Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 94 - 22. mai 2002 Nr. 94 - 22. mai 2002 13 Tinghellan Kári á Rógvi hugleið- ir á Tinghelluni í dag um tað at seta ný- valda tingið. Gamalt er, at tingið verður sett ólavsøkudag, men eftir hvørt val er ein serligur dagur, tá nývalda tingið verður sett. Hesin dagur átti at verið hildin eins og ólavsøka, tí henda dagin velur Tingið fremsta tingnarstarv landsins – løgtings- formannin Føroya Løgting er millum elstu ting í heiminum. Í fleiri enn túsund ár hava føroyingar sett tingið um summarið, á ólvasøku. Vit vita ikki rættiliga, hvussu ofta tingmenninir vórðu valdir í heilt gamlari tíð, men tingið varð sett á hvørjum ári. Á okkara døgum seta vit enn Tingið á ólavsøku. Tá ganga tingmenn skrúð- gongu og løgmaður heldur røðu. Tingið og ta politisku skipanina hava vit øll til felags, og ólavskøkan ann- ars er eitt hátíðarhald av øllum tí, ið bindur fólk og land saman. Frá kórsangi og listaframsýning til hond- bólt og kappróður, frá úti- møtum og gudstænastu til vertskap og dans. Tá tingið varð sett henda dagin, var tað ein eyka- ólavsøka, ein serligur tjóðardagur. Men har manglaði alt tað festliga, alt tað tjóðarbyggjandi. Sjón- varpið visti ikki meira at siga okkum, og sendingin steðgaði tí í hálvan tíma. Dagurin átti at verið hálvur frídagur (og hálvur dagurin eftir), so allir før- oyingar høvdu møguleikan at sæð tingið verða sett. Kórsangurin, skrúðgongan og smá børn við fløggum hoyra til, tá helst elsta tingið í verðini verður sett. Um ikki í Dómkirkjuna, kundu tingmenn vitja gomlu Tinghelluna á Tinga- nesi. Tí tað var har okkara demokrati byrjaði, ikki í hasi kroysuni, sum amt- maðurin við vilja bygdi lítla og skirvisliga í skugg- anum av Amtmansborgini. Stýrisskipanarlógin sig- ur, at løgtingsformaðurin hevur hægstu tign landsins – hann er okkara lands- høvdingur, hann røkir fleiri av teimum uppgávum, sum drottningar, kongar og forsetar hava aðrastaðir; og meðan løgmaður skal vera leiðari hjá samgonguni, skal formaðurin hjá Føroya løgtingi verða fremsti leiðarin hjá okkum øllum. Tað er einaferð um árið at ólavsøka er, men tað er bert fjórða hvørt ár, at vit velja tingformann, somikið meiri átti dagurin at verið hildin. Góðkenna valið Tá tingið hittist soleiðis nývalt, hevur tað onki høvd, ongan formann. Tingskip- anin ásetur tí, at elsti maður á tingi skal vera fyribils- formaður til annar er valdur. Tað løgna er hjá okkum, at tað er elsti í árum heldur enn elsti eftir tingaldri. Ellisformaðurin kann tí saktans vera ný- valdur tingmaður, og júst tað hendi í 1994, tá Jákup Joensen í Lopra var ellis- formaður. Fyrsta málið á skránni var at góðkenna valið. Sum flest øll onnur ting í verðini skal tingið hjá okkum sambært stýriskipanini sjálvt góðkenna sítt egna val. Upprunin til regluna er sjálvsagt tann, at tingini vilja ikki hava, at tað eru kongur, stjórnin ella dóm- stólarnir, ið taka støðu til valið. Men, hvussu kann tingið møta á fundi og góðtaka valið, áðrenn tað sjálvt er góðtikið? Jú, valstýrini skriva tingmonnum valbrøv eftir at hava fíntalt valið í einstøku valdømunum. Landstýrið skrivar teimum fimm eykavaldu tingmonn- unum valbrøv. Tingið kann velja at telja atkvøðurnar umaftur ella taka støðu til ivamál í einstøkum valdømum, um tað leggur í. Vanliga er tó skjótt hjá tingmonnum at góðtaka tað, sum valstýrini hava avgjørt. Allir flokkar eru umboðaðir í ymsu