Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • mikudagur • 22. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Í nógvar mátar kann landsliðsvenjarin í hondbólti tykjast at hava rættiliga kon- tantar fatanir av, hvussu venjingarnar skulu fara fram, men sjálvur heldur hann hetta vera neyðugt, at tað skal eydnast at skapa neyðugu hug- burðsbroytingina á landsliðnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eitt hitt fyrsta, sum lands- liðsvenjarin hjá A-lands- liðnum í manshondbólti, Lars Nedergaard, gjørdi, tá hann varð settur í starvið, var at boða frá, at kropsliga venjingarstøðan hjá lands- liðsleikarunum skuldi betrast. At hjálpa sær við hesum hevði hann fingið Frank Petersen, sum eisini hevur verið knýttur at danska hondbóltslandsliðnum, og saman løgdu teir eina skrá, sum skuldi tryggja, at venj- ingarstøðan hjá leikarunum skuldi betrast. Verða testaðir Um vikuskiftið vóru teir báðir venjararnir aftur í Føroyum. Vant varð bæði leygar- og sunnudagin, og var talan fyrst og fremst um sonevndar testir, har venj- ararnir kundu fáa sjón fyri søgn, hvørt venjingarskráin hevði riggað eftir ætlan. Tá vit sunnudagin fingu orð á Lars Nedergaard, tóktist tað eisini vera ein væl nøgdur venjari, sum vit fingu orðið á. - Nú er tað Frank, sum stendur fyri kropsligu royndunum, og tær eru ikki lidnar enn, so tað fái eg ikki sagt so nógv um. Rennitest- irnar gjørdu vit tó í gjár, og yvir høvur var úrslitið av hesum nøktandi, sigur Lars, tá vit spyrja hann um úrslitið, sum er komið higartil. - Fyri einstakar av leikar- unum er tó galdandi, at teir ikki vóru í teirri venjingar- støðu, sum vit høvdu vón- að. Teir hava vit so fingið okkum eitt álvarsligt prát við, og nú hava teir so fýra vikur til at prógva, at teir vilja geva seg nóg nógv. Vit hava so eina nýggja test um ein mánað, og tá fellur hamarin, um teir ikki standa seg nóg væl. Eingin neyðsemja Tað skilst alt fyri eitt, at tað er ein hampuliga kontantur venjari, sum HSF hevur sett at taka sær av starvinum. Orðini um at hamarin fellur, um leikararnir ikki eru nóg væl fyri, verða søgd uttan so mikið sum ein blunk, og Lars leggur eisini dent á, at fyri at vera á landsliðnum, so skulu leikararnir eisini geva tað, sum krevst. - Eg havi alla tíðina sagt, at eg bara vil hava teir leikarar, sum vilja spæla á landsliðnum. Hetta er eisini fremsta orsøkin til, at hóp- urin í dag er skorin niður úr teimum upprunaligu 22 í 18. Har vóru nakrir leik- arar, sum ikki vildu offra nóg nógv til hetta. Antin tí teir tóku aðrar ítróttagreinir framum, ella tí viljin til at venja so nógv ikki var til staðar. Tað er so eisini í lagi, at teir hava givið boð um hetta, og tað er sum so í besta forstáilsi, at hesir eru farnir úr hópinum. - Tað er jú bara soleiðis í dag, at tú kanst ikki íðka ítrótt á elitustøði, um tú roynir at vera við alla- staðni. Skulu vit hava nakran møguleika í altjóða høpi, so er neyðugt, at leikararnir eru í gongd 12 mánaðir um árið, og tað sampakkar ikki við, at tú samstundis spælir eitt fótbólt í bestu deildini. Somikið einfalt er tað. Tað merkir so kanska eisini, at tað ikki eru 18 teir bestu leikararnir í landinum, sum eru á landsliðnum, men hinvegin havi eg 18 leik- arar, sum vilja vera á landsliðnum, og tað hevur nógv størri týdning fyri meg. Sjálvandi taka vit atlit til, at talan er um áhuga- leikarar, men viðvíkjandi hugburðinum