek –
Hans Fróði Hansen, Jan
Petersen, Messias Perreira
– Marlon Joreg, Jann Ingi
Petersen, Oleif Joensen,
John Heri Dam – Arnold
Joensen, Anders Nygaard,
Øssur Hansen
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Knút Vesturtún, Christian
Carlsson, Alfred Jacobsen
– Marni Djurhuus, Jákup
Martin Joensen, Ronnie
Samuelsen, Hans Pauli
Samuelsen – Andrzej Pa-
cek, Sorin Anghel
B68-EB-Streymur 2-1 (1-0):
B68 gloymdi at binda um
Fyri tað mesta vóru tað toftamenn, sum vóru omaná, men seinastu
løtuna trýstu gestirnir fyri javnleikin, og nakrar spentar støður tóku
seg upp
Mynd: Finnur Justinussen
VB fekk trý týdn-
ingarmikil stig í
dystinum móti NSÍ
leygardagin í Vági.
Sigurin merkir, at
VB nú er komið á
stigatalvuna, meðan
NSÍ framvegis hev-
ur síni fyrstu stig til
góðar
2. DEILD
Bjartur Nolsøe
Tað var nógvur vindur í
Vági henda dagin, og var
tað VB sum spældi
undan í fyrra hálvleiki.
Vindurin darvaði spæli-
num nógv, og ofta vórðu
bóltarnir ov langir og
fóru út av baklinjuni.
Men sum fyrri hálvleikur
gekk, fekk VB meiri stýr
á spælinum, og fingu lagt
trýst á NSÍ.
Tá okkurt um korter
var farið, kundu vágbing-
ar komið á odda, tá Sig-
mund Mikkelsen gjørdist
púra leysur við mál-
manninum hjá NSÍ. Men
hann skeyt bóltin við
síðuna av málinum.
Einasta málið í dysti-
num kom aftaná 20 min-
uttir, tá Símun Samuel-
sen kom at standa fríur
ínni í brotsteiginum hjá
NSÍ, og kundi lætt skjóta
framvið málmanninum
til 1-0.
Hóast NSÍ hevði bóltin
nógv henda fyrra hálv-
leikin,
gjørdist
teir
ongantíð
vandamiklir.
Teir komu bert fram til
hálvar málmøguleikar,
og varð tað sum oftast
Mortan Hansen sum lá
framvið.
VB
harafturímóti
kundi fingið okkurt mál-
ið aftrat, millum annað
høvdu teir skot á stong-
ina.
VB var betri
Í seinna hálvleiki fekk
NSÍ nógva vindinn í
ryggin. Spælið bleiv eis-
ini flutt longur oman á
VB-hálvuna.
Nógvar
royndir vórðu móti VB-
málinum, men fóru tær
sum oftast við síðuna av.
Sjálvt um NSÍ hevði
vindin í ryggin, fingu teir
ongantíð tað flótandi
spælið fram. Heldur ikki
komu runavíkingar fram
til tær stóru upplagdu
málmøguleikarnar,
tí
tann seinasta avlevering-
in ongantíð var neyv
nokk.
Sum tíðin gekk og NSÍ
ikki kundi hótta VB, fór
luftin úr runavíkingum
og VB tók yvir aftur.
Seinnu helvt av seinna
hálvleiki var tað VB sum
var betra liðið.
Hóast mótvindin fingu
vágbingar flutt spælið
langt niðan á NSÍ-hálvu-
na, og komu teir eisini
fram til rímuliga stórar
málmøguleikar.
Tann størsta fingu teir í
seinasta minuttinum, tá
tveir
spælarar
komu
einsamallir móti NSÍ-
málmanninum,
men
onkursvegna fingu teir
skotið bóltin ov langt frá
sær, so málmaðurin fekk
hann.
Samanumtikið
ein
uppiborin sigur til VB,
og kunnu teir gleðast yvir
fyrstu stigini hetta kapp-
ingarárið.
Dysturin í tølum:
VB-NSÍ 1-0(1-0)
1-0: Símun Samuelsen
VB-NSÍ 1-0 (1-0):
VB á
stigatalvuna
21
20
Nr. 94 - 22. mai 2002
GÍ vann ein tepran
sigur, tá Skála vitjaði,
men við eitt sindur av
hepni kundu gestirnir
væl fingið í øllum før-
um annað stigið við
heimaftur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Hvørja ferð Skála fer á
vøllin í ár, hava teir møgu-
leika at seta nýtt innanhýsis
met. Skála hevur nevnliga
ongan tíð áður átt umboð í
bestu deildini, og tí hava
teir sjálvandi heldur ikki
fingið stig í bestu deildini
áður.
Í øðrum umfari skelkaðu
teir meistararnar úr B36, tá
hesir bert fingu annað stig-
ið við sær av Skála, og 2.
hvítusunnudag vitjaðu teir
so hjá silvurvinnarunum í
fjør, GÍ.
