mikudagur 22. mai 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 22. mai 2002
17
Tvørámenn høvdu
einki at bjóða uppá
og løgdu rygg til
eyðmýkjandi tap, tá
spælandi KÍ venjarin
gjørdi hattrikk
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað var av fagrasta summ-
arveðri í Klaksvík 2. hvítu-
sunnudag. Og hóast tað KÍ
var niðast á støðutalvuni
eftir tvey tey fyrstu umfør-
ini, so vístu klaksvíkingar
og norðoyingar yvirhøvur,
at teir eru trúfastir ímóti KÍ.
Skýlið var stappað við
fólki, og kring vøllin var
gylt av fólki, sum hugnaði
sær í góðveðrinum og
frøddist um, at tað endiliga
var komið hol á málskjót-
ingina og innheystingina av
stigum.
TB tapti fyri fýra árum
síðani 10–0 í Klaksvík. Ta
ferðina skoraði Kurt Mørk-
øre fimm mál. Síðani tá
hevur TB ikki verið í 1.
deild og tískil ikki spælt
ímóti teimum bestu klaks-
víkingunum.
Undan ferðini til Klaks-
víkar segði Zoran Mancic,
sum var á KÍ liðnum fyri
fýra árum síðani, at teir
sanniliga vónaðu, at tað
hesa ferð fór at ganga hópin
betri, enn tað gjørdi fyri
fýra árum síðani, og at teir
fóru at verða meiri enn
fegnir um at fáa eitt stig.
Tað royndist næstan eins
illa hjá TB, sum tað gjørrdi
fyri fýra árum síðani, og
høvdu klaksvíkingar verið
meiri neyvir og avgjørdir í
2. hálvleiki, so kundi tað so
væl verið, at teir høvdu
vunnið við tvey sifraðum
tølum.
Kurt Mørkøre helt seg
heldur ikki hesa ferð aftur
ímóti TB. Í 2. hálvleiki
skoraði hann trý mál, og
hann var við í uppspælinum
til fleiri av hinum. Kurt er
ikki í venjingarstøðuni,
sum hann onkuntíð hevur
verið í, og spurningurin er,
hvussu nógv hann fer at
megna, tá mótstøðuliðið og
verjuspælararnir
verða
betri, enn teir hjá TB vóru
hesa ferð. Men ímóti tvørá-
monnum hefti einki fyri.
TB – uttan Radosavlovic
– var í 5–3–2 útgangsstøðu.
Teir royndu at binda um í
verjupartinum. Royndirnar
fram eftir vøllinum vóru
fáar og smáar. Einar tríggj-
ar ferðir royndu teir við
skotum úr 16–18 metrum.
Tað var barnamatur hjá
Meinhardti Joensen.
Hvørja ferð sekundvís-
arin fór eina ferð runt, uttan
at KÍ hevði fingið hol á,
mundi kennast sum ein
sigur hjá TB. Trettan ferðir
vunnu teir hesar smáu
sigrarnar. So kom hol á, og
so var tað bara ein spurn-
ingur um, hvussu stórur
heimasigurin fór at verða.
KÍ var bara frammanfyri
2–0 í steðginum. Beinan-
vegin eftir steðgin øktu teir
til 3–0, og so datt korthúsið
hjá TB saman. Lars Müller
í TB málinum hevði fleiri
bjargingar, og KÍ spælar-
arnir tóku sær av løttum.
KÍ hevur verið rakt av
fleiri skaðum. Allan Joen-
sen treiskaðist enn eina
ferð, men tað var skjótt, at
hann noyddist at taka seg
av vøllinum. Tá varð Atli
Danielsen fluttur í miðverj-
una, meðan Erling Fles
kom á vongverjan í høgru.
Málini
Jan Joensen, sum hesa ferð
var sentralur miðvallari
saman við Hjalgrími Elttør,
setti hol á við góðum lang-
skotiúr umleið 20 metra
fjarstøðu.