til venjingina verða ongar neyðsemjur gjørdar. Spennandi hópur Um hópin, sum hann hevur at arbeiða við, sigur Lars annars, at hann heldur talan vera um eitt sera spennandi lið. - Hyggur tú at aldursbýt- inum, so er tað bara Ingi, sum er føddur í ’69, meðan restin av hópinum eru leik- arar, sum eru føddir í ’75 ella seinni. Hetta ger eisini, at vit kunnu arbeiða meira framrættað, og tað er kanska eisini neyðugt, tí fyri at kunna vera við, so mugu vit skapa eina hug- burðsbroyting. - Vit skulu burtur frá hugsanini um, at vit ongan møguleika hava at spæla móti teimum stóru. Tað kann væl vera, at vit ikki hava nakran veruligan møguleika at gera okkum galdandi, men vit skulu ikki góðtaka eitt tap, bara tí mótstøðan er sterk. At broyta hetta fer at taka tíð, og úrslitið av tí sæst helst heldur ikki fyrr enn um eini tvey ár, men tað er so tann vegin, sum vit ætla okkum, sigur hann. Ikki hækkað Lars Nedergaard er annars ikki ókunnugur við før- oyskan hondbólt. Frá 1992 til 1995 hevði hann høv- uðsábyrgdina av hondbólt- inum í Vestmanna, og tí er hann kanska eisini førur fyri at siga nakað um, hvørt støðið í heimligu kapping- ini hevur flutt seg. - Eg vil siga tað soleiðis, at støðið er ikki hækkað. Kanska er spælið betri, men hinvegin eru nógvir útlendingar við í dag, og tekur tú hesar burtur, so ivist eg í, um spælið er batnað. - Ikki tí. Eg havi einki ímóti, at útlendskir leikarar koma í føroyskan hondbólt, og sum útgangspunkt skuldi hetta bara verið gott. Men tað skal ikki vera soleiðis, at ein ungur evna- ríkur leikari situr á beink- inum, tí ein útlendingur er á hansara plássið. Tá verður tað ikki serliga mennandi. - Hinvegin dugi eg væl at síggja, at venjararnir ikki altíð hava ráð at hugsa soleiðis. Hjá teimum er altíð eitt trýst um úrslit, men vit hava í øllum førum havt ein sera góðan dialog við venjararnar, og vónandi kann hesin halda fram, soleiðis at vit í felag røkka tí, sum er best fyri føroysk- an hondbólt, sigur Lars Nedergaard at enda, áðrenn hann aftur fer inn í venj- ingarhølini. Hugburðsbroyting krevst - Hyggur tú at aldursbýtinum, so er tað bara Ingi, sum er føddur í ’69, meðan restin av hópinum eru leikarar, sum eru føddir í ’75 ella seinni, sigur Lars um hópin, sum hann heldur er sera spennandi Mynd: Álvur Haraldsen Frank Petersen syrgir fyri, at venjingarnar verða gjørdar á rættan hátt. Her er tað Hans Áki Dal-Christiansen, sum fær nakrar leiðbeiningar, og Kristian Madsen tykist eisini at lurta Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 94 - 22. mai 2002 Tvøroyrar kommuna hevur planerað grundøkið sunnan- fyri flakavirkið og hevur givið prinsipi- elt byggiloyvi. – Enn er málið í stoypi- skeiðini, sigur Gudmund Mortensen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Fyrr í vár varð felagið, P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri, stovnað. John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, sigur, at tað eru skipini og vinnulívið í Suðuroynni og Fiska- marknaðurin, sum hava stovnað hetta felag og ætla at byggja eina landingar- miðstøð. Felagið er tó ikki lýst enn. – Tvøroyrar kommuna hevur givið prinsipielt byggiloyvi á einum øki sunnanfyri flakavirkið, har ætlanin er, at landingarmið- støðin skal byggjast. Enn er ikki endaliga av- greitt, hvør skal eiga bygn- ingin, men í luftini liggur, at tað verður felagið, sum nú er stovnað. – Onkur