Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 22. mai 2002 19 Fyrsta hálva tíman kundi HB lættliga skotið fleiri enn tey bæði málini, men í longdini vóru hesi kortini nóg mikið til at tryggja sigurin á grannunum, og longu nú er HB farið at líkjast einum favoritti FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Higartil hevur HB leikt tríggjar dystir í Gundadali. Eisini í triðju roynidni eydnaðist teimum at fáa fult, og enn heldur sigurs- vanda havnarliðið fulla ferð móti fótbóltsoddinum, har teir nú eru einsamallir á odda. Spenningurin var annars stórur, nú tey bæði stóru havnarfeløgini fyri fyrstu í ár skuldu bresta saman í landskappingini. Í steypa- kappingini hittust liðini í fjórðingsfinaluni, og tann dystin vann HB 3-0, men hetta úrslit kundi tó neyvan metast sum mátistokkur undan dystinum mánadag- in. Og seinastu meldingar- nar undan dystinum bóru kanska eisini boð um, at B36 hevði mestu fyrimun- irnar undan dystinum. Í øllum førum stóð greitt, at HB mátti vera vandamikla Una Arge fyriuttan, og hinvegin var Klæmint Matras loksins klárur at tørna út fyri meistararnar, eftir at hann stóran part av várinum hevur drigist við skaða í fótinum. At Klæmint nú var við aftur, vónaðu flestu svørt/ hvítu viðhaldsfólkini fór at viðføra, at meira bit fór at koma í B36-miðvøllin, sum hevur verið heldur tamur seinastu tíðina. Men hetta hendi ongantíð. HB greitt omaná Frá fyrsta bríksli var tað hinvegin HB, sum var oman á í flestum lutum. Serstakliga hevði B36 trupulleikar av at byrgja upp fyri miðvøllinum, har ein av teimum fýra – al- oftast Rógvi Jacobsen - alla tíðina varð fluttur upp í holið millum miðvøll og álop, og tá teir fýra á B36- miðvøllinum samstundis vóru mest sum á linju, fekk HB á hendan hátt lagt eitt stórt trýst oman moti B36- verjuni. Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn fyrstu mál- møguleikarnir fóru at vísa seg. Jón Rói gav grannun- um fyrsta hvøkkin, tá hann smoygdi sær inn millum miðverjarnar eftir eini sending. Einsamallur við Trónda fekk hann rulla bóltin móti málinum, men stólpin bjargaði B36 hesa ferðina. Sum minuttirnir gingu, so gjørdist tað alt meira sannlíkt, at talan fór at gerast um í minsta lagi eitt mál til eldra felagið. Kanska var talan ikki um so øgiliga nógvar upplagdar málmøguleikar, men hin- vegin var vanda á ferð mest sum hvørja ferð HB søkti oman ígjøgnum borðini, og eftir fyrsta korterið kom hol á. Tór-Ingar Akselsen, sum serliga í fyrra hálvleiki var eyðsýndur á høgra bakki, setti ferð á. Øll vinstra verjusíða hjá B36 gloymdi alt um at verja í økjum, og tá tveir mans royndu at steðga vágamanninum hjá HB, sendi hann oman í horni til Nico Dugaru. Rumenski miðvallarin sendi lágt inn fyri málið, og har eydnaðist Andrew av Fløtum at beina bóltin í málið. Málið fekk á ongan hátt teir í B36 at rakna við. Tvørtur ímóti tóktist hetta at skelka liðið, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn teir aftur vórðu revsaðir. Fyrst fór Andrew at kalla spákandi ígjøgnum verj- una, men Tróndur fekk meistarliga vart fyri skot- inum. Revsingin kom tó við eftirfylgjandi hornasparkið. Tá fekk Jón Rói Jacobsen somikið gott rásarúm við handara stólpa, at hann fyrst fekk tamt bóltin við lærinum, áðrenn hann smekkaði til, og so var 2-0. Kanska var hetta seinna málið besta dømi um, hvussu skelkaðir B36’arnir tóktust vera fyrsta góða hálva tíman. At lata ein av vandamiklastu álopsmonn- unum í landinum fáa so- mikið gott pláss við eini deyðbóltsstøðu tóktist í øllum førum at mest um okkurt slag av kamikaze- fótbólti. Vaknaðu av tilvild Eftir næsta málið mundu mong