Tá vóru trettan minuttir
farnir, og níggju minuttir
seinni var Heðin á Lakjuni
fyrstur á innleggi úr vinstru
frá Kurt Mørkøre.
Seinna umfarið var fýra
minuttir gamalt, tá Kurt
Mørkøre skoraði, eftir at
Hjalgrím Elttør hevði spælt
hann
leysan,
og
sjey
minuttir seinni býttu teir
um leiklut. Ta ferðina var
talan um skot hjá Hjalgrími
úr stórari fjarstøðu.
Í 63. minutti økti Kurt
Mørkøre til 5–0, og tá
Hjalgrím Elttør økti til 6–0
restaði eitt korter. Talan var
um fínt uppspæl, har Allan
Mørkøre og Kurt Mørkøre
áttu sín part. Kurt Mørkøre
setti sjálvur punktum, og
tað sást týðuliga, at gamli
málrevurin framvegis eigur
stóran kreditt millum KÍ
viðhaldsfólkini.
Dysturin í tølum
KÍ-TB 7-0
1-0: Jan Joensen 13
2-0: Heðin á Lakjuni 22
3-0: Kurt Mørkøre 49
4-0: Hjalgrím Elttør 56
5-0: Kurt Mørkøre 63
6-0: Hjalgrím Elttør 75
7-0: Kurt Mørkøre 82
Dómari: Birgir Sondum
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Allan Joen-
sen, Alexander Djordjevic,
Harley Bertholdsen – Allan
Mørkøre, Hjalgrím Elttør,
Jan Joensen, Bárður á Lakj-
uni – Kurt Mørkøre, Heðin
á Lakjuni
TB: Lars Müller – Bárður
Dimon, Tórður Mortensen,
Vladimir Matijvic, Olivur
Abrahamsen,
Rasmus
Nolsøe – Allan Mikkelsen,
Nebosja Urtajl, Jón Tórður
Holm – Dan Mortensen,
Zoran Mancic
Fyri fyrstu ferð
síðani 10. juni í
2000 eydnaðist tað
unga og annars
málsókna spælar-
anum at fáa mál í
landskappingini
TVÍFALDUR
MÁLSKJÚTTI
Jóannes Hansen
Hjalgrím Elttør var ov-
urfegin, tá hann ellivu
minuttir eftir steðgin 2.
hvítusunnudag økti KÍ
leiðsluna ímóti TB til
4–0. Gamli málslúkurin
hjá KÍ og trífaldi mál-
skjúttin hesa ferð, Kurt
Mørkøre, átti næstsíðsta
fótin á, og so sendi Hjal-
grím í kassan úr seytjan
metra fjarstøðu.
At ungi maðurin, sum
í steypakappingini og á
unglingaliðnum
ferð
eftir ferð hevur víst, at
hann hevur gott máltev,
var ovurfegin, var ikki
so undarligt. Hetta var
fyrsta
ferðin
síðani
sunnudagin 10. juni í
2000, at hann skoraði
fyri KÍ í 1. deild. Ta
ferðina kom Hjalgrím
inn á Sandi, tá tað rest-
aðu seks minuttir, og í
síðsta minuttinum stað-
festi hann 4–0 KÍ sig-
urin.
Í dystinum framman
undan – tá vann KÍ 9–0
á Sumba í Klaksvík –
hevði Hjalgrím spælt 20
minuttir og skorað eitt
mál. Neyvan nakar og
als ikki Hjalgrím Elttør
sjálvur mundi óðra á
Sandi sunnudagin í juni
fyri tveimum árum síð-
ani, at hann stóð framm-
anfyri tvey ára longum
málturki.
– Tað var frágera gott,
at tað eydnaðist at skora
aftur. Í steypakappingini
í fjør skoraði eg sjey
mál, og eg skoraði eisini
okkurt málið í steypa-
kappingini í vár, sjálvt
um vit ikki fingu so
nógv mál. Í unglinga-
deildini havi eg javnan
skorað, men tað er klárt,
at eg havi kent eitt ávíst
trýst á mær, tá tað ikki
hevur eydnast at skora í
1. deild. Ikki minst eftir
at eg misnýtti brotsspark
í fyrsta heimadystinum í
ár, sum var ímóti B36.