valstýrunum, so tingið hevði helst frætt tað, um ónøgd var. Tingið er sett! Í gomlum døgum var tingið sett á ólavsøku og fundaðist so í nakrar dagar. Vit eru øll so ymisk og vit fata veru- leikan líka nógv í litum, ljóði og við sansunum sum í orðum. At seta tingið er ofta sera stórur høgtíðar- dagur í øðrum londum, eins og tað enn er hjá okkum á ólavsøku. Men, henda dagin í tinginum var setan- in so ófestlig, keðilig og, ja, fyri nógv helst óskiljandi, at tað var stórt spell. Setanin var so fremmand, so ekspertframleidd, at ellisformaðurin ikki dugdi hana uttanat – tað er annars meiningin við at ellis- formaðurin setur tingið, hann er tann, sum skuldi vita best, hvussu tað eigur og plagar at vera. Mín kæri vinur Heini í Kunoy tyktist hvørki kendur ella vandur við boðini frá tingskriv- stovuni, ið hann noyddist at lesa upp henda dagin. (Eg kann nevna, at í bretska tinginum eru tveir ting- menn í House of Lords, ið hava arvaligar uppgávur í samband við at seta tingið og aðrar tingligar hátíðir – tað er at varveita sína mentan). Tað mest grátiliga er tó, at Tinghúsið onga tinghellu hevur. Umbygda tinghúsið er trúðfast móti teirri smáttuni, sum amtmaðurin gav okkum í 1856, heldur enn móti okkara egna upp- runaliga tingið úti á Ting- helluni í Tinganesi. Meðan fleiri hundrað fólk kundu standa á Tinganesi og fylgja við, kunnu eini tjúgu fólk siga í Tinghúsinum – og hyggja í nakkan ella aft- urpartin á tingmonnum. Drama innan veðbondini Tað dramaðið, sum vantaði í sjálvari setanini, var afturfyri til fulnar til staðar, tá tingið valdi sær nýggjan formann. Tingformaðurin fráfarni, Finnbogi Ísaksson, varð ikki stillaður uppaftur til løgtingsvalið, og tí skuldi tingið finna ein annan persón. Hetta er ikki lætt. Partvís tí at ting- flokkarnir eru øvundsjúkir inn á hvør annan, partvís tí ongin samgonga er, og samgongan vanliga semist um at velja tingformann. Men partvís eisini tí flestu tingmenn vilja ikki vera tingformenn – í øllum førum ikki enn. Tí tað er vorðið so, at tingformaður- in skal vera ein av teimum eldru vísu tingmonnunum, sum ikki longur er við í kappingini um at gerast løgmaður, landstýrismaður ella floksformaður. Innan sum uttan tinggátt er tað galdandi, at øll vilja gerast gomul, men ongin vil kallast gamal. Hesuferð vóru trý upp- skot. Javnaðarflokkurin vísti á Edmund Joensen, ið eisini fekk stuðul frá sínum egnu í sambandsflokkinum og – kanska eitt sindur óvæntað – frá sjálvstýris- flokkinum. Harvið var ein 16-manna samgonga skip- að um Edmund. Fólkaflokkurin stillaði Óla Breckmann upp. Óli er elsti tingmaður eftir árum á tingi. Fyrstu ferð valdur í 1974 og afturvaldur hvørja einastu ferð síðani. Óli er vanliga hvørki limur í formanskapinum ella í tingnevndunum, hann er venjari og leiðari hjá fólkaflokkinum á tingi. Óli fekk tó – sum so mangan – bert stuðul frá sínum egnu, hóast eitt deiligt menniskja privat, er Óli ikki júst typan at vinna sær vinir millum síni politisku mótstøðufólk. At skjóta Óla upp var helst líka nógv at siga, at vátt er komið fullveldisreiðrið Triðja uppskotið var Her- geir Nielsen úr tjóðveldis- flokkinum. Hergeir er sera royndur tingmaður og hevur verið tingformaður fyrr, men sum partur av samgonguni 1985-88. Helst fekk hann tá sessin sum troystipremiu, tí hann ikki slapp í landstýrið – sum so mangir aðrir tingformenn. Tað mest óvæntaða var, at hann fekk stuðul frá mið- flokkinum. Onkur helt