hevur tó bjóðað sær at byggja bygningin og leiga hann út til felagið, sum skal reka landingar- miðstøðina, men enn er hesin spurningurin ikki endaliga avgreiddur, sigur John, sum tó væntar, at tað verður felagið sjálvt, sum fer at eiga bygningin. Hann vísir á, at arbeitt hevur verið við ætlanini um landingarmiðstøð allan vet- ur, men enn eru ikki øll við- urskifti fingin uppá pláss. Eingin tíðarætlan Gudmund Mortensen á Tvøroyri, sum er ein av monnunum aftanfyri ætlan- ina, sigur, at eingin tíðar- ætlan fyriliggur enn, nær ætlaða virksemið á Tvør- oyri kemur í gongd. – Eg vil siga, at málið er enn í stoypiskeiðini, men arbeitt verður fram ímóti, at landingarmiðstøðin gerst veruleiki. Hann vísir á, at hetta er eitt projekt, sum í fyrsta lagi skipini og vinnulívið í Suðuroy taka stig til, men ætlanin er, at Fiskamarkn- aður Føroya á Toftum skal umsita landingarmiðstøð- ina á Tvøroyri eins og í Vági, Sørvági og Klaksvík . Felagið, har Gudmundur er stjóri, N. J. Mortensen, eigur trolararnar, Rasmus Effersøe og Rankan og garnaskipið, Nim. Bert ein uppboðssøla John Nielsen, stjóri á Fiska- marknaði Føroya á Toftum, váttar, at tað verður Fiska- marknaðurin, sum ætlandi kemur at umsita landing- arnar og søluna av fiskin- um á Tvøroyri. – Hetta verður á sama hátt sum eitt nú í Klaksvík. Har umsita vit bæði tann partin, sum seldur verður á uppboði og tann partin, sum virkini keypa beinleið- is frá skipunum. Stjórin vísir á, at Fiska- marknaður Føroya hevur eina avtalu við Kósina um, at marknaðurin avgreiðir øll viðurskifti í sambandi við landingarnar – eisini, tá ið Kósin keypir fiskin bein- leiðis frá skipunum. – Eg haldi, at fólk hava lyndi til at blanda tingini saman. Vit hava bara eina uppboðssølu í Føroyum, og hon er á Toftum. Hitt eru landingarmiðstøðir, har Fiskamarknaðurin tekur sær av tí praktiska. Tískil er eingin uppboðssøla í Klaksvík, men ein landing- armiðstøð, sigur hann. John endurtekur, at ein landingarmiðstøð tekur sær av at fáa fiskin uppá bryggjuna, meðan restin gongur fyri seg á skriv- stovuni á Toftum. Heldur fram í Vági Spurdur, hvussu verður við landingarmiðstøðini, sum er í Vági, sigur John, at hon heldur fram sum higartil. – Endamálið við landing- armiðstøðini á Tvøroyri er í fyrsta lagi at fáa fatur á skipunum har á staðnum og teimum, sum eru heima- hoyrandi í Hvalba. Mið- støðin í Vági tekur sær meira av útróðrarfiskinum, og tað fer hon framhaldandi at gera, sigur John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen Ikki eru allir bátar líka stórir, sum koma til landið. Seinasta hóskvøld var móttøka á bryggjuni í Leir- vík, tá ið nýbygningarnir, Norðleivur og Fríðborg, komu til landið. Í mun til tey stóru skipini, vit flaggaðu fyri, eitt nú rækjuskipini, nótaskipini og ikki minst svartkjaftaskipini, eru nýggju leirvíkstrolararnir smáir. Men hóast tað munnu teir fara at roynast í fiskiskapi og manningar- hýru, tá ið saman um kemur. Og móttøkan í Leirvík var ikki í mun til støddina á skipunum; hon var nevni- liga stórfingin við umleið 300 fólkum, bæði nær og fjar. Tveir nýggir trolbátar – og ein stórur dagur í Leir- vík. Kona og børn Tíðliga fríggjakvøldið sást nakað av fólki vera saman- komið í Vágsbotni í Havn. Vit hugdu framvið við myndatólinum. Jú, ein 27 fóts glastrevjabátur var júst komin á Havnina, keyptur brúktur úr Noregi. Vit fregnaðust, hvør eig- arin var, men