Stokkut hjá Súna
Fyrstu lítlu løtuna av dysti-
num vóru tað eisini favorit-
tarnir á heimaliðnum, sum
slerdu tónan an. Gøtumenn
royndu at leggja trýst á lið-
ið hjá Skála, men geistirnir
vóru fyri tað mesta væl
skipaðir, soleiðis at eingir
málmøguleikar av týdningi
íkomu.
Tað var eisini hampuliga
skjótt, at trýstið frá gøtu-
monnunum dovnaði, og
hetta tóktist eisini at hóva
gestunum væl. Spakuliga
royndu teir at flyta spælið
longur niðan á mótstøðu-
hálvuna, og í einstøkum
førum spurdust eisini mál-
møguleikar burturúr. Hin
besta átti Kári Nielsen
helst, tá hann breyt ígjøg-
num í síðuni, men vinkulin
gjørdist ov spískur, og Hall-
ur Hansen fekk beint at-
sóknina út til hornaspark.
Annars hevði GÍ hesa
ferð Súna Olsen á liðnum,
eftir at hann er komin aftur
úr yrkistilveruni í Hollandi.
Hesa ferð gjørdist leiklutir-
in hjá honum tó heldur
stokkutur. Fyrst fekk hann
ein snudd í lærið, og tá
hann nakað seinni brast
saman við mótstøðumann
noyddist hann av vøllinum
at verða seymaður yvir
eyganum.
Dánjal mundi avgjørt
Sum hálvleikurin leið, so
var Skála kanska liðið, sum
hevði betra spælið. Í øllum
førum royndu teir at spæla
sítt spæl, meðan lítið og
einki tóktist ganga eftir vild
hjá gøtumonnunum.
Tí var tað alt annað enn
óuppiborið, tá Skála stutt
eftir steðgin legði seg á
odda. Uppspæl úr verjuni
endaði í høgra borði, har
Alexandur Johansen var
staddur. Hann sendi inn-
fyri, og har eydnaðist Dán-
jali Hansen at troka seg
fram um GÍ verjuna, og við
fótinum beindi hann bóltin
í málhornið, uttan at Hallur
hevði nakran møguleika at
verja fyri.
Málið fekk nakað av ferð
á gøtumenninar, men tað
var kortini um reppið, at
Dánjal Hansen avgjørdi
dystin til fyrimuns fyri
Skála. Stutt eftir málið var
hann enn einaferð fyrstur á
einum innleggi, men hesa
ferð brast bólturin upp
undir tvørtræið og niður á
málstrikuna, og so kundu
gøtumenn rudda vandan
burtur.
Tað hóvaði sjálvandi gøtu-
monnum sera illa, at nýggja
liðið í deildini soleiðis
skuldi arga. Ikki minst
mundi tað kennast tungt hjá
Sámali Joensen, sum dag-
liga starvast á Skála, men
tjúgu minuttir fyri leiklok
var hann maðurin, sum
brádliga sendi GÍ á sigurs-
kós.
Eftir at teir í eina góðu
løtu høvdu lagt trýst oman
móti Skála-málinum, hevði
GÍ enn einaferð vunnið sær
hornaspark. Hesa ferð var
Sámal hægstur, og hann
stútaði bóltin upp í mál-
hornið.
Málið setti enn meira
ferð á GÍ, og smaár fimm
minuttir eftir at teir høvdu
javnað, lá bólturin aftur í
Skála málinum. Hesa ferð
var talan um sjálvmál, men
Bent Durhuus hevði lítið
annað at gera, tá bólturin
var sendur hart innfyri.
Sámal Joensen stóð púra
leysur aftan fyri verjuleik-
aran, men tá hannskuldi
beina bóltin burtur, var
Bent somikið óheppin, at
hann stútaði hann í egið
mál.
Fara at arga
Hetta gjørdist eisini avger-
andi málið í dystinum, og
tað var ikki sørt, at uppflyt-
ararnir iðraðu seg eftir
dystin. Í øllum førum hildu
teir seg hava uppiborið
annað stigið, og var skotið
hjá Dánjali á træverkið bara
ein sentimetur neyvari,
kundi talan eins væl verið
um trý stig.
Samanumtikið var alt
hetta tó akkurát ov lítið hjá
Skála, men tað er tó einki at
ivast í, at teir fara at arga
fleiri av hinum liðunum í
deildini. Næsti møguleikin
verður stevnudysturin móti
VB, og við hópin av heima-
áskoðarum til tann dystin,
er einki at ivast í, at Skála
menn enn eina ferð fara at
seta nøsina upp eftir stig-
um.
Gøtumenn harafturímóti
kundu fegnast um, at
drúgvu royndir teirra enn
einaferð høvdu tryggjað
teimum trý stig. Teir munnu
tó vera fullvæl vitandi um,
at teir skulu finna spæl
fram, um nakar hugsingur
skal vera um stig, tá teir
komandi vikuskifti vitja
oddaliðið í Gundadali. Til
ta tíð vóna teir eisini, at
Magni Jarnskor, Súni Fríði
Johannesen og Krzysotf
Popczynski er komnir í
betri venjingarstøðu, so-
leiðis at meira bit verður í
álopspartinum á liðnum.