skemtandi fyri, at tað vóru teir báðir frelstu flokkarnir, sum gjørdu samgongu. Mannagongdin Tingskipanin krevur í slík- um førum, tá bert ein per- sónur skal veljast, at tað avgjørdur meiriluti er fyri valinum í fyrsta umfari. Tær sekstan atkvøðurnar hjá Edmundi vóru tí ikki nóg nógvar. Tey flestu høvdu helst ringt við at fylgja við í atkvøðugreiðsl- uni. Ongin kann siga tey ring fyri tað, tí tann spild- urflunkandi nýggja at- kvøðuskipanin hjá ting- inum kláraði heldur ikki ein gang at fylgja við. Men, tvær ferðir at- kvøddi tingið. Triðu ferð bert millum nummar eitt og tvey, Edmund og Hergeir. Stóð tá á jøvnum, so skuldi lutur takast um formannin. Tá av tornaði atkvøddu tríggir fólkfloksmenn ikki, Óli Breckmann, Jógvan við Keldu og Heðin Zacha- riasen. Tí vann Edmund 16 móti 13. Hvønn kennir tú á Oyri? Edmund Joensen er helst hugnaligasti og vísasti ting- formaðurin, ið hugsast kundi. Fleiri hava kanska hug at siga, at teimum dámdi hann ikki, tá hann var løgmaður. Til tað er at siga, at fyri tað fyrsta var hann tá leiðari hjá sam- gonguni ímóti andstøðuni, fyri tað næsta var hann løgmaður í helst truplastu tíðini eftir kríggið, og fyri tað triðja royndi hann ikki sørt at vera meiri alvorligur og fattur, enn hann í grund- ini er. Edmund á Oyri er ein vertskapsmaður, ein hugna- ligur abbi, vinnulívsmðaur og bridgespælari. Hann er tann einasti eysturoyar- tingmaðurin, sum verður valdur fyrst og fremst av veljarum í øðrum bygdum enn egnu heimbygd síni. Edmund er tingmaður, tí at hann er ein virdur leiðari millum sínar líkamenn, heldur enn tí at hann kennir eina trongd at hevda seg ella gera karrieru. Í grundlógararbeiðnum var Edmund ein tann gløggasti analytikarin. Ed- mund er tó ikki ein serliga bókligur maður. Meðan hin stóri eysturoyingurin á tingi, Tobbi, finnur vísdóm hjá Alexandur Mikla og Heinrich Böll, ger Edmund sínar egnu eygleiðingar ella ber saman við bridgspælið ella aðrar annað í vinnu og lívi sínum. Síðani hann slapp av við formanssessin í sambandsflokkinum er hann vorðin ein "eldri statsmaður" – ein gløggur eygleiðari við miklum inn- liti.. Tað var ein tíðiliga rørdur Edmund Joensen, ið takk- aði fyri valið og lovaði at vera tingformaður hjá okk- um øllum og at halda andan í øllum teimum skjølum, ið skapa reglurnar um okkara høga ting. Í sermálum hava vit ongan kong, og sigur stýriskipanin, at Edmund sum tingformaður nú er okkara mest tingarligi leiðari. Eftirnavn fyrst Fráfarni tingformaðurin, Finnbogi Ísaksson, brúkti meginpartin av tíðini sum tingformaður at royna at fáa tingmenn at kalla hvønn annan við eftirnavni, tí tað gera tey í grannalondum okkara, eitt nú í… Onki kann vera meiri óføroyskt. Og tað var eisini skemtiligt at hoyra Finnboga siga ’Jógvan oytur Jógvan á Lakjuni í Tingsalinum’. Sjálvt ellisformaðurin, Heini í Kunoy, fekk tað ongantíð lært – "Nú er Edmund valdur" – so fjart er tað frá okkum føroy- ingum at brúka eftirnøvn, tá øll vita, hvønn vit meina við. Sum sambandsmaður hevur Edmund ikki tað somu trongdina sum Finnbogi at vísa, at hann kann gera alt líka væl sum – og uppá sama máta – sum tey gera í Danmark. Tað er tí at vóna, at Edmund ger okkum tingskipanina meiri heimliga og føroyska og fer at vitja onnur ting enn júst danska fólkatingið at fáa sær íblástur. Tynwald, ting- ið á oynni Man, ið verður sett á gomlu jóanssøku, bretska tingið, íslendska tingið, tingi í Nebraska og amerikanska