hann var ikki at finna. Uppi á bryggjuni stóð ein kona við tveimum smádreingjum, og vit skiltu skjótt, at hetta var kona eigaran. Hon greiddi okkum frá, at maðurin, sum er á krabba- veiði í Grønlandi, hevði keypt bátin um Internetið, stutt áðrenn hann fór avstað. Og nú báturin kom heim úr Noregi við farmaskipi, var maðurin burturstaddur. Konan hevði tó gott fólk at hjálpa sær. Ein vinmaður hjá manninum hevði siglt bátin saman við eldra sonin- um hjá eigaranum úr Hval- vík, har farmaskipið hevði sett bátin av og til Havnar. Nakað av fólki nýtti høvi at hyggja umborð og konan, sum saman við yngra soninum var komin oman í Vágsbotn at taka ímóti, hevði keypt karamellur og sodavatn, sum børn og vaks- in kundu fáa sær. Maðurin, sum sigldi bátin úr Hvalvík til Havnar, segði seg hava sæð hópin av lomvigu á vegnum suður- eftir gjøgnum Sundalagið og á Tangafirði. Byggja landingarmiðstøð á Tvøroyri – Vit vóru so sperdir, tá ið ringast stóð til við kassum, at vit umhugsaðu at lata aftur, sigur John Niel- sen, stjóri á Fiska- marknaði Føroya FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur gjørt nak- að burtur úr kassatørvinum, sum serliga var í vár, tá ið nógvur fiskur kom uppá land, og norðhavsróðurin var í hæddini. Í seinastu grein okkara um kassatørvin, segði Kári í Garði, stjóri á Kassamið- støðini, at »skal Smyril altíð verða nóg stórur, skal hann vera ógvuliga stórur«. Og soleiðis helt hann eis- ini, at støðan var við kassa- skipanini og tørvinum á kassum og kørum. Kári helt, at nóg mikið av kass- um og kørum er í landin- um. Tá ið Sosialurin spurdi hann, um tørvurin hevði nakað við bíleggingina av kassum at gera, segði Kári, at Kassamiðstøðin fær teir kassar og kør, sum hon bíleggur. Broytt skipan John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sig- ur, at marknaðurin hevði stórar trupulleikar í vár við kassum og kørum. – Kári avgjørdi at broyta kassaskipanina. Hann vildi hava teir smáu kassarnar út og tey lágu kørini inn. Tí steðgaði Kassamiðstøðin við at keypa tey gomlu kør- ini. Miðstøðin bílegði ikki tey lágu kørini fyrr enn í november, og tí gekk so long tíð at fáa kørini heim. John veit at siga, at Kassa- miðstøðin keypir kørini úr Íslandi, og tað tekur langa tíð hjá íslendingum at av- greiða so stórar bílegging- ar. – Eg haldi, at bílegging- arnar skuldu farið avstað fyrr; tá hevði trupulleikin ikki blivið so stórur, sigur hann Sperdir Stjórin á Fiskamarknaðin- um ásannar, at tey høvdu ein veldugan trupulleika í vár, og eina tíð umhugsaði marknaðurin at lata aftur, tí næstan ómøguligt var at av- greiða skipini. – Ákoyringarnar vóru nógvar, og Fiskamarknað- urin fekk skuldina fyri, at alt ikki gekk, sum tað skuldi, sigur John, sum heldur, at trupulleikin nú er loystur. Trýstið er ikki so stórt longur, og hvørja viku koma nýggj kør heim úr Íslandi. John Nielsen heldur ann- ars, at hugskotið við kassa- skipanini er gott, og torført hevði verið at fingið eina betri skipan. – Vit hava bara eina uppboðssølu í Føroyum, og hon er á Toftum. Hitt eru landingarmiðstøðir, har Fiskamarknaðurin tekur sær av tí praktiska. Soleiðis verður væntandi eisini við landingarmiðstøðini á Tvøroyri, sigur John Nielsen, stjóri Kona og børn tóku ímóti bátinum Kassatrupulleikin er helst av – Kassaskipanin er ein góð skipan, sigur John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya C M Y K 14