Teir vunnu 3–2.
Hví hevur tú ikki
skorað?
– Tað hevur ikki ging-
ið eftir vild, og margi-
nalirnir hava ofta verið
ímóti. Men so haldi eg
eisini, at tað er rætt at
leggja afturat, at eg havi
ikki spælt so nógv í
álopsplássinum,
sum
mær dámar best at spæla
í, og sum nátúrliga er tað
plássið, sum ber flestu
málmøguleikarnar við
sær. Í fjør spældi eg ofta
í síðunum, og nú havi eg
spælt nógv á miðvøllin-
um. Men ímóti TB eydn-
aðist tað tvær ferðir, og
tað var heilt gott.
Hvussu verður nú?
– Vit kunnu ikki
annað enn fegnast um
henda sigurin og so taka
ein dyst í senn. Sunnu-
dagin skulu vit út á
Toftir. Tað verður ein
sera torførur dystur hjá
okkum, men vit mugu
royna og trúgva upp á, at
tað fer at bera til. Vit
mugu eisini vóna, at vit
ikki fara at verða so
plágaðir av skaðum.
Allan Joensen noyddist
aftur út hesa ferð. Tað er
ein stórur missur, tá
hann ikki er við. Ove
Nysted er eisini skaddur,
og Jan Andreasen er ikki
komin fyri seg aftur enn.
Tað merkist, men vit
fara at gera okkara
besta. Tað verður í
hvussu so er hugaligari
at fara at venja, enn tað
hevur verið. Eg haldi, at
vit hava arbeitt seriøst,
men sjálvandi er tað ikki
eins stuttligt, tá vit tapa,
sum tað er, tá vit vinna,
heldur Hjalgrím Elttør.
Sjálvandi vónar 19 ára
gamli maðurin, at tað nú
fer at verða títtari mill-
um málini hjá honum,
enn tað hevur verið í
landskappingini
sein-
astu tvey árini.
Hjalgrím
fegnast um
at turkurin
er burtur
KÍ–TB:
KÍ svam í stórum
møguleikum
Kurt Mørkøre var hesa ferð við í KÍ álopinum, og leikandi venjarin staðfesti sítt virði við at skjóta trý av teimum sjey KÍ-
málunum
Mynd: SáH
17
16
Nr. 94 - 22. mai 2002
HB hevur higartil
bara hildið til í
Gundadali, og enn
hava avrikini hjá
hinum ikki boða frá,
hvør skal bjóða odda-
liðnum, sum fram-
vegis hevur fult stiga-
tal, av í kappingini
um gullkrónurnar
3. UMFAR SAMANUM
Jóannes Hansen
Verkfallið er av, og harvið
eru fótbóltskappingarnar
og fótbóltsskráin komin í
tryggu leguna, sum tær eiga
at vera í. Í vikuskiftinum
vórðu útsettu dystirnir í 2.
og 3. deild fingnir frá
hondini, og so mugu vit
vóna, at einki óvæntað fer
at stinga seg upp, sum fer at
órógva kappingarnar.
Um tað hevði borið til at
vedda um úrslitini í bestu
føroysku fótbóltsdeildini,
so høvdu vinningarnir hesa
ferð verið heilt smáir. Úr-
slitini vóru øll soleiðis, sum
tað kundi roknast við.
NSÍ fekk javnleik í Vági.
Í NSÍ iðra teir seg sjálvandi
um, at tað ikki eydnaðist at
gera sær dælt av, at teir
vóru ellivu ímóti tíggju í
meiri enn ein hálvan tíma.