í eystara skýlinum óttast, at her kundi talan rættiliga gerast um sorl. HB sat snøgt sagt á øllum. Teir vunnu nógv teir flestu nærdystirnar, høvdu betri tamarhald á sendingunum, og yvirhøvur var talan um klassamun móti verandi meistarunum, sum longu nú tykjast ávegis at missa hetta heitið. Tað kom tó brádliga vend í, tá B36 fekk minkað um munin eftir fyrsta veruliga gjøgnumspælda álop teirra. Jákup á Borg var sjálvur við til at byrja álopi, tá hann fangaði returbólt úr B36 verjuni. Hann sendi Bárð Mortansson avstað, og tá øll HB-verjan elti John Petersen, sum rann diagonalt, slepti Bárður ístaðin innum um til Jákup, sum vendi sær og smekkaði til, so bólturin legði seg til rættis í handara síðuneti. Restin av fyrra hálvleiki var helst besta løtan hjá B326 hendan dagin. Teir royndu at leggja eitt líkinda trýst á mótstøðumenninar. Vunnu fleiri nærdystir, og tó at talan ikki var um teir heilt stóru møguleikarnir, so stóð hampuliga nógv á HB hesa løtuna. Byrjanin av seinna hálv- leiki bendi kanska á sama borðið, men eftir gott kor- ter fór luftin av heima- liðnum, og orsøkin var eyðsýnd. Klæmint Matras hevur verið skaddur í fleiri vikur, og tískil var orkan snøgt sagt ikki til heilan dyst. Útskifting var neyð- ug, og eftir hetta fekk HB aftur tak um. Teir í B36 vilja kanska iðra seg um, at tað ikki eydnaðist hvørki Jens Kristian Hansen ella Heina í Skorini at javna, tá teir tvær ferðir upp í slag stútaðu í fríari støðu, men hinvegin átti HB so sanni- liga eisini sínar møguleikar. Ikki minst tá Rúni Nolsøe hótti við at skjóta tvørtræið niðan á tennisvøllin, fyri síðani at síggja Rógva Ja- cobsen stúta returin uppum. Maktskifti Samanumtikið var talan kanska ikki um tað heilt stóru leikligu upplivingina. Til tess var spælið frá báðum pørtum ov óskipað í ov longum løtum. Men tað er valla nakar, sum fær sett ein fingur á, at HB triðja dystin í slag fór av vøllin við fullari úrtøku. Og hóast tað enn eru 15 umfør eftir at leika, so bendir longu nú nógv á, at eitt maktskifti aftur er farið fram í høvuðsstaðnum. Greipuna hevur B36 í øllum førum longu mist, og nógv skal broytast, um teir ætla sær at endurvinna FM- heitið. Størsta orsøkin til hetta er helst, at miðvøllur- in í ár tykist vera alt ov tunnur til at gera seg gald- andi móti teimum bestu. Kanska verður betri, tá Klæmint aftur er komin heilt fyri seg, men undir øllum umstøðum er miss- urin av Jan Guttesen ræð- andi stórur. Stutt sagt er eingin leikari á liðnum, sum á sama hátt er førur fyri bæði at vera bóltvinn- ari og sambindingarliður. HB hevur harafturímóti ikki færri enn tveir slíkar í Rúna Nolsøe og Rógva Jacobsen. Serstakliga tykist Rúni vera munandi betri fyri nú, enn hann var í fjør. Hartil er verjan í løtuni sera trygg, tó at Hans tykist hálvgum misnýttur sum vinstri bakkur og álopið verður helst tað, sum í ár fer at skjóta flestu málini av øllum í deildini. Hesa ferð var Uni Arge ikki við, men tá liðið kortini kann stilla við Andrew og Jón Róa á toppinum, eru allar orsøkir hjá mótstøðuliðunum at óttast HB, og saman lagt bendir hetta á, at vit longu nú hava funnið ein lítlan favoritt til gullmerkini, sum skulu handast í heyst. Dysturin í tølum B36-HB 1-2 (1-2) 0-1: Andrew av Fløtum, 16. 