kongressin áttu at verið millum fremstu málini, umframt tey norðurlendsku tingini sjálvandi. Hvørja skel Avbjóðingin hjá Edmundi verður at hugsa um hvørja skel í Føroyum. Møguliga skal Edmund standa fyri einum formansumfari heilt skjótt, møguliga ikki fyrr enn eftir summarferiuna, møguliga als ikki. Men Edmund fær í øllum førum kjansin at gera formans- embætið til tað tingnarliga og savnandi sætið hjá før- oyingum. Í gamla tinginum var tað tingformaðurin, ið kallaðist løgmaður. Eftir gomlu máti er Edmund júst vorðin løgmaður nú. Ein uppgávan hjá honum verður at skipa fyri at manna tingnevndirnar. Tað besta var, um Edmund skipaði eina semju um formansessirnar, so vit ikki fingu lutakast um teir, og síðani broytti tingskipanina so frætt, at tingnevndirnar í summar sluppu at seta seg við nøkrum átroðkandi málum, fíggjarnevndin við játtanarskipanini og pen- sjónsmálinum, trivnaðar- nevndin við eldrarøktini, uttanlandsnevndin við tí ríkisrættarliga og so fram- vegis til tess at náa breiðum semjum um tey mál, ið røkka langt tvørturum val- skeiðini. Við hesum orðum ynskja vit á Tinghelluni Edmundi Joensen hjartaliga tilukku við formanssessinum á Føroya Løgtingi og við fremstu tign landsins. Tingið er sett! Kári á Rógvu Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, kemur til Føroya á privata vitjan í vikuni. Hann kemur higar hósdagin og fer avstað aftur mánadagin í næstu viku VITJAN Edvard Joensen Fyrrverandi danski forsæt- isráðharrin, Anker Jørgen- sen, kemur í morgin á pri- vata vitjan í Føroyum. Hann fer at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum, eins og hann fer at ferðast eitt sindur kring oyggjarn- ar. Tað eru í ár 20 ár síðan, Anker Jørgensen fór frá sum forsætisráðharri í Dan- mark. Hann hevur síðan ferðast nógv í Danmark og hildið fyrilestrar av ymsum slagi, eins og hann eisini hevur fingist við annað mentanarligt arbeiði. Mill- um annað hevur hann skriv- að fleiri bøkur um sítt pol- itiska lív. Anker Jørgensen sigur við Sosialin, at bókmentir og list eiga stórt pláss í lívi hansara. Serliga virkin hevur Anker Jørgensen verið í norðurlendskum samstarvi, síðan hann fór úr forsætis- ráðharrasessinum. Hann hevur verið for- maður í donsku sendi- nevndini í Norðurlanda- ráðnum árini frá 1982 fram til 1993. Fakfelagsmaður Tað kom heldur óvart á fleiri, tá Jens Otto Krag, forsætisráðharri, beint eftir fólkaatkvøðuna, har Dan- mark limaði seg inn í EEC í 1972, boðaði frá, at hann legði frá sær sum forsætis- ráðharri. Upp aftur meira óvart kom tað, tá hann útnevndi eftirmannin, hin 50 ára gamla formannin fyri landsins størsta fakfelag, SID, Anker Jørgensen, til nýggjan forsætisráðharra. Anker Jørgensen sat sum danskur forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 1972 - 1973, og aftur árini frá 1975 til 1982, tá Poul Schlüter tók við. Anker Jørgensen tók við sum formaður fyri fakfel- agið SID í 1968 og varð sit- andi, til hann gjørdist for- sætisráðharri í 1972. Í 1973 gjørdist hann for- maður fyri størsta politiska flokkinum í Danmark, Socialdemokratiet. Anker Jørgensen sat sum floksfor- maður í 15 ár, til hann í 1988 lat sessin frá sær til Svend Auken, sum Anker Jørgensen sjálvur tilmælti sum sín eftirmann. Rithøvundur Anker Jørgensen hevur skrivað rímiliga nógv, síðan hann gavst í politikki. Ser- liga um sítt politiska lív. Bæði um danskan politikk, eins væl og altjóða politikk. Fyri hetta