Dysturin í tølum
GÍ-Skála 2-1 (0-0)
0-1: Dánjal Hansen, 57.
1-1: Sámal Joensen, 70.
2-1: Sjálvmál, 75.
Dómari: Suni Johannesen
GÍ: Hallur Hansen – Hans
Pauli Petersen, Bartal Elia-
sen, Leivur Hansen, Áslak-
ur R. Petersen – Magni
Jarnskor, Sámal Joensen,
Súni Olsen, Zdzislaw Janek
– Krzystof Popczynski,
Súni Fríði Johannesen
Skála: Eugen Voda – Ronni
Hansen, Rúni Rasmussen,
Áki L. Petersen, Bent Dur-
huus – Marius Joensen,
Kári Nielsen, Pauli Hansen,
Arnold Berg – Alexandur
Johansen, Dánjal Hansen
GÍ-Skála 2-1 (0-0):
Skála mundi arga aftur
Sámal Joensen, sum her
roynir seg við skoti, gjørdist
bjargingarmaðurin hjá GÍ,
tá hann um miðjan seinna
hálvleik stútaði hornaspark í
netið
Mynd: Jonhard Hammer
B36 fekk ein óvænt-
aðan sigur í Fuglafirði
móti einum sera
spøkum heimaliði, og
hetta var annar
ósigurin á rað hjá ÍF
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var B36, sum setti seg á
dystin frá byrjan av, tí
longu eftir fimtan minuttir
hevði útiliðið lagt seg fram-
um við tveimum málum.
Hetta var ein dyggur smeit-
ur fyri ÍF, sum ongantíð
megnaði at reisa seg eftir
hetta.
Fyrra málið skeyt Bergur
Midjord eftir gott uppspæl í
høgru síðu. Carl Høgnesen
verður sendur avstað í
høgra borði, og hann slepp-
ur aftur til baklinjuna. Síð-
ani sendir hann bóltin útfrá
til Berg, sum langar til frá
brotssparksblettinum, og
bólturin strýkur framvið
málverjanum, ið ikki hevði
nakran
møguleika
at
bjarga.
Hetta kom ógvuliga dátt
við hjá fuglfirðingum, og
bert fáar minuttir seinni
fingu teir enn ein frammaná.
Ein verjuleikari hjá ÍF
hevur bóltin á egnari hálvu.
Hann skal senda ein langan
bólt frameftir vøllinum,
men hann rakar í ryggin á
Tórálvi Poulsen, sum síðani
setir beina kós móti máli-
num. Hann sendir framvið
málverjanum í stongina og
inn.
Bert fimtan minuttir á
klokkuni, og B36 var longu
frammanfyri við tveimum
málum. ÍF royndi eftir hetta
at bíta frá sær, og onkuntíð
gjørdist tað vandamikið,
men B36-verjan megnaði at
halda fast um leiðsluna.
ÍF hevði bóltin meira enn
B36 restina av dystinum,
men alt ov lítið kom burtur-
úr
leikligu
yvirvágini.
Høgni á Lakjuni hevði kan-
ska tann besta málmøgu-
leikan hjá ÍF. Bólturin datt
fyri føturnar á honum, tá
hann var staddur beint
uttanfyri málteigin, men
René í málinum hevði eina
framúr góða bjarging.
Spakur hálvleikur
Í seinna hálvleiki skuldi ÍF
veruliga taka sær um
reiggj, um nakað skuldi fá-
ast burturúr hesum dysti-
num. Seinni hálvleikur var
tó ikki tann stóra fótbólts-
liga upplivingin. ÍF royndi
at trýsta, men heimaliðið
hevði tað ógvuliga torført
við at fáa gongd á álops-
spælið. Tað var ógvuliga
sjáldan, at René Tórgarð í
B36-málinum noyddist at
toyggja seg.
Tað var tó B36, sum økti
til 3-0. Eitt langt fríspark
verður sent úr høgru síðu,
og Tórálvur Poulsen leggur
bóltin niður í brotsteigin.
Hann langar til, og so var
støðan 3-0 til B36. Dystur-
in var nú í roynd og veru
avgjørdur, men ÍF fekk
pynta um úrslitið, tá Høgni
Zachariasen sendi eitt frí-
spark beinleiðis í netið. Eitt
sera vakurt mál.
Eftir at ÍF fekk eina
dreymabyrjan við einum 8-
1 sigri á KÍ, er liðið steðgað
upp.
Hetta
var
annar
ósigurin á rað, og ÍF tóktist
ikki sum eitt lið, ið hevur
kós móti 1. deild.
Dysturin í tølum
ÍF – B36 1-3 (0-2)
0-1: Bergur Midjord
0-2: Tórálvur Poulsen
0-3: Tórálvur Poulsen
1-3: Høgni Zachariasen
ÍF – B36 1-3 (0-2):
Óvæntaður sigur
Fuglfirðingar fingu
annan ósigurin á rað, tá
B36 vitjaði, og longu nú
tykist dreymurin um
uppflyting at kámast
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
20