0-2: Jón Rói Jacobsen, 22 1-2: Jákup á Borg, 33. Dómari: Lassin Isaksen. Hóast hann ikki misti tamarhaldið á dystinum, so saknaði tú til tíðir meira konsekvens í dømingini. Bæði við fríspørkum, sum vórðu framd til tess at steðga uppspælinum hjá mótstøðumonnum, og ikki minst, tá Andrew av Fløtum ta einum ferðina varð jarð- lagdur við ljótari eftirtakl- ing. B36: Tróndur Vatnhamar – Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Daniel- sen – Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Niels Joensen, Kenneth Jacobsen – John Petersen, Jákup á Borg HB: Bárður Johannsen – Tór- Ingar Akselsen, Jó- hannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag – Nicu Dogaru, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen – Jón Rói Jacob- sen, Andrew av Fløtum B36-HB 1-2 (1-2): HB heldur oddasessinum Nicu Dogaru byrjaði hesa ferð millum teir fyrstu ellivu, og saman við hinum á miðvøllinum syrgdi hann stóran part av tíðini fyri, at HB hevði leikligu yvirvágina í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Í løtunum báðu megin steðgin hevði B36 eitt ávíst trýst á, og talan kundi kanska verið um meira enn einsamalla málið, sum Jákup á Borg skeyt Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 94 - 22. mai 2002 Eftir ein lítið hend- ingaríkan fyrra hálv- leik, lívnaði dysturin upp í seinna hálvleiki, tá vágbingar fingu mann útvístan FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe NSÍ fekk ikki Christian Høgna Jacobsen kláran til dystin í Vági, av tí at spæliloyvið ikki varð klárt. Heldur ikki Pól Thorsteins- son var við vegna leikbann. Tí byrjaðu bæði Kári Han- sen og Ian Højgård inni á miðjuni. Eisini VB hevði gjørt broytingar á liðnum. Palli Augustinussen, sum higar- til hevur spælt mestsum alla tíðina, byrjaði á bonk- inum. Hendi lítið Tað var NSÍ sum fyrst fekk glið á spælið. Meðan VB stríddist við at halda bóltin niðri á vøllinum, spældi NSÍ væl fyrstu løtuna, tó at teir ikki komu fram til nakrar málmøguleikar. VB royndi seg í stóran mun við longum bóltum, sum oftast fóru út av vøllinum, ella heilt inn til Jens Martin Knudsen í málinum. Tað hendi lítið í fyrra hálvleiki. Tað fyrsta av týdningi sum hendi varð, tá Robert Cieslewicz bleiv spældur fríur, og hevði kós móti málinum. Hann varð steðgaður av NSÍ-verjuni, og dómarin gav gult kort til ein av verjuleikarunum. Hetta átti helst at givið meira enn gult kort, tá nú dómarin metti at leikarin hjá NSÍ hevði gjørt frí- spark. Um miðjan fyrra hálv- leik, noyddist Helgi L. Pet- ersen út við skaða. Í hans- ara stað kom Gert Lang- gaard. VB vaknaði Hóast NSÍ hevði bóltin meiri enn VB, so spurdist merkiliga lítið burturúr hjá teimum. Og sum fyrri hálv- leikur leið tók VB yvir, og móti endanum fingu teir einar tvær royndir sum líktist málmøguleikum. Fyrst slapp Mortan úr Hørg leysur inni í brots- teiginum, men skotið frá honum fór beint við síðuna av málinum. Løtu seinni kom Dan Djurhuus ígjøg- num í høgru síðu, og inn- leggið frá honum streyk beint framvið málinum. Tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki, hendi meiri enn í øllum fyrra hálvleiki. Tað var VB sum beinanvegin setti seg á dystin, og Nenad Zivanovic fekk eisini ein góðan møguleika, men bólturin fór við síðuna av. Løtu seinni fekk sami Nenad aftur møguleikan, men hesuferð skallaði hann við síðuna av eftir hornaspark. Reytt kort Tá einir 8 minuttir vórðu leiktir, verður Kári Hansen sparkaður nakað harðliga av Mortan úr Hørg. Dóm- arin ger rætt, tá hann gevur Mortani reyða kortið. Nú skuldi VB klára seg í næstan 40 minuttir við 10 monnum, og tað skuldi vísa seg at ganga rímuliga gott. Tað var VB sum fram- vegis trýsti næstu løtuna. Birgir Jørgensen, sum varð innskiftur, fekk ein fínan møguleika, tá hann fintaði seg gjøgnum verjuna. Men einsamallur við Jens Mart- in Knudsen, skeyt hann við síðuna av. Tað at VB spældi álops- kent við 10 monnum, við- førdi at NSÍ kundi lúra uppá kontra. Um miðjan seinna hálvleik, var tað júst ein slík