Men hagtølini siga, at NSÍ
ofta hevur tað trupult í
Vági. Har hava teir tapt trý
tey seinastu árini – í fjør
taptu teir 5–0. Síðsta góða
úrslitið hjá NSÍ í Vági var í
1998. Tá smurdu teir VB av
við 5–0.
HB eigur heimavøll
hvørja ferð
Einasta liðið, sum hevur
vunnið allar tríggjar tær
fyrstu ferðirnar, er HB. Eitt
sindur merkisvert er tað, at
HB
hevur
spælt
allar
tríggjar
landskappingar-
dystirnar á heimavøllinum í
Gundadali. Tveir hava verið
heimadystir, og sunnudagin
var fyrsti útidysturin á
skránni – ímóti B36.
Einki skal takast frá
sannførandi innganginum
hjá HB. Onkuntíð hava teir
havt tað torført í Gundadali
ímóti KÍ og NSÍ, og
grannadystirnar ímóti B36
ber tað ongantíð til at rokna
út. Men í ár hevur HB
staðið allar tríggjar roynd-
irnar og tað við ein glans.
Málmunurin 10–2 talar fyri
seg.
Uppaftur meiri merkis-
vert er tað, at HB eisini í
fjórða umfarinum eigur
heimadyst. Sunnudagin fáa
teir vitjan av GÍ. Sambært
upprunaligu skránni skuldi
HB havt spælt á Svanga-
skarði í fyrsta umfarinum.
Sum kunnugt so var tað
orsaka av verkfallinum
neyðugt at broyta skránna,
og so var HB eisini í fyrsta
umfarinum á heimavølli.
Sjálvandi er tað ein fyri-
munur at spæla á heima-
vølli, og um tað gongst væl,
so ber væl til at ímynda sær,
at sjálvsálitið er økt heilt
nógv, tá tørnið við nógvum
útidystum kemur fyri. Frá
og við fimta og til og við
áttanda umfarinum skal HB
spæla fýra útidystir á rað –
í Vági, á Toftum, á Skála og
á Eiði. Hesin veruleikin
ger, at tað hevur stóran
týdning fyri higartil sann-
førandi oddaliðið, hvussu
tað fer at ganga, tá GÍ
sunnudagin skal í Gunda-
dal.
GÍ eigur at vera besta
áminningin til HB um, at
tað liðið, sum er sannfør-
andi oddalið undan summ-
arsteðginum, ikki nýtist at
enda sum meistaralið. Eftir
tíggju umfør í fjør var GÍ
fimm stig frammanfyri
B36, sum var fremst eftir
átjan umfør.
Eingin avbjóðari
Fyrsti
sættiparturin
av
kappingini
er
lagdur
afturum. Avrikini higartil
hava víst, at liðini ikki eru í
fullgóðari venjing. Hetta er
eisini galdandi fyri odda-
liðið. HB segðist ikki vera
serliga sannførandi, tá teir
vunnu stórt ímóti KÍ.
Umframt HB er tað bara
B68, sum ikki hevur tapt.
Einastu stigini, sum teir
hava mist, var í javnleikin-
um ímóti GÍ. Spurningurin
er nú, um GÍ fer at megna
tað sama á útivølli ímóti
HB, sum teir megnaðu
ímóti B68. Sigurin hjá GÍ
ímóti Skála var tann fyrsti
hjá gøtumonnum í ár. Men
hann var teimum dýrt
keyptur. Bartal Eliasen sá
gult og verður leikbannaður
í Gundadali sunnudagin.
Um tað fer at ganga, sum
tað higartil hevur gjørt, so
er lagt upp til stórdyst, tá
HB í sætta umfarinum skal
á Svangaskarð.
Avrikið hjá B68 ímóti
EB/Streymi boðaði ikki frá,
at toftamenn kunnu roknast
at hoyra til støðugu odda-
liðini. Komandi sunnudag
skal B68 spæla á heima-
vølli ímóti KÍ. Eftir at TB
hevði lagt rygg til tap ímóti
B68 á Sevmýri, vóru tvørá-
menn eyðmýktir í Klaks-
vík, har heimaliðið vann
fyrstu stigini og fyrsta sig-
urin á árinum. Sunnudagin
fer at síggjast á Svanga-
skarði, hvør dugur er í
klaksvíkingum.