arbeiðið sítt hevur hann eisini fingið nógvar viðurkenningar. Nevnast kunnu PH-prisen, Dansk Forfatterforenings Fredspris, Jytte-prisen og LO’s Kulturpris. Umframt at skriva bøkur ferðast hann nógv kring Danmark og heldur fyri- lestrar. Einar tríggjar fýra hvørja einastu viku, sigur hann við Sosialin. Anker Jørgensen sigur, at hann heldur fyrilestrar um lív sítt sum politikari, og um fólk, hann hevur møtt á leiðini. Hann fer ikki av vegnum fyri at koma við ávísum metingum av aktuellu støð- uni í heiminum í dag, greiðir hann frá. Eitt nú plagar hann í fyrilestrum, hann heldur, at tosa um høgrarákið, sum í dag fer um Europa. – Sjálvur haldi eg tað vera eitt framviðfarandi fyribrigdi, men kortini eitt keðiligt fyribrigdi, sigur Anker Jørgensen. Um støðini, har hann plagar at halda fyrilestrar, sigur hann, at tey eru ógvu- liga ymisk. Hann er í rætti- liga nógvum pensionista- feløgum, á studentaskúlum, á hægri læristovnum, eins og hjá meinigheitráðum og sjálvandi eisini í fakfeløg- unum, greiðir Anker Jør- gensen frá. – Gamla fakfelag mítt, SID, vitji eg javnan. Felagið hevur 380 deildir, so har er nógv at fara til. Og tá verð- ur tað sjálvandi umframt politikaran eisini fakfelags- mannin, eg tosi um, sigur Anker Jørgensen. Vanligt er, sigur hann, at tá hann heldur fyrilestur, plaga áhoyraranir at fáa høvi til at seta spurningar og gera viðmerkingar til tað, sagt er. Og tað kunnu standast lívlig kjak av tí, greiðir Anker Jørgensen frá. Føroyavitjan Føroyavitjanin hjá Ankeri Jørgensen í vikuni er ikki hansara fyrsta. Einar fimm ferðir fyrr hevur hann verið í Føroyum, greiðir hann frá. Fyrstu ferð var sum forsæt- isráðharri í 1973. Anker Jørgensen er boðin til Føroya á hesa vitjanina, og hann gleðir seg at síggja oyggjarnar aftur, sigur hann. Hann letur heilsa, at hann livir væl, og hóast hann er við at verða ein gamal maður – hann fyllir 80 ár tann 13. juli – ætlar hann at halda fram við sín- um fyrilestrarøðum, hóast tær kanska við tíðini fara at fækka í tali hvørja viku. Anker Jørgensen kemur eftir ætlan til Føroya við flogfari fyrrapartin í morgin. Klokkan 15.00 seinnapartin fer hann á vitjan í Norðurlandahúsin- um, har Helga Hjørvar, stjóri, fer at vísa honum húsið. Klokkan 16.00 fer hann at halda almennan fyrilest- ur í kaffistovuni í Norður- landahúsinum, har áhoyrar- arnir eisini fáa høvi at seta spurningar og gera við- merkingar til tað, sagt verð- ur. Fyrrapartin fríggjadagin fer Anker Jørgensen at hyggja seg um í gomlu Havnini. Millum annað fer hann at vitja í Havnar Kirkju og í Undirhúsinum, har ivaleyst okkurt verður at práta um. Klokkan 11.00 fyrrapart- in fer hann at vitja í Dagtil- haldinum í Tórsgøtu, har hann fer at geva eitt boð uppá, um Eldraárið hevði nakrar batar við sær fyri pensionistarnar. Leygardagin verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður í Christianskirkjuni, eins og hjá pensionistafel- agnum. Sunnudagin verður vitjað í Sandoynni, har millum annað høvi verður at hitta fólk í Dali, har ætlanin er at fáa ein kaffimunn klokkan 15.00 seinnapartin. Anker Jørgensen fer aftur til Danmarkar við flogfari mánadagin. Anker Jørgensen vitjar Anker Jørgensen fer á vitjan síni at halda fyrlestrar og ferðast kring oyggjarnar – Skal vi kaste »anker« der? stóð undir hesi myndini í einum blaði, tá Anker Jørgensen, sum forsætisráðharri stýrdi Ternuni um Leirvíksfjørð Mynd: Eygað 1973 C M Y K 13 12