støða, sum førir til at Gert Langgaard gjørdist leysur. Men beint sum hann skuldi skjóta, varð hann taklaður av Predrak Ziwkowic, sum var ein av bestu VB-leikarunum sunnudagin. Tá hálvur tími var farin, fekk Birgir Jørgensen aftur ein møguleika. VB fekk hornaspark og bólturin kom væl innfyri, men Jens Mart- in bjargaði royndini frá Birgir. Í hinum endanum hevði Bjarni Johansen eisini ein frálíka bjarging eftir horna- spark, sum var á veg bein- leiðis í málið. Best sum øll høvdu vant seg við tankan um, at tað ikki hendi meir, so fekk Óli Hansen kanska besta møguleikan í øllum dyst- inum. Tveir minuttir fyri leiklok, slapp hann at renna einsamallur frá VB-verjuni, men Bjarni Johansen bjarg- aði royndini. Úrslitið gjørdist sostatt 0- 0. Hóast VB fekk ein mann útvístan tíðliga í seinna hálvleiki, megnaði NSÍ ikki at gera nyttu av hesum. VB hevði flestu royndirnar á mál, og NSÍ -arnir eru óiv- að best nøgdir við málleysa javnleikin. Dysturin í tølum: VB-NSÍ 0-0 Dómari: Petur Skarðenni VB: Bjarni Johansen – Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Predrag Zivkovic – Jón Gærdbo, Slobodan Madzar, Mortan úr Hørg, Dan Djurhuus, Gisli Svein- bjørnsson – Robert Ciesle- wicz, Nenad Zivanovic NSÍ: Jens Martin Knudsen – Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Lang- gaard, Sjúrður Jacobsen – Brynjolvur Nielsen, Ian Højgaard, Helgi L. Peter- sen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Óli Han- sen Saman við liðfeløg- unum fegnast HB- málverjin um odda- sessin, sum fyrst og fremst er úrslit av einum kollektivum avriki FÓTBÓLTSTOS Jákup Mørk Árið í fjør mundi kennast lítið hugaligt hjá Bárði Johannesen, ið sum vant aftur verjir HB málið í ár. Umframt at hann sjálvur var partur av skaðaalduni, sum rakti HB, so noyddist hann eisini inn í meskarnar eftir bóltinum nógv oftari, enn ein HB-málverji van- liga ger, men í ár er av álvara vent í holuni. Øðrvísi í dag Av plássi sínum í brotsteig- inum hevur hann nú í trim- um dystum eygleitt lið- felagarnar, meðan teir hava skotið HB upp á ovastu tindarnar. Eftir dystin móti B36 hittu vit málverjan á orði, og spurdu hann, um hann kann peika á nakað serstakt, sum ger, at gongd- in í ár er somikið nógv øðrvísi. - Tað var nú ikki fyrr enn í dag, at tað gekk so nógv øðrvísi. Hetta var fyrsta ferðin, at vit vunnu, uttan at spæla serliga sannførandi, og tað gjørdu vit ongan tíð í fjør. - Annars er tann størsti munurin, at vit hava ein betri hóp í ár, og móti bæði NSÍ og KÍ sást hetta eisini aftur á spælinum. Í dag spældu vit væl fyrstu løt- una, men tá teir so minka um munin fáa teir veruliga strítt seg aftur í dystin, soleiðis at tað gjørdist heilt spennandi. Viljin á muni Undan kappingini varð eisini tosað um, at nú skuldu teir í HB prógva, at árið í ár bert var eitt stórt mistak. Heldur málverjin eisini, at hetta hevur sína ávirkan. - Tað hevur tað heilt víst. Bara at vera til venjing- arnar er nakað heilt annað í ár. Allir tíma og vilja gera sítt besta. Har er ongantíð soleiðis, at onkur kemur til venjing av tvang. Hugurin at spæla og stríðast er í topp hjá øllum ,og tað er so avgjørt nakað, sum gevur bonus, sigur altso Bárður Johannesen at enda. VB-NSÍ 0-0: Nullloysn í Vági Nú er øðrvísi Nærdystirnir vóru nógvir í tali á Eiðinum, men tað eydnaðist tó hvørgum partinum at skjóta avgerandi málið, tá NSÍ vitjaði hjá VB Mynd: Áki Bertholdsen Eins og liðfelagarnir var Bárður Johannesen fyri tað mesta sannførandi móti B36. Góðu úrslitini eru úrslit av felags arbeiði, sum allir leikararnir gera, heldur málverjin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18