B36 vann bæði FM og
steypakapping í fjør. Tí
varð undan kappingarbyrj-
an roknað við, at teir fóru at
vera millum avbjóðararnar
til FM. Úrslitini higartil
hava ikki verið nakað ser-
lig, men í B36 kunnu teir
troysta seg við, at tað held-
ur ikki gekk nakað serligt
fyrstu umførini í fjør. Tá
fýra umfør vóru farin
høvdu teir tapt eina ferð –
GÍ vann í fjórða umfari 3–1
á heimavølli ímóti teimum
– og eina ferð høvdu teir
spælt javnt – málleyst í
fyrsta umfarinum í Runa-
vík. Men so gekk undan hjá
B36, sum vann tólv dystir á
rað. Í trimum teimum
fyrstu umførunum í ár
hevur B36 mist fýra stig, og
miðvallarspælið hevur á
ongan hátt verið sannfør-
andi. Men tað er framvegis
møguleiki fyri somu úrtøku
sum í fjør.
VB og NSÍ hava saman
við B36 og GÍ fýra stig,
men sum hjá øllum hinum
hava avrikini og úrtøkan
hjá hesum báðum liðunum
verið sera óstøðug.
Botnurin hongur væl
uppií
Skála er einasta liðið, sum
higartil ikki hevur megnað
at vinna. Eftir trý tey fyrstu
umførini hava uppflytar-
arnir eitt stig. Málmunurin
2–4 sigur, at talan á ongan
hátt hevur verið um niður-
spæling, og tað er ein veru-
leiki, at kontraspælið hjá
teimum hevur sett rættuligt
trýst á bæði B36 og GÍ.
Tá Skála í fyrsta umfar-
inum tapti á Eiði varð sagt,
at tað kundi fara at vísa seg,
at hetta var eitt lagnutap.
Úrslitini síðani hava víst, at
sannlíkið fyri hesum er ikki
minkað. Sunnudagin eigur
Skála heimavøll ímóti VB,
so skulu teir til Runavíkar
og Klaksvíkar. Tað er væl
hugsandi, at stigaposin hjá
skálamonnum verður væl
tyngri eftir sætta umfarið,
enn hann er nú.
EB/Streymur hevur eftir
sigurin á Skála vunnið tvær
ferðir. Men teir eru ikki
avbukaðir. Málmunurin er
2–3, og sunnudagin var ikki
stórur munur á teimum og
næstfremsta liðnum. Kom-
andi sunnudag skal NSÍ
norður til Eiðis at vitja
Trygva Mortensen og hans-
ara menn.
Eftir kærkomna heima-
sigurin ímóti VB í fyrsta
umfarinum hevur tað ikki
hilnast væl hjá TB. Teir
hava lagt rygg til 4–1 tap á
heimavølli ímóti B68, og
sunnudagin vóru teir úti
fyri fyrstu eyðmýkingini í
ár. Tvær tær næstu ferðirnar
eru B36 á Sevmýri og GÍ í
Sarpigerði á skránni. Tað
verður strevið. Í sætta um-
farinum skulu tvørámenn
taka ímóti EB/Streymi.
Tann dysturin fer ivaleyst at
hava heilt nógv at siga fyri,
hvør skal eiga ivasama
heiðurin at verja borg
niðanfyri niðurflytingar-
strikuna.
Eingin eyðsýndur avbjóðari
er í eygsjón
Oddaliðið úr HB hevur
hvørja ferð higartil spælt í
Gundadali, og tað gera teir
eisini næstu ferð, men síðani
skulu teir fýra ferðir upp í
slag spæla á fremmandum
graslíki
C
M
Y
K
16